• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Emunds ríma

 

F

CCF 106

 

1 Eg kann onga skemtan gera,

fyrr enn eg gangi í dans,

eg kvøði um keisaran Karlamagnus

og tólvjavningar hans.

 

2 Keisarin eigur ein systurson,

hann vil hann ikki forgloyma,

setir hann hann í eina borg

við fimtan sveinar goyma.

 

3 Emund legðist at kelduni,

so mundu tíðindi koma,

so drakk tann hin heidni hundur,

at tá rann einki oman.

 

4 Heiðin upp frá keldu stóð,

hann gav honum onga takk,

øvigur hann á grønan vøll

upp í saðilin sprakk.

 

5 Heiðin upp frá keldu stóð,

hann leyp á hest so stinnan:

“Eg sá onga tílíka kempu,

vil ikki á meg vinna.”

 

6 Tað var hesin heidni hundur,

hann mælti ikki mál,

hann bant pá seg brynjuna,

og gjørd var út av stál.

 

7 Svaraði Emund, kempan sterk,

glaður foruttan ekka:

“Hvussu eitur kempan tann,

ið forðaði mær at drekka?”

 

8 “Hoyr tað, tú hin heidni hundur,

eg sigi tær tað av sonnum,

Karlamagnus er keisari

yvir øllum kristnum monnum!”

 

9 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

eg sigi tær av tí sanna,

tú hevur dripið fyri mær

væl fimm hundrað manna!

 

10 Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

eg sigi tær satt ífrá:

“Tú hevur dripið fyri mær,

so ikki fæst tølur á!”

 

11 Svaraði Emund, kempan sterk,

hann talaði hinum so til:

“Henda sama fríða hjálm

eg taki hann, tá ið eg vil.”

 

12 Tí svaraði Rólant jall,

hann heldur á búnum knívi:

“Hoyr tú, keisarin, harri mín,

og eg tók hann av lívi!”

 

13 Svaraði keisarin Karlamagnus,

tað var alt av sonnum:

“Bannaður verði búkur hans,

bæði av Gud og monnum.”

 

CCF 106

 

Handrit: Savnið hjá Jakob Jakobsen, 1887, uppskrift í brotum.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 67

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 184.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Henrik Schrøter  (1842-1911), Sandi, 1887

 

E 26 Emunds ríma (Roland saves Charlemagne by killing a heathen prince)

Emundur, heiðin prinsur, fær sær vatn úr einum brunni, tá ið Karlamagnus nærkast honum og bjóðar honum av til bardaga. Karlamagnusi stendur til tap. Hetta sær Rólant, ungi bróðursonur hansara, í ringinum, hann hevur á fingrinum.

Hann vil koma pápabeiggjanum til hjálpar, men av tí at honum er ikki loyvt at fara úr borgini, má hann drepa varðhaldsmenninar til tess at sleppa út haðani.

Hann ríður til Karlamagnusar og drepur Emund, og báðir menninir venda heim aftur. Frábrigdini B-E og frábrigdini A, F í TSB E 28: Gýðin jallur verður sendur til pápa Emund, Angelund kong, við Emunds høvuri. Til tess at bjarga lívi sínum mælir Gýðin konginum til at fara við trimum herum at berjast við Karlamagnus í Runsival til tess at hevna deyða sonar síns á Rólant.

Síðani verður Gýðini loyvt at venda aftur til borg Karlamagnusar at bera honum stríðsavbjóðingina.

á føroyskum: CCF 106 Emunds ríma (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019