• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Runsivals stríð

 

C.

 

CCF 106-VI C

TSB E 28

 

1 Keisarin situr í gullstóli,

hann er maður besti,

nevndir eru tólvjavningar,

tó er Rólant fremstur.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum drost sum saðil,

blæs í hornð Ólivant í Runsival!

 

2 Nevndir eru tólvjavningar,

kunnu væl beita brandi,

Rólant er tann avrekskempan,

føddur á Frakklandi.

 

3 Nevndir eru tólvjavningar,

fáir finnast slíkir,

Rólant er tann avrekskempan,

føddur á Frankaríki.

 

4 Keisarin situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Tit skulu ríða í Runsival,

at stríða hart og leingi.

 

5 Hálvt skal liðið heima vera,

meðni vit halda tal,

allir skulu tólvjavningar

ríða í Runsival.

 

6 Rólant skal tykkara formaður vera,

frægastur er av dreingjum,

tit skulu ríða í Runsival

at stríða hart og leingi.”

 

7 Gingu inn fyri erkabisp,

fullu á síni knæ,

sakir og so syndir

at fyrigeva sær.

 

8 Teir bundu sporar við føtur sínar

fleygir hestar renna,

seggjar sita í saðli fastir,

teir lótu sínar sporar kenna.

 

9 Teir fóru í sínar ringabrynjur,

allir við Rólanti fóru,

søgdu so hinum góða nátt,

sum eftir heima vóru.

 

10 Sólin skínur á heiðin bjørg,

á teirra skjøldir fríðar,

so var sagt, at Rólant jall

hann skuldi fyri ríða.

 

11 So var sagt, at Rólant jall

hann skuldi fyri ríða,

honum var kunnig lokaleið

og allir loynistígar.

 

12 Svaraði reysti Rólant jall

formedulst ongan blíða:

“Her fara vit í allan dag

í Runsival at stríða.

 

13 Marsilius kongurin,

tá ið hann frætti tað,

hann blás út so miklan her

at ríða í Runsival.

 

14 Hann blás út í fyrsta sinni

víða vandan her:

“Nú skal ríða í Runsival

at vita hvussu fer.”

 

15 Hann læt sær á liði samla

valda manna *tjóð,

av teimum tveimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

16 “Tit skulu ríða í Runsival

at fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

17 Teir stigu á hestar, ríða sum best

yvir bekk og bleyta mýri.

sóu væl tvinni átjan hundrað

stíga til saðildýra.

 

18 Mælti so reysti Ólivart jall,

tá hann sá heiðin her:

“Rólant, blás í lúður tín,

tað verður ei av verri.”

 

19 Mælti so reysti Ólivart jall

fyrsta orðið tá:

“Eg síggi so mangar høvdingar

við svørð og brynju blá.”

 

20 “Gud lati ei so Frakland vítt

fara í snildarræði,

at eg óttist heidningar

at stríðast mót mær í dag.”

 

21 Fyrstur reið fram Rólant jall

av teimum frankismonnum,

so høggur hann til Adilrót,

at svørðið stóð í tonnum.

 

22 So ríða fram allir tólvjavningar,

sum grummir úlvar vóru,

sum tann dúgva, eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

23 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

tá feldi hann heidningarnar

hundrað um ísenn.

 

24 Hestar ganga í Runsival,

blóðið upp til kníggja,

so var sagt, at heidningarnir

máttu undan flýggja.

 

25 Teir gingu aftur fyri Einglands kong

at kæra sína neyð:

“Nú er fallið liðið alt,

men ikki er Rólant deyður.

 

26 Vit hava ongan tín líka sæð

vera komin av øðrum londum,

hann verður ikki við vápnum vigin,

ikki tekst hann á hondum.”

 

27 Svaraði ein av kristnum monnum,

har hann lá í bondum.

“Ei man Gud tilsteða tykkum

at taka Rólant á hondum.”

 

28 Marsilius kongurin

gramt var honum í huga,

heilan frætti hann Rólant jall,

ei hava ráðini dugað.

 

29 Marsilius kongurin,

tá ið hann frætti tað,

hann blás út so miklan her

at ríða í Runsival.

 

30 Hann blás út í annað sinni

víða vándan her:

“Nú skal ríða í Runsival

og vita hvussu fer.”

 

31 Hann læt sær á liði samla

valda manna *tjóð,

av teimum tveimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

32 “Tit skulu ríða í Runsival

at fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

33 Teir stigu á hestar, ríða sum best

yvir bekk og bleyta mýri,

sóust væl tvinni átjan hundrað

stíga til saðildýra.

 

34 Mælti so reysti Ólivart jall

annað orðið tá:

“Eg síggi so mangar høvdingar

við svørð og brynju blá.”

 

35 Mælti so reysti Rólant jall,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

blása í fyrsta sinni.

 

36 Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

spara ei hart at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

kann meg nakað hoyra.”

 

37 Hornið setti hann á sín munn,

tá blás hann so fast,

tíggju mílir og tretivu

tað hoyrdist heim til Frans.

 

38 Svaraði Nemus hertugin,

fyri [breiðum] borði stendur:

“Nú blás Rólant, keisarans frændi,

friður er gingin av hendi.”

 

39 Svaraði vándur Gýðing jall,

gudssvikarin er:

“Rólant skemtar við lúður sín,

hvar hann sær ein her.”

 

40 Fyrstur reið fram Rólant jall

av teimum frankismonnum,

so høgg hann til Folsar jall,

at svørðið stóð í tonnum.

 

41 Riðu so fram allir tólvjavningar,

sum grummir úlvar vóru,

sum tann dúgva, eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

42 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

so fellir hann heidningarnar

hundrað um ísenn.

 

43 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so títt á báðar hendur,

mangan sveitan rendi.

 

44 Hestar ganga í Runsival,

ei var mjúkt at strúka,

teir høvdu onga aðra gongd,

teir tróðu á mannabúkar.

 

45 Hestar ganga í Runsival,

blóðið upp til kníggja,

so var sagt, at heidningarnir

máttu undan flýggja.

 

46 Gingu inn fyri Einglands kong

at kæra sína neyð:

“Enn er fallið liðið alt,

men ikki er Rólant deyður.

 

47 Vit hava ongan tílíkan sæð,

vera komin av øðrum londum,

hann verður ei við vápnum vigin,

ikki tekst hann á hondum.”

 

48 Svaraði ein av kristnum monnum,

har hann lá í bondum:

“Ei man Gud tilsteða tykkum.

at taka Rólant á hondum.”

 

49 Marsilius kongurin,

gramt varð honum í huga,

heilan frætti hann Rólant jall,

ei hava ráðini dugað.

 

50 Marsilius kongurin,

tá ið hann frætti tað,          

hann blás út so miklan her

[at ríða] í Runsival.

 

51 Hann blæs út í triðja sinni,

víða vándan her:

“Nú skal ríða í Runsival,

at vita hvussu fer.”

 

52 Hann læt sær á liði samla

valda manna *tjóð,

av teimum tveimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

53 “Tit skulu ríða í Runsival

at fanga kelisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

54 Teir stigu á hestar, ríða sum best

blekk og bleyta mýri,

sóu væl tvinni átjan hundrað

stíga til saðildýra.

 

55 “Sannur Gud av himmiríki

viti hvussu alting er,

eg síggi bæði dalar og fjøll

avtakið við heiðin her.

 

56 Dalarnir eru fullir,

og fjøllini eru av gróti,

eg síggi so mangar heidningar

at ríða okkum ímóti.”

 

57 Mælti so reysti Rólant jall,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

blása í annað sinni.

 

58 Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

spara ei hart at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

kann meg nakað hoyra.”

 

59 Hornið setti hann á sín munn,

tá blás hann so harða,

niður skulvu hjá keisaranum

bæði torpar og garðar.

 

60 Mælti so Nemus hertugin,

fyri [breiðum] borði stóð:

“Nú blás Rólant, keisarans frændi,

fast av miklum móði.”

 

61 Svaraði vándur Gýðin jall,

gudssvikarin versti:

“Rólant skemtar við lúðri sínum,

hvar hann situr á hesti.

 

62 Fram kom ein av heidningunum,

tyktist hava kent:

“Hvør stýrir tann hvølla lúður,

hornið Ólivant?”

 

63 Til tað svaraði skósvein hans,

tykist hava kent:

“Rólant stýrir tann hvølla lúður,

hornið Ólivant.”

 

64 Svaraði vándur Grandorus,

heldur á brýndum knívi:

“Eg skal stýra tann hvølla lúður

ella láta lívið.”

 

65 Fram reið vándi Grandorus,

ei er at leggja í minni,

hann vá fýra av javningunum

allar í einum sinni.

 

66 Svaraði reysti Rólant jall,

hagar um hann sær:

“Harri Gud av himmiríki

hevni tað av tær.”

 

67 Fyrstur reið fram Rólant jall

av teim frankismonnum,

so høggur hann til Grandorus,

at svørðið stóð í tonnum.

 

68 Riðu so fram allir tólvjavningar,

sum grummir úlvar vóru,

sum tann dýra, eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

69 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

tá feldi hann heidningarnar,

hundrað um ísenn.

 

70 Rólant ríður í Runsival

og harm upp vekur ofta,

tá mundi síggjast blóðigt merki,

tá Dýrindal fór á loftið.

 

71 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal so kallað,

so rennur blóð í Runsival,

sum størstu fossar falla.

 

72 Fram kom ein av heidningunum,

vænur var hann til vøkstur,

hann var átjan alin langur

upp frá saðil og hest.

 

73 Fram kom hetta ljóta trøll,

sínum svørði brá,

sáran gjørdi hann Ólivart jall

fyrsta høggið tá.

 

74 Svaraði reysti Ólivart jall,

mist hevði gleði og gavn:

“Sig mær, argur hundins son,

hvat ert tú nevndur at navni?”

 

75 “Langalív eri eg kallaður,

so eri eg nevndur at navni,

manga havi eg kristna kempu

skilt við gleði og gavni.”

 

76 Svaraði reysti Ólivart jall,

mist hevði gleði og gleim:

“Tú skalt ikki, vándi hundins sonur,

tíðindi bera heim.”

 

77 Tað var reysti Ólivart jall,

hann tók tann 'Knøre' at greiða,

so høgg hann til Langalív,

hans høvur frá búki sneiddi.

 

78 So rennur blóð í Runsival,

sum streymur í *sævarflóð,

so ríða villir tólvjavningar,

hvør mót øðrum sló.

 

79 Fram reið reysti Ólivart jall,

av so tungum ferðum,

so høgg hann til Rólant jall,

at svørðið stóð í herðum.

 

80 Svaraði reysti Rólant jall,

formedilst onga blíði:

“Líkari var tær, Ólivart jall,

mót heidningunum at stríða.”

 

81 Svaraði reysti Ólivart jall,

snarliga hann sær vendi:

“Fyrigev mær, mín stalbróðir,

eg teg ikki kendi.”

 

82 “Sakir og so syndir

fyrigevi eg tær,

sum eg vil á dómadag,

Gud skal tilgeva mær.”

 

83 “Her liggur tað ljóta trøll

mær á vølli hjó,

Hoyr tú, Rólant, frændi mín,

tú firr mær tað her ífrá!”

 

84 Tað var reysti Ólivart jall,

stígur saðli frá:

“Harra Gud av himmiríki

havi nú mína sál.”

 

85 Rólant livdi longst av teimum,

tað var sum Gud vildi,

allar bar hann tólvjavningar

saman á reyðum skildri.

 

86 Níggju vóru marmorsteinar

settir saman í kross,

Rólant settist undir [ein],

so er greint fyri os.

 

87 Mælti tað reysti Rólant jall,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

blása í triðja sinni.”

 

88 Hornið setti hann á sín munn

av so miklum móði,

niður skulvu drykkjuskálir,

á keisarans borði stóðu.

 

89 Homið setti hann á sín munn,

tað var helst av sút,

svørji tann eið á míni trú,

tá gekk heilin út.

 

90 Svaraði Nemus hertugin,

fyri [breiðum] borði stóð:

“Nú blás Rólant, keisarans frændi,

fast av miklum móði.

 

91 Taka skal vánda Gýðing jall,

leggja hann í bond,

hann skal harðan deyða tola,

koma vit aftur til land.”

 

92 Keisarin situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Tit skulu ríða í Runsival

at stríða hart og leingi.

 

93 Olgar skal tykkara formaður vera,

reystastur er av dreingjum,

tit skulu ríða í Runsival

at stríða hart og leingi.”

 

94 Sólin skín á heiðin bjørg

á teirra skjøldir fríðar,

so var sagt, at Olgar danski

skuldi fyri ríða.

 

95 So var sagt, at Olgar danski

skuldi fyri ríða,

honum var kunnig lokaleið

á allar loynistígar.

 

96 Mikil var tann bleikin verð

hendi riddarans mæka,

sendi fram ein av sveinunum

Rólants lúður at taka.

 

97 Rólant sundur eyguni brá,

hann upp til himmals sá,

hann sló tann træl við gyltum lúðri,

so heilin á horni lá.

 

98 Harra Gud av himmiríki

viti mær tað ting,

at eingin tekur mín hvølla lúður

foruttan mín javnling.

 

99 Harra Gud av himmiríki

viti mær tað fram,

at eingin tekur mín búgvin brand

foruttan mín egin mann.”

 

100 Tá ið teir komu í Runsival,

satt at siga frá,

tá var eingin so harðhjartaður,

ikki feldi tár.

 

101 Svaraði Olgar danski,

tað sigi eg her enn:

“Eg haldi tað mikla bloytu vera

at gráta um deyðar menn.”

 

102 Svaraði keisarin Karlamagnus,

tagdi ikki longur:

“Eg misti Rólant, frænda mín,

og aðrar reystar dreingir.

 

103 Miklan leið eg skaðan í gjár,

Gud ráði mær tað bøtur,

eg misti Rólant, frænda mín,

og aðrar dreingir mætar.”

 

104 Tað var keisarin Karlamagnus,

helt á gyltum mæka,

sendi fram [ein] av sveinunum

Rólants lúður at taka.

 

105 Tað var keisarin Karlamagnus

talar til sveinar tvá:

“Heintið mær tann búgvin brand,

sum Rólant heldur á!”

 

106 Aftur komu sveinarnir,

søgdu honum frá:

“Hoyr tað, keisarin, harri mín,

vit kunnu hann ikki fá!”

 

107 Svaraði keisarin Karlamagnus,

helt á gyltum mæka:

“Tá ið hann var í livandi lívi,

hann var ikki góður at taka.”

 

108 Tað var keisarin Karlamagnus,

steig úr saðilvond,

tað var mær á sonnum sagt,

at leysur lá brandur í hond.

 

109 “Miklan leið eg skaðan í gjár,

Gud ráði mær ta bót,

so var hann til hvílu fegin,

hann møddist í hond og fót.

 

110 Søtur var tann svøvnurin,

ið Karlamagnus fekk,

blíður var tann Guds eingil,

í dreymar fyri hann gekk.

 

111 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

tú ber ikki fyrí tí kvíða!

Tú skalt fáa eld og ljós

og hevna lívið títt.

 

112 Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

tað sigi eg her enn!

Tá ið tú kemur á skógvin fram,

tá sært tú tógva menn.

 

113 Tú ríð fram um tann eina,

tú ríð fram um teir tvá,

tá ið tú sært tann triðja,

høgga skalt tú tá!”

 

114 Fram kom Nemus hertugin,

hann førir tað skjøldið fríða:

“Vit ríða hart, vit skunda os,

at síggja heidningar ríða.”

 

115 Fram kom Nemus hertugin,

hann førir [skjøldið] tað reyða:

“Vit ríða hart, vit skunda os,

at hevna teirra deyða.”

 

116 Mikil var tann bønin,

ið Karlamagnus bað,

sólin stóð í tríggjar øktir

eftir nóns stað.

 

117 Sólin[a] bað hann standa í stað,

og dagin ikki líða,

meðni hevndi Karlamagnus

tólvjavningar sínar.

 

118 Eg havi eina rímu hoyrt,

má meg rætt um minna,

Karlamagnus og Marsilius kongur

møttust teir á sinni.

 

119 Eg havi eina rímu hoyrt,

satt at siga tær,

handskeftið á øksini

tað hevði hann smíðað sær.

 

120 Handskeftið á øksini

hevði hann smíðað sær,

hann hevði við sær átjan hundrað,

slíkt hevði hin við sær.

 

121 Marsilius kongurin

sínum svørði brá,

sannur Gud av himmiríki

lívdi hinum tá.

 

122 Tað var keisarin Karlamagnus,

sínum svørði brá,

tað var mær á sonnum sagt,

tá beit betur á.

 

123 Tað var mær á sonnum sagt,

tá beit betur á,

hann kleyv Einglands kongin

av í kníggjum tá.

 

124 Marsilius kongurin

læt ikki at sær finna,

báðar stumpar í jørðina setti,

hann bardist ei tess minni.

 

125 “Tað søgdu mær mangir menn,

at eg hevði høvdið hægri,

nú lati eg á stúgvum,

eg eri mikið lægri.”

 

126 Feldi fyri Einglands knæ

fimmti búkar deyðar,

tá leyt hann til jarðar níga,

tað gjørdi hann treyðugt.

 

127 Tað var keisarin Karlamagnus,

sínum svørði [brá],

hann kleyv Einglands kongin

sundur í lutir tvá.

 

128 Keisarin ríður í Runsival

við sínum skjoldi fríða,

tað var eingin av heidningunum

mót honum tordi stríða.

 

129 Keisarin ríður í Runsival

við sínum skeggi hvíta,

tað var eingin av heidningunum,

mót honum tordi líta.

 

130 Summir lupu á sjógv og sand,

og summir á stórar áir,

so var sagt, at kristnir menn,

teir brúkaðu ongar náðir.

 

131 Tóku allar tólvjavningar,

førdu til Jórsalborg,

keisarin livdi tólv mánar sjúkur

av teirri stóru sorg.

 

132 Tóku vándan Gýðin jall,

gjørdu við hann sum verst,

so tóku teir hans arma kropp

teir slitu hann millum hestar.

 

Ríða teir útt av Fraklandi

við dýrum drost sum saðil,

blæs í hornið Ólivant í Runsival.

 

CCF 106-VI C

TSB E 28

 

Handrit: Koltursbók. Føroyamálsdeildin No. 15, s. 90.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 78.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 35.

 

Heimild: Úr Koltri: Thomas Samuel Peter Thomsen  (1822-1908), Koltri, 1848.

 

E 28 Runsivals stríð (Roland is killed in the battle of Ronceveaux)

Frábrigdi: A og F: sí endan av TSB E 26. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.

At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara.

Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall.

á føroyskum: CCF 106 Runsivals stríð (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019