• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Margretu kvæði

 

CCF 77 B

TSB C 6, C 22

 

I. Drotning av Runsborg

 

1 Drotningin av Runsborg

slítur hon skarlak reyð,

letur hon seg við børnum ganga,

henni vóru lagað til deyð.

 

2 Tað er frúgvin Dagmoy,

mælir for sínum munni:

“Heinta mær higar moyggjar tvær,

meg forloysa kunnu!

 

3 Heinta mær eina, heinta mær tvær,

heinta mær av teim vísu,

heinta mær Katrina, kongins systur,

kongins systur av Rípu!

 

4 Heinta mær eina, heinta mær tvær,

heinta mær av teim flestu,

heinta mær Katrina, kongins systur,

hon man vera tann besta!

 

5 Heinta mær eina, heinta mær tvær,

heinta mær av teim klóku,

heinta mær Katrina, kongins systur,

hon man kunstir njóta!!

 

6 Tey studdu hana út, tey studdu hana inn.

tað bleiv alt longur jú verra:

“Leggið saðil á gangara grá

og sendið boð eftir mín herra!”

 

7 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar heim til landanna,

sum Eirikur kongur var.

 

8 Tað var hesin sendisvein,

hann leyp til gangara reyð,

snarliga skundar hann síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

9 Tað var reystur Eirikur kongur,

út um vindeygað sá:

“Nú sær eg mín lítin smásvein,

so sørgelig monne hann trá.”

 

10 Tað var lítin smásvein,

inn í hallir fór,

sum hann reystur Eirikur kongur

drekkur mjøð við borð.

 

11 Tí svaraði Eirikur kongur,

smílist undir lín:

“Hvussu livir Dagmoy,

sæla drotning mín?”

 

12 “Sit væl, reystur Eirikur kongur,

glaður og drekkur vín,

Dagmoy liggur í Rípu sjúk,

hon sendi meg til tín!

 

13 Sit væl, reystur Eirikur kongur,

og drekkur mjøð av skál,

Dagmoy liggur í Rípum sjúk,

næstan missir mál.”

 

14 Tað var reystur Eirikur kongur,

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

15 Tað var reystur Eirikur kongur,

hann sló síni taffulborð sundur:

“Tað forbjóði tann øvarsti Gud,

at Dagmoy doyði so ung!”

 

16 Tað var reystur Eirikur kongur,

leyp til gangara reyð,

snarliga skundar hann síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

17 Tá hann fór *til Rípu,

fylgdi honum fimtan sveinar,

tá hann kom til Alfarabrú,

tá reið tann harri aleina.

 

18 Tá hann kom á vegin fram,

hoyrdi hann klokkur ringja:

“Ráði nú Gud for dýru Dagmoy,

mær tykist, mítt hjarta vil springa!”

 

19 Tá hann kom tá betur fram,

hoyrdi hann pípur og messu:

“Ráði nú Gud for dýru Dagmoy,

mær tykist, mítt hjarta vil bresta!”

 

20 Tá hann kom í hallina inn,

yptist ein størri neyð,

tað var hansara dýra drotning

lá á børum deyð.

 

21 “Harra Gud í himmiríki,

vilt tú tað so maka,

Dagmoy undan børum steig

og vildi við meg tala!”

 

22 Mikil var tann bønin,

Eirikur kongur fekk,

Dagmoy undan børum steig

og fram á gólvið gekk.

 

23 Tað var drotning Dagmoy,

svarar so for seg:

“Hoyr tað, bæði kvinnur og menn,

tit skulu ræðast meg!

 

24 Eg var meg í pínuni

eina so lítla tíð,

fyri tann signaða sunnudag,

eg setti mínar ermar síð.

 

25 Eg var meg í pínuni

eina so lítla stund,

fyri tann signaða sunnudag,

eg setti mínar ermar um.

 

26 Guði befalli eg mínar døtur í vold,

so teg, kongurin sjálvur,

ger so væl við moyggjarnar,

borin ert tú til sjálvur.

 

27 Tú eigur tær tvær onkardøtur,

sker teim klæði reyð,

aðra kalla tú frú Margretu,

aðra Dagmoy!

 

28 Ansa væl frúnna Margretu,

hon fær ei sín líka,

tað er Eyðun hestakorn,

hann vil hana svíkja!

 

29 Eg fái ikki, Eirikur kongur,

snakkað longur við teg,

einglar sita í himmiríki,

longta eftir meg.”

 

30 Dagmoy er deyð

fyri fimtan ár,

so gráta Danimenn,

sum tað hevði verið í gjár.

 

II. Frúgvin Margreta.

 

1 Viljið tit nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

um hana frúnna Margretu,

í Norðnesi brann.

 

2 Gud fyriláti Eiriki kongi,

hvat hann mundi gera,

sendi sítt barn í ókunn lond,

moykong ætlar at vera.

 

3 Gud fyriláti Eiriki kongi,

hvat hann gjørdi har,

sendi sítt barn í ókunn lond,

moykongur hon var.

 

4 “Mær skal fylgja frú Katrin,

sker henni klæði reyð,

hon verður mær tann trúgvasta,

derfor tolir hon đevð.”

 

5 “Tær skal fylgja so vænt eitt vív

sunnan undan lund,

nevnd er frúgvin Ingibjørg,

tað lystiliga sprund.

 

6 Tær skal fylgja so vænt eitt vív

sunnan undan oy,

nevnd er frúgvin Ingibjørg,

tann lystiliga moy.

 

7 Tær skulu fylgja sveinar tveir,

eg kenni væl teirra navn,

Nigils út av Gilstein

og Eyðun hestakorn.

 

8 Nigils út [av] Gilstein

og Eyðun hestakorn,

tí teir skulu læra teg

tey landsmál og orð.”

 

9 “Mær skal fylgja frú Katrin,

sker henni klæði grøn,

hon verður mær tann trúgvasta,

av Guði tekur hon løn.”

 

10 Tá leið ikki longur um

enn mánaðirnar tvá,

tá lysti frúnna Margretu

síni faðirs skip at sjá.

 

11 Tá leið ikki longur um

enn mánaðirnar tríggjar,

tá lysti frúnna Margretu

síni faðirs skip at síggja.

 

12 Tað var Eyðun hestakorn,

tók í frúnnar hand,

feldi hana í sævarmála

í tað hála tang.

 

13 Hann feldi hana í sævarmála

í tað hála tang,

stjól so burt tað fingurgull,

ið jomfrúnni fell av hand.

 

14 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongastaðni kundu teir

til nakað land at sjá.

 

15 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

ongastaðni kundu teir

til nakað land at síggja.

 

16 Svaraði frúgvin Margreta,

hon stóð í fremra stavn:

“Vit skulu lova olmussu

í vár harras navn.”

 

17 Summi lova eina,

summi lova tvá,

uttan frúgvin Margreta,

hon lovar tríggjar.

 

18 Summi lova eina og tvá,

summi lova tríggjar,

Margreta lovaði fýra,

tá fingu tey lond at síggja.

 

19 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

kortar hon ei fíggja:

“Hetta kalla vit Skotland,

vit fingu fyrst at síggja.”

 

20 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

skortar hon ei eyð:

“Fingu vit selt tað væna vív,

tað kortar os ei til eyð.”

 

21 Svaraði Eyðun hestakorn

fyrsta orðið tá:

“Seljið hana til Blálanda,

tí har spyrst minni frá!”

 

22 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Bláland.

 

23 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

24 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Eyðun hestakorn

símun fótum á land.

 

25 Fyrst steig Eyðun hestakorn

sínum fótum á land,

tá var greivin á Blálondum

riðin niður til strand.

 

26 “Hoyr tú, greivin á Blálondum,

vilt tú frúvur velja,

vilt tú keypa tað væna vív,

vit hava falt at selja?”

 

27 Tað er greivin á Blálondum,

hann tók til virðin full,

gav fyri frúnna Margretu

tretivu tunnur gull.

 

28 Tað var greivin á Blálondum,

tað gjørdi hann tá,

gav fyri frúnna Margretu

meiri enn hon sjálv vá.

 

29 Tað er greivin á Blálonđum

svarar so frá sær:

“Í hvat landi ert tú borin,

hvør er faðir at tær?”

 

30 “Eg kann ikki sannari

siga fyri tær,

Eirikur kongur í Noregi

er sannur faðir at mær.”

 

31 Tá ið greivin hetta hoyrdi,

at hon var av kongakyni,

vildi hann ikki gifta hana

við sínum sjálvsins syni.

 

32 Tað var greivin á Blálondum

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur *fresta.

 

33 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

greivin og hans vív.

 

34 Tað er frúgvin Katrin

svarar so for seg:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

Eyðun, veit hana meg!

 

35 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær gera,

lat meg við frúnni Margretu

á Blálondunum vera!

 

36 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær tiggja,

lat meg við frúnni Margretu

á Blálondunum byggja!”

 

37 “Hvat skalt tú á Blálondum gera,

tú kanst ikki mál,

far teg heldur til Noregis,

far suður aftur í vár!

 

38 Hvat skalt tú á Blálondum gera,

lítið ert tú treyst,

far teg heldur til Noregis,

far suður aftur í heyst!”

 

39 “Verði mær tess *eyðið,

eg komi til Noregis heim,

eg skal siga Eiriki kongi

frúnnar tungu mein.

 

40 Verði mær tess *eyðið,

eg komi til Noregis vítt,

eg skal siga Eiriki kongi,

tit sviku tað væna vív.”

 

41 Tóku tey frúnna Katrina,

løgdu undir høgindi blá,

Eyðun og frúgvin Ingibjørg

tey settust oman á.

 

42 Tóku tey frúnna Katrina,

tað hitt væna vív,

hongdu upp í hægsta tog,

har tapti moy sítt lív.

 

43 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

44 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

45 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig frúgvin Ingibjørg

sínum fótum á land.

 

46 Fyrst steig frúgvin Ingibjørg

sínum fótum á land,

tá var sjálvur Eirikur kongur

riðin niður til strand.

 

47 Tá svaraði Eirikur kongur,

gull ber seg á hond:

“Hvar er Margreta, dóttir mín,

hon kemur ei fyrst á land?”

 

48 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

væl kann ‘læskum’ lúka:

“Mitt í miðjum írlands havi

fingu vit moynna sjúka.”

 

49 Tí svaraði Eirikur kongur

fyrsta orðið tá:

“Lyftið frá tey silkitjøldur,

latið meg líkið sjá!”

 

50 Svaraði reystur Eirikur kongur,

tá hann líkið sá:

“Hatta er ikki Margreta,

hvørki á brún ei brá.”

 

51 Vankar ei á stræti,

treður á manna gong,

gingin er Eyðun hestakorn

undir børustong.

 

52 Ikki kostar Eirikur kongur

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann henni slá.

 

53 Børurnar av reyðargulli

læt hann henni gera,

korsið av tí skæra silvur,

merkið við at bera.

 

54 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka á fold,

gróvu tað hitt ljósa lík

niður í døkka molđ.

 

55 Eystan fyri kirkjuni,

dreingir eyka á skara,

dimmur er hesin dagur í dag,

niður í mold at fara.

 

56 Eirikur reið frá kirkju heim,

mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir sín dóttur sál.

 

57 Eirikur reið frá kirkju heim,

mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

alt yvir sítt breiða borð.

 

58 Tað er enn, sum ofta er,

frá man frættast víða,

Noregis kongur at kirkju reið,

hann fangaði helsótt stríða.

 

59 Tað var reystur Eirikur kongur,

fell pá síni knæ:

“Heintið mær Eyðun og Bjarnir,

bið teir koma for meg!”

 

60 Tað var í tann fyrsta svøvn,

Eirikur kongur fekk,

[tað var frúgvin Margreta,

honum í dreymar gekk].

 

61 “Tað er frúgvin Katrin,

í gjár var løgd í skrín,

[eftir livir á Blálondum

Margreta, dóttir tín].

 

62 Tað er frúgvin Katrin,

í gjár var løgd í mold,

[eftir livir á Blálondum

Margreta, dóttir bold].”

 

63 Inn kom meistarin,

fell pá síni knæ:

“Krist signi teg, Eirikur kongur,

hvat viljið tær mær?”

 

64 Tá svaraði Eirikur kongur,

áðrenn hann læt lív:

“Tryggan skulu tit eiðin svørja

um tað væna vív.”

 

65 Tá svóru teir rangar

eiðirnar tvá,

tað er ei so undarligt,

tað gekk, sum sagt er frá.

 

66 Tá svóru teir rangan

tólv manna eið,

tað er ei so undarligt,

um ævin var ikki greið.

 

67 Tí svaraði Eirikur kongur,

áðrenn hann gav upp ond:

“Margretu lýsi eg ríkið hálvt,

kemur hon lívs til lond.”

 

68 Vankar ei á stræti,

treður á manna gongd,

gingin er sjálvur Hákun kongur

undir børustong.

 

69 Ikki kostaði Hákun kongur

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann honum slá.

 

70 Børurnar av reyðargulli

læt hann honum gera,

korsið av tí skæra silvur,

merkið við at bera.

 

71 Hákun kongur frá kirkju reið,

mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir sín bróður sál.

 

72 Hákun kongur frá kirkju reið,

mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

alt yvir sítt breiða borð.

 

73 Margreta vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreymin frá:

“Nógv havi eg í Noregi at gera,

mín faðir er fallin frá.”

 

74 Margreta vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.

 

75 Meg droymdi, í Norðnesi

har var kynt eitt bál,

har kom Eyðun hestakorn,

hann reið við mikið prál.

 

76 Meg droymdi, í Norðnesi

har var kyndur eldur,

har kom Eyðun hestakorn,

hann reið við mikið veldi.

 

77 Meg droymdi, í Norðnesi

har var vaksin sút,

hjørturin við sítt fagra horn

hann spældi for bergið út.

 

78 Meg droymdi, í Norðnesi

har var vaksin viður,

hjørturin við sítt fagra horn

hann spældi for bergið niður.

 

79 Meg droymdi, tað var ein reyður logi

í mínum faðirs garði,

har kom sipandi ein hvirvilvindur,

so eingin varð hann varur.”

 

80 Tað er frúgvin Margreta,

sigur sín dreymin frá,

tað er greivin á Blálondum

hann kundi væl dreymin ráða.

 

81 “Tað tú droymdi, í Noregi

har var kyndur eldur,

tað verður fyri sjálvari tær,

tú kemur til lítið veldi.

 

82 Tað tú droymdi, í Noregi

har var kynt eitt bál,

tað er fyri sjálvari tær,

tú kemur til lítið mál.”

 

83 Tað er frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

so gár hon í høgaloft

for Magnus, son sín, inn.

 

84 Tók hon upp sín unga son,

legði á armin sín:

“Ligg væl heilur og happadyggur,

minst á móður tín!”

 

85 Tók hon upp sín unga son,

kysti hann so søtan,

eingin hevur so hart í hug,

at hjartað má jú grøta.

 

86 Svaraði frúgvin Margreta

av so tungum stríði:

“Gud gevi tær ikki mentur til

mót norðmonnum stríð.”

 

87 Tað er frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hon

for meistar Eingilbret inn.

 

88 “Sit væl, meistarin Eingilbret,

við tín fagra skara,

vilt tú vera mín stýrimaður

til Noregis at fara?”

 

89 Svaraði meistarin Eingilbret,

gull bar seg á hand:

“Eg skal vera tín stýrimaður

til Noregis land.”

 

90 Tað var tá, sum oftum er,

dult er *døpult mein,

greivin fylgdi Margretu

dygst á flóðarstein.

 

91 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

92 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

93 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig frúgvin Margreta

sínum fótum á land.

 

94 Svaraði frúgvin Margreta,

tá hon steig á jørð:

“Onkuntíð var mín fótur so lættur

henda tíð í fjør.”

 

95 Svaraði frúgvin Margreta,

tá hon steig á mold:

“Tað síggi eg á sjálvari mær,

at feigur er fótur á fold!”

 

96 Margreta gekk frá strondum niðan,

so er greint fyri mær,

henni vóru kunnigir vegirnir

til Mariu kirkjugarð.

 

97 “Her liggur tú, Katrin,

tú læt mál for meg,

harra Gud í himmiríki

biði gott for teg!

 

98 Her liggur tú, Katrin,

tú læt for meg mál,

harra Gud í himmiríki

biði gott for tín sál!”

 

99 Tað er frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hon

for Hákun kongin inn.

 

100 Tað er frúgvin Margreta,

tekur í kongins hand:

“Heilur og sælur mín faðirbróðir,

nú eri eg komin í land.”

 

101 Tá svaraði Hákun kongur

fyrsta orðið tá:

“Hvar skalt tú, hin lítla kona,

tær eitt vitni fá?”

 

102 “Eg væntaði mær í Noregi

vitni at leita til tín

og hann meistarin Bjarnir,

fosturfaðir mín.”

 

103 Inn kom meistarin Bjarni,

gjølla hana kendi:

“Gud fyriláti faðir tínum,

teg av landi sendi!”

 

104 Tí svaraði Hákun kongur

annað orðið tá:

“Hvar skalt tú, hin lítla kona,

tær annað vitni fá?”

 

105 Eg væntaði mær í Noregi

vitni at leita til tín

og hana Ása Tistilsfrú,

fosturmóðir mín.”

 

106 Inn kom Ása Tistilsfrú,

segði sum henni tóktist:

Hjálpi mær, faðir av himmiríki,

hatta er Eiriks dóttir!”

 

107 Tað var Eyðun hestakorn,

frúnni var ímót,

tá hon skuldi vitna,

hann steig á hennara fót.

 

108 Svaraði Ása Tistilsfrú,

snarliga hon sær vendi:

“Hjálpi mær, faðir av himmiríki,

eg kenni ikki hatta kvendi!”

 

109 Svaraði frúgvin Margreta,

svarar so for seg:

“So verður tú blind og deyv,

sum tú kennir meg!

 

110 Minnist tú, Ása Tistilsfrú,

tú lærdi meg at stava bók,

tú sló meg við títt fingurgull,

so tár á kinnum stóð.

 

111 Tú sló meg við titt fingurgull,

so tár á kinnar stóð,

frætti tað mín sæli faðir,

við teg varð hann óður.

 

112 Frætti tað mín sæli faðir,

at tú gjørdi so,

sendi boð í hallina inn,

eg skuldi í hallina gá.

 

113 Eg var meg so fegin og fús,

eg skuldi í hallina ganga,

eg fell í faðir míns borðstólar,

tí beri eg err í vanga.

 

114 Eg var meg so fegin og fús,

eg skuldi í hallina renna,

eg fell í faðir míns borðstólar,

tí beri eg err í enni.”

 

115 Svaraði Ása Tistilsfrú,

hon stóð [í] mannamúgva:

“Eg havi ikki sætt eina lægri konu

betri kunna at ljúgva.”

 

116 Mikil var tann bønin,

frú Margreta beið,

bæði blind og málleys

Ása av tingi reið.

 

117 Mikil var tann bønin,

frú Margreta fekk,

bæði blind og málleys

Ása av tingi gekk.

 

118 Tað er frúgvin Margreta,

tekur í kongins hand:

“Má eg ikki ganga í tverkirkju

at síggja mín faðirs leið?”

 

119 TaS var reystur Hákun kongur,

tók til orða svá:

“Hoyr tað, tú hin lítla kona,

tey vilkor skalt tú fá!”

 

120 Margreta sat í tverkirkju

og sang av síni bók,

har kom Eyðun hestakorn,

hana á honđum tók.

 

121 Hann tók hennara báðar hendur

aftur um bak at binda,

frúgvin græt so møðuliga,

blóð sprakk undan linda.

 

122 “Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

bint meg ikki nú,

tað býr undir lindini,

ið minni formár enn tú!

 

123 Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

bint meg ei so fast,

tað býr undir lindini,

ið Harrin hevur skapt!”

 

124 Tað var Eyðun hestakorn,

gjørdi um sinn,

hann tók frúnna Margretu,

setti í myrkastovu inn.

 

125 Svaraði frúgvin Margreta,

í myrkastovu stendur:

“Nú eri eg komin í húsið tað,

eg sær ikki mínar henđur.”

 

126 Tók hann frúnna Margretu,

setti í kalda jarn,

har kom jomfrú Maria

og skildi hana við barn.

 

127 Tað var í tann fyrsta svøvn,

frú Margreta fekk,

tað var jomfrú Maria,

til hana í dreymar gekk.

 

128 “Hoyr taðS, frúgvin Margreta,

tað sigi eg tær fyrst,

í morgin verður bálið kynt,

tol, sum tú kanst best!”

 

129 “Eittans havi eg vatnker drukkið,

eitt á hvørjum morgni,

onkuntíð á Blálondum

tá leikti betur í horni.

 

130 Onkuntíð á Blálondum

tá leikti betur í horni,

eg drakk av teim gullkerum,

eitt á hvørjum morgni.”

 

131 Tóku teir frúnna Margretu,

førdu út yvir bý,

login læk í Norðnesi

hátt upp undir ský.

 

132 Svaraði frúgvin Margreta

fyrsta orðið tá:

 

“Mikið hevur hann til sakar gjørt,

ið har skal brenna á.

 

133 Mikið hevur hann til sakar gjørt,

ið har skal brenna á,

harðir ganga rættirnir

í Norðnesi í ár.”

 

134 TaS gjørdi Eyðun hestakorn,

trælurin tann hin versti,

øviga vendi hann frú Margretu

um á sínum hesti.

 

135 TaS var Eyðun hestakorn,

tað gjørdi hann tá,

øviga koyrdi hann frú Margretu

av hesti út á bál.

 

136 Tað er frúgvin Margreta,

svarar so for seg:

“Heintið mær meistaran Bjarnir,

bið hann koma for meg!

 

137 Tak tú hesa lítlu kind,

sker henni klæði reyð,

hon er borin til ríkið hálvt,

derfor tolir tú deyð.

 

138 Tak tú hesa lítlu kind,

sker henni klæði grøn,

al hana upp í Hósló,

av Guði taki tú løn!”

 

139 Tað var Eyðun hestakorn,

sínum svørði brá,

hann kleyv hennara lítlu kind

sundur í lutir tvá.

 

140 Hann kleyv hennara lítlu kind

sundur í lutir tvá,

síðan báðar partarnar

hann sipar út á bál.

 

141 Svaraði frúgvin Margreta,

henni komst høvur í fang:

“Oftari hevur móðir tín

havt betri kirkjugang!

 

142 Svaraði meistari Eingilbret

fyrsta orðið tá:

“Gævi Gud, at greivin

hann hevði staðið her hjá! -

 

143 Tað var Eyðun hestakorn,

sínum svørði brá,

hann kleyv meistaran Eingilbret

sundur í lutir tvá.

 

144 Hann kleyv meistaran Eingilbret

sundur í lutir tvá,

síðan báðar partarnar

hann kastar út á bál.

 

145 Tríggjar vóru tjørutunnur

stoyttar út á bál,

ikki talaði frú Margreta

drístiligari enn tá.

 

146 Ei var slokkin eldur,

ei var troðin eim,

tó reið fyrstur Hákun kongur

frá bálinum heim.

 

147 Heilsa mær frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann versta,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og hestar!

 

148 Heilsa mær frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann arga,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og vargar!

 

149 Heilsa mær frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann ónda,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og hundar!”

 

150 Svaraði frúgvin Margreta,

áðrenn hon læt lív:

“Gud gevi ikki mentur til

mót norðmonnum stríð!”

 

151 Tað er frúgvin Margreta,

svarar so frá sær:

“Allar lat tú sjólátast,

men sjelirnar goym hjá tær!”

 

152 Tungan tók at tala,

troðin var tann eim,

síðst reið Eyðun hestakorn

frá bálinum heim.

 

153 “Heilsa mær mínum faðirbróður,

sigið honum so ífrá,

bið hann lata kórkirkju

á mínum báli slá!

 

154 Vil hann ikki kórkirkju

á mínum báli slá,

tríggjar reisir, áðrenn hann doyr,

hann skal av vitinum gá.

 

155 Vil hann ikki kórkirkju

á mínum báli gera,

tríggjar reisir, áðrenn hann doyr,

hann skal av vitinum verða.”

 

156 Magnus vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt!”

 

157 Magnus vaknar á miðjari nátt,

sigur sín dreym ífrá:

“Nógv havi eg í Noregi at gera,

mín móðir er fallin frá.”

 

158 Magnus gongur í høgaloft,

letst í brynju nýggja:

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,

nú man eg blóðið síggja.”

 

159 Magnus gongur í høgaloft,

letst í brynju blá:

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,

nú má eg blóðið sjá.”

 

160 Hann fór seg á heiðin lond

at samla saman djór

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

161 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna son,

ongan tann av Blálondum

eftir átti konu.

 

162 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna tjóð,

ongan tann av Blálondum

eftir átti fljóð.

 

163 So letur ungi Magnus

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

164 So letur ungi Magnus

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

165 So letur ungi Magnus

byggja skipin sín,

letur laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

166 So letur ungi Magnus

byggja skipin stór,

letur laða í bæði borð

virtur og so bjór.

 

167 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

168 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

høgt í miðjum ský.

 

169 Sigldu út av Blálondum

eina morgunstund,

tvinni sukku seksti skip

niður for Skotlands lund,

 

170 Sigldu út av Blálondum

eina morguntíð,

tvinni sukku seksti skip

niður for Skotlands líð.

 

171 Løgdu teir so loyniliga

inn á eina vág,

har gingu ongar gøturnar

hvørki til ei frá.

 

III. Eyðuns ríma

 

1 Eina veit eg rímuna,

væl ljóðar mín tunga,

gjørd um Eyðun hestakorn

og Hákun kongin unga.

 

2 Viljið tit nú lýða á,

meðan eg flyti fram

um hann Eyðun hestakorn,

tann trælborin mann.

 

3 Um hann Eyðun hestakorn,

tann trælborin mann,

hann var seg í Norðnesi,

tá Eiriks dóttir brann.

 

4 Tað er reystur Hákun kongur,

heitir á sveinar tvá:

“Biðið hann Eyðun hestakorn

í salin for meg inn gá!”

 

5 Evðun gekk í hallina inn,

frá man frættast víða,

kongurin situr i hásæti,

letur ivri síga.

 

6 Eyðun gekk í hallina inn,

hugsar um ongan váða:

“Hoyr tað, kongurin, harra mín,

hvat er nú at ráða?”

 

7 “Nú skal ráða um fornar sakir,

inni hava ligið leingi,

tú hevur svikið tað væna vív

og vigið reystar dreingir.”

 

8 Hákun ríður á tingið inn,

Eyðun honum á baki:

“Hoyr tað, kongurin, harra mín,

hvat er tygara sakir?”

 

9 Tú hevur svikið tað væna vív

So mangan reystan kappa,

Alt tað gull og leysafæ

Hevur tú undir teg snappað.”

 

10 Tað er reystur Hákun kongur,

svarar so for seg:

“Tunsborg og Hósló

legði tú undir teg.

 

11 Tunsborg og Hósló

tað vóru oyggjar tvinnar,

Berina hevði tú ætlað tær,

tað var ikki minna.

 

12 Beltið breitt og búgvið væl,

Eirikur kongur átti,

hoyr tú, Eyðun hestakorn,

vit eru ikki um tað sáttir.

 

13 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýrar ringar,

tað kom ikki á bróður míns bak,

uttan hann reið til tinga.

 

14 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýran krans,

tað kom ikki á bróður míns bak,

uttan hann reið í dans.

 

15 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við rósur og liljur,

tað kom ikki á bróður míns bak,

uttan hann reið at gilja.

 

16 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýrar steinar,

tað kom ikki á bróður míns bak

uttan jóladagin eina.

 

17 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við ringar fleiri,

tú hevur gjørt fyri lívi tínum,

um enn tað væri meiri.”

 

18 “Tað tykir mær einki vera,

tóast tú letur meg pína,

tó læt tú á báli brenna

bróðurdóttur tína.”

 

19 Tóku teir Eyðun hestakorn,

bundu hann so fast,

ei var smáur líntvongur,

ið honum á beinum brast.

 

20 Tóku teir Eyðun hestakorn,

trælin tann hin versta,

tað var mær á sonnum sagt,

teir slitu hann millum hesta.

 

21 Tóku teir Eyðun hestakorn,

hongdu upp í træ,

tað er mær av sonnum sagt,

at ravnar rivu hans ræ.

 

22 Tað gjørdi reystur Hákun kongur

við so mikið mein,

hongdi Eyðun hestakorn

í hægstu gálgagrein.

 

23 Tað er frúgvin Gýða,

eftir stræti gongur,

hennara maður í Norðnesi

í reyðum skildri hongur.

 

24 Tað er frúgvin Gýða,

eftir stræti gekk,

hennara maður í Norðnesi

í reyðum skildri hekk.

 

CCF 77 B

TSB C 6, C 22

 

Handrit: Johannes Clemensen:  Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68) nr. 50,

 

Útgávur:

1. Jóannes í Króki: “Sandoyarbók II”. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1982.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 198.

 

Heimild:  Úr Sandoy:  Ole Clemensen,  Óli í Króki (1782-1858), Sandi 1822

 

C 6 Drotning av Runsborg (The death of queen Dagmar in 1212)

Danadrotning Dagmoy liggur við verkjum og sendir boð eftir kvinnum at linna um pínuna, men hon versnar og sendir boð eftir kongi. Tá ið hann kemur, er Dagmoy longu deyð. Í sorg síni biður hann til, at hon kann koma til lívs aftur. Eitt lítið bil raknar hon við og sigur honum seinastu ynski síni. Hon biður hann ansa eftir barni teirra (D, S: og at loysa allar fangar, og hon mælir honum eisini til, hvørjum hann skal giftast uppaftur við.) Síðani kima himmalsins klokkur fyri henni.

á føroyskum: CCF 77 B: I, C: I (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019