• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ániasar táttur

 

Ániasar táttur

 

CCF 192 B

Einki TSB-nr.

 

1 Ánias fór sær

norður tá um f jørð,

at keypa sær eina byrsu

fyri sínar móður jørð.

 

Skulu teir [á] mjúkum armi sova,

ljósið leikar um,

lystigar vóru tær liljurnar,

tær runnu.

 

2 Ellivu vóru tær byrsurnar,

sum hann hevði í vali,

fyri sínar móður jørð

heimi í Gásadali.

 

3 “Nú havi eg keypt mær byrsuna,

burtur úr hesum vali,

fyri mínar móður jørð

heimi í Gásadali.”

 

4 Hann fór av Havnini,

tað fell so væl í lag,

kom suður til Suðuroyar

væl mikkjalsmessudag.

 

5 Settu teir Ánias

upp á Hellistanga,

so tók hann til beinini,

heim til Vágs at ganga.

 

6 So tók hann til beinini,

heim til Vágs at ganga,

Larvas á Nesgerði,

ímóti honum at ganga.

 

7 Larvas á Nesgerði,

ímóti honum at ganga:

“Mín kæri Ánias,

hvar hevur tú byrsu fangað?”

 

8 “Hesa somu byrsuna

burtur úr øllum valum,

fyri mínar móður jørð

heimi í Gásadali.

 

9 Hesa somu byrsuna,

nú síðan í fjør,

havi eg keypt

fyri mínar móður jørð.”

 

10 Larvas hann svaraði

Ánias upp á spott:

“Nú hevur tú fingið

keypið so gott.”

 

11 “Byrsuna tað havi eg

fingið mær nú so góða,

henni skal eg skjóta við

bæði at steikja og sjóða.

 

12 Eg skal við hesari

byrsuni tá knaka,

leggja altíð fyri hana,

hvat sum eg kann raka.

 

13 Nú skal eg við hesari

byrsuni skjóta,

hvat sum kemur fyri hana,

tað skal undan róta.

 

14 So skal eg við hesari

byrsuni skjóta,

klettarnir í homrunum

teir skulu oman róta.

 

15 So skal eg við hesari

byrsuni skjóta,

stíva og so stóra mastur

skal fyri borðið róta.

 

16 So skal eg við hesari

byrsuni prála,

kundi eg komið umsíðir

at verða ein korporál.

 

17 So skal eg tá hesa

byrsuna bera,

kundi eg komið umsíðir

at verða ein offiser.

 

18 Tá skuldi eg konginum

trúligani tænt,

kundi eg komið umsíðir

at verða ein loytinant.”

 

19 Tá ið teir komu

á Trungilsgeil,

tá fell regnið

teim oman yvir.

 

20 Tá ið teir komu

á Trungilsá,

tá fell regnið

oman teim á.

 

21 Ánias leggur seg

fram eftir grúgvu,

roykurin stendur upp

úr ‘maiggiare’ túgvu.

 

22  “Góðan dag, mín bróðir,

Jákup rak,

nú havi eg fingið byrsuna

pá mítt bak.

 

23 Góðan dag, bæði faðir

og so móðir,

nú havi eg fingið

bæði krút og so lóður.

 

24 Nakað av krútinum

havi eg nú gloymt,

tað er í mínum

vinstra lumma goymt.”

 

25 Ánias setir seg

uttar á gátt:

“Nú er krútið her

fyri mær vátt.”

 

26 Ánias bindur sær

rósur í klút,

nú er hann vorðin meistari

til at turka krút.

 

27 Svaraði hansara sæla móðir,

hon heldur á gullinum bjarta:

“Góðar vóru tær stundirnar,

eg bar teg fyri mínum hjarta.”

 

28 Svaraði hansara sæla móðir,

bæði við gleði og gleim:

“Góðari stundini vart tú gitin,

so vart tú borin í heim.”

 

29 Ánias stoytir sær

krútið á pott,

tað var hansara sæla móðir,

hon líkar tað ikki gott.

 

30 Krútið tað tekur nú

á pottinum at braka,

Ánias eftir sneisini

upp undir tí at raka.

 

31 Ánias tóktist

at sita væl so fast,

hann varð leysur við jørðina,

tá ið krút á potti brast.

 

32 Ikki visti Ánias tá av,

fyrr enn tað brast,

fleyg hann so í loftið upp,

líka í ein hast.

 

33 Hann fór upp í tróðrið

við tað sama ljóð,

hann kom opin dettandi

í ein kálvaflór.

 

34 Ánias liggur

í flórinum og spjálkar:

“Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

kom mær nú til hjálpar!”

 

35 Ánias liggur í flórinum

og rópar av tungari neyð:

“Hjálp mær nú, mín sæla móðir,

hetta verður mín deyð!”

 

36 Tað var hansara sæla móðir,

sær út í hansara maga,

hon tekur um hansara bæði bein,

upp úr flóri at draga.

 

37 Tíggju byttur vórðu á hann bornar,

tvagstampurin hálvur,

tá lá hann so fittur og snoðin

sum ein sloktur kálvur.

 

38 Tað var hansara sæla móðir,

hon vaskar honum í *runu,

Ánias rópar tá:

“*Bruni og *bruni.”

 

39 Tað var hansara sæla móðir,

tók *runu upp á sín fingur,

Ánias hann rópar:

“Tað bæði svíður og stingur.

 

40 Inn kemur Símun

og klær sær um kinn:

“Upp hava tey brent

míni leiguskinn.

 

41 Upp hava tey brent

tey húsini tvey.”

Elseba, systir hansara,

hon átti tey.

 

42 Til svaraði Ánias,

alt við einum eista:

“Oftum hevur stórur eldur

komið av lítlum neista.”

 

43 So var hann brendur tá,

Ánias drongur,

húðin niður fyri

eyguni hongur.

 

44 So var hann brendur tá,

Ánias drongur,

húðin niður fyri

munnin hongur.

 

45 Ánias legðist tá

sjúkur av ekka,

tað var [eingin] í Porkeri,

sum hann fekk til at drekka.

 

46 Ánias legðist tá

sjúkur av sviða,

tað var eingin í Porkeri,

sum hann fekk til at tiga.

 

47 Ánias legðist tá

sjúkur av pínu:

“Hoyr tú tað, mín sæli faðir,

heilsa móður míni!”

 

48 Tá ið hann hevði ligið

í mánarnar tógva,

tá mundi einki

uttan jakslirnir glógva.

 

49 Tá ið hann hevði ligið

í mánarnar tveir,

tá lysti Ánias

at fá sær krút og lóður.

 

50 Tá ið hann hevði ligið

í mánamar tríggjar,

síðan lystir Ánias

sína byrsu at síggja.

 

51 “Nú skal eg krútið

á fýrpannu at laða,

síðan skal hon ongan mann

meiri skaða.

 

52 Tað fyrsta skotið,

sum Ánias skeyt,

beinini undan sínari

móður tá breyt.

 

53 Tað fyrsta skotið

sum Ánias rendi,

beinið undan sínari

móður tá brendi.

 

54 “Nú havi eg skotið

mína móður í mola,

hevði hon fingið í reyvina,

so hevði hon betur tolað.”

 

55 Ánias og Larvas

teir ganga niðri á Heygum,

turka teir tárini

hvør av annans eygum.

 

56 Ánias og Larvas

teir ganga niðri á Bakka,

alt mundi Ánias

um sína móður snakka.

 

Skulu teir [á] mjúkum armi sova,

ljósið leikar um,

lystigar vóru tær liljurnar,

tær runnu.

 

CCF 192 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (undan 1854), nr. 71 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 304.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 26.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, undan 1854.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019