• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Margretu kvæði

 

CCF 77 C

TSB C 6, C 22

 

I. Drotning av Runsborg.

 

1 Drotningin av Runsborg

slítur skarlak reyð,

letur seg við børnum ganga,

henni var lagað til deyð.

 

Trínið nú lættliga dansin!

Dagnrin skín so fagurliga,

komin er hægst á summarið.

 

2 Tað er frúgvin Dagmoy

mælir for sínum munni:

“Heintið mær higar moyggjar tvær,

meg forloysa kunnu!

 

3 Heintið mær eina, heintið mær tvær,

heintið mær av teim vísu,

heintið mær Katrina, kongins systur,

kongins systir av Rípu!

 

4 Heintið mær eina, heintið mær tvær,

heintið mær av teim bestu,

heintið mær Katrina, kongins systur,

hon man vera tann besta.

 

5 Heintið mær eina, heintið mær tvær,

heintið mær av teim klóku,

heintið mær Katrina, kongins systur,

hon man konstir njóta!”

 

6 Tær studdu hana inn, tær studdu hana út,

tað bleiv alt longur jú verri:

“Leggið saðil á gangara grá,

sendið boð eftir mín herra!”

 

7 Hann var fimur á fótinum,

ið tey boðini bar

hagar heim til landanna,

sum kongurin fyri var.

 

8 Tað var hesin sendisvein,

leyp til gangara reyð,

snarliga skundaði síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

9 Tað var reystur Eirikur kongur,

út um vindeygað sá:

“Nú sær eg mín lítin smásvein,

so sørgelig monni hann gá.”

 

10 Tað var hesin sendisvein,

inn í hallir fór,

sum hann reystur Eirikur kongur

drekkur mjøð við borð.

 

11 Tá svaraði Eirikur kongur,

smílist undir lín:

“Hvussu livir Dagmoy,

sæla drotning mín?”

 

12 “Tú situr væl, reystur Eirikur kongur,

glaður og drekkur vín,

Dagmoy liggur í Rípu sjúk,

hon sendi meg til tín.

 

13 Tú situr væl, reystur Eirikur kongur,

og drekkur mjøð av skál,

Dagmoy liggur í Rípu sjúk,

næstan missir mál.”

 

14 Tað var reystur Eirikur kongur,

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

15 Tað var reystur Eirikur kongur,

hann sló síni taffilborð sundur:

“Tað forbjóði tann øvarsti Gud,

at Dagmoy doyr so ung!”

 

16 Tað var reystur Eirikur kongur,

leyp til gangara reyð,

snarliga skundaði síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

17 Tá hann fór til Rípu,

fylgdu honum fimtan sveinar,

tá hann kom á Alfarabrúgv,

tá reið tann harra aleina.

 

18 Tá hann kom á vegin fram,

hoyrdi hann klokkur ringja:

“Ráði nú Gud for dýru Dagmoy,

mær tykist, mítt hjarta vil springa!”

 

19 Tá hann kom tá betur fram,

hoyrdi hann klokkur og messur:

“Ráði nú Gud for dýru Dagmoy,

mær tykist, mítt hjarta vil bresta!”

 

20 Tá hann kom í hallina inn,

yptist ein størri neyð,

tað var hansara dýra drotning,

lá á børum deyð.

 

21 “Harra Gud í himmiríki,

vilt tú tað so maka,

Dagmoy undan børum steig

og vildi við meg tala!”

 

22 Mikil var tann bønin,

Eirikur kongur fekk,

Dagmoy undan børum steig

og fram á gólvið gekk.

 

23 Tað er frúgvin Dagmoy,

svarar so for seg:

Hoyrið nú, bæði kvinnur og menn,

tit skulu ikki ræðast meg!

 

24 Eg var meg í pínuni

eina so lítla tíð

fyri tann signaða sunnudag,

eg læt mínar ermar sý.

 

25 Eg var meg í pínuni

eina so lítla stund

fyri tann signaða sunnudag,

eg setti mínar ermar um.

 

26 Guði befalli eg mínar døtur í vold,

so teg, kongurin sjálvur,

ger so væl við moyggjarnar,

borin ert tú til sjálvur.

 

27 Tú eigur tær tvær onkardøtur,

sker teim klæði reyð,

aðra kalla tú frú Margretu,

aðra Dagmoy!

 

28 Ansa væl frúnni Margretu,

hon fær ei sín líka,

tað er Eyðun hestakorn,

hann vil hana svíkja.

 

29 Eg fái ikki, Eirikur kongur,

snakkað longur við teg,

einglar sita í himmiríki,

longta eftir meg.”

 

30 Dagmoy er deyð

fyri fimtan ár,

so sára gráta Danimenn,

sum tað var ígjár.

 

II. Frúgvin Margreta

 

1 Vilja tit nú lýða á,

meðan eg flyti fram

um hana frúnna Margretu,

í Norðnesi brann.

 

2 Gud fyriláti Eiriki kongi,

hvat hann mundi gera,

sendi sítt barn í ókunn lond,

moykongur at vera.

 

3 Gud fyriláti Eiriki kongi,

hvat hann gjørdi har,

sendi sítt barn í ókunn lond,

moykongur vera skal.

 

4 “Mær skal fylgja frú Katrin,

sker henni klæði reyð,

hon verður mær tann trúgvasta,

derfor tolir hon deyð.”

 

5 “Tær skal fylgja so vænt eitt vív

sunnan undan lund,

nevnd er frúgvin Ingibjørg

tað lystiliga sprund.

 

6 Tær skal fylgja so vænt eitt vív

sunnan undan oy,

nevnd er frúgvin Ingibjørg

tann lystiliga moy.

 

7 Tær skulu fylgja sveinar tveir,

eg kenni væl teirra navn:

Nigils út av Gilstein

og Eyðun hestakorn.

 

8 Nigils út av Gilstein

og Eyðun hestakorn,

tí teir kunnu læra teg

tey landsmál og orð.”

 

9 “Mær skal fylgja frú Katrin,

sker henni klæði grøn,

hon verður mær tann trúgvasta,

av Guði taki hon løn.”

 

10 Tað leið ikki longur um

enn mánaðirnar tvá,

lysti frúnna Margretu

síni faðirs skip at sjá.

 

11 Tað var Eyðun hestakorn,

hann tók í frúnnar hond,

fylgdi hana í sævarmála

í tað hála tang.

 

12 Hann fylgdi hana í sævarmála

í taSð hála tang,

stjól so burt tað fingurgull,

jomfrúnni fell av hand.

 

13 Tað leið ikki longur um

enn mánaðirnar tríggjar,

enn lystir frúnna Margretu

síni faðirs skip at síggja.

 

14 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongasteðs tað kundu tey

til nakað land at sjá.

 

15 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

ongasteðs tað kundu tey

til nakað land at síggja.

 

16 Svaraði frúgvin Margreta,

hon stóð í fremra stavn:

“Vit skulu lova olmussu

í vár harras navn.”

 

17 Summi lova eina,

summi lova tvá,

tað var frúgvin Margreta,

hon lovar tríggjar.

 

18 Summi lova eina og tvá,

summi lova tríggjar,

Margreta lovaði fýra,

tá fingu tey land at síggja.

 

19 Svaraði frúgvin Margreta,

skortar ikki fíggja:

“Hetta kalla teir Skotland,

vit fingu fyrst at síggja.”

 

20 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

stóð í kjortil reyð:

“Fingu vit selt tað væna vív,

tá kortar os ei til eyð.”

 

21 Svaraði Eyðun hestakorn

fyrsta orðið tá:

“Seljið hana helst til Blálanda,

har spyrst minni frá!”

 

22 Vundu upp síni silkisegl,

gul við vovin rand,

strykaðu ei á bunkan niður

fvyrr enn við Bláland.

 

23 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

24 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Eyðun hestakorn

sínum fótum á land.

 

25 Fyrst steig Eyðun hestakorn

sínum fótum á land;

tá var greivin á Blálondum

riðin niður til strand.

 

26 “Hoyr tú, greivin av Blálondum,

vilt tú frúvur velja,

vilt tú keypa tað væna vív,

vit hava falt at selja?”

 

27 Tað var greivin á Blálondum,

hann tók til virðin full,

gav fyri frúnna Margretu

tríati tunnur gull.

 

28 Tað var greivin á Blálondum,

tað gjørdi hann tá,

gav fyri frúnna Margretu

meira, enn hon sjálv vá.

 

29 Tað er greivin á Blálondum

svarar so frá sær:

“Í hvat landi ert tú borin,

hvør er faðir at tær?”

 

30 “Eg kann ikki sannari

siga fyri tær:

Eirikur kongur í Noregi

er sannur faðir at mær.”

 

31 Tá ið greivin hetta hoyrdi,

at hon var av kongakyni,

vildi hann ikki gifta hana

við sínum sjálvsins syni.

 

32 Tað var greivin á Blálondum,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur *fresta.

 

33 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

greivin og hans vív.

 

34 Tað er frúgvin Katrin,

svarar so for seg:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

Eyðun, veit hana meg!

 

35 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær gera,

lat meg við frúnni Margretu

á Blálondunum vera!

 

36 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær tiggja,

lat meg við frúnni Margretu

á Blálondunum byggja!”

 

37 “Hvat skalt tú á Blálondum gera,

tú kanst ikki mál,

far tú heldur til Noregis,

far suður aftur í vár!

 

38 Hvat skalt tú á Blálondum gera,

tú [ert] lítið treyst,

far tú heldur til Noregis,

far suður aftur í heyst!”

 

39 “Verður mær tess *eyðið,

eg komi til Noregis heim,

eg skal siga Eiriki kongi

frúnnar tungu mein.

 

40 Verður mær tess *eyðið,

eg komi til Noregis vítt,

eg skal siga Eiriki kongi,

tit sviku tað væna vív.”

 

41 Tóku tey frúnna Katrina,

løgdu undir høgind blá,

Eyðun og frúgvin Ingibjørg

tey settust omaná.

 

42 Tóku tey frúnna Katrina,

tað hitt væna vív,

hongdu upp í hægsta tog,

har tapti moy sítt lív.

 

43 Vundu upp síni silkisegl,

gul við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

44 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

45 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig frúgvin Ingibjørg

sínum fótum á land.

 

46 Fyrst steig frúgvin Ingibjørg

sínum fótum á land,

tá var reystur Eirikur kongur

riðin niður til strand.

 

47 Tá svaraði Eirikur kongur,

gull bar seg á hand:

“Hvar er Margreta, dóttir mín,

hon kemur ei fyrst á land?”

 

48 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

væl kann ‘leskum’ lúka:

“Mitt í miðjum Írlandshavi

fingu vit moynna sjúka.”

 

49 Tí svaraði Eirikur kongur

fyrsta orðið tá:

“Lyftið frá tey silkitjaldur,

latið meg líkið sjá!”

 

50 Svaraði reystur Eirikur kongur,

tá hann líkið sá:

“Hatta er ikki Margreta,

hvørki á brún ei brá.”

 

51 Vankar ei á stræti,

treður á manna gongd,

gingin er sjálvur Eirikur kongur

undir børustong.

 

52 Ikki kostar Eirikur kongur

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann henni slá.

 

53 Børurnar av reyðargulli

læt hann henni gera,

korsið av tí skæra silvur,

merki við at bera.

 

54 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka á fold,

gróvu tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

55 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

56 Eirikur reið frá kirkju heim,

mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir sín dóttur sál.

 

57 Eirikur reið frá kirkju heim,

mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

yvir sítt breiða borð.

 

58 Tað var tá, sum ofta er,

frá man frættast víða,

Noregis kongur frá kirkju reið,

hann fangaði helsótt stríða.

 

59 Tað var í tann fyrsta svøvn,

Eirikur kongur fekk,

tað var frúgvin Margreta,

honum í dreymar gekk.

 

60 “Tað var frúgvin Katrin,

Í gjár var løgd í skrín,

eftir livir á Blálondum

Margreta, dóttir tín.

 

61 Tað var frúgvin Katrin,

Í gjár var løgd í mold,

eftir livir á Blálondum

Margreta, dóttir bold.”

 

62 Tað var reystur Eirikur kongur,

fell pá síni knæ:

“Heinta mær Eyðun og Bjarnir,

bið teir koma for meg!”

 

63 Inn kom meistarin Bjarnir,

fell pá síni knæ:

“Krist signi teg, Eirikur kongur,

hvat viljið tær mær?”

 

64 Tá svaraði Eirikur kongur,

áðrenn hann læt lív:

“Tryggan skulu tit eiðin svørja

um tað væna vív.”

 

65 Tá svóru teir rangar

eiðirnar tvá,

tað er ei so undarligt,

tað gekk, sum sagt er frá.

 

66 Tá svóru teir rangan

tólv manna eið,

tað var ei so undarligt,

um ævin var ikki greið.

 

67 Tá svaraði Eirikur kongur,

áðrenn hann gav upp ond:

“Margretu lýsi eg ríkið hálvt,

kemur hon lív[s] til lond.”

 

68 Vankar ei á stræti,

treður á manna gongd,

gingin er sjálvur Hákun kongur

undir børustong.

 

69 Ikki kostaði Hákun kongur

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann honum slá.

 

70 Børurnar av reyðargulli

læt hann honum gera,

korsið av tí skæra silvur,

merki við at bera.

 

71 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka á fold,

gróvu tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

72 Eystan fyri kirkjuna,

dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

73 Hákun kongur frá kirkju reið,

mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

yvir sítt breiða borð.

 

74 Hákun kongur frá kirkju reið,

mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir sín bróður sál.

 

75 Margreta vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreymin frá:

“Nógv havi eg í Noregi at gera,

mín faðir er fallin frá.”

 

76 Margreta vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.

 

77 Meg droymdi, í Norðnesi

har var kynt eitt bál,

har korn Eyðun hestakorn,

hann reið við mikið prál.

 

78 Meg droymdi, í Norðnesi

har var kyndur eldur,

har reið Eyðun hestakorn

við so mikið veldi.

 

79 Meg droymdi, í Norðnesi

har var vaksin sút,

hjørturin við sítt fagra horn

hann spældi for bergið út.

 

80 Meg droymdi, í Norðnesi

har var vaksin viður,

hjørturin við sítt fagra horn

hann spældi for bergið niður.

 

81 Meg droymdi, tað var ein reyður logi

í mínum faðirs garði,

har kom sipandi ein hvirvilvindur,

so eingin varð hann varur.”

 

82 Tað er frúgvin Margreta,

hon sigur sín dreymin frá,

tað var greivin á Blálondum,

hann kundi væl dreymin ráða.

 

83 “Tað ið teg droymdi, í Norðnesi

har var kyndur eldur,

tað verður fyri sjálvari tær,

tú kemur til lítið veldi.

 

84 Tað ið tú droymdi, í Norðnesi

har var kynt eitt bál,

tað verður fyri sjálvari tær,

tú missir lív og mál.”

 

85 Tað var frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

so gár hon í høgaloft

for Magnus, son sín, inn.

 

86 Hon tók upp sín unga son,

legði á armin sín:

“Ligg væl heilur og happadyggur,

minst á móður tín!”

 

87 Hon tók upp sín unga son

og kysti hann so søtan.

Eingin hevur so hart í hug,

at hjartað má jú grøta.

 

88 Svaraði frúgvin Margreta

av so tungum stríði:

“Gud gevi tær ikki mentir til

mót norðmonnum stríð!”

 

89 Tað er frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hon

for meistar Eingilbret inn.

 

90 “Sit væl, meistarin Eingilbret,

við tín ljósa skara!

Vilt tú vera mín stýrimaður

til Noregis at fara?”

 

91 Upp stóð meistarin Eingilbret

við sín ljósa hand:

“Eg skal vera tín stýrimaður

til Noregis land.”

 

92 Tað var tá, sum ofta er,

dult er *døpult mein,

greivin fylgdi Margretu

dygst á flóðarstein.

 

93 Vundu upp síni silkisegl,

gul við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

94 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

95 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig frúgvin Margreta

sínum fótum á land.

 

96 Svaraði frúgvin Margreta,

tá hon steig á jørð:

“Onkuntíð var mín fótur so lættur

henda tíð í fjør!”

 

97 Svaraði frúgvin Margreta,

tá hon steig á mold:

“Tað kenni eg á sjálvari mær,

at feigur er fótur á fold!”

 

98 Margreta gekk frá strondum niðan,

so er greint fyri mær,

henni vóru kunnigir vegirnir

til Mariu kirkjugarð,

 

99 “Her liggur tú, Katrin,

tú læt lív for meg,

harra Gud í himmiríki

biði gott for teg!

 

100 Her liggur tú, Katrin,

tú læt for meg mál,

harra Gud í himmiríki

biði gott for tín sál!”

 

101 Tað er frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hon

fyri Hákun kongin inn.

 

102 Tað var frúgvin Margreta,

tók í kongins hand:

“Heilur og sælur, mín faðirsbróðir,

nú eri eg komin í land!”

 

103 Tá svaraði Hákun kongur

fyrsta orðið tá:

“Hvar skalt tú, hin lítla kona,

tær eitt vitni fá?”

 

104 “Eg væntaði mær í Noregi

vitni at leita til tín,

og hann meistarin Bjarnir,

fosturfaðir mín.”

 

105 Inn kom meistarin Bjarnir,

gjølla hana kendi:

“Gud fyriláti faðir tínum,

hann teg av landi sendi!”

 

106 Tá svaraði Hákun kongur

fyrsta orðið tá:

“Hvar skalt tú, hin lítla kona,

tær annað vitni fá?”

 

107 “Eg væntaði mær í Noregi

vitni at leita til tín,

og hana Ásu Tistilsfrú,

fosturmóður mín.”

 

108 Inn kom Ása Tistilsfrú,

segði sum henni tókti:

“Hjálpi mær faðir av himmiríki,

hatta er Eiriks dóttir!”

 

109 Tað var Eyðun hestakorn,

frúnni var ímót,

tá hon skuldi vitna,

hann steig á hennara fót.

 

110 Tað var Ása Tistilsfrú,

snarliga hon sær vendi:

- Hjálpi mær faðir av himmiríki,

eg kenni ikki hatta kvendi!”

 

111 Tað er frúgvin Margreta,

svarar so for seg:

“So verði tú blind og deyv,

sum tú kennir meg!

 

112 Minnist tú ei, Ása Tistilsfrú,

tú lærdi *meg at stava bók,

tú sló meg við títt fingurgull,

so tár á kinnum stóð?

 

113 Tú sló meg við títt fingurgull,

so tár á kinnum stóð,

frætti tað mín sæli faðir,

við teg varð hann óður.

 

114 Frætti tað mín sæli faðir,

at tú gjørdi so,

sendi boð í høgaloft,

eg skuldi í hallina gá.

 

115 Eg var meg so fegin og fús,

eg skuldi í hallina ganga,

eg fell í faðir míns borðstólar,

eg beri her err í vanga.

 

116 Eg var meg so fegin og fús,

eg skuldi í hallina renna,

eg fell í faðir míns borðstólar,

eg beri her err í enni.”

 

117 Svaraði Ása Tistilsfrú,

hon stóð í mannamúgva:

“Eg havi ikki sætt eina lægri konu

betur kunna at ljúgva.”

 

118 Mikil var tann bønin,

frú Margreta beið:

bæði blind og málleys

Ása av tingi reið.

 

119 Mikil var tann bønin,

frú Margreta fekk:

bæði blind og málleys

Ása av tingi gekk.

 

120 Tað var frúgvin Margreta,

hon tók í kongins hond:

“Má eg ikki ganga í tverkirkju

at skoða mítt faðirs leið?”

 

121 Tað var reystur Hákun kongur,

tók til orða svá:

“Hoyr tað, tú hin lítla kona,

tey vilkor skalt tú fá.”

 

122 Margreta sat í tverkirkju,

sang av síni bók,

har kom Evðun hestakorn,

hana á hondum tók.

 

123 Hann tók hennara báðar hendur,

aftur um bak at binda,

frúgvin græt so møðuliga,

blóð sprakk undan linda.

 

124 “Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

bint meg ikki nú,

tað býr undir lindini,

ið minni formár enn tú.

 

125 Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

bint meg ei so fast,

tað býr undir lindini,

sum Harrin hevur skapt.”

 

126 Tað var Eyðun hestakorn,

hann gjørdi verri um sinn,

hann tók frúnna Margretu,

setti í myrkastovu inn.

 

127 Svaraði frúgvin Margreta,

í myrkastovu stendur:

“Nú eri eg komin í húsið tað,

eg sær ikki mínar hendur.*

 

128 Hann tók frúnna Margretu,

setti í kalda jarn,

har kom jomfrú Maria

og skildi hana við barn.

 

129 Tað var í tann fyrsta svøvn,

frú Margreta fekk,

tað var jomfrú Maria

til hana í dreymar gekk.

 

130 “Hoyr tú, frúgvin Margreta,

tað sigi eg tær fyrst,

í morgin verður bálið kynt,

tol, sum tú kanst best!”

 

131 “Eittans havi eg vatnker drukkið,

eitt á hvørjum morgni,

onkuntíð á Blálondum

tá leikti betur í horni.

 

132 Onkuntíð á Blálondum

tá leikti betur í horni,

eg drakk av teim gullkerum,

eitt á hvørjum morgni.”

 

133 Tóku teir frúnna Margretu,

førdu út yvir bý,

login leikti í Norðnesi

høgt upp undir ský.

 

134 Svaraði frúgvin Margreta,

tá hon bálið sá:

“Mikið hevur tann til saka gjørt,

har skal brenna á!

 

135 Mikið hevur tann til saka gjørt,

har skal brenna á,

harðir ganga rættirnir

í Noregi í ár!”

 

136 Tað gjørdi Eyðun hestakorn,

trælurin tann hin versti,

øviga vendi hann frú Margretu

um á sínum hesti.

 

137 Tað var Eyðun hestakorn,

so illa gjørdi hann tá,

øviga koyrdi hann frú Margretn

av hesti út á bál.

 

138 Tað var frúgvin Margreta,

svarar so for seg:

“Heintið mær meistaran Eingilbret,

bið hann koma til meg!

 

139 Hoyr tú, meistarin Eingilbret,

tað er mest av neyð,

tak tú hesa lítlu kind,

sker henni klæði reyð!

 

140 Tak tú hesa lítlu kind,

sker henni klæði grøn,

hon er borin til ríkið hálvt,

av Guði taki tú løn!”

 

141 Tað var Eyðun hestakorn

sínum svørði brá,

hann kleyv hennara lítlu kind

sundur í lutir tvá.

 

142 Hann kleyv hennara lítlu kind

sundur í lutir tvá,

síðan báðar partarnar

hann kastar út á bál.

 

143 Svaraði frúgvin Margreta,

henni komst høvur í fang:

“Onkuntíð hevði móðir tín

havt betri kirkjugang!”

 

144 Svaraði meistarin Eingilbret

fyrsta orðið tá:

“Gávi Gud, at greivin

hann hevði staðið hjá!”

 

145 Tað var Eyðun hestakorn,

sínum svørði brá,

hann kleyv meistaran Eingilbret

sundur í lutir tvá.

 

146 Hann kleyv meistaran Eingilbret

sundur í lutir tvá,

síðan báðar partarnar

hann kastar út á bál.

 

147 Tríggjar vóru tjørutunnur

stoyttar út á bál,

ikki talaði frú Margreta

drístiligari enn tá.

 

148 “Sløkkið nú, hvør sum sløkkja kann,

troðið so tann eim!

Fyrst reið reystur Hákun kongur

frá bálinum heim.

 

149 Heilsa frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann versta,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og hestar!

 

150 Heilsa frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann arga,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og vargar!

 

151 Heilsa frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann ónda,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og hundar!”

 

152 Svaraði frúgvin Margreta,

áðrenn hon læt lív:

“Gud gevi ikki mentir til

mót norðmonnum stríð!

 

153 Gud gevi ikki mentur til

at halda stríð for stað,

allar lat tú sjólátast,

men sjelirnar goym hjá tær!”

 

154 Tungan tók at tala,

troðin var tann eim,

síðst reið Eyðun hestakorn

frá bálinum heim.

 

155 Heilsa mær mínum faðirbróður,

sig honum so ífrá:

bið hann lata kórkirkju

á mínum báli slá!

 

156 Vil hann ikki kórkirkju

á mínum báli gera,

tríggjar reisir, áðrenn hann doyr,

hann skal av vitinum verða!

 

157 Vil hann ikki kórkirkju

á mínum báli slá,

tríggjar reisir, áðrenn hann doyr,

hann skal av vitinum gá!”

 

158 Magnus vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt!”

 

159 Magnus vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreymin frá:

“Nógv havi eg í Noregi at gera,

mín móðir er fallin frá!”

 

160 Magnus gekk í høgaloft,

letst í brynju nýggja:

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,

nú má eg blóðið síggja!”

 

161 Magnus gekk í høgaloft,

letst í brynju blá:

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,

nú má eg blóðið sjá!”

 

162 Hann fór seg á heiðin lond

at samla saman djór

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skín á sól.

 

163 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna son,

ongan tann av Blálondum,

eftir átti konu.

 

164 Hann læt sær tað liðið samla,

valdra manna tjóð,

ongan tann av Blálondum,

eftir átti fljóð.

 

165 So læt ungi Magnus

síni skipin gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

166 So læt ungi Magnus

síni skipin búgva,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

167 So læt ungi Magnus

byggja skipin stór,

letur laða í bæði borð

virtur og so bjór.

 

168 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

169 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skein sólin á.

 

170 Sigldu út av Blálondum

eina morgunstund,

tvinni sukku seksti skip

niður for Skotlands lund.

 

171 Sigldu út av Blálondum

eina morguntíð,

tvinni sukku seksti skip

niður for Skotlands líð.

 

172 Løgdu teir so loyniliga

inn á eina vág,

har gingu ongar gøturnar

hvørki til ei frá.

 

III. Eyðun ríma

 

1 Viljið tit nú lýða á,

væl ljóðar mín tunga,

gjørd um Eyðun hestakorn

og Hákun kongin unga.

 

2 Viljið tit nú lýða á,

meðan eg flyti fram

um hann Eyðun hestakorn,

tann trælborin mann.

 

3 Um hann Eyðun hestakorn,

tann trælborin mann,

hann var seg í Norðnesi,

tá Eiriks dóttir brann.

 

4 Kongurin situr í hásæti,

skoðar gull í skrín:

“Rennur mær nú aftur [í] grun

bróðurdóttir mín.”

 

5 Kongurin situr í hásæti,

skoðar gull í borg:

“Liggur ei leingi á kistubotni,

vunnið er við sorg.”

 

6 Tað er reystur Hákun kongur,

heitir á sveinar tvá:

“Bið hann Eyðun hestakorn

í salin for meg inngá!

 

7 Eyðun gekk í hallina inn,

frá man frættast víða,

kongurin situr í hásæti,

letur ivri síga.

 

8 Eyðun gekk í hallina inn,

hugsar um ongan váða:

“Hoyr tað, kongurin, harra mín,

hvat havið tær at ráða?”

 

9 “Nú skal ráða um fornar sakir,

duldar eru leingi,

tú hevur svikið tað væna vív,

so mangar reystar dreingir.”

 

10 Hákun ríður á tingið inn,

Eyðun honum á baki:

“Hoyr tú, kongur, harra mín,

hvat eru tygara sakir?”

 

11 “Katrin liggur í døkkari mold,

Margreta brann á báli,

tað eru sjóndarmerki til,

at vitnað hava tit galið.

 

12 Hon er seld í ókunn lond,

alt fór eftir vari,

hoyr tú, Eyðun hestakorn,

við svikum hevur tú farið!

 

13 Tú hevur svikið tað væna vív,

so mangan reystan kappa,

alt tað gull og leysafæ

hevur tú undir teg snappað.”

 

14 Tað var reystur Hákun kongur,

svarar so for seg:

Tunsborg og Hósló

legði tú undir teg.

 

15 Tunsborg og Hósló

tað vóru oyggjar tvinnar,

Berina hevði tú ætlað tær,

tað var ikki minna,

 

16 Beltið breitt og búgvið væl,

Eirikur kongur átti,

hoyr tað, Eyðun hestakorn,

vit eru ikki um sáttir!

 

17 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýrar ringar,

tað kom ikki á bróður míns bak,

uttan hann reið til tinga.

 

18 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýran krans,

tað kom ikki á bróður míns bak,

uttan hann reið í dans.

 

19 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við rósur og liljur,

tað kom ikki á bróður míns bak,

uttan hann reið at gilja.

 

20 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við dýrar steinar,

tað kom ikki á bróður míns bak

uttan jóladagin eina.

 

21 Beltið breitt og búgvið væl,

sett við ringar fleiri,

tú hevur gjørt fyri lívi tínum,

um enn tað væri meiri.”

 

22 “Tað tykir mær einki vera,

at tú letur meg pína,

tó læt tú á báli brenna

bróðurdóttur tína.”

 

23 “Tað eg læt á báli brenna

bróðurdóttur mína,

voldi tú, Eyðun hestakorn

og svikarkonur tínar.”

 

24 Tóku teir Eyðun hestakorn,

bundu hann so fast,

ei var smáur líntvongur,

honum á beinum brast.

 

25 Tóku teir Eyðun hestakorn,

hongdu upp í træ,

tað er mær av sonnum sagt,

at ravnar rivu hans ræ.

 

26 Tað gjørdi reystur Hákun kongur

við so mikið mein,

hongdi Eyðun Hestakorn

í hægstu gálgargrein.

 

27 Tangaðu kjøt av beinum út,

kasta for úlvar niður.

“Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

her skuldi tú hingið fyrr!”

 

28 Tað er frúgvin Gýða,

eftir stræti gongur,

hennara maður í Norðnesi

í reyðum skildri hongur.

 

Trínið lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin er hægst á summarið.

 

CCF 77 C

TSB C 6, C 22

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM Access 4.

 

Útgávur:

 1. I. “Drotning av Runsborg” prentað í “Danmarks gamle Folkeviser III”, 1862 s. 922-923,. II. “Frúgvin Margreta” prentað í V.U. Hammershaimb: “Færøsk Anthologi I”, 1891, s. 93-119.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 210.

 

Heimild:  Úr Sandoy:  Johannes Clemensen,  Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi 1848

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019