• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ebbin kall

 

CCF 123 B

TSB D 178

 

1 Tað var ungi Ebbin kall,

hann búði seg út at ríða,

møtti hann sínum móðurbróður

undir so grøna líða.

 

Há trummur í høll, hermenn ríða fram,

jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.

 

2 Møtti hann sínum móðurbróður

undir so grøna líða:

“Heilur og sælur, mín systurson,

hvar aktar tú nú at ríða?”

 

3 “Hvar ið eg ríði,

og hvar ið eg fer,

annað stað er hugur mín,

so lítið skoyti eg teg.”

 

4 Ebbin vendi sín hesti við,

og ríður burt frá honum,

tá hann kom í grøna lund,

tá møtti honum bóndans kona.

 

5 “Hoyr tú, ríka bóndans kona,

vilt tú lova mær,

tólv merkur av reyðargulli

vil eg geva tær!”

 

6 Tá svaraði bóndans kona,

vildi ei tey boð tiggja:

“Eg eigi mær ein danimann,

hann letur tað fæið liggja.”

 

7 Tað var ríka bóndans kona,

letur so honum svara:

“Eg eigi mær ein danimann,

hann letur tað fæið fara.”

 

8 Hann reiv hennara stakkin,

hann reiv hennara geira,

gullband um hennis herðar lá,

hon hevði ikki eftir meira.

 

9 Hann reiv hennara stakkin,

hann reiv hennara serk,

til hann hevði vunnið henni

tað *syndiliga verk.

 

10 “Nú hevur tú rivið mær klæði av

og vunnið mær til skamm,

eg biði teg for tann øvarsta Gud,

sig mær av títt navn!”

 

11 “Kápa mín er ríput og stríput,

silkihúgvan blá,

sveinar kalla meg Ebbin kall,

so gár sagnið frá.

 

12 Kápa mín er ríput og stríput,

silkihúgvan ný,

sveinar kalla meg Ebbin kall,

so gár sagn í bý.

 

13 Kápa mín er ríput og stríput,

sett við rósur og liljur,

sveinar kalla meg Ebbin kall,

ilt er for sann at dylja.”

 

14 Tað var reystur bóndin,

er gingin fyri kongin at kæra:

“Mín er húsfrúgv voldtikin,

tí so komi eg her.”

 

15 Kongurin stóð for breiða borði

við sín silv[ur]bundin knív:

“Hevur nakar av mínum monnum tað gjørt,

tað skal kosta hans lív.”

 

16 “Kápa hans er ríput og stríput,

silkihúgvan blá,

sveinar kalla hann Ebbin kall,

so gár sagnið frá.

 

17 Kápa hans er ríput og stríput,

silkihúgvan ný,

sveinar kalla hann Ebbin kall,

so gár sagn í bý.”

 

18 Kongurin so til orða tók,

hann sló sín hond í borð:

“Eg vildi til givið hálvt mítt ríki,

eg skuldi ei talt tað orð.”

 

19 Fram kom Ebbans faðir,

hann var ein mann so sterk:

“Eg bjóði fyri mín sæla son

mín hest og túsund mark.”

 

20 Fram kom Ebbans móðir,

tað mundi ongan vara:

“Eg bjóði fyri mín sæla son

fult sjey hundrað garðar.”

 

21 Fram kom Ebbans festarmoy,

hon var so sorgarfull:

“Eg bjóði fyri mín festarmann

alt mítt reyðargull.

 

22 Eg bjóði fyri hann Túnsborg,

tú hevur eftir langað,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú fært slíkt fyri ein fanga.

 

23 Eg bjóði fyri hann dýrshorn,

mær varð sunnan sent,

uttan er tað við hvíta silvur,

innan við reyðargull rent.

 

24 Eg bjóði fyri hann ørsini sjey,

tey eru av ríkum runnin,

har kemur ikki saðil á bak,

ei nakað boksl í munn.”

 

25 “Mikkjalskirkja stendur í Lund,

glógvar sum gullið reyða,

um enn hon væri innan full,

hon loysir ei riddarans deyða.

 

26 Mikkjalskirkja stendur í Lund,

glógvar øll sum gull,

hon loysir ei riddarans lív í dag,

um hon var innan full.”

 

27 “Takið her mína kápuna,

førið bóndans konu heim,

tað verður ikki, meðan hon livir,

hon føðir ein tílíkan svein!

 

28 Takið mína kápuna,

og førið til bóndans konu,

tað verður ikki, meðan hon livir,

hon føðir ein tílíkan son!”

 

29 Tað var ungi Ebbin kall,

hann legði seg fram á stokkar:

“Bóndin, høgg mítt høvur av,

tú blóðga ikki mínar lokkar!”

 

30 Bóndin gav so vænt eitt høgg,

mestur var hann óður,

høvdið fleyg so langan veg,

men bulurin eftir stóð.

 

Há trummur í høll, hermenn ríða fram,

jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.

 

CCF 123 B

TSB D 178

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4)

 

Útgávur:

 

1. Danmarks gamle Folkeviser V - 2, Udgivet af Svend Grundtvig og Axel Olrik 1877-90, s. 391

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 59.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 20.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Johannes Clementsen (1794-1869), Sandi, 1848.

 

D 178 Ebbin kall (Man executed for rape)

Ebbin kall hevur drukkið ov nógv, og á veg til hús neyðtekur hann eina bóndakonu. Bóndin fer til kong og sigur frá. Kongur noyðist at døma Ebban til deyða. F: Fleiri fólk royna til fánýtis at keypa Ebban leysan.

á føroyskum: CCF 123 (= DgF 314 E) (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019