• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geipa táttur

 

CCF 106-IV F

TSB E 1

 

F

 

[1] Keisarin stóð og sá hará,

eg sigi tað av tí sann,

sjálvur gingu rættir fram,

og bar teir eingin mann.

 

[2] Keisarin stóð og sá hará,

tyktist komin í vanda,

borðdiskar og ljósastakar

alt á ongum standa.

 

[3] Borgin vildi kastast umkring,

ei var til góðs at valda,

upp lupu teir frankismenn,

hvør greip í annan at halda.

 

[4] Vindurin kom í neðra inn,

hornini tóku at blása,

ikki tóktust frankismenn

hava verið í verri vási.

 

[5] Svaraði keisarin Karlamagnus

heldur á ringinum reyða:

“Nú minnist eg á tey orðini,

ið mín drotning segði.”

 

[6] Hugin tók tann gullbóltin,

kastar á grønan vøll,

so er mær av sanni sagt,

tá stillaðist borgin øll.

 

[7] Keisarin skuldi at sova gá,

er gingin í glæstrahús,

steinbogi stóð á hallargólvi,

maður við kertuljós.

 

[8] Tólv vóru teir stólar settir

við tann møttulin blá,

Karlamagnus og tólvjavningar

teir skuldu har sita á.

 

[9] Tólv vóru tær seingir,

fullar upp við lín,

Karlamagnus og tólvjavningar,

teir skuldu har sova í.

 

[10] Har mundu seggja seingir síggjast,

gjørdar í gólvi niðri,

har skuldi keisarin hvíla á

við alt sítt garpaliðið.

 

[11] Keisarin so til orða tekur,

gerst nú nýtur drongur:

“Nú skulu vit um treytir tala,

gitið man verða leingi.”

 

[12] Tí svaraði Rólant jall,

hann var kappin hvølli:

“Tú skalt fyrstur um treytir tala,

tí tú ræður fyri os allar.”

 

*                      *

            *

 

[13] “Eg skal taka tann gullbóltin,

sum fimtan gat ikki lyft,

við aðrari míni hondini,

tað skal eg honum syfta.

 

[14] Eg skal stoyta mót slotsmúrin,

gitið man verða víða,

tríati favnar niður falla,

falla pá báðar síður.”

 

[15] Skrivar hann maður í steinboga,

fall so væl í lag:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá gert tú kong Hugin stór skaða.”

 

*                      *

            *

 

[16] “Hugsað havi eg um eina treyt,

gera tað alvæl snarur,

taka burt rættir av kongsins borði,

so eingin verður tað varur.

 

[17] Skrivar hann maður í steinboga,

so lágliga man hann tala:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá dugir tú væl at stjala.”

 

*                      *

            *

 

[18] [Rólant]:

“Eg skal taka mín hvølla lúður,

glaður foruttan vanda,

blása so hár av konginum

so bert skal eftir standa.

 

[19] Eg skal taka mítt einhyrningshorn,

blása skal so snjalla,

einar dyrnar upp at lata,

aðrar aftur falla.”

 

[20] Skrivar hann maður í steinboga,

alt foruttan vanda:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú sterkan anda.”

 

*                      *

            *

 

[21] [Olgar]:

“Eg skal rópa so stórt eitt róp,

orna skal mítt blóð,

fiskurin í havinum

skal springa upp úr sjó.

 

[22] Fiskurin í havinum

skal springa upp úr sjó,

fuglar og so villini djúr

skulu rýma burt av skóg.”

 

[23] Skrivar hann maður í steinboga,

so lágliga man hann tala:

“Tað hoyri eg á tínum orðum,

at tú dugir væl at prála.”

 

*                      *

            *

 

[24] [Nemus]:

“Eg skal taka eina kannu,

kóka hana fulla av blý,

tá ið hon sjóðar allarmest,

tá skal eg stíga harí.

 

[25] Eg skal standa harí so leingi,

inntil tað er kalt,

standa so upp og rista meg,

og falla skal av mær alt.”

 

[26] Skrivar hann maður í steinboga,

svør á sína trú:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá hevði tú seiga húð.”

 

*                      *

            *

[27] [Turpin]:          

“Eg skal mær á skógvin burtur,                                       

veita vatnið langa,                          

stórar áir og stríðir streymar

vant verður frá at ganga.

 

[28] Eg skal veita fossin heim,

heim í Garðaríki,

stórar áir og stríðir streymar

blíva til fen og díki.

 

[29] Stórar áir og stríðir streymar

blíva til fen yvir allar,

kongurin skal í høgsta torn

við knektar sínar og jallar.”

 

[30] Skrivar hann maður í steinboga,

gerst um hjartað ve:

“Slíki orð, sum tú talar,

Gud lati tey aldri ske.”

 

*                      *

            *

 

[31] [Óluvar]:

“Eg skal mær í moynnasal,

gera tað alvæl hátt,

har skal eg mín vilja fremja

hundrað reisir á nátt.”

 

[32] Skrivar hann maður í steinboga,

tann virðiligi knekt:

“Tú troyttast, áðrenn tú gert tað,

uttan tú ert av spurraslekt.”

 

*                      *

            *

 

[33] “Vil kongurin taka tríggjar hestar,

sleppa eftir vegnum fram,

eg skal leypa yvir øllum teim

og á tann fremsta fram.”

 

*                      *

            *

 

[34] Svaraði …….

kortar hann ikki fíggja:

“Eg eigi ein hatt, eg seti hann pá,

og eingin skal meg síggja.”

 

[35] Skrivar hann maður í steinboga,

hann væntar sær lítla takk:

“Høvdu allir talað sum tú,

hatta var høviskt snakk.”

 

[36] “Vil kongurin taka hundrað svørð

og stilla allar oddar upp,

eg skal stíga á øllum teim,

tað skal ei skaða mín kropp.”

 

[37] Skrivar hann maður í steinboga,

ei var teirra vinur:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá hevði tú seigar sinar.”

 

*                      *

            *

[38] [Olgar danski]:

“Hugsað havi eg um eina treyt,

tað man vera ein gaman,

eg skal sláa borgina umkring,

so alt skal falla til saman.

 

[39] Eg skal kongin á hálsin sláa,

tað er treyt mín hálv,

so hann skal falla úr hásæti

fram á hallargólv.”

 

[40] Skrivar hann maður í steinboga,

talaði rætt og slætt:

“Slíki orð, sum tú talar,

Gud forbjóði [det].”

 

[41] [Groddur hin gamli]:

“Hugsað havi eg um eina treyt,

allar eru til enda,

eg skal fara burt hálva míl,

mítt glavint tilbaka senda.

 

[42] Eg skal stoyta tað mót slotsmúrin,

leggja tveir pengar hará,

sannar hann skal niður falla,

annar liggja eftir á.

 

[43] Eg skal leypa so snarliga

í teirri somu ferð,

at eg skal lofta báðum teim,

áðrenn teir á jørðini eru.”

 

[44] Skrivar hann maður í steinboga

við so lítið ljóð:

“Ert tú so fimur á fótinum,

tú tekur væl haran í skóg.”

 

CCF 106-IV F

TSB E 1

 

Handrit: Kvæðasavn Jakob Jakobsens FLB JJ B IX [2].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 48

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 134.

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Mikkelsen (lítli Óli) (1865-1950), Sandi og Johan Henrik Schrøter  (1842-1911), Sandi, ættaður úr Trongisvági, 1887.

 

E 1 Geipa táttur – (Boasting champions prove their championship)

Karlamagnus reypar av, at eingin er hansara líki. Drotningin svarar, at keisarin í Miklagarði er yvirmaður hansara. Hóast ávaringar fara Karlamagnus og menn hansara til Miklagarðs. Tá ið teir eru komnir vegin fram, lova teir allir at gera ávís roysni. Teimum eydnast at halda lyftini.

á føroyskum: CCF 106 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019