• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólivars kvæði

 

 

CCF 106-X

Einki TSB-nr.

 

1 Árla var um morgunin,

tá ið sólin roðar í ský,

tá kom maður ríðandi

at Karlamagnus bý.

 

2 Árla var um morgunin,

tá ið sólin roðar í fjøll,

har kom maður ríðandi

til Karlamagnus høll.

 

3 Maður kom í hallina inn,

mikil var hann og bjartur,

hann gekk tætt til keisaran

við búgvum brandi glarta.

 

4 Leggur hann svørð á keisarans knæ

og hevur tað fyrst við orði:

“Hvaðan eru teir miklu menn,

sum sita her við borði?«

 

5 Hetta eru keisarans bestu menn,

sum kempur kalla á sinni,

teir halda vakt um moyggjasal

bæði úti og inni.”

 

6 Keisarin lesur tær kristnu lærur,

tá yppaðist einki betri:

“Hvaðan ert tú sigldur út,

tú tín hin heidni *rekki?”

 

7 “Eg eri komin úr heidnum londum,

at finna keisar Karl,

síggja hansara bestu menn

og stríðast við Rólant jall.”

 

8 Upp leyp keisarans systurson,

heitir á Ólivar hendur:

“Vilt tú ikki kristna teg,

so verður tú aftur vendur.”

 

9 Svaraði reysti Ólivar jall,

tann hin heidni drongur:

“Eg kristnist ei á hesum sinni,

eg viti nú hvussu gongur.”

 

10 Rólant tekur Dýrindal

í báðar sínar hendur,

høggur til hjáln á Ólivar,

sprettir um hansara 'lendur'.

 

11 Ólivar brá tí bitra brandi,

av ilsku sárið kendi,

høggið bar til Rólant jall,

men snarliga frá tí vendi.

 

12 Teir tumblaðust út av keisarans høll

bæði við knak og brak,

komu á tann víða vøll,

sum herin skal halda sak.

 

13 “Har skulu vit nú halda leik,

vilt tú teg ikki kristna,

tað verður fyrst á einum sinni,

um enn eg lati tað 'Risna'.

 

14 Eg kenni væl keisarans systurson,

er gjørdur fullgóð treystur,

so tá allar keisarans menn,

bæði ríkar og reystar.”

 

15 “Her skal gjalda høggini tung,

bresta við hørðum streingi,

tað má kosta høvur títt,

eg kristni teg ikki leingi.”

 

16 So tók Rólant Dýrindal,

reiggjar av mikli fart,

høgdi tá pá Ólivar jall,

hann gav honum sárið stórt.

 

17 Ólivar jall hevur sárið fingið,

ei stendur tað til bót:

“Høggi eg tað annað høgg,

so fellur tú deyður for fót.

 

18 Vilt tú ikki kristna teg,

keisaran ganga til handa,

vita skalt tú, Ólivar jall,

tú sleppur ei úr vanda.”

 

19 Svaraði reysti Ólivar jall,

heldur á reyðum ringi:

“Eg skal lata kristna meg

við keisarans herjatingi.”

 

20 Leiddur varð hann Ólivar jall

í keisarans borgarhøll,

við honum fylgdust hundrað menn,

har hoyrdist tungan snjøll.

 

21 So kristna teir Ólivar jall,

tað gekk tá eftir vilja,

fimtan spor av múri leyp,

hann bað, teir máttu dylja.

 

22 So kristna teir Ólivar jall,

prestar at lesa og syngja,

hoyrast mátti langan veg,

tá ið klokkur tóku at ringja.

 

23 Nú er kristin Ólivar jall,

hann vil ei heidningar 'suiia',

hvar teir koma um londini,

so biður hann móti stríða.

 

24 Hetta saknaðu heidningar,

eftir tí Ólivar jall:

“Hann hevur latið kristna seg

innan keisarans hall.

 

25 Hann hevur latið kristna seg,

gjørt os tað ímóti,

snaran skal hann deyðan fá,

kemur hann fyri spjótið.”

 

26 Vreiðir gjørdust heidningar,

teir skelva við heitum liða(!),

hvessa bæði skjold og spjót

fara so út at ríða.

 

27 “Farið tveir fyri keisaran,

berið honum boð av sonnum.

hann skal ríða í dalin fram

at stríðast mót heidnum monnum!

 

28 Ikki skal hann Ólivar jall

njóta av tí arvi,

tí hann helt til keisaran

undir tað krókuta 'blabrvi'.”

 

29 Gingu so fyri keisaran,

søgdu so satt ífrá:

“Tær skuluð ríða í dalin fram,

har skal stríðið stá!”

 

30 Snarliga klæddist keisarin,

valdi sínar menn,

Ólivar jallur fyrstur og fremstur,

ríður nú líka enn.

 

31 Tá ið teir komu í dalin fram,

sóu teir heidningar ríða,

har leyp hvør sum sterkastur,

hvør vil ikki øðrum bíða.

 

32 Stóran sóu teir heidnan her,

klettar skulvu úr fjøllum,

ikki óttaðist Ólivar jall

at ríða ímót teim øllum.

 

33 Rólant jall og Olgar danski,

mangir garpar reystir,

sum ikki verða her á navni nevndir,

gjørdir úr gívrum treystir.

 

34 Tá ið teir komu í dalin fram,

vóru sum grimmir úlvar,

sóu allar heidningar,

tróðu jørð til kúlva.

 

35 “Ver vælkomin, Ólivar jall,

gongur tú os til handa,

keisarin skal í gálgan upp,

men Rólant út á brandar.

 

36 Olgar skal í tornið inn,

sum hann er vanur at sita,

tú skalt víkja frá keisaranum,

so fært tú betur at líta.”

 

37 Vreiður gjørdist Ólivar jall,

hann stóð við svørði búgv:

“Fyrr skal rivna dalar og fjøll,

enn eg falli úr trúgv.”

 

38 Snarliga leyp tann heidni kongur,

tá ið hann hoyrdi Ólivars orð,

sendi so út tann fyrsta her,

við breiðum skjoldum fór.

 

39 Fyrstur reið hann Olgar danski

í heidnan herin fram,

hundrað feldi hann heidningar,

sum tá mót honum rann.

 

40 Næstur reið tá Ólivar jall,

Rólant sjálvur á baki,

teir kundu mangar heidningar

snart av lívi taka.

 

41 So hevði gjaldið høggini tung,

mongum øgdist at síggja,

allir máttu heidningar

inn her fyri kongin flýggja.

 

42 Gingu so fyri kongin inn

at siga honum frá:

“Vær hava staðið í hørðum stríði,

ikki kann bíta á.

 

43 Raskir eru keisarans menn,

teir kunnu væl leika við brandi,

Ólivar jall og Olgar danski,

slíkir eru ikki í landi.

 

44 Ei kunnu vit teim neisir vinna,

meðan vit lata fara,

so er sagdur Rólant jall,

hann loypur sum hjørtin harða.

 

45 So er sagdur Rólant jall,

hann loypur sum hjørtin harða,

tá ið tit koma í stríð við hann,

taki seg væl í vara.”

 

46 “Nú skal seta út annan her,

mest út av tí besta,

Farakundi og Jakimundur,

teir kunnu so mangan fresta.

 

47 Enn er ein av talinum,

hann ber ein yvir øllum,

hann er ongum líkari

enn tí svarta trølli.

 

48 Hann er ongum líkari

enn tí versta trølli,

hann ber brún og bráðar herðar

stendur upp mót fjøllum.

 

49 Hann ber brún og bráðar herðar,

stendur so upp mót fjalli,

hann kann doyva keisaran

og garpar hansara allar.

 

50 Tá kom aftur tann størsti herur

í manga túsund tal,

slerdi ring mót keisarans her,

um loftið lúta skal.

 

51 Stríðast hart og stríðast skarpt,

leika við brandar nýggjar,

blóðið dreiv í himmal hátt,

og har vil eingin flýggja.

 

52 Stríðast hart og stríðst skarpt,

ei var kátt at elva,

har *galt einki listimet

til frúvarleik at telva.

 

53 Stríðast hart og stríðast skarpt,

alt fyri uttan gaman,

Ólivar jall og svarta trøll,

tá barst báðum saman.

 

54 Har kom fram tann stóri maður,

lagdur við *brandin beyga,

tað hevur verið av sonnum sagt,

var fet ímillum eygun.

 

55 Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á bringu,

neglir eru sum bukkahorn,

og alin fram av fingrum.

 

56 Skeggið er sum sótið svart,

tað stendur niður á belti,

eyguni eru sum tjarnir tvær,

á tenn sum [á] villini gelti.

 

57 Skeggið er sum sótið svart,

tað hongur niður á kníggja,

ikki óttast Ólivar jall

mót slíkum trølli at síggja.

 

58 Tað var hetta ljóta trøll,

av vreiði tekur at springa:

“Nú skal eg teg, Ólivar jall,

við hvøssum stongum stinga.

 

59 Reistist so av alvi upp,

brá tá stong í hendi,

sipaði so í veðrið upp,

eftir Ólivar rendi.

 

60 Undan brá seg Ólivar jall,

heitan hjálmin kendi:

“Harra Gud av himmiríki

hann styrki mítt svørð í hendi.”

 

61 Ólivar tók at høgga tá,

sum reystir keisars menn,

ikki kundi hann longur vinna,

hann kleyv hann niður í tenn.

 

62 Ikki kundi hann longur vinna,

svørðið tað stóð í tonnum:

“Má tað vera tann frægari

av øllum kongsins monnum?”

 

63 Olgar høggur við Breiðfelt svørði,

tá gall mikil mæki,

fullu fyri honum niður

hundrað tylvtir á baki.

 

64 Olgar høggur við Breiðfelt svørði,

tað gellir í bein og hjarta,

heitur eldur á herðum brann,

frá heidning[in]um tí svarta.

 

65 Tá kom kempan Jákimund.

bar høvur yvir allar:

“Eg kalli tað einki roysni at vera,

at sláa gamlar kallar.”

 

66 “Skammast mást tú Jákimund,

hevur tá valt út kallar,

teir skuldu ligið í øskuni,

har sum grísir falla.”

 

67 “Grískir eru teir heidningar,

sum koma út at stríða,

hvar er danski Olgarin,

sum eg skal móti ríða?”

 

68 Jákimund høgdi í hamars tong,

tá skulvu jørð og steinar:

“Kom nú, Olgar, fyri banan mín,

nú skal eg hann royna!”

 

69 Olgar tekur Breiðfelt svørð,

upp í veðrið brá,

tríggjar alin brynjan støkk

av Jákimund kempu tá.

 

70 Har var bæði rumbul og stríð,

har vil eingin spara,

blóðið rann úr Jákimundi

sum stríði streymur til jarðar.

 

71 Justamund, Jákimunds bróðir,

nógv hevði hann at gera,

hitti keisarans sælu dóttur,

undir teim borgum bera.

 

72 Tekur hann fatt á keisarans dóttur,

rívur av henni klæði,

verja vil hon seg manniliga,

við hørðum tókust bæði.

 

73 Tekur hann fatt á keisarans dóttur,

ger við hana vold:

“Líkari var tær, Justamundur,

staðið mót Olgars skjold.”

 

74 Stríðist hann við keisarans dóttur,

við ongum sigur at vinna:

“Verða vit bæði við stríði leingi,

so skulu vit saman finna.”

 

75 Stríðist hann við keisarans dóttur,

biður tá hana lova:

“Eftir mínum vilja og ráð

hjá mær sjálvum sova.”

 

76 Svaraði væna keisarans dóttir,

hon hevði so mikið vovað:

“Tað náir eingin heiðin hundur

her hjá mær at sova.”

 

77 Tað var væna keisarans dóttir,

væl kundi hon seg verja,

ikki tordi Justamundur

longur á hana herja.

 

78 Olgar stríðist við Jákimundi,

so er hvør við sítt,

blóðið rennur til jarðar niður

rætt sum [í] streymi strítt.

 

79 Møttust teir í stríði,

blóðið dreiv úr báðum,

Olgar begynnir at høgga til

við mongum góðum ráðum.

 

80 Tað var Olgar danski,

hann beint í veðrið stardi:

“Nú skal høgga sum forðum var,

tá ið keisar Karl meg lærdi.

 

81 Nú skal eg við breiðum skjoldi

eftir keisars vilja,

taka teg við miklum alvi,

sundur í lutir at skilja.”

 

82 Olgar gevur høggið stórt,

tá skulvu borgir og lundir,

so høgdi hann Jákimund

av um miðju sundur.

 

83 Tað var Olgar danski,

hann gjørdi tað ei av neyð,

so tók hann tann heidna hund

og skildi hann sundur í tvey.

 

84 Tað var Olgar danski,

hann seg tilbaka vendi,

tá kom heidni Justamundur

við stórum hamar í hendi.

 

85 “Tú hevur sligið bróður mín,

eg skal teg einki takka,

henda sama hamarin

skalt tú her fá at smakka.

 

86 Tú hevur dripið bróður mín,

tað skal eg aftur gella,

síðan skal eg hamarin

í tínum heysi smella.”

 

87 “Tegið, tú heidni reiðrarungi,

sum frúgvur vil taka við vold,

ofta hevur mætari maður

lami[st] fyri mítt skjold!”

 

88 Justamundur reiggjar høggið til,

'siørt' í eldin fleyg,

rakti mitt á Olgars svørð,

so hamarin gekk í tvey.

 

89 Rakti mitt á Olgars svørð,

so hamarin gekk í tvey,

Olgar høgdi hart ímót,

hann skildi hann sundur í sjey.

 

90 Tað var reysti Farakundi,

ongum hevði hann fyri stúrað,

hann hevði Olgar á hondum tikið,

lagt hann undir mura.

 

91 Hann hevði mangan fanga tikið

og sparað so teirra lív,

tað kann eingin í verðini

at fara mót honum í stríð.

 

92 Ikki kann nakað svørð á bíta,

so hart er kjøt og blóð,

mikil er hann at síggja ímót,        

tá ið hann á jørðini stóð.

 

93 Hann hevur mangan kristnan mann

bæði stungið og sligið,

so hevur hann teir hondum tikið,

út av londum drigið.

 

94 Harra Gud av himmiríki,        

mikil stóð tann makt,        

heidningar sum undan flýddu,

so er frá tí sagt.

 

95 Harra Gud av himmiríki,

mikil var tann pína,

so var sagt, at heidningar

undan máttu dríva.

 

96 Tá stóð upp tann heidningur,

sum Farakundi æt,

hann tók Rólant av jørðini

á hest sín setir aftrat.

 

97 Setir hann Rólant á hestin sín,

ger tað við mesta blíði,

tá sæst tað á Rólanti,         

at hann vildi við hann stríða.

 

98 Reið so burtur frá leikvølli

langan veg har frá,

Rólant skemtar á hestabaki,        

við hørðum tekur á.

 

99 Rólant tekur í skeggið fast

og lesir seg upp á loft,

ikki vikaðist kappin reysti,

nú gerst spælið grovt.

 

100 Ristir hann skegg á Farakunda,

so maktin toldi ei ofta:

“Hoyr tú, Rólant, hvør tú ert,

her gerst nú spælið grovt!”

 

101 Tá ið Rólant hetta sá,

hann tekur at hvessa mæka:

“Harðir eru slíkir garpar

her við hondum at taka.

 

102 Harðir eru slíkir garpar,

fáur má tær lova,

so var Kundi av maktini 'sveka',

fúsur er til at sova.

 

103 “Hoyr tú, Rólant, lítil mann,

tað skal eg tær lova,

tú skalt høgga, hvøssu tú vilt,

meðan eg gangi at sova!

 

104 Høgg meg bak, og høgg meg for,

høgg so hvat, ið kann,

ikki bítur á mínum kroppi,

hvøssu tú strýkur fram!

 

105 Tað var mær í forðum spátt,

tá ið eg var eitt barn.

hvørki skuldi eg óttast fyri

stáli ella *jarn.

 

106 Tað var mær í forðum spátt,

tá ið eg gekk á gólvi,

taka til mítt egið svørð

og stinga í mín nalva.

 

107 Mær kann einki bíta á,

so er borið á alvi,

uttan at taka mítt egið svørð,

renna í mín nalva.”

 

108 Tað var Farakundi,

hann legðist á grønan vøll,

Rólant tekur ein stóran stein

og leggur undir hans høvd.

 

109 Leggur hann henda stóra stein,

fast undir hálsin rakar,

Rólant hugsar við sjálvum sær:

“Nú skal betur taka.”

 

110 Steinin hann undir høvdið legði,

so er frá tí sagt,

ei visti hann av svikunum,

hvat ið Rólant hevði í akt.

 

111 Svaraði Farakundi

av so tungum móði:

“Tað síggi eg á sjálvurn tær,

tú ert av aðalblóði.”

 

112 “So eri eg av alvi borin,

staðið í stríði og vanda,

eg eri keisarans systursonur,

higar úr Fraklandi.”

 

113 Snarliga tyngdi honum tá,

hann kundi ei uppaftur líta,

Rólant fór eftir svørðinum,

at vita, sum best kann bíta.

 

114 Rótið hoyrist langan veg,

neistar úr nøsum fúka,

Rólant tók sín búgvin brand,

ei var mjúkt at strúka.

 

115 Rólant tekur tá Dýrindal,

upp í veðrið brá,

snarliga ætlaði hann

at høgga hansara høvur frá.

 

116 So var høggið væniligt,

sum mangur mundi á líta,

ikki kundi Dýrindal

á hansara hálsi bíta.

 

117 Tað var reysti Rólant jall,

letur tá hálsin berja:

“Doyr hann ikki sovandi,

vakandi doyr hann verri.”

 

118 Rólant høggini falla letur

bæði mong og tung,

ikki vaknaði tann heidni upp,

um hann hevði verið ungur.

 

119 Rólant gevur høggini

bæði títt og langan,

ikki bítur á hálsinum,

hvussu hann letur ganga.

 

120 Rólant tekur at spretta upp

hjálm og brynju frá,

beran hevði hann nalvan fingið,

og har skal bíta á.

 

121 Tekur hann so til svørðið tað,

átti tann heidni hundur,

lítið kundi hann reiggja við,

so var hamari tungur.

 

122 Rólant gav so stórt eitt rend,

við hørðum 'aidra tæl',

høggið kom í nalvan inn,

ígjøgnum ryggin skar.

 

123 Hann vaknaði upp við køldum dreymi,

tá ið svørðið stóð fast í miðju,

har lá hann so slættiliga,

rætt sum torusligin.

 

124 Tungan tók at tala,

tá ið blóðið rann á vølli:

“Hevði eg vitað av svikinum,

maður var eg yvir øllum.”

 

125 Tungan tók at tala

bæði hart og skarpt:

“Takk, mín gudur *Mahomet,

nú doyggi eg snart.”

 

126 Rólant tekur bæði skjoldini,

so heim 'tæ' aftur at ríða,

tá ið hann kom á dalin fram,

sá hann einki at stríða.

 

127 Tá vóru flýddir heidningar

út av keisarans landi,

Olgar danski og hinir allir

fúsir eftir teim ganga.

 

128 Tá Farakundi deyður var,

sum høvur bar yvir øllum,

hann hevur ongum líkari verið,

enn teim verstu trøllum.

 

129 Saknur var í Farakundi,

sum høvur bar yvir allar,

so var, sum tað heidna liðið

alt var frá tí fallið.

 

130 So var, sum tað heidna liðið

alt var frá tí vigið,

hann hevði manga kristna kempu

snart av lívið tikið.

 

131 Nú eru deyðir heidningar,

sumt var flýtt av landi,

drivu so aftur fyri Onglands kong

við sorg og tungan *vanda.

 

132 Ólivar leyp yvir dalin fram,

tað var maður lættur,

so var maður lættur tá,

verkið stóð í hætti.

 

132 Eg veit tað í ævini,

sum fyrr var lagt í minni,

keisarin eigur ein ungan son,

sum telva fór á sinni.

 

133 Ólivar leyp yvir dalar og fjøll,

tá var hann so lættur,

so var sagt, at høvdingar

teir sóust ikki aftur.

 

134 Summir vóru flýddir,

summir deyðir við skjoldi,

takka má eg Ólivar jall,

sum hetta stríðið voldi.

 

135 Kvøðið er um henda leik,

sum allar ævir skal venda,

hetta kallast Ólivar kvæði,

nú er komið til enda.

 

CCF 106-X

Einki TSB-nr.

 

Handrit:  Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, no. 8, s. 46.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 124

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 173.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019