• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Runsivals stríð

 

B.

 

CCF 106-VI Ba

TSB E 28

 

1 Keisarin situr í hásæti,

allur í gulli glæstur,

nevndir vóru tólvjavningar,

enn var RóIant hægstur.

 

2 Nevndir vóru tólvjavningar,

kundu væl beita brandi,

Rólant hann var hægstur av teim,

føddur í Fraklandi.

 

3 Nevndir vóru tólvjavningar,

kundu væl leika við knívi,

Rólant hann var hægstur av teim,

føddur í Frankaríki.

 

4 “Nú skal lata brúnna byggja

yvir ánni í dal,

skulu so allir tólvjavningar

ríða í Runsival.

 

5 Nú skal lata brúnna byggja

yvir ánni í Rín,

skulu so allir tólvjavningar

royna svørðum sín.

 

6 Rólant skal vár formaður vera,

reystastur av vára dreingjum,

vit skulu høgga so títt um stund

og standa so væl og leingi.”

 

7 Snarliga búðu teir síni ferð

við albrynjaðar hestar,

riðu so í Runsival,

at verøldin tók at bresta.

 

8 “Nú skal brynja út fyrsta her,

til tess hava vit frætt,

tað skulu ikki fjøllini síggjast,

ei himmal í nakra ætt.”

 

9 Koma nú allir dalir fullir

fjøllini sum grótið,

sóu so mangan heidningin

ríða sær ímóti.

 

10 Koma nú allir dalir fullir,

fjøllini avtakið,

síggja so mangan óvinin

ríða sær á baki.

 

11 Svaraði reystur Ansias,

ristir kross fyri sær:

“Eg síggi so mangan heidningin

ríða í dag mót mær.”

 

12 Svaraði reystur Ansias,

ristir fyri sær kross:

“Eg sær so mangan heidningin

ríða í dag mót os.”

 

13 Svaraði reystur Óluvar jall,

tá hann sá heiðin her:

“Rólant, blás í lúður tín,

vita hvøssu fer!”

 

14 “Gud lati tað ikki frættast heim,

eg standi í snildarráðum,

at eg ræðist heidningarnar,

stríðast mót os í dag.

 

15 Gud lati tað ikki frættast heim,

eg standi í snildarráðum,

at eg ræðist heidningarnar

stríðast mót okkum báðum.”

 

16 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

so fellir hann heidningarnar

hundrað um ísenn.

 

17 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so títt pá báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

18 Rólant ríður í Runsival

við sínar javnlíkar allar,

tað mátti síggjast blóðismerki,

stríðir fossar falla.

 

19 Rólant ríður í Runsival

blóð vekir hann ofta,

tað mátti síggjast blóðismerki,

Dýrindal fór á lofti.

 

20 Eingin kom aftur av øllum teim

hin heidna manna her,

uttan jallin á Upplondum,

tann sak var hann ei verð.

 

21 Honum varð hjálmur av høvdi skorin,

høvdu tað menn við orði,

átjan hevði hann ólívssár,

hann stóð fyri kongsins borði.

 

22 Gongur hann aftur for Onglands kong,

kærar sína neyð:

“Nú er fallið liðið alt,

ikki er kempan deyð.”

 

23 Gongur hann aftur for Onglands kong,

sigur honum frá:

“Nú er fallið liðið alt,

ikki hevur Rólant sár.”

 

24 “Tit skulu eingi friðskjólini

vænta tygur av mær,

fyrr enn tit bera mær Rólants høvur

inn fyri míni knæ.

 

25 Nú skal brynja út annan her,

til tess høvum vær frætt,

tað skulu ikki fjøllini síggjast

ei himmal í nakra ætt.”

 

26 Koma nú allir dalir fullir

fjøllini avtakið,

síggja so mangan óvinin

at ríða sær á baki.

 

27 Koma nú allir dalir fullir,

fjøllini sum grót,

síggja so mangan óvinin

at ríða sær ímót.

 

28 Svaraði reystur Ansias,

ristir kross fyri sær:

“Eg síggi so mangan heidningin

ríða í dag mót mær.”

 

29 Svaraði reystur Ansias,

ristir fyri sær kross:

“Eg síggi so mangan heidningin

ríða í dag mót os.”

 

30 Svaraði reystur Óluvar jall,

tá hann sá heiðin her:

“Rólant, blás í lúður tín,

vita hvøssu fer!”

 

31 “Gud gevi tað ikki frættast heim,

eg standi í snildarræði,

at eg ræðist heidningarnar

at stríðast mót os í dag.

 

32 Gud gevi ei Frakland verða so statt

við sínum snildarráðum,

at eg ræðist heidingarnar

at stríðast mót okkum báðum.”

 

33 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

so fellir hann heidningarnar

hundrað um ísenn.

 

34 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so tungt pá báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

35 Rólant ríður í Runsival

við sínar javnlíkar allar,

tá var at líta á blóðismerki,

stríðir fossar falla.

 

36 Rólant ríður í Runsival

blóð vekir hann ofta,

tá var at líta á blóðismerki,

Dýrindal fór á loft.

 

37 Hestar gingu í Runsival,

ikki var mjúkt at strúka,

náa ikki á jørðina niður,

troða á mannabúkar.

 

38 Hestar gingu í Runsival,

blóðið upp til kníggja,

so var sagt at heidningarnir

máttu undan flýggja.

 

39 Ganga teir aftur for Onglands kong,

kæra síni neyð:

“Nú er annað liðið fallið,

ikki er Rólant deyður.”

 

40 Ganga teir aftur for Onglands kong,

siga honum frá:

“Nú er annað liðið fallið,

ikki hevur Rólant sár.”

 

41 “Eingi skulu tit friðskjólini

vænta tykkum av mær,

fyrr enn tit bera mær Rólants høvur

inn fyri míni knæ.

 

42 Nú skal fara á heiðin lond

at samla saman djór,

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skín í sól.

 

43 Tríggjar skal eg herirnar

av mínum landi gera,

í tann allarseinasta

skal eg nú sjálvur vera.

 

44 Nú skal brynja út triðja her,

til tess høvum vær frætt,

tað skulu ikki fjøllini síggjast,

ei himmal í nakra ætt.

 

45 Nú skal triði herur út

at ríða í Runsival,

hann skal móti Rólant jall

og vinna so Dýrindal.

 

46 Nú skal ríða í Runsival,

at fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

47 Nú skal ríða í Runsival,

so er greint fyri mær,

hornskefta læt Onglands kongur

øksi gera sær.

 

48 Koma nú allir dalir fullir,

fjøllini avtakið,

síggja so mangan heidningin

ríða sær á baki.

 

49 Koma nú allir dalir fullir,

fjøllini sum grót,

síggja so mangan heidningin

ríða sær ímót.

 

50 Svaraði reystur Ansias,

ristir kross fyri sær:

“Eg síggi so mangan heidningin

ríða í dag mót mær.”

 

51 Svaraði reystur Ansias,

ristir fyri sær kross:

“Eg síggi so mangan heidningin

ríða í dag mót os.”

 

52 “Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

spara ei at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

man meg nakað hoyra.”

 

53 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so hart,

tíggju mílir og tríati

tað hoyrdist út í Frans.

 

54 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so harða,

niður skalv hjá keisaranum

bæði turpar og garðar.

 

55 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so snjalla,

einar portursdyrnar upp,

og aðrar aftur falla.

 

56 So blæs Rólant, kongsins frændi,

fast av miklum móði,

niður spiltust drykkirnir,

á keisarans borði stóðu.

 

57 Borgin tók at mala í klingur,

kongur mundi tað valda,

upp lupu allir frankismenn,

hvør um annan at halda.

 

58 Svaraði Harramann hertugin,

hann fyri borði stóð:

“Nú blæs Rólant, kongsins frændi,

fast av miklum móði.”

 

59 Svaraði vándi Gýðing jall,

gudssvikarin er:

“Rólant skemtar lúður sín,

hann eltir heiðin her.”

 

60 Svaraði vándi Gýðing jall,

gudssvikarin versti:

“Rólant skemtar lúður sín,

hvar hann situr á hesti.”

 

61 Svaraði kongurin *Marsilius,

gull ber seg á hendur:

“Hvør eigur handa hvølla lúður,

á tann munni stendur?”

 

62 Svaraði hansara sendisvein,

hann eitur Elvartant:

“Rólant førir tann hvølla lúður,

hornið Óluvant.”

 

63 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

so fellir hann heidningar

hundrað um ísenn.

 

64 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so títt pá báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

65 Rólant ríður í Runsival,

blóð vekir hann ofta,

tá mátti síggjast blóðismerki,

Dýrindal fór á loft.

 

66 Rólant ríður í Runsival

við sínar javnlíkar allar,

tá var líta á blóðismerki,

stríðir fossar falla.

 

67 Fram kom ein av heidningunum,

vænur var hann í vekstri,

átjan alin ryggur hans

upp frá saðil og hesti.

 

68 Átjan alin ryggur hans,

upp frá saðil og hesti,

glumdi á jørð, og skulvu fjøll,

tá hann fell av hesti.

 

69 Fram kom ein av heidningunum

nú man tað so vera,

stakk so reystan Óluvar jall

gjøgnum buls og herða.

 

70 Svaraði reystur Óluvar jall,

heldur á gyltum brandi:

“Sig mær frægur, eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

71 “Langalív eiti eg,

so eri eg nevndur á navni,

manga havi eg kristna kempu

skilt frá gleði og gavni.”

 

72 Óluvar tók báðar hendur

aftur um hattargerð:

“Tú skalt ikki, vándi hundins son,

siga hvat títt var her.”

 

73 Óluvar jall tók báðar hendur

aftur um gerð av reiði,

so kleyv hann tann hundins son,

hans búk og brynju breiða.

 

74 Óluvar gjøgnum herin reið,

tað var mest av fári,

høgg so niður í Rólants hjálm,

at svørðið stóð í hári.

 

75 “Hoyr tað, reystur Óluvar jall,

tað tali eg til tín,

tungur ert tú í høggunum,

landbróðir mín.”

 

76 Svaraði reystur Óluvar jall,

snarliga hann sær vendi:

“Hjálpi mær faðir av himmiríki,

eg teg ikki kendi.”

 

77 Hann vendi aftur í atreið teirri,

sigst í hesum tátti,

feldi niður av heidningunum

alt tað hann formátti.

 

78 Tá var blóð í Runsival

rætt sum onnur flóð,

vilstir vóru tólvjavningar,

hvør mót øðrum sló.

 

79 Rólant livdi longst av teim,

alt varð sum Gud vildi,

allar bar hann tólvjavningar,

saman á reyðum skildri.

 

80 Tríggir vóru marmorsteinar

settir saman í kross,

niður settist Rólant jall:

“Nú veri Gud við os.

 

81 Enn skal eg taka mín hvølla lúður

spara hann ei at koyra,

vita um keisarin, frændi mín,

man meg nakað hoyra.”

 

82 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so hart,

tíggju mílir og tíuti,

tað hoyrdist út í Frans.

 

83 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so harða,

niður skalv hjá keisaranum

bæði turpar og garðar.

 

84 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so snjalla,

einar portursdyrnar upp,

og aðrar aftur falla.

 

85 Borgin tók at mala í klingur,

kongur mundi tað valda,

upp lupu allir frankismenn,

hvør um annan at halda.

 

86 Svaraði Harramann hertugin,

hann fyri borði stóð:

“Enn blæs Rólant, kongsins frændi,

fast av miklum móði.

 

87 Vit havum fingið skaða í ár,

Gud biði eg hann bøta,

missum vær Rólant, frænda vár,

og aðrar garpar mætar.”

 

88 Fram kom ein av sveinunum,

kallaðu hann riddaran spaka,

hann var sendur til Rólant jall,

svørð úr hondum at taka.

 

89 Andan hevði hann ikki mist,

hann eyguni sundur brá,

hann sló tann træl við gyltum lúður,

so heili á horni lá.

 

90 “Harra Gud av himmiríki,

veiti mær tann ting,

at eingin skal bera mín búgvin brand

uttan mín javning.”

 

91 Hornið setti hann á sín munn,

tað var mest av sút,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

tá feyk heilin út.

 

92 Tað er keisarin Karlamagnus,

tekur nú til sítt svørð:

“Nú skal ríða í Runsival

at vita hvussu fer.”

 

93 Keisarin skal vár formaður vera,

reystastur av vára dreingjum,

vit skulu høgga so títt um stund

og standa so væl og leingi.”

 

94 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína.

síggja nú tvinni átjan hundrað

stíga til saðladýra.

 

95 Snarliga búðu teir síni ferð

við albrynjaðar hestar,

riðu so í Runsival,

verøldin tók at bresta.

 

96 Sólina bað hann standa í stað

og dagin ikki líða,

meðni hevndi Karlamagnus

tólvjavningyar sínar.

 

97 Mikil var tann miskunnin,

Karlamagrnis beið,

sólin stóð í tríggjar øktir,

dagurin ikki leið.

 

98 Mikil var tann miskunnin,

Karlamagnus bað,

sólin stóð í tríggjar øktir,

rætt í nóns stað.

 

99 Keisarin ríður í Runsival

við sínum skeggi hvíta,

hann var eingin av heidningunum,

mót honum tordi líta.

 

100 Roðin settist á himmalin upp

av so tungari kvíðu,

Karlamagnus og Einglands kongur

møttust saman í stríði.

 

101 Keisarin gav so stórt eitt høgg,

øllum tókti undur,

hjó hann reystan Einglands kong

í miðjum kníggjum sundur.

 

102 Tað var reystur Einglands kongur,

læt ikki á sær finna,

stubbarnar setti hann niður í jørð,

hann bardist ikki minna.

 

103 Tað var keisarin Karlamagnus,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Einglands kong

sundur í lutir tvá.

 

104 Mikil var tann miskunnin

við tann riddars mæka,

keisarin sendi sveinar fram

Rólants lúður at taka.

 

105 Aftur komu sveinarnir,

ið Karlamagnus sendi,

sídan treiv hann sjálvur ástað,

leyst lá lúður í hendi.

 

106 Tað gjørdi keisarin Karlamagnus,

tað var mest av sút,

Óluvant horn og Dýrindal

hann varpar á vatnið út.

 

107 “Taka skal vánda Gýðing jall,

leggja hann í band,

hann skal harðan deyðan tola,

koma vit lívs til  land.

 

108 Taka skal vánda Gýðing jall,

leggja hann í bond,

hann skal harðan deyðan tola,

koma vit lívs til lond.”

 

109 Tóku teir vánda Gýðing jall,

bundu hann so fast,

ei var smáur líntvongur,

honum á beinum brast.

 

110 Tóku teir vánda Gýðing jall,

gudssvikaran versta,

tað var mær av sonnum sagt,

teir slitu hann millum hestar.

 

111 Tóku teir vánda Gýðing jall,

hongdu upp í træ,

tað var mær av sonnum sagt,

at ravnar rivu hans ræ.

 

112 Eg kann ikki kvøða longur,

enn kvøðið er fyri mær,

allar førdi hann tólvjavningarnar

til Júrsalands grav við sær.

 

CCF 106-VI Ba

TSB E 28

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling  68, nr. 49, s. 509.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 73.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, Rikard Long greiddi til útgávu, 1982 s. 117.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 20.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1822.

 

E 28 Runsivals stríð (Roland is killed in the battle of Ronceveaux)

Frábrigdi: A og F: sí endan av TSB E 26. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.

At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara.

Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall.

á føroyskum: CCF 106 Runsivals stríð (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019