• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brókar táttur

 

CCF 193 B

Einki TSB-nr.

 

1 Eg vil ljóðið, lýðið á,

og fallið ei á fátt,

meðan eg gangi upp á gólv

at kvøða ein Brókar tátt!

 

2 Tað var Jógvan Tummasson,

vaknar upp morgun snimma:

“Nú lystir meg á sjógvin út,

eg tími ikki at standa og spinna.

 

3 Allar vekir hann bátsmenninar

undir Hellis lon,

síðst gongur hann í húsið inn

til Jóannes Niklasson.

 

4 Tað var Jógvan Tummasson,

tekur til orða svá:

“Statt upp, Jóannes Niklasson,

tak sjókappan uppá!”

 

5 Jóannes setst upp undir seg,

við báðar hendur rakar,

rætt sum eggsjúk høna,

runt um bólið pjakar.

 

6 Hálva økt hann klæddi seg,

og so er sagt ífrá,

tá ið hann fór úr sínum bóli,

for eldgrúgvu læt hann stá.

 

7 Tað var Jóannes Niklasson,

lágur er hann í beinum,

so driftir hann sínum veli,

sum steinstólpa á steini.

 

8 Til svaraði Kristin,

hoyrir, Jóannes gongur:

“Ger mær ikki eldsløkking,

tú tín grái drongur!”

 

9 Tað var Jóannes Niklasson,

tekur til orða svá:

“Eg rívi brand av *árni út,

tað standist hvat av, ið má.”

 

10 Morgunmatin stakk hann í barm

og brand sær í vinstru hand,

so gár Jóannes Niklasson,

niður til sjóvarstrand.

 

11 Tá ið hann kom á bakkan oman,

fekk hann eitt veiðifall,

føturnir fóru í veðrið upp,

og nakkin í *helluna small.

 

12 Draga teir tann Kvívíks bát

eftir fornum vana,

so var Jóannes í urðini kvikur,

rætt sum dreivaður hani.

 

13 So leikar bátur á lunninum

sum knívur í leysum skafti,

so var Jóannes í urðini kvikur,

rætt sum kúgv í hafti.

 

14 Tóku teir hann í bátin inn,

í rúmið í stýriborð,

har sat hann tann heila dag

og talaði ikki eitt orð.

 

15 Róðu teir við oynni suður,

besta miðið má vera,

allir settust bátsmenninir

kalvaagn at skera.

 

16 Allir teir á bátinum vóru

egndu fyri kalva,

uttan Jóannes Niklasson

egndi fyri seg sjálvan.

 

17 Tað var Jóannes Niklasson,

tekur til orða svá:

“Fáið mær fram ein sterkan krók,

sum eg kann líta á!

 

18 Fáið mær fram ein sterkan krók,

foruttan nakað kjak,

meg hevur droymt ein dreym í nátt,

betýðir eitt ódnartak.”

 

19 Jóannes tekur ongul og stein,

bindur á snørisenda,

kastar so for borðið út,

niður til botn at senda.

 

20 Jóannes tekur ongul og stein,

alt í einum vasa,

kastar so for borðið út,

niður til botn at ræsa.

 

21 Flundran eftir botni kemur

við sín maga svanga,

hon sær hesar fiskikrókar

sær fyri eygum hanga.

 

22 “Taki eg í hesar krókar,

teir verða mær at skaða,

hetta má vera eitt reystmenni,

teir kunnu so væl at draga.

 

23 Eg skal taka í henda krók,

tað standist hvat av, ið má,

eg fái góða gloypibita,

og Brókina omaná.”

 

24 Hon seig seg á Brókar krók,

fullvæl leið hon kendi:

“Hetta má vera eitt ómenni,

sum heldur í henda enda.”

 

25 Fyrsta takið flundran tók,

fast hon á hann seig,

hendurnar fóru í sjógvin niður,

búkur á stokki reið.

 

26 Annað takið flundran tók,

fast hon á hann strongdi,

hendurnar fóru í sjógvin niður,

føtur í veðrið slongdi.

 

27 Jóannes liggur á stokkinum,

rópar av tungu neyð:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

eg skal tær væl betala!”

 

28 Jóannes liggur á stokkinum,

so má muður mæla:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

tær skal eg væl betala!

 

29 Fært tú ei sil[vur]peningar

ella tíni virði full,

mína jørð í Mykinesi,

er betri enn reyðargull.

 

30 Mína jørð í Mykinesi,

bæði innan og uttan for garða,

tú hevur ongan skatt at lata

Nils Tummas betala.

 

31 Hon fóðrar bæði oksar og kýr,

hartil ryssur og hestar,

grásúlan í hólminum,

hon má vera tann besta.

 

32 Kobbarnir undir oynni liggja,

lundin flýgur í ring,

grásúlan í hólminum,

hon kann lýsi bringa.”

 

33 Tað var Jógvan Tummasson,

snarliga hann sær vendi,

tað var mær av sonnum sagt,

hann fekk um Brókar enda.

 

34 Jóannes datt í bátin niður,

glaður í hjartarøtur,

flundran var drigin upp á borð,

áðrenn hann slapp á føtur.

 

35 Tað var Jógvan Tummasson,

gerst ein nýtur drongur:

“Statt upp, Pætur Jógvansson,

tú sit nú ikki longur!”

 

36 Til svaraði Pætur,

eftir bátinum gongur:

“Hav nú klepp til reiðar,

tú tín grái drongur!”

 

37 Fyrsta høgg var vænt at síggja,

tað høgdi hann Pætur,

Jóannes skuldi hakka til,

tá kom kleppur flatur.

 

38 Tóku teir flundruna í bátin inn,

í hvørjum spreki knarkar,

Jóannes sporlið undir oyrað fekk,

so hann støkk aftur í barka.

 

39 Jóannes sporlið undir oyrað fekk,

hann støkk aftur í barka,

so glógva eygun í heysi hans,

rætt sum í eini ‘bearkeatte’.

 

40 Jóannes liggur í barkanum,

og sviða hann sær kendi:

“Skaðafiskur vart tú mær

í begynnilsi og enda.”

 

41 Jóannes tekur sín telgimudd,

stingur í kalvamønu:

“Fyri tú vildi deyða meg,

nú skal eg tær løna!

 

42 Tað eg fari á sjógvin út,

tað er av lítlum huga,

betri var í urðini,

tara á leypin at toga.

 

43 Tað eg fari á sjógvin út,

fari eg fyri eitt eiti,

betri var í urðini

taran á leypin at reiða.

 

44 Flundrurnar úti um Túvurnar

eru ikki mjúkar at strúka,

hvør sum kemur í holtur við tær,

hann má lívið lúta.”

 

45 Tað var Jógvan Tummasson,

svarar so for seg:

“Til einkis koma teir fiskimenn,

sum nakað skal líta á teg.”

 

46 Nú er leingi á sjónum verið,

nú er aftur at venda,

hetta kallast Brókar tátt,

sum nú er komið til enda.

 

CCF 193 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (vor 1854), nr. 53 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 317.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 59.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík fyri 1854.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019