• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Runsivals stríð

 

 

F.

 

CCF 106-VI F

TSB E 28

 

1 Rólant situr í hásæti,

tað mundi ongan vara:

“Hvør skal vera várt sendiboð

for Angelund kong at fara?”

 

2 “Hoyr tú, Rólant, frændi mín,

spyr meg ikki at,

hann skal fara av ríkinum,

ið tú vilt senda avstað!”

 

3 Tí svaraði Rólant jall,

tað var helst av sút:

“Gýðin jall av ríkinum,

vær nevna fyrst hann út.”

 

4 Tað var hin vándi Gýðin jall,

hann svaraði so fyri sær:

“Tú hevur so fáar góðar vegir

javnar at vísa mær.”

 

5 “Fari eg fyri Angelund kong,

komi eg ikki heim,

tað skal verða tína ævi,

onkur fellir gleim.

 

6 Fari eg fyri Angelund kong,”

Gýðin jall talar av bræði:

“Tað skal verða deyði tín

og fleiri dreingjum at skaða.”

 

7 Hann gekk seg fyri Angelund kong,

við Emunds høvur í hendi:

“Her er skattur av Fraklandi,

sum Karlamagnus sendi.”

 

8 Kastar hann øllum vápnunum

og øllum silvurbondum:

“Hann skal harðan deyða tola,

ið oss førdi høvur í hond.”

 

9 Tað var reystur Angelund kongur,

søgur ganga frá,

blóðigar kysti hann varrarnar,

sum høvur á vølli lá.

 

10 “Taka skal vánda Gýðin jall,

leggjast skal hann í band,

harðan skal hann deyðan tola,

oss flýddi høvur í hand.”

 

11 Tað var hin vándi Gýðin jall,

hann slapp ikki undan at leypa:

“Ymist skal tað verða í dag,

so dýrt mítt lív at keypa.”

 

12 Tí svaraði Gýðin jall,

hann talar so for seg:

“Líkari var tín son at hevna

enn at drepa meg.”

 

13 Tað haldi eg einki um,

at tú letur meg vega,

latið meg heldur ráðini leggja,

hvussu tit skulu gera.

 

14 Hoyrt havið tit frá kempum sagt

sunnan úr øðrum londum,

teir verða ikki við vápnum vignir,

valla takast á hondum.

 

15 Keisarin eigur ein systurson,

til tess havið tit spurt,

hann verður ikki við vápnum vigin,

mógvast hann ikki burt.

 

16 Lat tú tær alt liðið samla

valda manna tjóð

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skín á sól!

 

17 Tríggjar skalt tú herirnar

av tínum landi gera,

og útí tann triðja

skalt tú sjálvur vera.

 

18 Tú lat fram um teg tann fyrsta,

tú lat fram um teg tvá,

inntil tann hin triðja,

høgga skalt tú tá!”

 

19 “Hoyr tú, hin vándi Gýðin jall,

tú ber honum boð til handa,

undir fjalli Aspermund

har skal stríðið standa!”

 

20 Aftur kom vándi Gýðin jall

á ein heilan dag,

tað kom mongum illa við,

um Rólant hann fekk skaða.

 

21 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

tað tali eg til tín,

nú kemur reysti Angelund kongur

at hevna faðir sín!

 

22 Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

eg beri tær boð til handa,

undir fjalli Aspermund

har skal stríðið standa!”

 

23 “Nú skal lata brúnna gera

yvir ánna Rín,

skulu so allir tólvjavningar

royna roysni sín.

 

24 Nú skal lata brúnna gera

yvir ánna í dal,

skulu so allir tólvjavningar

ríða í Runsival.”

 

25 Saðla sínar hestarnar,

av borgini renna,

seggir sótu í saðli fastir,

lótu ei sporar kenna.

 

26 Sólin skínur á heiðin bjørg

á teirra skjøldin fríða,

so var sagt, at Rólant jall,

at hann skuldi fremstur ríða.

 

27 Tað var vándi Angelund kongur,

brynjar út fyrsta her,

ríða so í Runsival,

vita hvussu fer.

 

28 “Nú skal ríða í Runsival,

fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

og heingja Rólant jall.”

 

29 Svaraði ein av kristnum monnum,

har ið hann lá í bondum:

“Ikki man Gud tilsteða tykkum

at taka Rólant á hondum.”

 

30 Snarliga búgva teir síni ferð

við albrynjaðar hestar,

ríða so í Runsival,

jørðin tókti bresta.

 

31 Har komu [allir] dalir fullir,

til tess hava vit frætt,

har mundu ikki fjøllini síggjast,

ei himmalin í ta ætt.

 

32 Koma nú allir dalar fullir,

fjøllini eru avtakin,

síggja so mangar høvdingar

ríða sær á baki.

 

33 Tí svaraði Ansias,

risti fyri sær kross:

“Eg sær so mangar heidningar

ríða móti oss.”

 

34 Tí svaraði Óluvur jall,

tá hann sá heiðin her:

“Rólant, blás nú í tín lúður,

vita, hvussu fer!”

 

35 “Gud lati ei Frakland vera so statt,

við sínum mildu ráðum,

at eg óttist heidningarnar

stríða mót okkum báðum.

 

36 Gud lati ei tað frættast heim,

eg standi í snildarbragdi

at eg ræðist heidningar

at stríðast mót oss í dag.

 

37 Gud lati ei tað frættast heim,

eg standi í snildarmeingi,

vit skulu høgga títt um stund

og standa so væl og leingi.”

 

38 Svaraði Óluvur, kempan sterk,

ið betur hevði tagað:

“Tað er einki ræddarverk,

at síggja sín forde[i]l og bata.”

 

39 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

so fellir hann heidningarnar,

hundrað um ísenn.

 

40 Rólant ríður í Runsival,

sum blóð man vekja ofta,

tá var at líta blóðugt merki,

Dýrindal fór á loft.

 

41 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so títt á báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

42 Eingin kom aftur av øllum teim,

heidna manna her,

uttan jallin á Upplondum,

sak var hann ikki verð.

 

43 Hans var hjálmur av høvdi skorin,

høvdu tað menn við orði,

átjan hevði hann ólívssár,

hann stóð fyri kongsins borði.

 

44 Aftur sigla Angelunds menn,

teir kæra sína neyð:

“Fallið er nú liðið alt,

og ikki er Rólant deyður.”

 

45 Riðu aftur for Angelund kong,

fella móðig tár:

“Fallið er nu liðið alt,

og ikki fekk Rólant sár.”

 

46 “Ongan torið tær friðskjólin

vænta tykkum av mær,

fyrr enn tær førið Rólants høvur

higar for míni knæ.”

 

47 Tað var vándi Angelund kongur,

brynjar út annan her,

ríða so í Runsival,

vita hvussu fer.

 

48 Snarliga búgva teir síni ferð

við albrynjaðar hestar,

ríða so í Runsival,

jørðin tókti bresta.

 

49 Koma allir dalar fullir,

fjøllini eru avtakin,

síggja so mangar høvdingar

ríða sær á baki.

 

50 Tí svaraði Óluvur jall,

tá hann sá heiðin her:

“Rólant, blás nú í tín lúður,

vita hvussu fer!”

 

51 Svaraði Rólant, kempan sterk,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg taka mín hvølla lúður

blása í fyrsta sinni.

 

52 Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

spara hann ei at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

man meg nakað hoyra.”

 

53 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so harðan,

tíggju mílir og tuttugu,

tá skulvu torpar og garðar.

 

54 Svaraði Nemus hertugin,

fyri borði har hann stendur:

“Rólant er í víggi staddur,

honum er vandi á hendur.”

 

55 Svaraði vándi Gýðin jall,

gudssvikarin versti:

“Rólant skemtar liðið sítt,

har hann situr á hesti.”

 

56 Rólant ríður í Runsival

sum aðrir frankismenn,

enn feldi hann heidningarnar

hundrað um ísenn.

 

57 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so títt á báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

58 Aftur sigla Angelunds menn,

kæra sína neyð:

“Nú er annað liðið fallið,

ikki er Rólant deyður.”

 

59 “Ongan torið tær friðskjólin

vænta tykkum av mær,

fyrr enn tær førið Rólants høvur

higar for míni knæ.”

 

60 Tað var vándi Angelunds kongur,

brynjar út triðja her,

ríða so í Runisival

og vita hvussu fer.

 

61 Nú skal lata liðið samla,

landa manna tjóð,

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skín á sól.

 

62 Nú skal lata liðið samla,

valdra 'man o kona',

eingin einkja á Blálondum,

sum eftir átti son.

 

63 Út ríður hann Angelund kongur

við sín skjøldin fríða,

níggju kongar og áttati

undir hans merki ríða.

 

64 Stíga til hest og ríða sum best

yvir bekk og bleytar mýrur,

vóru væl trinni átjan hundrað,

sita í saðli dýrum.

 

65 Tí svaraði Falsar jall,

ið søgur ganga frá:

“Hvør eigur handa búgvin brand,

ið Rólant heldur á?”

 

66 “Vitið tað, allir høviskir sveinar,

í lundin hvar ið teir drekka,

eg skal føra Janimunds horn

glaður foruttan ekka!

 

67 Vita tað allir høviskir sveinar,

í lundini drekka vín,

eg skal føra Janimunds horn

ella láta lív.”

 

68 Sólin skínur á heiðin bjørg

á teirra skjøldin fríða,

so var sagt, at Rólant jall

at hann mundi fremstur ríða.

 

69 Fyrstur ríður fram Rólant jall

av teimum frankismonnum,

so høgg hann til Falsar jall,

at svørðið stóð í tonnum.

 

70 Síðan riðu hinir allir,

sum tólvjavningar eru,

sum tann dýra, eitur bjørn,

í seyðaflokki fór.

 

71 Svaraði Rólant, kempan sterk,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

blása í annað sinni.

 

72 Nú skal taka mín hvølla lúður,

spara hann ei at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

man meg nakað hoyra.”

 

73 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so snjallan,

einar portardyrnar upp

og aðrar aftur falla.

 

74 Hornið setti hann á sín munn,

tað var mest av fári,

niður spiltust drykkirnir,

á keisarans borði stóðu.

 

75 Har kom heidningin Langalív,

verdur var hann tað versta,

átjan alin var bulur hans

upp frá saðil og hesti.

 

76 Langalív ríður í Runsival,

nú man tað so vera,

stakk hann Óluvur kempuna

ímillum buls og herða.

 

77 Óluvur so til orða tekur,

borin til góðs at evna:

“Hoyr tað, tú hin heidni hundur,

hvussu skal eg teg nevna?”

 

78 “Langalív eri eg kallaður,

so eri eg nevndur at navni,

mangan havi eg kristnan mann

skilt við gleði og gamni.”

 

79 Óluvur ríður í herin frem,

Langalív honum á baki:

“Tú skalt ikki rósa av,

at eingin var tín maki.”

 

80 Óluvur jall tók báðar hendur

aftur um hattargerð:

“Tú skalt ikki, vándi hundins son,

rósa hvat tú gert her.”

 

81 Blóð sprakk undan naglarót,

Óluvur spenti alva,

meðan hjó hann Langalív

búkin niður í nalva.

 

82 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høggur so títt á báðar hendur,

mangan sveita rendi.

 

83 So rennur blóðið í Runsival

rætt sum onnur flóð,

viltir vóru tólvjavningar,

hvør mót øðrum sló.

 

84 Tað var reystur Óluvur jall,

tað var mest av fári,

hann høgg niður í Rólants hjálm,

so svørðið stóð í hári.

 

85 “Hoyr tað, reysti Óluvur jall,

tað tali eg til tín,

tungur ert tú í høggunum,

landsbróðir mín!”

 

86 Svaraði Rólant, kempan sterk,

gitið man vera so víða:

“Líkari var tær, Óluvur,

mót heidningunum at stríða.

 

87 Svaraði reystur Óluvur jall,

snarliga hann sær vendi:

“Hjálpi mær faðir av himmiríki,

eg teg ikki kendi.”

 

88 “Sakir og so syndir

vil eg tilgeva tær,

sum eg vil á dóminum,

Gud skal forláta mær.”

 

89 “Har liggur tað ljóta trøll,

tað gav mær banasár,

hoyr tað, Rólant, frændi mín,

tú flyt tað nakað frá!”

 

90 Rólant kastaði Langalív,

tað skalv bæði grót og grund,

Óluvur steig av saðli niður,

tað var hans síðsta stund.

 

91 Svaraði Rólant, kempan sterk,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal taka mín hvølla lúður

blása í triðja sinni.”

 

92 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so harða,

tá skulvu hjá keisaranum

bæði borgir og garðar.

 

93 Hornið setti hann á sín munn

í tí triðja sinni,

tá blæs Rólant, kongsins frændi,

bæði vit og minni.

 

94 “Hoyr tað, reysti Óluvur jall,

tað tali eg til tín,

tungur ert tú í høggunum,

landsbróðir mín.”

 

95 Svaraði reystur Óluvur jall,

snarliga hann sær vendi:

“Hjálpi mær faðir av himmiríki,

eg teg ikki kendi.”

 

96 Svaraði Nemus hertugin,

fyri borði har hann stendur:

“Rólant er í víggi staddur,

vandi er honum á hendur.”

 

97 “Eg havi fingið skaða í ár,

Gud biði eg hann bøta,

mist havi eg Rólant, frænda mín,

og tólvjavningar søtar.

 

98 Rólant var mín systurson,

bæði til hand og fót,

kemur hann ikki livandi heim,

eg bjóði tess ikki bót.”

 

99 Tað var Rólant, kempan sterk,

megi man honum tróta,

tríggjar ferðir royndi hann

Dýrindal at bróta.

 

100 Tríggir vóru marmorsteinar,

settir saman í kross,

Rólant settist undir ein,

so er greint fyri oss.

 

101 “Harra Gud av himmiríki,

veiti mær tað her,

eingin førir mín búgvin brand,

foruttan mín javning er.”

 

102 Fram gekk ein av heidningunum,

kalla hann riddaran spaka,

hann hevði tað í hug hjá sær

Rólants lúður at taka.

 

103 Ikki hevði hann andan mist,

eyguni sundur brá,

hann sló tann træl við gyltan lúður,

so heili á horni lá.

 

104 “Harra Gud í Himmiríki

veiti mær tann ting,

eingin beri mín búgvin brand

fyri uttan mín javning.”

 

105 Keisarin gekk at kirkjuni,

til bønar hann var:

“Harra Krist gevi nú sigur í dag,

at hevna frænda vár.”

 

106 Tá ið teir komu í Runsival

við so miklum fára,

tá var eingin so harðhjartaður,

hann ikki feldi tár.

 

107 Hann vendi aftur í atreið teirri,

sigst í hesum tátti,

feldi niður av heidningunum

alt tað hann formátti.

 

108 Svaraði Olgar danski,

tað sigi [eg] tær enn:

“Eg kalli tað ei vera kempuligt

at gráta um deyðar menn.”

 

109 Olgar aftur til orða tók,

so er komið til mín:

“Ríð nú fram so drístiliga,

hevna skaða tín!”

 

110 Keisarin talar til sínar sveinar,

so er mær sagt ífrá:

“Takið mær henda búgvin brand,

sum Rólant heldur á!”

 

111 Eftir koma sveinarnir,

siga honum frá:

“Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

vit kunnu tað ikki fá!”

 

112 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann tekur so hart at gráta:

“Tá ið hann var í lívinum,

hann var ikki góður at møta.”

 

113 Tað var keisarin Karlamagnus,

sær til Rólant vendi,

so er mær á sonnum sagt,

at leyst lá svørð í hendi.

 

114 Og so ríða frankismenn

blokkar og bleytar mýrar,

tá mátti síggjast átjan hundrað

stíga til saðil dýra.

 

115 Keisarin so til orða tók,

so er komið til mín:

“Gud gevi mær tíðir og stundir

at hevna skaða mín.”

 

116 Keisarin ríður vegin fram

við so mikið mein,

hann sær Rólant, frænda sín,

millum tógva steina.

 

117 Sólina bað hann standa í stað,

dagin ikki líða,

meðan hevndi Karlamagnus

tólvjavningar sínar.

 

118 Vindur hann svørð úr hjaltinum

bæði við sorg og sút,

Ólivant horn og Dýrindal

hann varpar á vatnið út.

 

119 Mikil var tann bønin,

ið Karlamagnus bað,

sólin stóð í tríggjar øktir

rætt í nóns stað.

 

120 Sólin stóð tríggjar øktir,

dagurin ikki at líða,

enntá hevndi Karlamagnus

tólvjavningar sínar.

 

121 Keisarin ríður í Runsival

við sítt skeggið hvíta,

tað var eingin av heidningunum

mót honum tordi líta.

 

122 So reið keisarin Karlamagnus,

næstan jørðin brast,

møtti honum Angelund kongur,

hann sipaði til so fast.

 

123 Teir høgga títt, teir líva lítið,

tað er seggja gaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá ið oddar bóru saman.

 

124 Keisarin gav so mikið høgg,

øllum tókti undur,

hann hjó reysta Angelund kong

av í kníggjum sundur.

 

125 Tað var reysti Angelund kongur,

læt ikki á sær finna,

setti stubbarnar niður í jørð

og bardist ikki minna.

 

126 Ruddu teir á Angelunds kropp

fjøruti mannabúkar,

hann var ikki við vápnum vegin,

harfyri mátti hann lúta.

 

127 Tað var keisarin Karlamagnus,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Angelund

sundur í lutir tvá.

 

128 Tað var keisarin Karlamagnus,

alt var sum hann vildi,

allar førdi hann tólvjavningar

saman á reyðum skildri.

 

129 Allar førdi hann tólvjavningar

við sær til Jórsalaborg,

keisarin lá í tólv mánaðir

sjúkur av teirri sorg.

 

CCF 106-VI F

TSB E 28

 

Handrit: Savnið hjá Jakob Jakobsen, FLB JJ B III, 1887.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 98

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 85.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Henrik Schrøter  (1842-1911), Sandi, 1887

 

E 28 Runsivals stríð (Roland is killed in the battle of Ronceveaux)

Frábrigdi: A og F: sí endan av TSB E 26. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.

At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara.

Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall.

á føroyskum: CCF 106 Runsivals stríð (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019