• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ániasar táttur

 

Ániasar táttur

 

CCF 192 C

Einki TSB-nr.

 

1 Vilja tit nú lýða

mínum orðum á,

hvussu mær og Ániasi,

okkum hevur borist á.

 

Skuldi á mjúkum armi sovið,

góðsið tað er brunnið,

[lystig var tann liljan,

eg væl unni].

 

2 Eg mundi smogið meg

fastan í eitt glopp,

Ánias mundi brent seg

og sína móður upp.

 

3 Ánias hann fór sær

Norður um Fjørð,

hann keypti eina byrsu

fyri sínar móður jørð.

 

4 Ánias hann fór sær

til Havnar fróur,

keypti eina byrsu

og hartil krút og lóður.

 

5 Móður sínar jørðina,

ið hann til pantin setir:

“Hesa somu byrsuna,

tá føði eg meg við í vetur.

 

6 Øll tey skip,

til Vágs vilja herja,

tey skal eg

við míni byrsu verja.

 

7 Øll tey skip

til Vágs vilja fika,

tey skulu toppseglini

fyri mær strika.

 

8 Men vilja tey ikki toppseglini

fyri mær strika,

tá skulu tey

fá annað til at vita.

 

9 Tá ið eg lagi meg

til at grumla,

skotini tey skulu

í fjøllunum rumla.

 

10 Tá ið eg fýri av

undan Gjørðaveggi,

kúlan skal fara norður um land

og finnast í Garðin á Bergi.

 

11 Tá ið eg fari

út eftir Kinn,

tá skal einki skipið

herja inn.

 

12 Tá ið eg fari

út í Oyrna[nes]tanga,

kúlurnar tað skal eg

ímóti teimum langa.

 

13 Kúlurnar tær skulu

ímóti teimum fúka,

mastrarnar og so seglini

skal alt fyri borðið rúka.

 

14 Tá ið eg lagi meg

til at skjóta,

seglini og mastrarnar

skal fyri borðið flóta.

 

15 Eg skal skatt

av skipunum taka,

tá skal eg tubbakkið

undir meg raka.

 

16 Tá skal eg fáa korn og mjøl,

alt í hvat eg vil,

eingilskmenn og hálendingar,

teir skulu seta til.

 

17 Víða verður tað

um landið ført,

hvat ið eg við mínari

byrsu hevur gjørt.

 

18 Hvat ið eg við mínari

byrsu hevur gjørt,

og síðan verður tað

av landinum ført.”

 

19 Tá ið hann brúkti

hesi stóru orð,

tá sat hann oman fyri

eingilsksins borð.

 

20 Rólvi hann tykti

tað ikki vera gott:

“Hoyr tað, tú hin Ánias,

av byrsuni fært tú spott.”

 

21 Hetta fall øllum

so væl í lag,

Ánias kom til Suðuroyar

ein mikkjalsmessudag.

 

22 Løgdu teir at landi

á Hellutanga,

Lavras frá Neystum

mundi móti honum ganga.

 

23 Lavras frá Neystum

mundi ímóti honum ganga:

“Hoyr tað, tú hin Ánias,

hvar hevur tú hesa byrsu fangað?

 

24 “Hesa hevði eg heim við mær

av øllum, ið mær stóð í vali,

jørðina setti eg fyri hana

norður í Gásadali.”

 

25 Lavras hann svaraði

honum upp á spott:

“Hoyr tað, tú hin Ánias,

og tú fekk keypið gott.”

 

26 Byrsuna tað leggur hann

aftan undir sín nakka,

síðan mundi Ánias

suður til Porkeris ragga.

 

27 Tá ið hann kom

á Trongisvágsá,

tá mundi regnið

detta á.

 

28 Tá ið hann kom

har niðan, suður í Boga,

tá var krútið

so samanknoðað.

 

29 Ánias hann oman

eftir Hálsinum fer,

hann dregur hesa somu

byrsu við sítt lær.

 

30 Hann dregur hesa byrsu

við sítt lær,

oman í Eystrar

heldur hann ferð.

 

31 Ánias hann oman

í Eystrar fór,

úti hansara sæla móðir

í fyri honum stóð.

 

32 “Góðan dag,

mín sæla móðir,

eg havi keypt eina byrsu

og hartil krút og lóður.

 

33 Góðan dag, mín bróðir,

Jákup rak,

eg havi keypt eina byrsu,

eg beri hana pá mítt bak.”

 

34 Alt tað fólk, í Eystrum var,

tað leyp at lýða á,

meðan Ánias braverar

og sigur síni móður frá.

 

35 “Hesa hevði eg heim við mær

av øllum, ið mær stóð í vali,

jørðina setti eg í pant fyri hana

norður í Gásadali.”

 

36 Øll tey skip,

til Vágs vilja herja,

tey skal eg

við míni byrsu verja.

 

37 Øll tey skip,

til Vágs vilja fika,

tey skulu toppseglini

fyri mær strika.

 

38 Men vilja tey ikki toppseglini

fyri mær strika,

tá skulu tey fá

annað til at vita.

 

39 Tá ið eg lagi meg

til at grumla,

skotini tey skulu

í fjøllunum rumla.

 

40 Tá ið eg fýri av

undan Gjørðaveggi,

kúlan skal fara norður um land

og finnast í Garðin á Bergi.

 

41 Tá ið eg fari

út eftir Kinn,

tá skal einki skipið

herja inn.

 

42 Tá ið eg fari

út í Oyrna[nes]tanga,

kúlurnar tað skal eg

ímóti teimum langa.

 

43 Kúlurnar tær skulu

ímóti teimum fúka,

mastrarnar og so seglini

skal alt fyri borðið rúka.

 

44 Tá ið eg lagi meg

til at skjóta,

seglini og mastrarnar

skal fyri borðið flóta.

 

45 Eg skal skatt

av skipunum taka,

tá skal eg tubbakkið

undir meg raka.

 

46 Tá skal eg fáa korn og mjøl,

alt í hvat eg vil,

eingilskmenn og hálendarar

teir skulu seta til.

 

47 Víða verður tað

um landið ført,

hvat ið eg við mínari

byrsu hevur gjørt.

 

48 Hvat ið eg við mínari

byrsu hevur gjørt,

og síðan verður tað

av landinum ført.”

 

49 Svaraði hansara sæla móðir,

hon strýkur honum hár frá enni:

“Hoyr tað, tú hin lítli mín,

Gud gevi tær lukku við henni.”

 

50 Tá ið hon sá

hesa byrsu bjarta:

“Góða stund bar eg teg

undir mínum hjarta.

 

51 Tú skal mín forsjónari vera,

so leingi sum eg man liva,

eg havi ikki glaðari verið

í allari míni ævi.”

 

52 Ánias so til orða tekur,

tá fullu øll í fátt:

“Eg havi farið so illa at,

at krútið er vorðið vátt.”

 

53 Ánias hann tekur

til bond at greiða,

loysir niður krút frá byrsuni,

gott tykist móður at eiga.

 

54 Ánias hann gjørdist

í hondunum skjálg,

so flusaði hann hetta krút,

sum tað hevði verið tálg.

 

55 Tá ið hon sá tað mikla krút,

at alt var runnið saman,

tað vil eg for sannheit siga,

tá gránaði hennara gaman.

 

56 Tað svaraði Ánias

av so góðum veldi:

“Tit skulu heingja mær pottin

so snarliga yvir eldin.”

 

57 Svaraði hansara sæla móðir:

“Eg vil tær ikki trúgva,

tað tú kanst at turka krút,

tað manst tú fyri mær lúgva.”

 

58 Til tað svaraði Ánias,

hann heldur á einum roði:

 “Nær hevur tú tað spurt til mín,

at eg havi nakrantíð logið?”

 

59 Tá svaraði Ánias,

hann tók sína móður í favn:

“Visti tú ikki, eg lærdi hjá

einum meistara norður í Havn?”

 

60 Tá svaraði Ánias,

hann svarar so for seg:

“Hetta lærdi meistar

Hanus Baltazar meg.”

 

61 “Einki skoyti eg, hvat tú sigur,

tú rósar bedriftum tínum,

ilt man berast til í dag,

eg føli tað á holdi mínum.”

 

62 “So skal eg turka hetta krút,

so tað skal frættast víða,”

stendur so fram fyri potti og gleivar,

við báðum hondum í síðu.

 

63 Ánias hann kallar

sína móður: “Lukka,

tú skalt standa og síggja uppá,

hvussu eg skal krútið turka.

 

64 Nú segði tú, sum Rólvurin segði,

tað er nú alt umsonst,

eg seti mína sneis í pottin niður

og skal so vísa mín kunst.”

 

65 Ánias hann meinti,

at einki skuldi saka,

skørir í eldin við sneisini

og niður í pottin at raka.

 

66 Setir hann seg niður

á gólvið til at húka,

neistar munnu frá sneisini

og niður í pottin rúka.

 

67 Ánias hann meinti,

hann skuldi sita fast,

hann var leysur frá jørðini,

tá ið krút á potti brast.

 

68 Ánias hann meinti,

hann skuldi á gólvinum sita,

krútið hevði hann á loft,

og líka javnt við bita.

 

69 Móðir hansara, sum sat,

hon gav væl at tí gæt:

Ánias, login og roykurin,

øll trý fylgdust at.

 

70 Øll tey, sum inni vóru,

fullu tá í fátt,

tá var myrkt í húsinum,

sum tað hevði verið nátt.

 

71 Ikki visti Ánias,

hvar ið hann fór,

fyrr enn hann kom brestandi

í ein kálvaflór.

 

72 Tá ið tað nakað

í húsunum tók til at lýsa,

hoyra tey, hvar ið Ánias

í flórinum liggur og snýsir.

 

73 Móðir hansara, sum hon sat,

sær hon hansara *maga,

tekur um hansara miðju,

upp úr flóri at draga.

 

74 Móðir hansara tekur

tvørtur um hans kropp:

“Far og vita, lítli mín,

og far og grumla upp!”

 

75 Ánias hann upp

úr flórinum gongur,

húðin øll av fingrunum

og niður for neglinar hongur.

 

76 Móðir hansara grætur,

og systir hansara grætur,

Ánias í triðja lagi

hvaðna verri lætur.

 

77 Móðir hansara rýðir

upp á hann runu,

Ánias rópar og jamrar seg,

hann sigur: “Helst bruni, helst bruni.”

 

78 Rýðir hon nú runu

upp á hvønn fingur,

Ánias rópar og jamrar seg:

“Tað bæði nítur og stingur.”

 

79 “Ótíð tá fórt tú tær

Norður um Fjørð,

misti burtur lítla mín

og so mína óðalsjørð.

 

80 Hart tykir mær at síggja upp á teg,

tú má á mítt hjarta svíða,

so illa tú fór við tínum hondum,

so væl tú kundi at smíða.”

 

81 Ánias hann út

í kelduna gongur,

húðin øll av nøsini

og niður for munnin hongur.

 

82 Niklas við Á, bæði vreiður og grummur,

illa man hann larma:

“Hevði eingin brent seg uttan tú,

tá mundi teg fáur harmað.”

 

83 Niklas við Á, bæði vreiður og grummur,

snakkar hann so við *Dóda:

“So er Ánias illa brendur,

hann stendur ikki til bóta.”

 

84 Tað var ikki so undarligt,

at hvør um aðra reið,

onnur for eystan, onnur for vestan,

sum maður fuglar skeyt.

 

85 Niklas við Á, bæði vreiður og grummur,

sleingir hann aftur hurð:

“Illa hevur Ánias verkið vunnið,

hann fór sær Norður um Fjørð.

 

86 Eg má vekja hvørja nátt,

næstan eri eg ørur,

móðir hansara og móðir mín,

teirra oyru tey standa í bløðrum.”

 

87 Nú skulu vit taka

upp annan tátt,

síðan skal eg og Ánias

sita væl um sátt.

 

88 Símunin biður Gunnu sína

knýta sær knút um háls

“Eg skal mær til Porkeris

og finna Ánias til máls.”

 

89 Tað svaraði Símunin:

“Eg havi ikki onnur kor,

eg skal mær til Porkeris

og spilla hann út við orð.”

 

90 Símunin hann hevur

so ónt út í sítt sinn,

tað var úti í Gjørðum,

har mundu báðir finnast.

 

91 Ánias hann liggur

fram á ein garð,

ikki vildi Símunin

biðja honum góðan dag.

 

92 “Hasin sami, har liggur,

tubbakkið hann tyggur,

djarvur er hann í sín huga,

at hann upp á meg hyggur.

 

93 Líkari var tað

at yrkt um meg okkurt annað,

enn at eg og míni børn

skuldu etið skarvatarmar.

 

94 Tú segði, at eg lá

í einum gloppi og hilkar,

so krákurnar og hartil ravnar

mundu upp yvir mær flykkjast.

 

95 Tú segði tað, eg helt

í eina skarvatá,

tá skuldi ondin

ganga mær ífrá.

 

96 Steinurin hann skuldi

á mínum bringubeini,

tá skuldi sjelin siga mær,

hvat ið títt var í øðrum heimi.

 

97 Tað fyrsta eg hoyrdi,

at tú var brendur,

tá helt eg saman

báðar mínar hendur.

 

98 Helt eg saman hendur mínar

og høgg av mær húgvu,

fell upp á míni beru knø

og datt so fram eftir grúgvu.

 

99 Helt nú saman mínar hendur,

sá upp yvir meg,

takkaði Harranum stórliga,

sum straffaði teg fyri meg.

 

100 Brendur ert tú um tínar hendur,

og sviðin ert tú um vanga,

tú var eingin avreksmaður

við nakrari byrsu at ganga.

 

101 Eg bað mína Gunnu,

hon skuldi siga satt,

hvar hon hevði

hesi tíðindi frætt.

 

102 Gunna hon bað so

viðurgangast mær,

Peturin í Toftum

hann segði tey tíðindi sær.

 

103 Tað segði hann

Peturin í Toftum,

krútið hevði havt teg

aldeilis upp í loftið.

 

104 Tað segði hann Peturin,

og tá var hann har inni,

 at tú kolaði ullina

væl út av tjúgu skinnum.

 

105 Tað segði hann Peturin,

og tá var hann har,

at tú mátti sett eld

í allan Eystragarð.

 

106 Tað segði hann Peturin,

for vestan Brunn,

at tú vart kolaður

báði um nasar og munn.

 

107 Tað var ikki so undarligt,

at hvør um aðra reið,

onnur for eystan, onnur for vestan,

sum maður fuglar skeyt.

 

108 Tá ið tú lá í Eystramýri,

inntil tú var kaldur,

tú mátti brent tær danikvinnur,

sum vóru væl við aldur.

 

109 So mundi eg tiva,

sum eg hevði verið móður,

hevði ikki Niklas tykki at mær,

so hevði eg verið óður.

 

110 Trý máttu liggja oman á tær,

so rópti tú teg øran,

tú vart ikki so reystkjaftaður,

tá ið oyruni stóðu við bløðrum.

 

111 “Hoyr tú tað, tú Símunin,

tú kennir ikki meiri enn hálvt,

tað vóru teir nesdreingir,

ið tað voldu alt.”

 

112 “Tað segði hann Símunin,

har sum vit sótu,

bað meg einki skoyta,

men yrkja afturímóti.

 

113 Hatta skulu tykur

nú fáa til at frætta,

vælsignilsi komi yvir teg,

hevði tú kunnað mær hetta.

 

114 Eg honum svaraði

pá mín sann,

eg skal so gera,

mín danimann.”

 

115 Ánias rættir Símuninum

tubbakkið niður við síðu,

settust niður á jørðina,

og vóru so báðir blíðir.

 

116 Ánias hann rættir

Símuninum tubbakk,

so mundu teir enda

alt sítt snakk.

 

117 “Vit hava verið óvinir tveir,

eina so lítla stund,

nú skulu vit vera vinir tveir,

og rætt av hjartans grunđ.”

 

118 Ánias biður Símunin,

at hann skal sær forláta,

settust niður á jørðina,

og fóru so báðir at gráta.

 

119 “So vil eg, Ánias,

nú forláta tær,

sum eg vil á dóminum,

Gud skal forláta mær.”

 

120 Ánias hann upp

á Símunin hyggur:

“Nær skalt tú suður aftini

fara, mín lingur?”

 

121 Tað svaraði Símunin

væl út av ongum pørum:

“Tá ið vit fara at skiljast at,

tá leingist hvør eftir øðrum.”

 

122 Tað svaraði Símunin,

hann hyggur fram eftir grúgvu:

“Eg fari suður aftini

rætt líkasta núgvur.”

 

123 Ánias tekur Símunin

undir Gjørðaveggi,

leggur hann undir høkuna

og strýkur honum um skeggið.

 

124 Tað svaraði Ánias,

hann var ikki meira um hetta:

“Tú er so søtur og mjúkur um munn,

sum tú hevði verið ein genta.”

 

125 Hvør sum stóð og sá hará,

hann tykti tað vera gaman,

 tað var fult í hálvan tíma,

at munnar lógu saman.

 

126 So mundu teir kyssast,

at hvørgin fekk snakkað,

hendurnar tær hildu teir

um hvønn annans nakka.

 

127 Tað svaraði hann Ánias,

hann strýkur honum um munnin:

“Heilsa suður børnum tínum,

forgloym ikki tína gummu!”

 

128 Tað svaraði hann Símunin,

hann sleingir upp á seg posa:

“Far nú væl, mín Ánias,

og ver væl himmiríkis kosað!”

 

129 Ánias stendur á Gjørðabrekku,

ymsar litir fekk,

stendur og hyggur í gøtuna,

har sum Símunin gekk.

 

130 So leingi hvør

til hin annan sá,

at hvørjum øðrum

neyaðu teir tá.

 

131 Ánias stendur á Gjørðabrekku,

gerst í beinunum gleiv:

“Vælsignaður veri kollurin,

ið inn um Leitið sveiv.”

 

Skuldi á mjúkum armi sovið,

góðsið tað er brunnið,

[lystig var tann liljan,

eg væl unni].

 

CCF 192 C

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens 1887, Føroya landsbókasavn, Tórshavn.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 307.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 34.

 

Heimild: Úr Sandoy: Jóhan Henrik Schrøter, f. í Trongisvági (1842-1911), Sandi, 1887.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019