• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Runsivals stríð

 

E.

 

CCF 106-VI Ea

TSB E 28

 

1 Keisarin situr í gullstóli,

hann er maður hægstur,

tólv vóru nevndir kappar reystir,

enn var Rólant fremstur.

 

Ríða teir út av Fraklandi

vid dýrum drós í sal,

blás í hornið Óluvant

í Runsival!

 

2 Nevndir eru tólvjavningar,

kunnu væl leika við brandi,

Rólant er tann avrekskempa,

er føddur í Fraklandi.

 

3 Nevndir eru tólvjavningar,

fáir finnast slíkir,

Rólant er tann avrekskempa,

føddur í Frankaríki.

 

4 Nevndir eru tólvjavningar

bæði vænir og so lestir,

Rólant er tann avrekskempa

gjørdur av miklum treysti.

 

5 Keisarin situr í hásæti,

og talar til sínar dreingir:

“Tær skuluð ríða í Runsival,

stríðast bæði hart og leingi.

 

6 Hálvt skal liðið heima vera,

meðan vær haldum tal,

allir skulu tólvjavningar

ríða í Runsival.

 

7 Rólant skal vár formaður vera,

raskastur er av dreingjum,

nú skal høgga sterkt um stund,

standa bæði væl og leingi.”

 

8 Gingu inn for erkabisp,

fullu upp á síni knæ,

sakir og so syndir tær

fyrigeva sær.

 

9 Fóru í síða ringabrynju,

allir við Rólanti fóru,

søgdu so teimum góða nátt,

øllum sum inni vóru.

 

10 Bundu sporar við føtur sínar,

fljótir hestar renna,

seggjar sita í saðli fast,

lótu so sporin kenna.

 

11 Sóln skein á heiðin bjørg,

á teirra skjøldir fríða,

so var sagt, at Rólant jall

hann skuldi fyri ríða.

 

12 So var sagt, at Rólant jall

hann skuldi fyri ríða,

honum var kunnig tá lokubrøgd

og allir loynistígir.

 

13 Svaraði reystur Ólivar jall

formiðalst onga blíðu:

“Her førum vær í Runsival

í allan dag at bíða.”

 

14 Marsilius kongurin,

higar hann frætti tað,

hann blæs út so miklan her,

at ríða í Runsival.

 

15 Hann blæs út í fyrsta sinni

heidnan mannahóp,

av teim tveimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

16 Hann blæs út í fyrsta sinni

víðan og vandan her:

“Nú skal ríða í Runsival

og vita hvøssu fer.

 

17 Tær skuluð ríða í Runsival

at fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

18 Teir stigu á hest og riðu sum mest,

yvir bekk og bleytar mýrar,

sóu teir tvinni átjan hundrað

sita í saðildýra.

 

19 Svaraði reystur Ólivar jall

tað fyrsta orðið tá:

“Vær síggja so mangar heidningar

við skjøld og brynju blá.”

 

20 Svaraði reystur Ólivar jall,

heldur á gyltum spjóti:

“Vær síggja so mangar heidningar

at ríða os ímóti.”

 

21 Svaraði reystur Ólivar jall:

“Tað sigi eg tær enn,

Rólant, blás nú í títt lúður,

tað verður ikki verri!”

 

22 “Gud lati ei so Frakland týna,

fara við snildarræði,

at eg ræðist heidningar

at stríðast mót os í dag.”

 

23 Fyrstur reið hann Rólant jall

av teim frakismonnum,

so skeyt hann til Adilrót,

at svørðið stóð í tonnum.

 

24 Fram riðu allir tólvjavningar,

sum grimmir úlvar vóru,

sum tað dýr, ið eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

25 Rólant ríður í Runsival,

sum aðrir frankismenn,

tá feldi hann heidningar,

hundrað um ísenn.

 

26 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høgdi so títt á báðar hendur,

mangan sveitan rendi.

 

27 Rólant ríður í Runsival,

sum rúnir vekur ofta,

tá mundi síggjast blóðig merki,

tá Dýrindal fór á loft.

 

28 Hestar ganga í Runsival,

ei var mjúkt at strúka,

teir høvdu onga aðra fold,

uttan tróðu mann á búkar.

 

29 Hestar ganga í Runsival,

blóðið upp til kníggja,

so var sagt, at heidningar

vóru undan at flýggja.

 

30 Gingu aftur for Onglands kong

at klaga sína neyð:

“Nú er fallið liðið alt,

og ikki er Rólant deyður.

 

31 Vær havum ongan tílíkan sætt

komnan av várum londum,

hann var ei við váknum vigin,

ikki tekst hann hondum.”

 

32 Svaraði ein av kristnum monnum,

hørðum lá í bondum:

“Tað vil Gud ei tilsteða tykkum,

tær takið Rólant á hondum.”

 

33 Marsilius kongurin

grimt varð honum í huga,

heilan frætti hann Rólant jall,

ei hava ráðini dugað.

 

34 “Ongan skulu tit vinskapin

vænta tykkum av mær,

uttan tit førið mær Rólants høvur

aftur for míni knæ.”

 

35 Hann blæs út í annað sinni

heidnan mannahóp,

av teim trimum Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

36 Hann blæs út í annað sinni

víðan og vandan her:

“Enn skal ríða í Runsival

og vita hvussu fer.

 

37 Tær skuluð ríða í Runsival

og fanga keisar Karl

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.

 

38 Teir stigu á hest, og riðu sum mest

yvir bekk og bleytar mýrar,

sóu teir trinni átjan hundrað

sita í saðildýra.

 

39 Svaraði reysti Ólivar jall

á øðrum orði tá:

“Vær síggjum so mangar heidningar

við skjøld og brynju blá.”

 

40 Svaraði reysti Ólivar jall,

heldur á gyltum spjóti:

“Vær síggjum so mangar heidningar

ríða os ímóti.”

 

41 Svaraði reysti Ólivar jall:

“Tað sigi eg tær enn,

Rólant, blás nú í títt lúður,

tað verður ikki verri!”

 

42 Tað var reysti Rólant jall,

heldur á ringi bjarta:

“Standið væl og mannilig,

havið ikki kálvahjarta!”

 

43 Svaraði reysti Rólant jall,

sum dreingir leggið í minni:

“Nú skal taka mín hvølla lúður,

blása í fyrsta sinni.

 

44 Nú skal taka mín hvølla lúður,

sparum ei hart at koyra,

vitum um keisarin Karlamagnus

má meg nakað hoyra.”

 

45 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so harða,

tað var mær av sonnum sagt,

tá skulvu torpar og garðar.

 

46 Svaraði Nemus hertugin,

for borði tar hann stóð:

“Nú blæs Rólant, kongsins frændi,

fast av miklum móði.”

 

47 Svaraði vándi Gýðin jall

gudssvikarin tann versti:

“Rólant skemtar liði sínum,

hvar hann situr á hesti.”

 

48 Fyrstur reið hann Rólant jall

av teim frankismonnum,

so skeyt hann til Falsar jall,

at svørðið stóð í tonnum.

 

49 Fram riðu allir tólvjavningar,

sum grimir úlvar vóru,

sum tað dýr, ið eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

50 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

enn feldi hann heidningar,

hundrað um ísenn.

 

51 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høgdi so títt á báðar hendur,

mangan sveitan rendi.

 

52 Rólant ríður í Runsival,

sum rúnir vekur ofta,

tá mundi síggja blóðig merki,

tá Dýrindal fór á loft.

 

53 Hestar ganga í Runsival,

ei var mjúkt at strúka,

teir høvdu onga aðra fold

enn tróðu á mannabúkar.

 

54 Hestar ganga í Runsival,

blóðið upp til kníggja,

so var sagt at heidningar

vóru undan at flýggja.

 

55 Gingu aftur for Onglands kong

at klaga sína neyð:

“Enn er fallið liðið alt,

ikki er Rólant deyður.

 

56 Vær høvum ongan tílíkan sætt

komnan av várum londum,

hann vil ei við vápnum vigið

ikki tekst hann hondum.”

 

57 Svaraði ein av kristnum monnum,

har hann lá í bondum:

“Tað vil Gud ei tilsteða tykkum,

tær takið Rólant á hondum.”

 

58 Marsilius kongurin

grimt varð honum í huga,

heilan frætti hann Rólant enn,

ei hava ráðini dugað.

 

59 “Ongan skuluð tær venskapin

vænta tykkum av mær,

uttan tær førið mær Rólants høvur

aftur for míni knæ.

 

60 Hann blæs út í triðja sinni

heidnan manna hóp,

av teim fýra Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

61 Hann blæs [út] í triðja sinni

víðan og vandan her:

“Enn skal ríða í Runsival

og vita hvøssu fer.”

 

62 “Tær skuluð ríða í Runsival

og fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

63 Teir stigu á hest og riðu sum mest

yvir bekk og bleytar mýrar,

sóu teir fýra átjan hundrað

at sita í saðil dýra.

 

64 Svaraði reysti Ólivar jall

triðja orðið tá:

“Vær síggja so mangar heidningar

við skjøld og brynju blá.”

 

65 Svaraði reysti Ólivar jall,

heldur á gyltum spjóti:

“Vær síggjum so mangar heidningar

at ríða os ímóti.

 

66 Dalarnir eru fullir,

og fjøllini eru avtakið,

vær síggjum so mangar heidningar

at ríða os á baki.”

 

67 Svaraði reysti Ólivar jall:

“Tað sigi eg tær enn,

Rólant, blás nú í títt lúður,

tað verður ikki verri!”

 

68 Svaraði reysti Rólant jall

sum dreingir leggja í minni:

“Nú skal taka mín hvølla lúður,

blása í annað sinni.

 

69 Nú skal taka mín hvølla lúður,

sparum ei hart at koyra,

vitum um keisarin Karlamagnus,

má meg nakað hoyra!”

 

70 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so fast,

níggju mílir og tíggjuti

tað hoyrdist heim til Frans.

 

71 Svaraði Nemus hertugin,

fyri borði tar hann stendur:

“Nú blæs Rólant, kongsins frændi,

ófriður er gingin á hendur.”

 

72 Svaraði vándi Gýðin jall,

gudssvikarin er:

“Rólant skemtar liðið á sær,

tá ið hann sær ein her.”

 

73 Fram reið vándi Grandorus,

tókti seg hava tant:

“Hvør stýrir tann hvølla lúður,

hornið Ólivant?”

 

74 Svaraði ein av skósvein[um] hans,

sum eitur Úlvartant:

“Rólant stýrir tann hvølla lúður,

hornið Ólivant.”

 

75 Svaraði vándi Grandorus

av so tungum stríði:

“Eg skal stýra tann hvølla lúður

ella láta lívið.”

 

76 Fram reið vándi Grandorus,

sum meg má rætt um minnast,

hann vá fýra tólvjavningar

allar á einum sinni.

 

77 Ólivar sat á sínum hesti,

hiðan ið hann sær:

“Sannur Gud av himmiríki

havi nú tað av tær.”

 

78 Fyrstur reið hann Rólant jall

av teim frankismonnum,

so skeyt hann til Grandorus,

svørðið stóð í tonnum.

 

79 Fram riðu allir tólvjavningar,

sum grimir úlvar vóru,

sum tað dýr, ið eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

80 Rólant ríður [í] Runsival

sum aðrir frankismenn,

enn feldi hann heidningar,

hundrað um ísenn.

 

81 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høgdi títt á báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

82 Rólant ríður í Runsival,

sum rúnir vekur ofta,

tá mundi síggja blóðig merki,

tá Dýrindal fór á loftið.

 

83 Hestar ganga í Runsival

ei var mjúkt at strúka,

teir høvdu onga aðra fold,

enn tróðu á mannabúkar.

 

84 Fram kom ein av heidningum,

vænur var hann í vøkstri,

hann var átjan alin høgur

upp frá saðil og hesti.

 

85 Fram reið tá hitt ljóta trøll,

sínum svørði brá,

sáran særdi hann Ólivar jall

tað fyrsta høggið tá.

 

86 Svaraði reysti Ólivar jall,

hann misti gleði og gamni:

“Sig mær, vándi hundins son,

hvat ert tú nevndur á navni?”

 

87 “Langalív eri eg kallaður,

so eri eg nevndur á navni,

mangan havi eg kristnan mann

skilt við gleði og gamni.”

 

88 Svaraðii reysti Ólivar jall,

misti gleði og gleim:

“Tú skalt ikki, vándi hundins son,

siga nøkur tíðindi heim.”

 

89 Svaraði reysti Ólivar jall

heldur á reyðum skildri:

“Tú skalt ikki, vándi hundins son,

siga, hvat tú higar vildi.”

 

90 Svaraði reysti Ólivar jall,

hann 'Raiiur tair hear taa knør':

“Tú skalt ikki, vándi hundins son,

siga hvat tú gjørdi her.”

 

91 Ólivar jall við báðum hondum,

tekur 'tai knøør' at greiða,

hann tók vánda Langalív,

hann høvur frá buli at sneiða.

 

92 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal, tey kalla,

so rennur blóðið í Runsival,

sum stríðastir fossir falla.

 

93 So rennur blóðið í Runsival

sum stríðasta sævarflóð,

vóru villir javnlingar tveir,

hvør reið øðrum ímóti.

 

94 Fram reið reysti Ólivar jall

av so tungum fári,

so skeyt hann til Rólants hjálm,

kleyv hann niður at hári.

 

95 Svaraði reysti Rólant jall,

formedalst onga blíðu:

“Líkari var tær, Ólivar jall,

mót heidningum at stríða.

 

96 Svaraði reysti Ólivar jall,

snarliga hann sær vendi:

“Fyrigev mær, mín stalbróðir,

eg teg ikki kendi.”

 

97 “Sakir og so syndir

tað fyrigevi eg tær,

sum eg vil pá dómadag,

Gud skal fyrigeva mær.”

 

98 “Her liggur hetta ljóta trøll

mær á vølli hjá,

hoyr tú, Rólant, frændi mín,

tú firra tað mær ífrá.”

 

99 Rólant livdi longst av teim,

tað varð, sum Gud vildi,

hann bar allar tólvjavningar

saman á reyðum skildri.

 

100 Triggir vóru marmorsteinar

settir saman í kross,

Rólant setti seg undir ein,

so er greint fyri os.

 

101 Mikil var tann 'blaigian' verd

við henda riddaraskaða,

sendir fram ein av heidningum,

Rólants lúður at taka.

 

102 Rólant sundur eygun brá,

upp til himmal sá,

hann sló træl við gyltum lúður

so heili á horni lá.

 

103 “Gott svørð ert tú, Dýrindal mítt,

mangt høggi eg við tær,

tað verður ikki á mínari ævi,

tú kemur av hendi mær.

 

104 Harra Gud í himmiríki

hann veiti mær tað ting,

eingin ber teg, Dýrindal,

foruttan mín javnling.

 

105 Harra Gud í himmiríki

hann veiti mær tað fram,

eingin tekur mín hvølla lúður

foruttan mín ovurmann.”

 

106 Svaraði reysti Rólant jall,

sum dreingir leggja í minni:

“Nú skal taka mín hvølla lúður,

blása í triðja sinni.

 

107 Nú skal taka mín hvølla lúður,

sparum ei hart at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

má meg nakað hoyra.”

 

108 Hornið setti hann á sín munn

so fast av miklum móði,

niður skulvu drykkjustóp,

á keisarans borði stóðu.

 

109 Hornið setti hann á sín munn,

tá var hægsta sút,

so blæs Rólant, kongsins frændi,

tá gekk heilin út.

 

110 Svaraði Nemus hertugin,

for borði tar hann gongur:

“Nú blæs Rólant, kongsins frændi,

dvøljist ikki longur!”

 

111 “Taka skal vánda Gýðin jall,

og leggja hann í bond,

harðan skal hann deyðan tola

komin av lívs lond.”

 

112 Fóru í sína ringabrynju,

allir við konginum fóru,

søgdu so hinum góða nátt,

øllum sum eftir vóru.

 

113 Gingu inn for erkabisp,

fullu upp á síni knæ,

sakir og so syndir

teir fyrigeva sær.

 

114 “Rólant var mín systurson,

Gud bjóði mær honum bøtur,

kemur hann ikki til Fraklands aftur,

eg bíði tað ikki bøtur.

 

115 Olgar skal vár formaður vera,

reystastur er av dreingjum,

nú skal høgga sterkt um stund

og standa bæði væl og leingi.”

 

116 Tá ið teir komu í Runsival,

so var sagt ífrá,

tá var eingin so harðhjartaður,

sum ikki feldi tár.

 

117 Svaraði Olgar danski:

“Tað sigi eg tær enn,

vær kalla slíkt miklar 'blaigier' vera,

gráta um deyðar menn.”

 

118 “Miklan beið eg skaðan ígjár,

Gud bjóði mær tann bøtur,

misti Rólant, frænda mín,

og aðrar dreingir báðar.

 

119 Miklan beið eg skaðan í gjár,

Gud bjóði mær tað besta,

misti Rólant, frænda mín,

og aðrar dreingir reystar.

 

120 Miklan beið eg skaðan í gjár,

Gud bjóði mær honum bót,”

so var keisarin á líkið fegin,

hann myntist á hond til fót.

 

121 Tað var so keisarin Karlamagnus,

talar til sveinar tvá:

“Takið mær tann búgvin brand,

sum Rólant heldur á!”

 

122 Aftur komu sveinarnir,

teir søgdu honum frá:

“Hoyr tú, keisarin, harri mín,

vær kunnum hann ikki fá!”

 

123 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á gyltum mæka:

“Tá ið hann var í livinum,

hann var ikki góður at taka.”

 

124 Tað var keisarin Karlamagnus,

stígur úr saðilsvond,

tað var mær av sonnum sagt,

at leysur lá brandur í hond.

 

125 Søtur var tann svøvnurin,

sum Karlamagnus fekk,

blíður var tann Guds eingilin,

sum í dreymar fyri hann gekk.

 

126 “Hoyr tú, keisarin. Karlamagnus,

mæl tær onga kvíðu,

tú skalt fáa bæði dag og ljós

at hevna skaðan tín!

 

127 Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

mæl tær ongan vanda,

fáa skalt tú bæði dag og ljós,

at høgga við bitra brandi.

 

128 Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

tað sigi eg tær enn,

tá ið tú kemur í markina burt,

sært tú tríggjar menn!

 

129 Tú loyp fram um tann eina,

tú loyp fram um tá tvá,

sólin stóð um tríggjar *øktir,

og høgga skalt tú tá!”

 

130 Mikil var tann bønin,

sum Karlamagnus bað,

sólin stóð um tríggjar *øktir

eftir nóns dag.

 

131 Mikil var tann bønin,

sum Karlamagnus beið,

sólin stóð um tríggjar *øktir,

men dagurin aldri leið.

 

132 Sólina bað hann tá standa í stað

og dagin aldrin líða,

so hevndi keisarin Karlamagnus

tólvjavningar sínar.

 

133 Eg veit eina rímuna,

sum meg má rætt um minnast,

keisarin og Marsilius

tá møttust teir á sinni.

 

134 Eg veit eina rímuna,

so er greint fyri mær,

hann hevði eftir átjan hundrað,

slíkt hevði hin við sær.

 

135 Eg veit eina rímuna,

so er greint fyri mær,

harðskefti‑øksina

tá læt hann smíða sær.

 

136 Marselius kongurin,

sínum svørði hann brá,

sannan Gud av himmiríki,

hann lívdi hinum tá.

 

137 Sannan Gud av himmiríki

hann lívdi hinum tá,

heiligt ljós av himli kom,

so hann einki sá.

 

138 Tað var keisarin Karlamagnus,

sínum svørði brá,

tað var mær av sonnum sagt,

tá beit betur á.

 

139 Tað var mær av sonnum sagt,

tá beit betur á,

hann høgg 'Aaglands' kongin

av um kníggjum tá.

 

140 Marsilius kongurin

læt ikki á sær finna,

setti stubbarnar niður í jørð,

hann bardist ei tess minna.

 

141 Tað var keisarin Karlamagnus,

upp til himmal sá:

“Sannur Gud av himmiríki

sendi os nú góð ráð.”

 

142 Løgdu teir fyri 'Aaglands' knæ

fimtan bular deyðar,

tá læt hann til jarðar leiða,

tað gjørdi hann treyður.

 

143 Keisarin ríður í Runsival

við sítt skeggið hvíta,

tað var eingin av heidningum,

sum mót teim tordi líta.

 

144 Summir flýddu á sjógv og sand,

summir á stórar áir,

so var sagt, at kristnir menn

teir brúktu lítlar náðir.

 

145 Summir flýddu á stórar áir,

summir lupu í hav,

so var sagt, at kristnir menn

teir spardu ongan har.

 

146 Tóku teir allar tólvjavningar,

førdu til Jórsalaborg,

keisarin lá tá tólv mánar

sjúkur av teirri sorg.

 

147 Tóku teir vánda Gýðin jall,

gjørdi við hann tað versta,

so tóku teir hans arma kropp

og slitu hann sundur millum hestar.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum drós í sal,

blás í hornið Óluvant

í Runsival!

 

CCF 106-VI Ea

TSB E 28

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 13, s. 72.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 91

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 66.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 28 Runsivals stríð (Roland is killed in the battle of Ronceveaux)

Frábrigdi: A og F: sí endan av TSB E 26. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.

At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara.

Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall.

á føroyskum: CCF 106 Runsivals stríð (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019