• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Viljorm Kornus

 

B.

 

CCF 106-VII B

 

1 Keisarin situr í hásæti

við knektar sínar og sveinar,

tá var ikki eftir av hansara kempum

[uttan] Viljorm Kornus eina.

 

Stígum fast á tað gólv,

sparum ei vár skó,

Gud skal ráða, hvar vit drekka

onnur jól!

 

2 “Grána tekur høvur títt,

elli tekur at boyggja,

tá ið vit stóðu í heidnum stríð,

tá var mær blóðig troyggja.”

 

3 Viljorm steig frá borði upp,

hann út av borgini gongur:

“Vitið tað, keisarin Karlamagnus,

eg tæni tær ikki longur!

 

4 Nú er tíð til frið at venda,

kasta jarn og stál,

eg skal meg í klostrið inn

at betra mína sál.”

 

5 Ábati stendur á klostraborg,

sær hann út so víða,

sær hann Viljorm, keisarans kempu,

har á klostrið ríða.

 

6 Ábati gongur at klostradurum

á tí sama sinni:

“Vælkomin, Viljorm, keisarans kempa,

vilt tú í klostrið inn?”

 

7 “Nú er tíð til frið at venda,

angur hjartað bindur,

eg vil meg í klostrið inn

at betra mínar syndir.”

 

8 Tað brast eingin dagur av,

teir hoyrdu klokkur ringja,

Viljormur lærdi í klostrinum

bæði at lesa og syngja.

 

9 Abati gongur til Viljorm sterka

alt fyri uttan ekka:

“Tú skalt fara í staðin inn

at keypa mat og drekka.”

 

10 “Hoyr tú, ábati, klostrahøvding,

tað skalt tú mær ráða,

vil nakar taka mína veitslu burtur,

tori eg hann at sláa?”

 

11 “Tú skalt halda klostraboð,

sum allir munkar fáa,

so leingi tú hevur títt brókabelti,

skalt tú ongan sláa.”

 

12 Viljormur tók sín fingurring,

hann stakk í beltið inn,

so fór hann við rossi einum,

so ivrigt var hans sinn.

 

13 Viljormur keypti mat og drekka,

legði á ørsið fríða,

røvarar møtti á miðjari leið,

har mátti hann mót teim stríða.

 

14 Tjóvarnir tóku mat og drekka,

inntil einki var eftir,

Viljormur hugsar við sjálvum sær,

ei verða munkar mettir.

 

15 Viljormur rópar á tjóvarnar:

“Tit eru býttir menn,

tit hava tikið tað ringasta,

tað besta er eftir enn.

 

16 Síggja tit ikki henda reyða ring,

í mínum belti situr,

meira er hann verdur

enn alt tað, ið rossið flytur.”

 

17 Tjóvarnir løgdu á Viljorm hond,

teir spennið sundur stukku,

slitu av honum brókabeltið

teim sjálvum til tunna lukku.

 

18 Viljormur treiv um rossatjógv,

so er sagt ífrá,

rykti hann tað úr kroppi út,

sum tað hevði verið strá.

 

19 Viljormur sló við rossatjógvi

av so miklum móði,

niður slerdi hann tjóvarnar,

teir deyðir á vølli lógu.

 

20 Viljormur samlar føðslu saman

á tí sama sinni,

tá ið hann kom at klostradurum,

tá var eingin inni.

 

21 Viljormur gongur í allan dag,

sum maðurin er hann prúður,

hitti fram á húsið tað,

sum Grírnur á skógi býr.

 

22 “Hoyr tú, Grímur, góði maður,

kann eg hjá tær vera,

alt tað gagn, ið eg formái,

tað skal eg tær gera!”

 

23 Viljormur kom á skógin heim,

gekk í húsið inn,

fyri sat hann Grímurin,

hann bar so bleikan kinn.

 

24 “Hoyr tú, Viljormur, góður maður,

her eru tíðindi svørt,

heidningar eru í landið komnir,

keisaran heimsókn gjørt.

 

25 Keisarin hevur tapt tvey stríð,

tað triðja skal nú standa,

vit eru skrivaðir allir menn,

sum eru í hesum landi.”

 

26 “Hoyr tú, Grímur, góður maður,

tú ber ikki fyri tær kvíðu,

vilt tú læna mær skjøld og svørð,

so skal eg fyri tær stríða.”

 

27 Viljormur reið í stríðið fram

alt foruttan vanda,

gav seg undir tann banara,

sum Grímur átti at standa.

 

28 Heidni kongur, kempan reyst,

honum kann eingin ráða,

hann hevur allar til deyða sligið,

mót honum torir eingin vága.

 

29 Tað var reysti Viljorm Kornus,

sínum svørði brá,

sundur kleyv hann háls og herðar,

so høvur á vølli lá.

 

30 Svaraði keisarin Karlamagnus,

sat á ørsi fríða:

“Hvør skuldi tonkt, at Grímur á skóg,

hann var so fiksur at stríða?”

 

31 Svaraði ein av sveinunum,

honum reið fram hjá:

“Ongum er hann líkari

enn Viljorm at sjá.”

 

32 So tók hann tað høvur upp,

bar á Grímurs fund:

“Har skalt tú síggja kongsins høvur

av teim heiðin hund.

 

33 Hoyr tú, Grímur, góði maður,

ger sum eg teg biði,

far tú teg til keisaran

og sig, tú hevur hann sligið?”

 

34 Grímur stendur á hallargólvi,

reyður er hann sum blóð:

“Tú hevur lovað honum greivadømi,

tann sum kongin sló.”

 

35 Svaraði keisarin Karlamagnus,

litir ið hann brá:

“Nógv er hvokkin Grímur á skóg,

síðan hann kongin vá.

 

36 Fyri tann skyld tú kongin vá,

skalt tú greivi vera,

tú skalt hava greivadømi,

riddaranavnið bera.”

 

37 Greivin livdi í nøkur ár

bæði við tukt og sinni,

ofta ynskti hann Viljorm væri

í sínum húsi inni.

 

38 Greivin lá í síni song

glaður foruttan vanda,

sýntist reysta Viljorm sterka

fyri sær at standa.

 

39 “Minnist tú nakað á haruna,

vit í markini ótu?

eg liggi deyður á fløtuni,

sum vit saman sótu.”

 

40 Greivin liggur í síni song,

lystir ei longur at vaka,

aftur kom hann Viljormur,

í hondini bar hann staka.

 

41 Aftur kom hann Viljormur

við eini stong í hendi,

klípti hana í høvdið niður,

sviðan greivin kendi.

 

42 “lnnarlaga í steinstovu

í tí klostraborg,

har skalt tú grava mín deyða kropp

og bera so onga sorg.”

 

43 Greivin sprakk úr síni song,

tá hann hevði droymt:

“Vreiður er nú Viljormur,

tí eg havi hann gloymt.”

 

44 Greivin fór við nógvum fylgi

Viljorms lík at finna,

gróv hann tað í kirkjuni

í klostraborg har inni.

 

45 Eingin hevur so reystur verið,

deyðanum má jú fylgja,

verðins lív forkortast snart

sum ein havsins bylgja.

 

CCF 106-VII B

 

Handrit: Koltursbók . Fróðskaparsetur Føroya.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 116

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 134.

 

Heimild: Úr Koltri: Thomas Samuel Peder Rasmussen (1822 -1908), Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019