• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Emunds ríma

 

E.

 

CCF 106

TSB E 26

 

[a] Keisarin eigur ein systurson,

hann vil hann ikki gloyma; [o.s.fr.]

 

[b] Emundur eigur ein f[l]jótan hest,

slíkur er eingin í landi,

so loypur hann yvir dalir og fjøll,

sum aðrir á sløttum sandi.

 

*          *          *

 

[c] Svaraði Emund kempan sterk,

so tók hann uppá:

“Tú hevur dripið fyri mær,

so ikki fæst tølur á.”

 

*          *          *

 

[d] . . . . . . . . .

hann tók keisaran á hondum.

 

[e] Bardust teir í tógva dagar,

hvørgin sigur vann: [o.s.fr.]

 

[f] Inntil tann hin triðja,

[ið sól til viða rann],

tá møddist keisarin Karlamagnus,

tann hin raski mann.

 

[g] Tað var keisarin Karlamagnus,

hann hugsar so við sær:

“Gávi Gud faðir av himmiríki,

Róland var nú her.”

 

*          *          *

 

[h] Rólant reikar um borgina,

sær á ringin reyða:

“Tað síggi eg á fingurgull, [o.s.fr.]

 

[i] Rólant talar til sveinarnar,

tógva ella trí[gg]jar:

“Lovið mær av hallini út,

frænda mín at sí[gg]ja!”

 

*          *          *

 

[j] [ . . . . . . . . .]         

“Sjálvur tann [hin] fányti [o.s.fr.]

[ . . . . . . . . .     ]

 

[k] “Eg eri eingin fányti

heldur enn sjálvur tú: [o.s.fr.]

 

*          *          *

 

[l] Svaraði Rólant, kempan sterk,

nú man tað so vera:

“Ólivant horn og Dýrindal

tað skulu vit heimat føra.”

 

*          *          *

 

[m] Tá mundi hoyrast langan veg,

sum fossar fullu av,

gingu so báðir í eina borg,

fall so væl í lag.

 

*          *          *

[n] Svaraði hin vándi Gýðin jall,

hugsar so við seg:

“Ofta hevur tú illar vegir [o.s.fr.]

 

*          *          *

 

[o] Fari eg fyri Eingilands kong,

komi eg heilur heim,

tað skal verða á mínari ævi, [o.s.fr.]

*          *          *

 

[p] Tað var hin vándi Gýðin jall,

tað gjørdi hann tá,

hann sló tíggju av kongsins monnum,

so høvur á borði lá.

 

*          *          *

[q] “Tógva skalt tu herirnar

av tínum landi gera,

inntil tann hin triðja, [o.s.fr.]

 

[r] [ . . . . . . . . . ]

inntil tann hin triðja,

høgga skalt tú tá.”

 

[s] “Hoyr tú, Eingilands kongurin,

tú spyr meg einki longur,

tað er Rólant, kempan sterk,

hann er so nýtin drongur.”

 

*          *          *

[t] Tað var vándi Gýðin jall,

heim í garðin fór,

tað var keisarin Karlamagnus

fyri honum stóð.

 

*          *          *

CCF 106

TSB E 26

 

Handrit: Savnið hjá Jakob Jakobsen, 1887, uppskrift í brotum,

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 66

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 181.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Henrik Schrøter  (1842-1911), Sandi, 1887

 

E 26 Emunds ríma (Roland saves Charlemagne by killing a heathen prince)

Emundur, heiðin prinsur, fær sær vatn úr einum brunni, tá ið Karlamagnus nærkast honum og bjóðar honum av til bardaga. Karlamagnusi stendur til tap. Hetta sær Rólant, ungi bróðursonur hansara, í ringinum, hann hevur á fingrinum.

Hann vil koma pápabeiggjanum til hjálpar, men av tí at honum er ikki loyvt at fara úr borgini, má hann drepa varðhaldsmenninar til tess at sleppa út haðani.

Hann ríður til Karlamagnusar og drepur Emund, og báðir menninir venda heim aftur. Frábrigdini B-E og frábrigdini A, F í TSB E 28: Gýðin jallur verður sendur til pápa Emund, Angelund kong, við Emunds høvuri. Til tess at bjarga lívi sínum mælir Gýðin konginum til at fara við trimum herum at berjast við Karlamagnus í Runsival til tess at hevna deyða sonar síns á Rólant.

Síðani verður Gýðini loyvt at venda aftur til borg Karlamagnusar at bera honum stríðsavbjóðingina.

á føroyskum: CCF 106 Emunds ríma (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019