• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Emunds ríma

 

 A.

 

CCF 106-V A

TSB E 26

 

1 Emund kvittar úr stríðinum,

skuldi ríða heim,

tað var keisarin Karlamagnus,

hann vann honum mein.

 

2 Emund eigur ein fljótan hest,

tílíkur eingin í landi,

so loypur hann yvir dalar og fjøll,

sum aðrir á sløttum sandi.

 

3 Emund legðist á keldu niður,

so komu tíðindi heim,

níggju áir í vatnið runnu,

tað fjaraði av øllum teim.

 

4 “Eg sá kempu í stríð í dag,

vænari eg ikki sá,

gevi tað Gud av himmiríki,

eg hevði henni náað.”

 

5 So reið keisarin Karlamagnus,

næstan jørðin brast,

hann kom fram at kelduni,

sum heiðin lá og drakk.

 

6 Tað var keisarin Karlamagnus,

ríður á hans fund:

“Statt tú upp frá kelduni,

tú ert ein heiðin hund!”

 

7 Svaraði keisarin Karlamagnus

við sín skjøld hin fríða:

“Statt upp, heiðin, ver títt lív,

eg vil ikki á teg níða!”

 

8 Upp leit Emund, kempan reyst,

sær seg um so víða:

“Hvussu eitur tú, mikli maður,

tú vildi ikki á meg níða?”

 

9 “Karlamagnus eiti eg,

so eri eg nevndur av sonnum,

kongur og so keisari

yvir kristnum monnum.”

 

10 Heiðin upp frá keldu stóð,

hann mælti ikki mál,

saðil hans og brynja

vóru gjørd av stál.

 

11 Heiðin upp frá keldu stóð,

hann gav honum onga takk,

øvigur hann á grønum vølli

upp í saðilin sprakk.

 

12 Heiðin upp frá keldu stóð,

hann leyp á hest so stinnan:

“Eg sá onga tílíka kempu,

vil ikki á mær vinna.

 

13 Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

tað tali eg til tín,

gev mær henda fríða hjálm,

og umber skaða mín!”

 

14 Svaraði keisarin Karlamagnus

av so tungum stríði:

“Henda hjálm fær eingin av mær,

so leingi eg eri á lívi.”

 

15 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

eg geri tað ei at loyna,

tín hin fagra, fríða hjálm

vil eg ikki skeina.”

 

16 Bardust teir um hjálmin tann,

tað var mest av sút,

henda sama fagra dag

tá slapp Rólant út.

 

17 Svaraði keisarin Karlarnagnus,

stóð tá skamt ífrá:

“Gevi tað Gud av himmiríki,

Olgar hevði staðið hjá.”

 

18 Keisarin eigur ein systurson,

hann vil hann ikki gloyma,

setir hann í glæstriborg

við sekstan sveina at goyma.

 

19 Rólant reikar í borgini,

,hann hyggur at ringinum reyða:

“Tað sær eg á ringinum,

at frændi mín er í neyð.”

 

20 Rólant talar til sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Lovið mær av hallini út

frænda mín at síggja!”

 

21 Svaraði ein av sveinunum,

sum hinar hevði í valdi:

“Tú fert ikki av hallini út,

tú ert so ungur av aldri!”

 

22 Svaraði annar av sveinunum,

hann heldur á búnum knívi:

“Tú fert ikki av hallini út,

tú ert so ungur á lívi!”

 

23 Rólant reikar í borgini,

tað gjørdi hann treyður,

tók hann ein av sveinunum,

og sleri hinar deyðar.

 

24 Rólant slapp av hallini út

í tí fyrsta sinni,

hann fekk sær ein fljótan hest,

hann legði sær í minni.

 

25 Hann tók sær eitt svinri ráð,

hann loypur á hans bak,

so reið Rólant, kongsins frændi,

við so mikin ómak.

 

26 So reið Rólant henda dag,

mestur læt hestur lív:

“Harra Gud av himmiríki

vísi mær á stríð!”

 

27 So reið Rólant henda dag,

mangt gekk honum ímót,

tá hann kom í skógin fram

tá fann hann skaft og spjót.

 

28 So reið Rólant henda dag,

ei leiðist honum enn,

tá hann kom í skógin fram,

tá sá hann tógva menn.

 

29 Tí svaraði Rólant jall,

hann talar til hestin sín:

“Gakk nú fram so manniliga,

nú kenni eg frænda mín!”

 

30 Tað var Emund hertugin,

hann ymsar litir fekk,

møddur var keisarin Karlamagnus,

skúm um nasar gekk.

 

31 Emund legðist á hjálmbondini,

býst nú til at bíta,

keisarin varð so fegin við,

tá hann fekk Rólant at líta.

 

32 Svaraði Emund, kempan reysta,

tykist hava kent:

“Sjálvur tann hin fányti

hevur teg higar sent.”

 

33 Tað var keisarin Karlamagnus

eyguni at honum rendi:

“Signað veri tann dýra drotning,

ið teg nú higar sendi.”

 

34 “Eg havi mangar kempur vigið

her í øðrum londum,

mætari gud hava tygur enn eg,

komið tær mær at hondum.

 

35 Eg havi mangar kempur vigið

her í hesum stríði,

mætari gud hava tygur enn eg,

komið tær mær av lívi.”

 

36 Rólant hevði sítt spjót á loft,

hann sipar til so fast,

sundur í teim heidna hundi

høgra hondin brast.

 

37 Niður fell tá Dýrindal,

Rólant um tað treiv:

“Hvør var nærri arvinum?

ei var eg *har feigur.”

 

38 So høgg Rólant henda dag,

ei dró barnagaman,

hvørt tað stykki hann av honum høgg,

so hvørt rann hann saman.

 

39 Tí svaraði Rólant jall:

“Hetta er mikið undur,

nú skal taka stólp og stein

og føra hann víða sundur.”

 

40 Tað var tí hann Rólant jall,

alt fyri uttan ekka,

hann bar vatn í Ólivant horni,

frænda sínum at drekka.

 

41 Tað var keisarin Karlamagnus,

tá ið hann vatnið fár,

við báðum sínum eygum

hann upp til himmal sá.

 

42 Við báðum sínum eygum

hann upp til himmal sá:

“Hvar er Emund, kempan reysta,

í dag var mær íhjá?”

 

43 Tí svaraði Rólant jall,

tað var alt av sonnum:

“Bannaður verði búkur hans

bæði av Gud og monnum.”

 

44 Gingu teir á brekkuna,

sum Emunds høvur lá,

hoyrast mátti langa leið,

sum fossar dundu frá.

 

45 “Hoyr tú tað nú, Rólant jall,

hvat eg sigi tær,

vit skulu einki av honum taka,

hvørki gull ei fæ!”

 

46 Tí svaraði Rólant jall,

heldur at tí gleim:

“Ólivant horn og Dýrindal,

tað skulu vit føra heim.”

 

47 Ríðu teir frá Emunds kroppi

á tann sama dag,

tá ið teir komu til hallar heim,

tað fell so væl í lag.

 

48 Tá ið teir komu til hallar heim,

tað fell so væl í lag:

“Einglands sonur og frændi mín

møttust teir í dag.

 

49 Einglands sonur og frændi mín

møttust teir í dag,

svørji tann eið á mína trú,

frændi mín sigur bar.”

 

50 Svaraði Olgar danski,

heldur at tí gleim:

“Takka mást tú frænda tínum,

at tú komst nú heim.”

 

51 Svaraði keisarin Karlamagnus,

hetta er so líkt:

“Tað verður ikki, meðni eg livi,

eg bjóði mær slíkt.”

 

CCF 106-V A

TSB E 26

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos GkS. 2894, 4to, vol. III, Nr. 2, s. 29.

 

Útgávur:  

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 430.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 153.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 51

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 143.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

E 26 Emunds ríma (Roland saves Charlemagne by killing a heathen prince)

Emundur, heiðin prinsur, fær sær vatn úr einum brunni, tá ið Karlamagnus nærkast honum og bjóðar honum av til bardaga. Karlamagnusi stendur til tap. Hetta sær Rólant, ungi bróðursonur hansara, í ringinum, hann hevur á fingrinum.

Hann vil koma pápabeiggjanum til hjálpar, men av tí at honum er ikki loyvt at fara úr borgini, má hann drepa varðhaldsmenninar til tess at sleppa út haðani.

Hann ríður til Karlamagnusar og drepur Emund, og báðir menninir venda heim aftur. Frábrigdini B-E og frábrigdini A, F í TSB E 28: Gýðin jallur verður sendur til pápa Emund, Angelund kong, við Emunds høvuri. Til tess at bjarga lívi sínum mælir Gýðin konginum til at fara við trimum herum at berjast við Karlamagnus í Runsival til tess at hevna deyða sonar síns á Rólant.

Síðani verður Gýðini loyvt at venda aftur til borg Karlamagnusar at bera honum stríðsavbjóðingina.

á føroyskum: CCF 106 Emunds ríma (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019