CCF 106-XII
Einki TSB-nr.
1 Keisarin situr í hásæti,
tekur sítt lið at kanna:
“Vitið tær nakran í verðini
vera mín yvirmann?”
2 Svaraði ein av sveinunum,
svarar honum ann:
“Væluvant av Sakslandi
hann er tín yvirmann.”
3 Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann letur av reiði renna:
“Er hann ei mín yvirmann,
tú skalt á báli brenna.”
4 Keisarin talar til sendiboð:
“Tú skalt nú útríða,
bið hann kongin Væluvant
mót mær í lundum stríða.
5 Tú skalt bera honum boðini tey
alt foruttan vanda,
at Lindarheiði við heiðinskóg
har skal stríðið standa.”
6 Burt reið keisarans sendiboð,
hann dvaldist ikki leingi,
tá ið hann kom á heiðin skóg,
tá møtti hann kongsins dreingir.
7 Út reið keisarans sendiboð,
man meg minna enn,
tá ið hann kom á skógvin út,
tá sá hann tógva menn.
8 Svaraði annar av heidningunum,
stóð við eina lind:
“Hví ríður tú so skundiliga,
sum um teir dríva hind?”
9 Svaraði keisarans sendiboð,
so tók hann uppá:
“Tað er keisarin Karlamagnus
hagar stevnir á.”
10 Sveinur so til orða tekur,
letur so orðum svara:
“Eg eri keisarans sendiboð,
fyri Sakslands kong at fara.
11 Keisarin hevur sent meg út,
sum gitið man vera víða,
býður hann honum á markir fram
ímóti sær at stríða.”
12 Svaraði annar av heidningunum,
allur í gulli skín:
“Vit hava somu orð og brøv
til keisaran, harra tín.”
13 Síðan fóru sendiboð,
hvørt til sína landa,
gingu so í hallir inn
fyri breiða borð at standa.
14 Inn kom keisarans sendiboð,
reyðargull bar á hendi:
“Her eru brøv av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi.”
15 Kongur tók við brøvunum,
reyðargull bar á hendi:
“Alt eru somu orðini,
sum eg til Fraklands sendi.
16 Tú ríð teg aftur til harra tín,
tú ber honurn boð til handa,
eg eri so glaður at sláast mót honum,
ið hvar vit møtast í landi!”
17 Svaraði kongurin Væluvant,
heldur hann sær at gamni:
“Eg eri so glaður at sláast mót honum
sum brúður at taka í favn.
18 Tú ríð teg aftur til harra tín,
og ber honum boð fyri borð,
dagar tólv í taldari tíð,
eg kvitti á Frakland norður!”
19 Inn kom kongsins sendisvein,
gull fyri brósti bar:
“Her eru brøv av Saksland,
kongi veit tú svar!”
20 Keisarin tók við brøvunum,
tókti tað ei vera mikið:
“Nú vil kongurin Væluvant
royna góðar gripir.”
21 Keisarin talar til sendiboð:
“Tú sig tínum harra frá,
at Lindarheiðið við heiðin skóg
har skal stríðið stá!”
22 Út reið kongsins sendisvein,
sum gitið man vera leingi,
tá ið hann kom á heiðin skóg,
tá møttu teim keisarans dreingir.
23 “Tú ert komin um djúpan dal
aftur á skógvin enn,
fimur ert tú í tíni ferð
sum aðrir keisarans menn.”
24 Svaraði kelisarans sendiboð,
hann sá fram eftir gøtu:
“Eingin er hann á Sakslandi,
ið keisaranum torir møta.”
25 Svaraði annar av heidningum,
á grønum vølli stendur:
“Fimur ert tú í orðum tínum,
hevur tú líkar hendur?”
26 Út reið keisarin Karlamagnus
eina morgunstund,
honum fylgdu átjan hundrað
gjøgnum grøna lund.
27 Út reið kongurin Væluvant,
tað var so vant at geira,
so reið hann á heiðin skóg,
tað fylgdi honum hálvum meira.
28 Árla var um morgunin,
sólin roðar á leið,
møttust har á Lindarheiði
harðir gripir tveir.
29 Teir riðu saman á grønum vølli,
tað orna tók á holdi,
hoyrast mátti langan veg,
sum brandar gella á skjøldi.
30 Keisarin ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
niður fellir hann Sakslands menn,
tíggju fyri hvørji sipan.
31 Væluvant ríður í herin fram,
snarliga hann sær vendi,
eingin var hann av keisarans monnum,
ið stóð honum høgg av hendi.
32 Væluvant ríður í herin fram,
goystir gyltar gjørðir,
tríati sló hann av keisarans monnum,
teir fullu so deyðir til jarðar.
33 Keisarin talar til sínar menn,
hann biður teir høgga og stinga:
“Lat ikki leiðar heidningar
so kristnan her umringa!”
34 Fram reið reystur Gíslar ungi
av so góðum treysti,
tríggjar sló hann heidningar,
teir sturtaðu deyðir av hesti.
35 Fram reið Hjálmar heidningi
av so reiðum huga,
hann kleyv Gíslars búk og brynju
niður í saðilboga.
36 Keisarin talar til sínar menn,
biður teir høgga og stinga:
“Lat ikki leiðar heidningar
so kristnan her umringa!”
37 Fram reið reystur Klárus ungi
í tann heidna her,
hann sló til Tannar heidningan,
so deyður fell hann til jørð.
38 Tað sá hann Hjálmar heidningin,
hann læt tá aftur venda:
“Harðan skalt tú deyðan tola
av míni høgru hendi.”
39 Hjálmar læt tá aftur venda,
hann var ein kempa von:
“Harðan skalt tú deyðan tola
tú vá mín systurson.”
40 Hjálmar gav so vænt eitt høgg
av so góðum treysti,
hann kleyv reystan Klárus unga
hartil saðil og hest.
41 Hjálmar ríður í keisarans her,
gøtur gjørdi hann víðar,
tað var eingin kristin kempa,
ið tordi honum høgg at bíða.
42 Keisarin talar til sínar menn,
biður teir høgga og stinga:
“Latið ikki leiðar heidningar
so kristnan her umringa!”
43 Fram reið ungi Ásmundur
Hjálmari ímóti,
Hjálmar hevði sín brand á loft,
hann bar hann burt við spjóti.
44 Svaraði Hjálmar heidningi,
vant er slíkt at geira:
“Hvør sum mær í víggi møtir,
skal ikki liva meira.”
45 Hjálmar ríður í herin fram,
hann vegur til ymsar hendur,
keisarin gerst í huga móður,
í tungum víggi stendur.
46 Keisarin ríður á grønum vølli
upp til himla sær:
“Harra Gud av himmiríki,
dugna veit tú mær!”
47 Fram reið riddarin Engelland,
keisaranum sigur frá:
“Eg síggi ríða tógva menn,
higar stevna á.
48 Tað eru ikki ein ella tveir,
ið dugna veita í dag,
harra Gud av himmiríki,
dugna veiti tú mær.”
49 Einar ríður í herin fram,
eingin hann tá kendi,
uttan keisarin Karlamagnus,
reyðargull bar á hendi.
50 Einar reið í herin inn
bæði við gleði og gleim,
honum fylgdi eingin annar
uttan hans skjøldarsvein.
51 “Ver vælkomin, mín systurson,”
keisarin mælir á sinni:
“Er tín hugur drístiligur
roysnisverk at vinna?”
52 “Gitin eri eg á Fraklandi
og alin upp við títt borð,
nú skal eg ríða í hernaðin út,”
tað var hans síðsta orð.
53 “Gitin eri eg á Fraklandi
og alin upp av tí besta,
nú skal eg ríða í hernaðin út
at oyða teir bragdir mestar.”
54 Einar reið í heiðin her,
hann vildi ei undan flýggja,
tað fullu so heidningar fyri hans hond,
sum høgl úr tjúkkum skýggi.
55 Einar reið í heiðin her,
kappin tann hin sæli,
tað fullu so heidningar fyri hans hond,
sum høgl úr tættum æli.
56 Hjálmar situr á sínum hesti,
hann lyftir upp hjálmin síða:
“Hvaðan er hann, hin mikla kempa,
so drístiliga man ríða?”
57 Svaraði ein av heidningum,
kempan er hann von:
“Einar er hann at navni nevndur,
keisarans systurson.”
58 Hjálmar reið mót Einari,
hann var í huga fróur,
tað skulvu bæði dalir og fjøll
um allan heiðin skóg.
59 Hjálmar reið mót Einari
av so miklari reiði,
hvørgin læt til jarðar falla,
teir drógu so svørð av skeiði.
60 Hjálmar gav so vænt eitt høgg,
hann var í huga fró,
eldur reyk av svørðinum,
tað lýsir um heiðin skóg.
61 Einar gav so stórt eitt høgg
við síni høgru hendi,
eldur reyk av svørðunum,
so hvørgin annan kendi.
62 Hjálmar hevði sín brand á loft,
tá var dreingjaferð,
hann kleyv Einars blonku brynju,
og sár fekk hann av svørði.
63 Svaraði Einar kempan reyst,
øllum tókti undur:
“Annað høggið gevi eg tær,
tí tú ert heiðin hundur.”
64 Einar spenti hesti til
av so góðum huga,
hann kleyv Hjálmars búk og brynju
niður í saðilboga.
65 Einar situr á sínum hesti,
heldur á blonkum brandi,
hevði hann latið kristnað seg,
hans líki var ei í landi.
66 Einar tokar í herin fram,
hann hevði ei hondum hóv,
so rann blóð í Lindarheiði,
sum streymar í sævarflóð.
67 Keisarin ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
niður fellir hann Sakslands kempur,
tíggju fyri hvørji sipan.
68 Væluvant ríður á grønum vølli,
fyri ongum vildi hann flýggja,
møtti honum Einar, kempan reyst,
í tí tunga víggi.
69 Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi víkja,
høggini geva teir tung og mong,
tey taka í bein at níta.
70 Teir høgga títt, teir líva lítt,
av so góðum huga,
tað var hann kongurin Væluvant,
hann fell fyri saðilboga.
71 Tað var Einar, kempan reyst,
sínum svørði brá,
hann kleyv kongin Væluvant
sundur í lutir tvá.
72 Fram reið kongsins systurson
av so reiðum huga,
Einar hevði hans høvur av,
hann fell fyri saðilboga.
73 Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga fró:
“Deyður er kongurin Væluvant,
hann liggur á heiðin skóg.”
74 Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann hyggur upp til ský:
“Takk havi tú Einar, mín systurson,
so væl tú stóðst mær bí.”
75 Vigið fingu teir átjan hundrað
hartil hálvum meira,
riðu so aftur til Fraklanda,
tað var so vant at geira.
76 Vigið fingu teir átjan hundrað,
tað var teim ei til mein,
keisarin reið til Fraklands heim
við riddarar sínar og sveinar.
77 Vigið fingu teir átjan hundrað,
tað var teim ei til mein,
glaður snúðist keisarin
til sína landa heim.
78 Nú skal leggja niður um stund,
eg skemti ei longur á sinni,
meðan eg taki upp annan tátt,
dreingir leggið í minni!
79 Bragdar situr í hásæti,
reyðargull ber á hendi,
manga hevur hann kempu felt,
hagar skal frøði venda.
80 Bragdar situr í hásæti
frægur av gørpum øllum:
“Vita tit nakran høvding til,
sum møta kann mær á vøllum?”
81 Bragdar situr í hásæti,
tekur sítt lið at kanna:
“Vitið tær nakran í verðini,
vera mín yvirmann?”
82 Svaraði ein av sveinunum,
hann svaraði honum ann:
“Keisarin av Fraklandi
hann er tín yvirmann.”
83 Svaraði annar av sveinunum,
ið tær leggið í minni:
“Keisarin er tín yvirmaður,
tað fært tú at finna.
84 Í fjør vart tú á Blálondum,
tú sló teir risar tríggjar,
frægari maður er keisarin,
tað fært tú at síggja.
85 Í fjør vart tú á Blálondum,
tú sló teir risar tólv,
frægari maður er keisarin,
er mær ei á tí hól.”
86 “Er tað satt og sanniligt,
ið tygur siga fyri mær,
so kvitti eg til Fraklanda,
nátt sum ljósan dag.”
87 Svaraði hans dýra drotning,
hon tykir í honum tættur:
“Kvittar tú til Fraklanda,
neppa kemur tú aftur.”
88 Bragdar situr í hásæti,
hann ræð so orðum svara:
“Eg biði ongan kallmannin
eftir kvinnuorðum fara.”
89 Bragdar læt sítt liðið savna,
tað er so vant at geira,
hann kallar vítt, hann telur títt,
hann hevur ikki meira.
90 Bragdar læt sítt liðið savna,
flótar hersir snýa,
sigldi so í havið út
við skipaflotar fríðar.
91 Bragdar helt í havið út,
hann breiðum skipi stýrir,
sigldi so til Fraklanda
í taldar mánar fýra.
92 Út reið reystur Einar ungi
eina morguntíð,
tvinni sær hann seksti skip
undir grønari líð.
93 Út reið reystur Einar ungi
eina morgunstund,
tvinni sær hann seksti skip
ligggja undir grønari lund.
94 Einar talar til sveinarnar,
hann leit seg upp í ský:
“Ríða aftur til keisaran
og sig honum tíðindi ný!”
95 Sveinur gekk fyri keisaran
úr skjúrtu vant hann sveita:
“Eg síggi fagran skipaflota,
sum her vilja havnir leita.”
96 Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur um stálið stinna:
“Harðir greppir doyva vilja,
um enn teir neisir vinna.”
97 Einar fór á skógvin burt,
sum hann hevði ætlað sær,
so reið hann til keisaran,
áður dimmir á dag.
98 “Tú sit væl, keisarin Karlamagnus,
so glaður á góðari stund,
her liggja tvinni seksti skip
forgylt undir grønari lund.”
99 Bragdar stendur á skipabunka,
heldur á stinnum stáli:
“Hvør skal verða mítt sendiboð,
keisaran finna á máli?
100 Heilir og sælir, mínir menn,
glaðir foruttan vanda,
hvør skal fara til keisaran
og bera honum boð til handa?”
101 Upp steig ein av sveinunum,
Ívar nevna vit hann:
“Eg vil vera títt sendiboð,
fyri keisaran at fara fram.”
102 Upp steig ein av sveinunum,
hann letur so orðum svara:
“Eg skal vera títt sendiboð
og inn fyri keisaran fara.”
103 “Brádliga mær tann skattin lúki,
og hartil einki resti,
tríati tunnur av reyðargulli
enn á hvørjum heysti.”
104 Ívar gekk frá skipum heim,
sigst so til í forðum,
so gekk hann til keisaran
og talaði somu orð.
105 “Her gongur eingin skattur av,”
Keisarin ræð at svara,
“slíkt hevur eingin boðið mær
allar mínar dagar.”
106 Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga reiður:
“Í morgin, tá ið sólin rennur,
eg møti tá honum á leið.”
107 Burtur reið tað sendiboð
við sterkan ódnarsprota,
snarliga skundar hann ferðini
aftur til skipaflota.
108 “Tú sit væl, reystur Bragdar kongur,
glaður av skálum drekkur,
keisarin er í huga reiður,
hann vil ikki undan røkka.
109 Tað svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga reið,
í morgin, tá ið sólin rann,
hann møtti mót tær á leið.”
110 Bragdar stendur á skipabunka
eina morgunstund:
“Nú skal knørr at landi leggja
undir grønari líð.”
111 Bragdar stendur á skipabunka
eina morgunstund:
“Nú skal knørr at landi leggja
undir grønari lund.”
112 Teir løgdu skip í sævargrein,
rætt sum logar bresta,
ríða so til hallar heim,
albrynjaðir hestar.
113 Bragdar reið í herin fram
av so góðum treysti,
tríati sló hann raskar kempur,
so tær fullu deyðar av hesti.
114 Bragdar reið í herin fram
av so reiðum huga,
átta vá hann reystar kempur,
tær fullu fyri saðilboga.
115 Bragdar reið í herin fram,
reiður og ikki blíður,
tríati feldi hann mannakroppar,
hálvum meira ríður.
116 Bragdar reið í herin fram,
glaður av síni lund,
tríati feldi hann mannakroppar
eina so lítla stund.
117 Fimmti feldi hann mannakroppar,
harðar og treystar gripir,
so reið Bragdar fyrsta dag
aftur at sínum skipi.
118 Keisarin reið til hallar heim,
hann tók sítt lið at kanna,
saknaðist av sínum valdra liði
væl eitt hundrað manna.
119 Keisarin talar til Einar unga,
hann sat í stóli niðri:
“Tú skalt ríða í morgin út
við hálvum mínum liði.
120 Hoyr tú, reystur Einar ungi,
tú skalt fyri ríða,
eg skal koma á bakið hans
og skeina hans brynju víða!”
121 Árla var um morgunin,
sólin skein á høll,
leggja teir sínar bardagar
fram á grønum vøll.
122 Bragdar ríður í herin fram,
kappin tann hin reysti,
hvørki stóð honum stál ei jarn,
har hann sat á hesti.
123 Einar ríður í víggið fram,
mátturin við honum veks,
hann høggur so títt á báðar hendur,
tað fellur fimm og seks.
124 Bragdar situr á sínum hesti,
frægur gørpum øllum,
eg svørji tann eið við mína trú,
tá gjørdist trongt á vøllum.
125 Einar situr á sínum hesti,
hann er so nýtur drongur,
eg svørji tann eið við mína trú,
nú gerst honum vegur trongur.
126 Keisarin fór av høllini út,
tá dagurin tók at líða,
so reið hann bak herin fram,
hann skeindi hans brynju víða.
127 Bragdar blanka brynju átti,
bjarta og so harða,
høggini skruppu á hørðum skjøldi,
einki kundi hann særa.
128 Bragdar blanka brynju átti,
bjarta og so mæta,
høggini ljóða á hørðum skjøldi,
einki kundi hann fata.
129 Teir høgga títt, teir líva lítt,
hvørgin vildi flýggja,
Bragdar og hann Einar ungi
teir møttust í miðjum víggi.
130 Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað glymur á gulli reyða,
tað var av øllum óætlað
ið hvør fyrst gekk til deyða.
131 “Manga havi eg kempu felt,”
Bragdar mælir av bræði,
“tílíka havi eg onga funnið
mót mær í víggi staðið.
132 Manga havi eg kempu felt,
eystur av øðrum londum,
tílík hevur ikki verið
fyri mínum hondum.”
133 Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað glymur á gulli reyða,
eymkuligt var at síggja á,
tá Bragdar gekk til deyða.
134 Einar gav so vænt eitt høgg,
fast av miklum móði,
hann kleyv brynju av Bragdar,
hann nakin eftir stóð.
135 “So lítið skalt tú rósa av,
ið hvat tú gjørdi her,
helst standi eg á grønum vølli,
bæði við skjøld og svørð.”
136 Einar gav so vænt eitt høgg,
hann brandin yvir seg bar,
so hjó hann til Bragdar kappa,
at hvør fell lutur sær.
137 Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga fró:
“Deyður er sjálvur Bragdar kongur,
hann liggur á heiðin skóg.”
138 Vigið fingu teir átjan hundrað
bæði við gleði og gamni,
ein bar livandi boðini,
Ívar nevndur at navni.
139 Vigið fingu teir átjan hundrað
bæði við gleði og gleim,
glaður snúðist keisarin
til sína landa heim.
140 Keisarin setst í hásæti,
allur í gulli glæsti,
og hann reystur Einar ungi
situr honum næstur.
141 Keisarin skeinkir mjøð og vín
fyri seg og sínar sveinar,
møtir hann so við Einar unga:
“Tú fest tær frúgvu eina!”
142 Einar festi Maritu,
hon var so væn ein frú,
hennara faðir æt Ásmundur,
ið fell á heiðin skóg.
143 Einar festi Maritu,
so sigist í dømum av,
keisarin teimum til morgungávu
Saksland alt hann gav.
144 Drógu tey til Sakslanda
við so mangan mann,
tað er keisarin Karlamagnus,
nú óttast allir hann.
145 Keisarin fylgdi Einari
bæði við gleði og gleim,
hann fór so aftur til Fraklanda
við sínutn riddarum heim.
146 Keisarin setist í hásæti
bæði við spekt og akt,
tað er eingin kongur til,
ið ikki lovar hans makt.
147 Ívar gongur fyri keisaran,
fellur á síni knæ:
“Ger tað fyri tín manndóms skyld,
tú lívið unna mær!”
148 Ívar gekk fyri keisaran,
nú má tað so vera:
“Lova mær av landi út,
frú Ingibjørg boð at bera!”
149 “Tað skal eingin kongur spyrja
heim til sína landa,
at eg skal einum manni vinna
nakað ilt til handar.
150 Tað skal eingin kongur spyrja,
at nakað ilt ið sker,
far tú heilur til landanna,
frú Ingibjørg boð tú ber!”
151 Ívar helt í havið út,
ei átti brand í skeið,
sigldi so til Upplanda
ta hina longu leið.
152 Ingibjørg stendur í gullsali,
sær seg út so víða,
sær nú ein so gyltan knørr
hagar at landi líða.
153 Ívar knørr at landi legði
eina morgunstund,
síðan skundar hann ferðini
á Ingibjargar fund.
154 “Tú sit væl, frúgvin Ingibjørg,
klædd í skarlak reyða,
deyður er hann Bragdar kongur
við alt tað lið, hann hevði.
155 Deyður er hann Bragdar kongur
við alt tað lið, hann hevði,
men tungum víggi stóð eg í,
tá ið kappin gekk til deyða.
156 Tú klæð teg av títt skarlak reyða,
tak á tað hvíta lín,
deyður er hann Bragdar kongur,
veldigi harri tín!”
157 Svaraði frúgvin Ingibjørg,
hon sá tey merki stór:
“Tað spáddi eg tær, Bragdar kongur,
tá ið tú hiðan fór.”
158 Tekur hon barn úr vøggu upp,
á armin leggur á sær:
“Harra Gud av himmiríki
mentir gevi tær.”
159 Tekur hon barn á armin upp,
hon sveipar tað væl í lín:
“Harra Gud gevi tær mentir til
at hevna faðir tín.”
160 Tekur hon barn á armin upp,
sum har í vøggu lá:
“Grímur, tú skalt hevna hann,
um en eg liva má.”
161 Ingibjørg situr í gullstóli,
frúgvin er hon von,
nú skal taka upp triðja tátt
um hennara unga son.
162 Ingibjørg situr í gullstóli,
hon syrgir sín harras deyða,
fostrar hon upp sín unga son,
hann spælir við gulli reyða.
163 Ingibjørg tekur sín unga son
og klæiðr í skarlak reyða,
ofta hevur bikkjan rakkin borið,
sum úlv hevur verið at deyða.
164 Grímur var hjá síni móður,
tað frúnni líkar væl,
betur var honum um spjót og svørð
enn annað barnaspæl.
165 Grímur var hjá síni móður,
hon kembdi hans gula hár,
meira vóks hann um mánan ein,
enn onnur børn um ár.
166 Grímur var hjá móður síni,
hann bar so bjartan kinn,
meiri vóks hann í mána ein
enn onnur børn í fimm.
167 Grímur vóks á Upplondum
við grimmum rúnarskildri,
lærdi allar listir tær,
ið sjálvur kjósa vildi.
168 Grímur vóks á Upplondum
tikin til dugnað at leita,
hann er eingin í heimi til,
ið betur kann brandi beita.
169 Grímur vóks á Upplondum,
tann hin menskur mann,
hann er eingin í heimi til,
ið brandi beitir við hann.
170 Grímur gongur í hallina inn,
hann beiðir av móður svar:
“Sig mær snart og skundilliga,
hvør mín faðir var?”
171 “Eg kann ikki sannari
siga fyri tær,
Bragdar kongur á Upplondurn
tín sanni faðir var.”
172 “Hoyr tað, tú mín sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
var mín faðir við vápnum vigin,
ella doyði hann á strá?”
173 “Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
keisarin av Fraklandi
var tann, tín faðir vá.
174 Eg kann ikki sannari
siga fyri tær,
kesarin av Fraklandi
tín faðirs bani var.
175 Keisarin av Fraklandi
tín faðirs bani var,
tað verður ei á tíni ævi,
tú sigur av honum fær.
176 Keisarin av Fraklandi
so glaður foruttan vanda,
tað koma ei so mangir saman,
ið honum í víggi bestanda.”
177 Grímur gekk av høllini út,
gull fyri brósti bar,
møtti honum Ívar, hans faðirs svein,
sum fyri í víggi var.
178 Grímur gekk av høllini út,
mikil var klempan at síggja,
møtti honum Ívar, hans faðirs svein,
sum fyri hevði verið í víggi.
179 “Hoyr tú Ívar, mín faðirs svein,
siga skalt tú mær,
er tann keisari av Fraklandi,
sum eingin sigur av fær?”
180 Grímur so til orða tekur,
hann heldur um stálið stinna:
“Mundi tað vera við illgerningar,
at hann mundi sigur vinna?”
181 “Keisarin er í víggi royndur,
hann trýr so væl á Krist,
allar oyðir hann heidningar,
hartil hevur hann list.”
182 Ívar so til orða tekur,
hann heldur ei av tí gleim:
“Hoyr tú, Grímur, mín veldigi harri,
tín faðir var ein av teim.
183 Tín faðir dró til Fraklanda
við svørð og bitrar brandar,
keisarin hann av lívi tók
hann kundi honum ei bestanda.”
184 Svaraði Grímur, kappin reysti,
hann trívur um brandin sín:
“Enn vil eg til Fraklanda,
vil hevna faðir mín.”
185 Ívar so til orða tekur:
“Hoyra vilt tú meg,
áður tú fert til Fraklanda,
tú lat fyrst kristna teg!
186 Hoyr tú Grímur, mín veldigi harri,
tað sigi eg tær enn,
snarliga lat tú kristna teg
og allar tínar menn!”
187 Grímur so til orða tekur
hann mælir av tungum inni:
“Heintið mær Torkild erkabisp,
nú vil eg hann finna!”
188 Inn kom Torkild erkabisp,
gull fyri brósti bar:
“Gud signi teg, mín veldigi harri,
hvat viljið tær mær?”
189 Grímur so til orða tekur
bæði við spekt og akt:
“Tú skalt fara um Uppland alt
at kristna mína makt.
190 Hann, sum ei við Krist nú tekur
av tíni høgru hendi,
hann skal hanga í hægsta træ,
ið kann frá rótum renna.
191 Hvør sum ei vil kristna seg,
tað sigi eg tá,
hann skal hanga í hægsta træ,
ið rótum kann renna frá.”
192 Torkild settist í gyltan stól,
hann skrivar nú bók umkring,
letur nú stevna jaknum tólv
alt til tað vernating.
193 Har kom mangur maður saman
við svørð og bitra vond,
har komu uttar jaknir tólv
norðan frá Lurkastrond.
194 Har kom mangur maður saman
við svørð og reyðum skildri,
síðstur kom Tórir trøllabani,
tó hann trekur vildi.
195 Grímur gekk í tingið inn,
alt sat fólk við borð,
Tórir settist á beinkir niður,
hann talar ikki eitt orð.
196 Grímur so til orða tekur:
“Dreingir leggið í minni,
hvør sum ei vil kristna seg,
hann verður útlagin á sinni!
197 Ríða teir á tingið har,
fáir finnast slíkir,
svóru Grími tryggan eið,
at eingin skuldi svíkja.
198 Tórir reisist á tingi upp,
í hærum var hann gráur:
“Eg haldi tað ei vera sámiligt
at lýða barnaráð.
199 Mín er ævi til enda komin,
til ongan Krist eg kendi,
men eingin var hann í heimi til,
ið stóð mær høgg á hendi.”
200 Torkild sprakk úr stóli fram,
hann ræð til ilsku skunda:
“Takið Tóra av høllum burtur,
og mær fyri eygum bindið!”
201 Tórir sprakk á hallargólv,
skegg á beltið stóð:
“Hevði eg verið á ungum aldri,
skuldi eg sæð títt blóð.”
202 Fimmti upp frá borði lupu
at grípa tann gamla mann,
tríati lótu til jarðar níga,
áður teir bundu hann.
203 Teir vóru undir hans hvørji hond,
ikki minni enn fimm,
teir drógu hann so eftir skeggi fram
í myrkastovu inn.
204 Vóru undir hans hvørji hond,
ikki minni enn tólv,
teir drógu hann so eftir skeggi fram
í myrkastovugólv.
205 Tórir situr í myrkastovu,
hann toyggir á leinkir stívt:
“Hevði eg verið á ungum aldri,
hesin skuldi eg nívt.”
206 Torkild gongur í myrkastovu,
talar orðum hátt:
“Vilt tú taka við kristnari trú,
eg loysi teg haðan brátt?”
207 Tórir spenti í leinkjur fast,
var reiður á henda deka,
hann talar so hvølt á skamri stund,
tað svarar í hvørjum spreki.
208 Svaraði Tórir heidningin,
tá var hann av øllum viti:
“Hevði eg verið av leinkjum leysur,
eg skuldi teg kykan slitið.”
209 Ívar brand av skeiðum dró,
við báðum hondum hjó,
so høgg hann hans høvur frá,
so blóð til stólpar stóð.
210 Grímur so til orða tekur,
mælir av tungum vanda:
“Hevði hann latið kristnað seg,
slíkur var eingin í landi.”
211 Teir svóru kongi tryggan eið
har á Upplands ríki,
bæði nátt og ljósan dag,
at nú skuldi eingin svíkja.
212 Grímur letur kirkjur byggja,
glaður foruttan vanda,
allir teir á Upplondum
teir gingu honum væl til handa.
213 Tað er enn, sum oftum er,
dømini falla so víða,
keisarin av Fraklandi
hann skuldi til kirkju ríða.
214 Keisarin av Fraklandi
hann skuldi til kirkju ríða,
tá ið hann kom har mitt á leið,
hann fekk helsótt stríða.
215 Keisarin reið frá kirkju heim,
hann biður í ríki vera:
“Einar er mín systurson,
hann skal mína krúnu bera.”
216 Keisarin liggur á síni song,
hann skemtar við tungu enn:
“Heintið mær Einar, mín systurson,
meðan eg hann kenni!”
217 Fimur var hann á fótum,
ið boðini skuldi bera,
haðan og til Sakslanda,
sum Einar mundi vera.
218 Fimur var hann á fótum,
ið tey orðini bar,
haðan og til Sakslanda,
hvar Einar fyri var.
219 Fimur var hann á fótum,
ið bar tey boð av sonnum,
á tá høll, sum Einar sat
glaður við sínum monnum.
220 Sveinur gekk í hallina inn,
sum Einar hann drakk vín:
“Ver vælkomin, mín harras svein,
hvat eru ørindi tín?”
221 Sveinur stendur á hallargólvi,
svarar so fyri seg:
“Keisarin er við helsótt tikin
finna vil eg teg.”
222 Upp steig Einar hertugin,
hann talar til dreingir hátt:
“Saðlið mær nú folan tann,
ið meg ber hiðan brátt!”
223 Upp steig Einar hertugin,
hann talar til dreingir snarar:
“Saðlið mær nu folan tann,
ið meg ber snart av garði!”
224 Út varð loystur gangarin,
ið Einar skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.
225 Út varð loystur gangarin,
gríman lagd fyri munn,
so reið Einar hertugin,
honum var leiðin kunn.
226 Einar steig á folan tann,
ið snarur var á vølli,
fullvæl skyndar hann síni ferð,
hann ríður av teirri høll.
227 Tað var Einar kempan reyst,
burt á skógvin reið,
fullvæl skyndir ferðini,
var átta dagar á leið.
228 Einar heim í garðin fór,
tann hin raska mann,
keisarin liggur á síni song,
og væntað hevði hann hann.
229 Keisarin so til orða tekur,
Einari rætti hendi:
“Ver vælkomin, mín systurson,
meðan eg teg kendi.
230 Einar tú skalt mína krúnu bera,
væl kann beita brandi,
drottin góði dugnaði tær
og frýggi frá øllum vanda.
231 Tú skalt stríða for kristin trú
og ikki falla frá,
so ræður tú fyri Fraklandi
aldur og ævi tá.
232 Tú skalt stríða fyri kristin trú
og ikki frá at falla,
so ræður tú fyri Fraklandi
aldur og ævi alla.
233 Tá ið hann hevði í ríki ráðið,
tað hann vildi útinna,
so gav hann sín anda út,
so glaður í sama sinni.
234 Keisarin doyði ta somu nátt
við kristiligari trú,
eg svørji tann eið við mína trú,
hans líki finst ikki nú.
235 Ikki kostaði Einar ungi
meira til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hann honum slá.
236 Børurnar av reyðargulli
læt hann honum gera,
krossin av tí skæra silvri,
merkið til at bera.
237 Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka tala,
dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara.
238 Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka fold,
har gróv hann tað ljósa lík
niður í døkka mold.
239 Einar reið frá kirkju heim,
hann mælir ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan,
hann skeinkir mjøð á skál.
240 Einar reið frá kirkju heim,
tað fell so væl í lag,
mangan gleðir hann fátækan,
sum keisarin hann bað.
241 Einar situr í gullstóli,
hann heldur á gyltum spíra,
játta tað allir á Fraklandi,
at hann skuldi ríki stýra.
242 Teir gjørdu kongi tryggan eið
á tí sama sinni,
eg svørji tann ei við mína trú,
teir drukku nú mjøðin inni.
243 Einar ræður fyri Fraklandi,
hann keisarans krúnu ber,
hann fer so um í nakrar stundir,
hann skoytir ei, hvat hann ger.
244 Einar ræð fyri Fraklandi,
tað tekur so trúgv at falla,
eg svørji tann eið við mína trú,
at Gudi kendi hann valla.
245 Einar ræð fyri Fraklandi,
hann ei sín manndóm sparir,
lítur nú á sítt skjøld og svørð
og so sínar dreingir snarar.
246 Einar ræður fyri Fraklandi,
hann skortar ei gullið reyða,
hann lítur á skjøld og svørð,
og so tað lið, hann hevði.
247 Frú Marita vaknar á miðjari nátt,
fortelur sín dreym so brátt:
Undarliga hevur fyri meg borið
í alla hesa nátt.
248 “Hoyr tað, tú mín veldiga søta,
tú legg slíkt ei í geyma,
vetrarnáttin er so long,
tað ber so mangt í dreyma!”
249 “Meg droyndi, tú reið á skógnum burt
í einum hindarlíki,
eitt kom djór frá strondum niðan,
fáir finnast slíkir.
250 Ett kom djór frá strondum niðan,
so fast við fóti sló,
sjálvan teg til jarðar feldi,
og drakk títt hjartablóð.
251 Sjálvan teg til jarðar feldi,
tað sigi eg tær enn,
reiv títt hjarta av títt bróst
og bar ímillum tenn.
252 Tá ið tað kom at breiðum høllum,
so fast við tonnum skar,
tað tók meg brátt úr veldi burt
og niður til strandar bar.”
253 Kongur so til orða tekur,
hann lýður á frúnnar talu:
“Hann er eingin í heimi til,
ið meg kann leggja í dvalu.”
154 Kongur so til orða tekur,
fátt kann sterkum bella:
“Hann er eingin í heimi til,
ið meg til jarðar kann fella.
255 Tað koma ei so mangir saman,
her vinna sigur á,
eg vil teir við mínum monnum
burt av landi slá.”
256 Svaraði frúgvin Marita,
hon var so vís ein kvinna:
“Eg man óttast dreymarnar,
teir ganga út á sinni.”
257 Svaraði frúgvin Marita
alt fyri uttan sút:
“Óttast man eg dreymarnar,
við sorgum ganga teir út.”
258 Nú skal falla niður um stund,
eg skemti ei longur á sinni,
nú skal taka upp fjórðla tátt
og víðari leggja í minni.
259 Ríða teir á Upplondum,
slíkt er eingin táttur,
kvittar Grímur til Fraklanda,
ikki kemur hann aftur.
260 Grímur gekk av høllini út,
sorg í huga bar,
so reið hann á skógvin burt,
sum sólin fagurt sær.
261 Grímur reið við heygnum fram,
hann kendi sær lítið til neyð,
har sat fyri ein dvørgafrú,
sett við bondum beygum.
262 Tað var henda dvørgafrú,
skuldi burtur ganga,
Grímur stakk henni vegin av,
hon mátti á vølli standa.
263 Svaraði yndug dvørgafrú,
á vølli stendur her:
“Lova mær í heygin fram,
sum dvørgar fyri eru!”
264 Grímur situr á sínum hesti,
hann gav henni tað til svar:
“Tú fert ei í heyggin inn,
fyrr enn satt tú sigur mær.
265 Hoyr tú, yndug dvørgafrú,
siga skalt tú mær,
kvitti eg til Fraklanda,
vinni eg sigur har?”
266 Svaraði yndug dvørgafrú,
gull bar seg á hond:
“Tú fellur fyri hvøssum spjóti,
fyrst tú kemur á land.”
267 Grímur situr á sínum hesti,
hann brandin yvir seg bar:
“Sigur tú mær ikki satt í dag,
so høggi eg høvur av tær.”
268 Svaraði yndug dvørgafrú
í annað orðið tá:
“Falli eg fyri hvøssum spjóti,
tú komur ei hiðan frá.”
269 Svaraði yndug dvørgafrú,
gull um herðar ber:
“Eg veit væl yvir ætlaðin
tær í ráðagerð.”
270 Svaraði yndug dvørgafrú,
hon stóð í stakki reyðum:
“Kvitta snart til Fraklanda,
tí keisarin er deyður!”
271 “Hoyr tú, yndug dvørgafrú,
siga skal tú mær:
“Hvat er títt á Fraklandi,
hvør ber krúnu har?”
272 “Keisarin eigur ein systurson,
gjørdur í góðum treysti,
ræður fyri hans gulli reyða
hartil borgir og festi.”
273 “Er tað satt í øllum lutum,
ið tú sigur fyri mær,
kvitti eg til Fraklanda
nátt sum ljósan dag.
274 Er tað satt á øllum lutum,
tey orð tú letur nevna,
nú skal kvitta til Fraklanda,
mín faðirs deyða at hevna.
275 Takk havi yndug dvørgafrú
for orðið, tú mær gav,
nú skal brynja liðið alt
og sigla yvir hav.”
276 Grímur reið til hallar heim,
tað fell so væl í lag,
sigldi so av landi út
alt á tann sama dag.
277 Trinni læt hann seksti skip
út av landi dynja,
sigldi so til Fraklanda
við svørð og ringabrynju.
278 Vant hann upp síni silkisegl
og helst tað hvíta lín,
reiður hann í huga var
at hevna faðir sín.
279 Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frakland.
280 Hagar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
281 Kasta síni akkerin
á so hvítan sand,
fyrstur steig Grímur, kappin reysti,
sínum fótum á land.
282 Fyrstur steig Grímur, kappin reysti,
sínum fótum á land,
teir slógu sínar tjøldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
283 Ein kemur maður í hallina inn,
lítur seg upp at hyggja:
“Tvinna sær eg seksti skip
út fyri landi liggja.”
284 Tá svaraði Einar kongur,
hann allur í gulli skín:
“Vera man Grímur, kappin reysti,
at hevna faðir sín.
285 Hann kemur at hevna faðir sín
bæði við skjøld og svørð,
mínir menn, tit klæðist á,
tí nú er ilt á ferð!”
286 Einar fór í brynjuna,
ógvuligur at líta:
“Reiður er Grímur, Upplands kongur,
tí mega brandar bíta.”
287 Gingu teir frá strondum niðan,
í hørðum vóru klæddir,
reyðan gullhjálm á høvdi bóru,
fyri ongum vóru teir ræddir.
288 Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skínn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
289 Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Einar kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
290 Svaraði tá Einar kongur,
gull ber seg á hendi:
“Hvat er hetta for mikil kempa,
fremstur av heri stendur?”
291 Svaraði ein hin reysti kappi
gyrdur stóð hann við brandi:
“Grím so skalt tú nevna hann,
kongur á Upplandi.
292 Grímur kongur á Upplandi
so skalt tú hann nevna,
nú er hann komin til Fraklanda,
sín faðirs deyða at hevna.”
293 Grímur stendur á hallargólvi,
hann heldur um brandin sín:
“Eg havi ongar bøtur fingið
eftir Bragdar, faðir mín.”
294 Einar upp frá borði steig,
klæddur í brynju blá:
“Hevur tú lítlar bøtur fingið,
minna skalt tú fá.”
295 Grímur stendur á hallargólvi,
hann dregur á litur svartur,
sóu tað allir, ið inni vóru,
hart var kappa hjarta.
296 “Tá eg fór av Upplondum,
búðist eg ei við frið,
statt upp, reystur Einar kongur,
tú brynja út alt títt lið!”
297 Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja teir sínar bardagar
fram á grønan vøll.
298 Árla var um morgunin,
sól til skýggja dró,
leggja teir sínar bardagar
frammi á heiðin skóg.
299 Ríða teir í markir út
av so miklari reiði,
leggja sínar bardagar
fram á Lindarheiði.
300 Grímur ríður í herin fram,
fáir finnast slíkir,
klývur hvønn um tvørar av,
tí eingin var hans líki.
301 Grímur ríður í herin fram,
tann hin raski mann,
klývur hvønn um tvørar av,
ímóti honum rann.
302 Teir vega hvølt við búnum brandi,
Einars kongsins menn,
fella aftur av Upplands monnum
tríati um ísenn.
303 Einar ríður á grønum vølli,
væl ber brand í hendi,
hann klývur hvønn um herðar av,
ímóti honum rendi.
304 Grímur ríður í herin fram,
hann kundi sín brand væl brúka,
hann náddi ei á jørðina niður,
hann treður á mannabúkar.
305 Einar ríður á grønum vølli,
hann vildi sín brand ei spara,
átta sló hann av Upplands monnum,
so teir fullu deyðir til jarðar.
306 Einar ríður á grønum vølli
av so góðum huga,
átta vá hann av Upplands monnum,
teir fullu for saðilboga.
307 Grímur ríður í herin fram,
fyri ongum vildi hann flýggja,
møtti hann Einar, kappin sterki,
í tí tunga víggi.
308 Møtti hann Einar, kappin sterki,
í tí tunga víggi,
so er mær við orðum greint,
har yppist ein leikur av nýggju.
309 Teir riðu saman á grønum vølli,
ei var barnagaman,
ógvuligt var at líta á,
tær kempur bóru saman.
310 Tað stillir stríð millum mann og mann,
á brandaljóð teir lýddu,
meðan Grímur og Einar kongur
á grønum vølli stríddu.
311 So var myrkur tann klári dagur,
at ei kundi sólina síggja,
hestar leypa á grønum vølli
í blóði upp til kníggja.
312 Teir høgga títt, teir líva lítt,
so er greint fyri mær,
tað var av øllum óætlað,
hvør sigur av kongum bar.
313 Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað orna tók at holdi,
hoyrast mátti langan veg,
sum brandar klinga á skjoldi.
314 Teir høgga títt, teir líva lítt,
gyltir hjálmar syngja,
hoyrast mátti langa leið,
sum harðar klokkur ringja.
315 Teir bardust fult í tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
316 Tá ið dagur at kvøldi leið,
og sól til salis dró,
tá møddist reystur Einar kongur,
í tungum víggi stóð.
317 Møddist reystur Einar kongur,
í tungum víggi stóð,
sveitin eftir ljósum holdi
út um beltið sló.
318 Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað glymur á gullið reyða,
einkiligt var at síggja á,
tá Einar gekk til deyða.
319 Grímur reiggjar svørð umkring,
fátt kann sterkum bella:
“Eg skal ikki Bragdar vera,
tú læt til jarðar fella.”
320 Grímur reiggjar svørð umkring,
hann helt um gyltan mæka:
“Eg skal ikki Bragdar vera,
tú læt av lívi taka.”
321 Grímur reiggjar svørð umkring,
frálíkur øllum monnum,
klývur nú Einar, Fraklands kong,
so svørðið stóð í tonnum.
322 Grímur spenti hesti til
fast av góðum treysti,
so høgg hann til Einar kong,
at deyður fell hann frá hesti.
323 Grímur ríður á grønum vølli,
so er komið til mín,
glaður hann í huga var,
hann hevndi faðir sín.
324 “Nú havi eg vigið mín faðirs bana,
Grímur mælir av bræði,
“slíkur kappi í tungum víggi,
mót ongum hevur staðið.”
325 “Nú havi eg vigið mín faðirs bana,”
Grímur mælir á sinni,
“slík ein kempa í víggi nú
er ikki eftir at finna.”
326 Svaraði Ívar, hans faðirs svein,
sum gitið man vera víða:
“Tú mant annað fáa at síggja,
tá dagurin tekur at líða.”
327 Grímur ríður í herin fram,
snarliga hann sær vendi:
“Eingin er hann í stríði nú,
ið stendur mær høgg av hendi.”
328 Fram reið ein av Einars monnum,
Hildibrand vit nevna,
hann ætlaði Grími eitt høgg so gott
sín harras deyða hevna.
329 Grímur gav so vánt eitt høgg,
tað var honum eingin neyð,
so sló hann til Hildibrand,
at høvur av saðil fleyg.
330 Fram reið annar av Einars monnum,
hann leit á gyltan mæka,
hann ætlaði hevna harra sín
og Grím av lívi taka.
331 Grímur reiggjar svørð umkring,
tað var alt so fast,
so sló hann til kappa tann,
at høvur av saðil brast.
332 Fram reið triði av Einars monnum,
man meg rætt um minna,
nú man Grímur, Upplands kongur,
sín líka í stríði finna.
333 Fram reið triði av Einars monnum,
hann vildi ei undan flýggja,
nú man Grímur, Upplands kongur,
sín líka í landi síggja.
334 Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað syngur á brynjum hart,
Halgir sterki, kappin reysti,
høggum gevur fast.
335 Halgir letur høggini falla
bæði títt og ofta,
nú kann Grímur einki gera,
uttan bera sítt skjøld á lofti.
336 Halgir letur høggini falla
við hvøssum glævarspjóti,
nú kann Grímur einki gera
uttan bera sítt skjøld ímóti.
337 Grímur talar hvølt og hart
yvir sín herin fríða:
“Komið fram, ein av mínum monnum,
mót Halgir sterka at stríða!”
338 Eingin tordi aftur svara,
men allir mundi tiga,
bakleiðis man ein kempa ung
til Halgir sterka at stríða.
339 Brandur bak til Halgir reið,
hann var ei seinur til ferðar,
svørðið stakk hann fyri hans bróst
og oddin út milli herðar.
340 Halgir sær á hesti vendi,
áður hjarta brast,
so sló hann til Brandar unga,
tað var alt so fast.
341 Halgir Brandi høggið gav
av so tungari neyð,
høvur hans av hálsi feyk
og langt í markina fleyg.
342 Tú hevði Halgir, kappin reysti,
Brandar sligið til deyða,
niðan lítur Grímur kongur
á sín brandin beyga.
343 Grímur spenti hesti til
av so góðum treysti,
so høgg hann til Halgir sterka,
at deyður fell hann av hesti.
344 Grímur ríður í herin fram,
øllum tókti undur,
avlagis gekk hann Einars her,
hann skildi hann víða sundur.
345 Grímur ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
niður fellir hann Einars menn
tíggju for hvørja sipan.
346 Grímur ríður í herin fram,
hann vegur við búnum brandi,
Einars menn hvønn oman fella,
tí alt var fólk í blandi.
347 Grímur fellir Einars menn
við svørð og brynju blá,
eftir stóðu á grønum vølli
reystar kempur tvá.
348 Grímur so til orðia tekur
sló so upp í gleim:
“Tit skulu bera frú Maritu boð
aftur til hallar heim.”
349 Grímur so til orða tekur,
hann smílist undir lín:
“Tit skulu bera frú Maritu boð
um Einar, harran sín.”
350 Ívar so til orða tekur,
sum víða í bók er skrivað:
“Hoyr tú Grímur, mín veldigi harri,
tú lat teir ikki liva!
351 Teir kunnu væl savna sær flotar tólv
og sigla yvir hav,
brenna teg inni á Upplondum,
áður tú veitst av.
352 Teir kunnu væl savna sær flotar tólv,
tí ilska sinnið dregur,
brenna teg inni á Upplondum
tá ið tú í songum svevur.”
353 “Tú talar satt, mín faðirs svein,”
Grímur mælir av bræði,
“fáa skalt tú eftir Einars deyða
ráð og landaræði.”
354 Vigið fingu teir kempur tvær,
tað var teim einki mein,
síðan letur Grímur ungi
ríða til hallar heim.
355 Grímur gekk í salin inn,
sum fyri sat sprundið ljósa:
“Vilt tú meg ein høvdinga
eftir Einars deyða kjósa?”
356 Svaraði frúgvin Marita,
hon feldi tár á lín:
“Eg lovi ongan ediling
eftir Einar, harra mín.”
357 Svaraði frúgvin Marita,
kinnar bar hon so reyðar:
“Eg lovi ongan ediling
alt eftir mín harras deyða.”
358 Grímur so til orða tekur,
hann mælir fyri munni á sær:
“Statt upp, frúgvin Marita,
til Upplands fylg tú mær!”
359 Frúgvin feldi tár á lín,
hon lýddi á riddarans talu,
so er mær við orðum greint,
hon noyddist jú at svara.
360 Grímur so til orða tekur,
mælir av tunga inna:
“Heintið mær Ívar, mín faðirs svein,
nú vil eg hann finna!”
361 Inn kom Ívar, kappin reysti,
mælir fyri munni á sær:
“Gud signi teg, mín veldigi harri,
hvat viljið tær mær?”
362 “Hoyr tú Ívar, mín faðirs svein,
trúgvur hevur tú verið,
tú skalt fáa londum ráð
og keisarans krúnu at bera!”
363 Ívar fekk hann londum ráð,
nú man ríman falla,
ráddi so fyri Fraklandi
aldur og ævi alla.
364 Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Grímur, Upplands kongur,
til síni klæði fús.
365 Tá var Grímur, Upplands kongur,
til síni klæði fús,
hann klæddist innan høgaloft
alt við kertuljós.
366 Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Marita
á berari jørðini ganga.
367 Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so var frúgvin Marita
oman til strandar leidd.
368 Vinda teir upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strykaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Upplands ríki.
369 Hagar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
kasta teir síni akkerin
á so hvítan sand.
370 Kasta síni akkerin
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Grímur ungi
sínum fótum á land.
371 Fyrstur stígur Grímur ungi
sínum fótum á land,
tekur hann frúnna Maritu,
hann lyftir á hvítan sand.
372 Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so var frúgvin Marita
niðan til hallar leidd.
373 Frú Maritu hann í hallir leiðir,
bæði er hon vitur og svinn,
so gekk hann í loftið fram
for sína móður inn.
374 “Ver vælkomin, mín sæli sonur,”
frúgvin mælir for munni,
“hvat eru tíðindi heim nú komin,
hevur tú sigur vunnið?”
375 “Tað eru tíðindi heim nú komin,
eg sigi tær satt ífrá,
deyður er hann Einar kongur,
sjálvur eg hann vá.”
376 Grímur so til orða tekur,
kinnar bar hann so reyðar:
“Tungum víggi stóð eg í,
tá Einar gekk til deyða.
377 Einar átti ein annan mann,
sum gitin man vera víða,
ongan sá eg tílíkan
á flótum hesti ríða.
378 Einar átti annan mann,
slíkur var eingin í landi,
hann var bæði vitur og fríður,
tó fell hann for mínum brandi.”
379 Svaraði hans sæla móðir,
mælir for munni á sær:
“Takk havi tann sanni Gud,
so væl hann dugnaði tær.”
380 Frú Marita situr í høgalofti,
so er komið til mín,
tað var so skemst á ævini,
hon syrgdi harra sín.
381 Frú Marita gloymdi sínar sorgir,
nú man tað so vera,
tá ið hon fekk tann dýra ring
og drotningkrans at bera.
382 Frú Marita gloymdi sínar sorgir
um sín harras deyða,
tá ið hon fekk tann dýra ring,
og drotningkrans hin reyða.
383 Grímur gekk at breiðum borði,
hann rættir fram ljósa hond,
fagurt var at líta á
teirra festarbond.
384 Grímur gekk í hallina inn,
rættir hond yvir borð,
fagurt var at líta á
teirra fetarorð.
385 Drukkið varð teirra brúdleypið,
sum gitið man verða leingi,
tað reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.
386 Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði við mjøð og vín,
so fór hvør sum boðin var,
haðan heim til sín.
387 Tey livdu saman í ríkinum,
skortaðu ikki fíggja,
áttu børn og ólu av sær
ungar synir tríggjar.
388 Mong er ríma gitin um lond,
gjørd í forðum tíð,
um teir somu kappabanar,
ið voldu so mangt eitt stríð.
389 Mong er ríma gitin um lond,
eg geri tað ei at loyna,
tá ið harðir kappabanar
sín manndóm vildu royna.
390 Mong er ríma í forðum gjørd
um mangar kappar ríkar,
Grímur kongur og Einar kongur,
fáir finnast slíkir.
391 Mong er ríma í forðum gjørd,
sum víða í bók er prentað,
tað er so stokkut í heimi til,
at kongar saman fekta.
392 Mong er ríma gitin um lond,
teiknað í bók so breiða,
tað er so stokkut í heimi her,
at kongar saman sláast.
393 Mong er ríma gitin um lond,
teiknað í bók so víða,
tað er stokkut í heimi her,
at kongar saman stríða.
394 Tað sigist so til í dømum síðst,
so er greint fyri mær,
Einar, Grímur, kappin reysti,
sigur av kongum bar.
395 Tað sigist so til í dømum síðst,
so gekk í hesi ferð,
Einar, Grímur, kappin reysti,
sigur av kongum ber.
396 Ívar ráddi for Fraklandi
við alskyns spekt og meingi,
Grímur ráddi for Upplondum,
hann var har kongur leingi.
CCF 106-XII
Einki TSB-nr.
Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [2].
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 136
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 25. bind, s. 207.
Heimild: Úr Sandoy: Óli Nielson, Óli í Geil (1824-1890), Skálavík 1848.