• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Runsivals stríð

 

H.

 

CCF 106-VI H

TSB E 28

 

1 Keisarin situr í gullstóli,

hann er maður hægstur,

tólv vóru nevndir kappar reystir,

enn er Rólant fremstur.

 

2 Nevndir eru tólvjavningar,

kunnu væl leypa við grandi,

Rólant er tann avrekskempa,

føddur í Fraklandi.

 

3 Nevndir eru tólvjavningar,

fáir finnast slíkir,

Rólant er tann avrekskempa,

føddur í Frankaríki.

 

4 Keisarin situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Tær skuluð ríða í Runsival,

stríða bæði væl og leingi.

 

5 Hálvt skal liðið heima vera,

meðni tær haldið tal,

allir skulu tólvjavningar

ríða í Runsival.

 

6 Rólant skal vár formaður vera,

reystastur er av dreingjum,

nú skal høgga sterkt um stund

standa væl og leingi.”

 

7 Gingu inn for erkabisp,

fullu pá síni knæ,

sakir og so syndar teirra

fyrigeva sær.

 

8 Bundu sporar við fótin sín,

lótu hestar renna,

seggjar sita í saðli fast,

lata so teir spora kenna.

 

9 Fóru í sína ringabrynju,

allir við Rólanti fóru,

søgdu teimum so góða nátt,

øllum sum inni vóru.

 

10 Sólin skein sum *heiðin bjørg*

á teirra skjøldin fríða,

so var sagt, [at] Rólant jall

hann skuldi fyri ríða.

 

11 So var sagt, [at] Rólant jall

hann skuldi fyri ríða,

honum vóru kunnug lokubrøgd,

allir loynistígir.

 

12 Svaraði reysti Ólivart jall

'formedelst' ongan blíða:

“Her førum vær í allan dag,

Runsival at bíða.”

 

13 Marsilius kongurin

higar hann frætti tað,

hann blæs út so miklan

her at ríða í Runsival.

 

14 Hann blæs út í fyrsta sinni

heidnamanna hóp,

av teim tveimum Blálondum,

eingin skínur sól.

 

15 Hann blæsur út í fyrsta sinni

víða vandan her:

“Nú skal ríða í Runsival,

vita hvussu fer.”

 

16 Tær skuluð ríða í Runsival,

fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan,

heingja Rólant jall.”

 

17 Teir stigu á hest og riðu sum best

yvir bekk og bleyta mýri,

sóu teir tvinni átjan hundrað

sita í saðil dýra.

 

18 Svaraði reysti Ólivart jall

fyrsta orðið tá:

“Vær síggja so mangar heidningar

við skjøld og brynju blá.”

 

19 Svaraði reysti Ólivart jall,

heldur á gyltum spjóti:

“Vær síggja so mangar heidningar

at ríða os ímóti.”

 

20 Svaraði reysti Ólivart jall:

“Tað sigi eg tær enn,

Rólant, blæs nú í títt lúður,

tað verður ikki verri!”

 

21 “Gud lati ei so Frakland tín

fara við snildarræði,

at eg ræðist heidningar

at stríðast mót os í dag.”

 

22 Fyrstur reið hann Rólant jall

tá av teim fransku monnum,

so skeyt hann til Adilrót,

at svørðið stóð í tonnum.

 

23 Fram riðu allir tólvjavningar,

sum grimir úlvar vóru,

sum tann dýra ódnarbjørn

í seyðaflokkar fór.

 

24 Rólant ríður í Runsival,

sum aðrir franskir menn,

tá feldi hann heidningar

hundrað um ísenn.

 

25 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høgdi so á báðar hendur

mangan sveitan rendi.

 

26 Rólant ríður í Runsival.

sum rúnir vekur ofta.

tá mundi síggjast blóðigt merki

tá ið Dýrindal fór á loft.

 

27 Hestar ríða í Runsival,

ei var mjúkt at strúka,

teir høvdu onga aðra fold.

uttan stíga [á] mannabúkar.

 

28 Hestar gingu í Runsival,

blóðið upp til kníggja,

so var sagt av heidningum,

teir vóru undan at flýggja.

 

29 Gingu aftur til Onglands kong,

klaga teir sína neyð:

“Nú er fallið liðið alt,

ikki er Rólant deyður.

 

30 Vær hava ongan tílíkan sæð,

komin av øðrum londum,

hann var ei við váknum vigin,

ikki tókst hann hondum.”

 

31 Svaraði ein av kristnum. monnum,

har hann lá í bondum:

“Tað má Gud tá ei tilsteða tær,

taka Rólant á hondum.”

 

32 Marsilius kongurin,

grimt varð honum í huga,

heilan frætti hann Rólant jall,

ei hava ráðini dugað.

 

33 “Ongan skulu tit vinskapin

vænta tykkum av mær,

uttan tær førið mær Rólants høvur

aftur fyri míni knæ.”

 

34 Hann blæs út í annað sinni

heidnan mannahóp,

av teimum trimum Blálondum,

eingin skínur sól.

 

35 Hann blæs út í annað sinni

víða vandan her:

“Enn skal ríða í Runsival

vita hvøssu fer.

 

36 Tær skulu ríða í Runsival,

fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan,

heingja Rólant jall.”

 

37 Teir stigu á hest og riðu sum best

yvir bekk og bleyta mýri,

sóu teir trinni átjan hundrað

sita í saðli dýra.

 

38 Svaraði reysti Ólivart jall

annað orðið tá:

“Vær síggja so mangar heidningar

'over' skjøld og brynju blá.

 

39 Svaraði reysti Ólivart jall,

heldur á gyltum spjóti:

“Vær síggja so mangar heidningar

at ríða os ímóti.”

 

40 Svaraði reysti Rólant jall,

dreingir leggið í minni:

“Nú skal taka mín hvølla lúður,

blása í fyrsta sinni.

 

41 Nú skal taka mín hvølla lúður,

fara nú hart at koyra,

vita um keisar Karlamagnus

má nú nakað hoyra.”

 

42 Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so hart,

tað var mær á sonnum sagt,

tað skulvu torpar og garðar.

 

43 Svaraði Nemus hertugin,

for borði tar hann stóð:

“Nú blæs Rólant, kongsins frændi,

fast av miklum móði.”

 

44 Svaraði vandi Gýðin jall,

gudssvikarin versti:

“Rólant skemtar liði sínum,

hvat enn tar situr á hesti.”

 

45 Fyrstur reið fram Rólant jall

av teim fronsku monnum,

so skeyt hann til Falsarrót,

at svørðið stóð í tonnum.

 

46 Fram riðu tá allir tólvjavningar,

sum grimir úlvar vóru,

sum tað, ið eitur bjørn,

[í] seyðaflokkar fór.

 

47 Rólant ríður í Runsival,

sum aðrir franskir menn,

enn feldi hann heidningar

hundrað um ísenn.

 

48 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høgdi so til báðar hendur

mangan sveitan rendi.

 

49 Rólant ríður í Runsival,

sum rúnir vekur ofta,

tá mundi síggjast blóðigt merki,

tá ið Dýrindal fór á loft.

 

50 Hestar ganga í Runsival,

ei var mjúkt at strúka,

teir høvdu onga aðra fold,

troða á mannabúkar.

 

51 Hestar ganga í Runsival,

blóð[ið] upp til kníggja,

so var sagt, [at] heidnir menn

vóru undan at flýggja.

 

52 Gingu aftur for Onglands kong

at klaga sína neyð:

“Enn er fallið liðið alt,

og ikki er Rólant deyður.

 

53 Vær hava ongan tílíka[n] sæð,

komin av øðrum londum,

hann verður ei við váknum vigin,

ikki tekst hann hondum.”

 

54 Svaraði ein av kristnum monnum,

har hann lá í bondum:

“Tað vil Gud ei tilsteða tykkum,

tær taka Rólant á hondum.”

 

55 Marsilius kongurin,

grimt varð honum í huga,

heilan frætti hann Rólant enn,

ei hava ráðini dugað.

 

56 “Ongan skulu tær vinskapin

vænta tykkum av mær,

uttan tær førið Rólants høvur

aftur for míni knæ.”

 

57 Hann blæs út í triðja sinni

heidna manna hóp,

av teim fýra Blálondum

eingin skínur sól.

 

58 Teir stigu á hest og riðu sum mest

yvir bekk og bleyta mýri,

sóu teir fýra heidnar hundar

sita í saðli dýra.

 

59 “Tær skuluð ríða í Runsival,

fanga keisar Karl,

binda Nemus hertugan

heingja Rólant jall.”

 

60 Svaraði reysti Ólivart

triðja orðið tá:

“Vær síggja so mangar heidningar

við svørð og brynju blá.”

 

61 Svaraði reysti Ólivart jall,

heldur á gyltum spjóti:

“Vær síggja so mangar heidningar

at ríða os ímóti.”

 

62 Dalarnir eru fullir,

fjøllini eru avtakin,

vær síggja so mangar heidningar

at ríða os á baki.

 

63 Svaraði reystur Rólant jall,

dreingir leggja í minni:

“Nú skal eg [taka] mín hvølla lúður,

blása í annað sinni.

 

64 Nú skal taka mín hvølla lúður,

spari ei hart at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

má nú nakað hoyra.”

 

65 Hornið setti hann á sín munn.

tá blæs hann so hart og fast,

níggju mílir og tíggjuti

hoyrdist heim til Frans.

 

66 Svaraði Nemus hertugin.

fyri borðinum hann stendur:

“Nú blæsur Rólant kongsins frændi,

ófriður er gingin í hendur.”

 

67 Svaraði vándi Gýðin jall,

gudssvikarin er:

“Rólant skemtar liði sínum,

tá ið hann sær ein her.”

 

68 Fram reið vándi Grandorus,

hann tóktist hava 'tant':

“Hvør stýrir tann hvølla lúður,

hornið Ólivant?”

 

69 Svaraði ein av sveinum hans,

hann eitur Úlvartant:

“Rólant stýrir tann hvølla lúður,

hornið Ólivant.”

 

70 Svaraði vándi Grandorus

av so tungum stríði:

“Eg skal stýra tann hvølla lúður

ella lata lív.”

 

71 Fram reið vándi Grandorus,

sum meg má rættast minnast,

hann vá fýra tólvjavningar,

allar á einum sinni.

 

72 Ólivart sat á sínum hesti,

hiðani hann sær:

“Sanni Gud av himmiríki

havi nú tað av tær.”

 

73 Fyrstur reið hann Rólant jall

av teim fransku monnum,

so høgg hann til Grandorus,

svørðið stóð í tonnum.

 

74 Fram riðu allir tólvjavningar,

sum grimir úlvar vóru,

sum tann dýra ódnarbjørn,

saman í flokki fóru.

 

75 Rólant ríður í Runsival,

sum aðrir franskir menn,

enn feldi hann heidningar,

hundrað um ísenn.

 

76 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal í hendi,

høgdi so títt pá báðar hendur,

hann mangan sveita rendi.

 

77 Rólant ríður í Runsival,

sum rúnir vekur ofta,

tá mundu síggjast blóðmerki,

tá ið Dýrindal fór á loftið.

 

78 Fram kom ein av heidningum,

høgur var hann av vøkstri,

hann var átjan alin høgur

upp fra saðli á hesti.

 

79 Fram reið tá hitt ljóta trøll,

sínum svørði brá,

særdi hann straks Ólivart jall,

fyrsta høggið tá.

 

80 Svaraði reysti Ólivar jall,

hann misti gleði og gavn:

“Sig mær, vándi hundsins son,

hvat ert tú nevndur at navni?”

 

81 “Langalív eri eg kallaður,

so eri eg nevndur av navni,

mangan havi eg kristnan mannin

skilt við gleði og gavn.”

 

82 Svaraði reysti Ólivart jall,

hann misti gleði og gleim:

“Tú skalt ikki, vándi hundsins son,

siga nøkur tíðindi heim.”

 

83 Svaraði reysti Ólivart jall,

hann heldur á reyðum skildi:

“Tú skalt ikki, vándi hundsins son,

siga hvat tú higar vildi.”

 

84 Svaraði reysti Ólivart jall

'Raiur han tei Knør':

“Tú skalt ikki, vándi hundsins son,

siga hvat tú gjørdi her.”

 

85 Ólivart jall, við báðum hondum

tekur 'tai Knør' at greiða,

tók hann vánda Langalív

høvur frá búki at sneiða.

 

86 Rólant ríður í Runsival

við Dýrindal, teir kalla,

so rennur blóðið í Runsival,

sum stríðasti fossur at falla.

 

87 So rennur blóðið í Runsival,

sum stríðasti streymur í flóð,

vóru [v]iltir teir javnlingar

hvør reið øðrum ímóti.

 

88 Fram reið reysti Olivart jall

av so tungum fára,

so høgg hann til Rólants hjálm

niður undir hárið.

 

89 Svaraði reysti Rólant jall

formeðalst onga blíði:

“Líkari var tær Ólivart jall

móti heidningar at stríða.”

 

90 Svaraði reysti Ólivart jall,

snarliga hann sær vendi:

“Tilgev mær, mín stalbróðir,

eg teg ikki kendi!”

 

91 “Allar tínar syndir

eg skal tilgeva tær,

sum eg vil á dómadag,

Gud skal tilgeva mær.”

 

92 “Her liggur nú hetta ljóta trøll

mær á vølli hjá,

Hoyr tú, Rólant, frændi mín,

tú fylg mær burtur frá!”

 

93 Rólant livdi longst av teim,

tað var sum Gud vildi,

hann bar allar tólvjavningar

saman á reyðum skildi.

 

94 Tretivu vóru teir marmorsteinar

settir saman í kross,

Rólant setti seg undir ein,

so er greitt fyri os.

 

95 Mikil var tann 'Bleiun' verð

við henda riddaraskaða,

sendir fram ein av heidningum

Rólants lúður at taka.

 

96 Rólant sundur eygun brá,

upp til himmals sá,

hann sló træl við gyltum lúður

heili av høvdi lá.

 

97 “Gott svørð ert tú Dýrindal mítt,

mangt høgdi eg við tær,

tað verður ikki á míni ævi,

tú kemur av hendi frá mær.

 

98 Harri Gud í himmiríki,

veiti mær tað ting,

eingin tekur mítt Dýrindal

uttan mín javnling.

 

99 Harri Gud í himmiríki,

veiti mær tað fram,

eingin tekur mín hvølla lúður

uttan mín ovurmann.”

 

100 Svaraði reysti Rólant jall,

dreingir leggið í minni:

“Nú skal taka mín hvølla lúður

blása í triðja sinni.

 

101 Nú skal taka mín hvølla lúður,

spari ei hart at koyra,

vita um keisarin Karlamagnus

má meg nakað hoyra.”

 

102 Hornið setti hann á sín munn

so fast við miklum móði,

niður skulvu drykkjusteyp

á keisarans borði stóðu.

 

103 Hornið setti hann á sín munn,

tað var hægsta sút,

so blæs Rólant, kongsins frændi,

tá gekk heilin út.

 

104 Svaraði Nemus hertugin,

fyri borðinum sum hann gongur:

“Nú blæs Rólant, kongsins frændi,

dvøljist ikki longur!”

 

105 “Taka skal vánda Gýðin jall.

leggja hann í band,

harðan skal hann deyðan fáa,

komi eg av lívsland.”

 

106 Fóru í sína ringabrynju,

allir við konginum fóru,

søgdu so hinum góða nátt,

øllum sum eftir vóru.

 

107 “Rólant var mín systurson,

Gud bjóð mær honum bøtur,

kemur hann ikki til Fraklands aftur,

eg bjóði tað ikki bøtur.

 

108 Olgar skal vær formaður vera,

raskastur er av dreingjum,

nú skal høgga dúgliga um stund,

standa væl og leingi,”

 

109 Tá ið teir komu í Runsival

‑ so er sagt os frá ‑

tá var eingin so harðhjartaður,

ikki feldi tár.

 

110 Svaraði Olgar danski,

tað sigi eg tær enn:

“Vær kalla slíkir menn bleytir at vera,

sum gráta um deyðar menn.”

 

111 Miklan beið eg skaðan ígjár,

Gud bjóði mær hann bøtur,

misti Rólant, frænda mín,

og aðrar dreingir 'beadar'.

 

112 Miklan beið eg skaðan í gjár,

Gud bjóði mær hann bót,”

so reið keisarin á líkið fram,

hann myntist við hond og fót.

 

113 Tað var keisarin Karlamagnus,

talar til sveinar tvá:

“Takið mær tann búgvin brand,

Rólant heldur á!”

 

114 Aftur koma sveinarnir,

teir søgdu honum frá:

Hoyr tú, keisarin, harra mín,

vit kunnu hann ikki fáa!”

 

115 Svaraði kleisarin Karlamagnus,

hann heldur á gyltum mæka:

“Tá ið hann var í lívinum,

hann var ikki góður at taka.”

 

116 Tað var keisarin Karlamagnus,

steig úr saðilvond,

tað er mær á sannheit sagt,

leysur lá brandur í hond.

 

117 Søtur var tann svøvnurin,

Karlamagnus fekk,

blíður var tann eingilin,

í dreymar fyri hann gekk.

 

118 “Hoyr tað keisarin Karlamagnus,

mæl tær ongan kvíða,

tú skalt fáa tær Olius

at hevna skaða tín!”

 

119 Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

tað sigi eg tær enn,

tá ið tú kemur í markina,

tá sært tú tríggjar menn!

 

120 Tú loyp fram um tann eina,

tú loyp fram um teir tvá,

tá ið tú sært tann triðja,

høgga skalt tú tá!”

 

121 Mikil var tann bønin,

Karlamagnus bað,

sólin stóð í tríggjar ættir

eftir nóns dag.

 

122 Mikil var tann bønin,

Karlamagnus beið,

sólin stóð í tríggjar ættir,

dagurin aldri leið.

 

123 Sólina bað hann standa í stað,

dagin aldri líða,

so hevndi keisarin Karlamagnus

tólvjavningar sínar.

 

124 Eg veit eina rímuna,

sum meg má rættan minnast,

keisarin og Marsilius

møttust teir á sinni.

 

125 Eg veit eina rímuna,

so er sagt fyri mær,

hann hevði sær átjan hundrað,

slíkt hevði hann við sær.

 

126 Eg veit eina rímuna,

so er greint fyri mær,

hondskeftað øksina,

læt hann smíða sær.

 

127 Marsilius kongurin

sínum svørði brá,

sjálvur Gud av himmiríki,

lívdi hinum tá.

 

128 Sjálvur Gud av himmiríki

lívdi hinum tá,

heiligt ljós av himli kom,

so hann einki sá.

 

129 Tað var keisarin Karlamagnus

sínum svørði brá,

tað var mær á sonnum sagt,

tá beit betur á.

 

130 Tað var mær á sonnum sagt,

tá beit betur á,

hann høgg Onglands kongin

av um kníggi tá.

 

131 Marsilius kongurin

læt ei á sær finna,

setti stubban niður í jørð,

bardist ikki minni.

 

132 Tað var keisarin Karlamagnus,

upp til himmals sá:

“Sanni Gud av himmiríki,

send os nú gott ráð.”

 

133 Løgdu teir fyri Onglands kong

fimtan búkar deyðar,

tá læt hann til jarðar 'loia',

tað gjørdi hann treyðugt.

 

134 Keisarin ríður í Runsival

við sítt skeggið hvíta,

tað var eingin av heidningum,

mót honum tordi at líta.

 

135 Summir flýddu á sjógvin út,

summir á stórar áir,

so var sagt at kristnir menn,

teir brúktu lítlar náðir.

 

136 Tóku teir allar tólvjavningar,

førdu til Jórsalaborg,

keisarin lá tá tólv mánar

sjúkur av teirri sorg.

 

137 Tóku teir vánda Gýðin jall,

gjørdu við hann tað versta,

so tóku teir hans arma kropp,

slitu hann millum hestar.

 

CCF 106-VI H

TSB E 28

 

Handrit: Handritið hjá Reventlow Ny kgl. Saml. 1928, fol. Nr. 5, s. 18.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 106

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 106.

 

Heimild: Helst úr Fugloy: Zacharias Michelsen, Sakaris har Norð (1814-1878), Kirkju, um 1840.

 

E 28 Runsivals stríð (Roland is killed in the battle of Ronceveaux)

Frábrigdi: A og F: sí endan av TSB E 26. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.

At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara.

Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall.

á føroyskum: CCF 106 Runsivals stríð (bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnusar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019