• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Øskudólgur

 

CCF 189 C

TSB F 7

 

1 Øskudólgur og sópanarkona

halda sær at gaman:

“Hvussu skulum vit liva,

tá ið vit koma saman?”

 

Øll er tað grønu gras forgangin. (!)

 

2 “Vit skulum taka okkum tráðu í hond

og ganga niður við á,

fiska okkum lítil smásíl,

og føða okkum so.”

 

3 “Hvussu skulum vit liva,

tá ið fiskur er eingin í á?”

“Vit skulum okkum í havið út

og størri fiskar fá.”

 

4 “Hvussu skulum vit liva,

tá ið toskurin vil ikki bíta?”

“Vit skulum heim í bóndans garð,

treskja kornið hvíta.”

 

5 “Hvussu skulum vit liva,

tá ið bóndin hevur einki korn?”

“Vit skulum taka okkum lúður í hond

og blása hart í horn.”

 

6 “Hvussu skulum vit liva,

tá ið lúðurin vil ikki láta?”

“Vit skulum taka okkum hamar og tong

og smíða skip og bátar.”

 

7 “Hvussu skulum vit liva,

tá ið bát[ur]in ikki vil ganga?”

“Far tú teg til meinvitis,

eg vil ikki við teg pranga!”

 

8 “Ikki kunnu vit liva,

hvat vit royna tá at pranga.”

Her er ikki at kvøða meir,

tað kann ikki longur ganga.

 

Øll er tað grønu gras forgangin. (!)

 

CCF 189 C

TSB F 7

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 91 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 277.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 131.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

F 7 Øskudólgur (Girl asks future husband how he will provide for her)

Genta spyr mann, hvussu hann fer at hava umsorgan fyri henni, tá ið tey giftast. Hann sigur seg ætla sær at fiska, og hon spyr hann, hvat ið hann fer at gera, tá ið eingin fiskur er eftir; sama hvat ið hann svarar, hevur hon enn ein spurning til reiðar.

á føroyskum: CCF 189 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019