• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Eyðun hestakorn

 

CCF 77 D

TSB C 6, C 22

 

1 Eyðun vaknar um midnátt

og talar til sína keru:

“Eg havi so undarligar dreymarnar droymt,

vreiður man kongur vera.”

 

2 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon var hans egin kera:

“Vetrarnáttin er so long,

og mangt man í dreymar bera.”

 

3 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon var hans egin vív:

“Hvar ið tú hann við eygum sær,

tú vert í hug so blíð!”

 

4 Kongurin ríður út árla morgun,

Eyðun honum á baki:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

hvat eru várar sakir?”

 

5 “Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

vilt tú sakir hoyra,

fyrigjørt hevur tú lív og góðsi,

um tú hevði meiri.

 

6 Tú tókst mína bróðurdóttur

og seldi fyri fæ,

tað vita tú, Eyðun hestakorn,

nú eru sakir tvær.

 

7 Tú tókst mína bróðurdóttur

og seldi tær fyri eyð,

tað vita tú, Eyðun hestakorn,

at nú eru sakir sjey.

 

8 Tó tókst mína bróðurdóttur

og seldi tær fyri gull,

tað vita tú, Eyðun hestakorn,

nú eru sakir full.

 

9 Eg læt teg til Danmark

konu at biðja tær,

Túnsberg og Hósló

tað stjólst tú frá mær.

 

10 Túnsberg og Hósló

tað eru staðir tvinnir,

Bjarland hevði tú ætlað tær,

ongan háttin minni.

 

11 Beltið breitt og búgvið væl,

ið Eirikur bróðir mín átti,

vita tað, Eyðun hestakorn,

vit eru ikki um tað sáttir.

 

12 Beltið breitt og búgvið væl,

var sett við rósur í krans,

tað kom ikki um bróður míns bak,

uttan tá ið hann reið í dans.

 

13 Beltið breitt og búgvið væl

var sett við dýrar steinar,

tað kom ikki um bróður míns bak

uttan jóladag hin eina.”

 

14 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon var hans egin kera:

“Hann er tygum so nærskyldur,

tær muguð honum einki gera!”

 

15 “Jú fleiri fyri honum biðja,

jú fleiri fyri mær ganga,

helst um hann er mær nærskyldur,

helst hægri skal hann hanga.”

 

16 “Tað tykir mær einki vera,

tóast tú letur meg pína,

tá ið tú lætst á báli brenna

bróðurdóttur tína.”

 

17 Kongurin tagdi eina stund

og hyggur upp yvir seg:

“Tað vita tú, Eyðun hestakorn,

tað bøtir ikki um teg!”

 

18 So græt kongurin Hákun,

at *skikkjan fleyt í droyra:

“Tað voldi tú, Eyðun hestakorn,

og aðrir svikarar fleiri!”

 

19 Væl var hann til gálgan reiddur,

tá ið hann læt seg heingja,

silkihúgvu á høvdi bar,

og belti um miðju at treingja.

 

20 Væl var hann til gálgan reiddur,

tá ið hann læt seg hanga,

silkihúgvu á høvdi bar

og belti niður um svanga.

 

21 Tóku teir Eyðun hestakorn

og festu hann upp í træ,

tað mátti hann vánir vænta,

at ravnar ótu hans ræ.

 

22 Tóku teir Eyðun hestakorn

og festu hann upp í topp,

tað mátti hann vánir vænta,

at ravnar rivu hans kropp.

 

23 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon eftir stræti gongur,

hennara maður í Norðnesi

í reyðum skildri hongur.

 

24 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon eftir gøtu gekk,

hennara maður í Norðnesi

í reyðum skildri hekk.

 

25 Tað var frúgvin Ingibjørg,

fekk hon tað til ræði,

hon smíðar sær mann av adaltræ,

hon læt í Eyðuns klæði.

 

26 Hon smíðar sær mann av adaltræ

og letur í Eyðuns klæði,

tað var mær av sonnum sagt,

til songar gingu tey bæði.

 

CCF 77 D

TSB C 6, C 22

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM Access 4.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 222.

 

Heimild:  Úr Streymoy:  Gudmundur Effersøe (1827-1916), Vestmanna 1846

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019