• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Runsivals stríð

 

G.

 

CCF 106

TSB E 28

 

[a] Fram kom ein  av heidningunum,

fall so væl í lag,

tríggjar sló hann av tólvjavningum

allar í fyrsta slag.

 

[b] Tað var Rólant kempan [sterk],

hagar ið hann sær:

“Harra Gud í himmiríki

hevni tað av tær.”

 

[c] Tað var Rólant, kempan sterk,

talar til frænda sín:

“Antin skal eg hevna teir

ella lata mítt egið lív.”

 

[d] Tað var Rólant, kempan sterk,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Ølvartann

[sundur í lutir tvá].

 

*          *          *

 

[e] “Langalív skalt tú nevna meg,

tað er til navns at leita,

manga havi eg kristna kempu

gert í kinnar bleika.”

 

*          *          *

 

[f] Ólivar ríður í Runsival,

hann vildi sigur njóta:

“Tú skalt ikki, vándi hundsins son,

skaftið at mær skjóta.”

 

[g] [Ólivar ríður í Runsival,

hann vildi] sigur vinna:

[“Tú skalt ikki, vándi hundsins son,

skaftið] at mær inna.”

 

[h] Ógvuligt var at lýða á,

Ólivar spenti alva,

hann kleyv Langalívs gylta hjálm

búkin niður í nalva.

 

*          *          *

 

[i] Svaraði Rólant, kempan sterk,

mælir for munni sín:

“Tungur ert tú í høggum í dag,

Ólivar, frændi mín.”

 

[k] Svaraði Ólivar, kempan sterk,

við glavindskafti í hendi:

“Forlát mær tað, mín stallbróðir,

tí eg teg ikki kendi.”

 

*          *          *

 

[l] Rólant talar til sveinarnar,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg taka mín hvølla lúður,

blása í annað sinni.”

 

*          *          *

 

[m] “Taka skal vánda Gýðin jall

leggja hann í bond,

[hann skal harðan deyða tola,

koma vit lívs til lond.]”

 

[n] Rólant livdi eftir sum longst,

alt var sum Gud vildi,

[allar bar hann tólvjavningar

saman á reyðum skildri].

 

*          *          *

 

[o] “Tungan hendi meg skaðan í dag,

[Gud ráði mær tað bøtur,

eg misti Rólant, frænda mín,

og aðrar dreingir søtar.”]

 

*          *          *

 

[p] Tað var keisarain Karlamagnus

lá á knæ og bað:

“Harra Gud av himmiríki

hoyri meg í dag.”

 

*          *          *

 

[q] Karlamagnus og Ongulands kongur

møttust teir ímóti,

líka so fall á jørðina,

sum tú kastar gróti.

 

[r] Tað var keisarin Karlamagnus

heldur at tí gaman,

so hvørt stykki hann av honum høgg,

so hvørt rann tað saman.

 

[s] Svaraði keisarin Karlamagnus:

“Hetta er mikið illa,

nú skal taka stokk og stál

at kasta har ímillum.”

 

*          *          *

 

[t] Summir flutu á stríðan streym,

elv og stórar áir,

so var sagt, at kristnir menn,

teir brúktu ongar náðir.

 

[u] Eg kann ikki kvøða tað,

ið ort er ikki longur,

tað gjørdi keisarin Karlamagnus,

tann hin nýtin drongur.

 

CCF 106

TSB E 28

 

Handrit: Savnið hjá Jakob Jakobsen, 1887, uppskrift í brotum,

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 105

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 102.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Henrik Schrøter  (1842-1911), Sandi, 1887

 

E 28 Runsivals stríð (Roland is killed in the battle of Ronceveaux)

Frábrigdi: A og F: sí endan av TSB E 26. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.

At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara.

Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall.

á føroyskum: CCF 106 Runsivals stríð (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019