• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brókar táttur

 

CCF 193 C

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

fallið ei í fátt,

meðan eg gangi upp á gólv

at kvøða Brókar tátt!

 

Út at rógva fór Jóannis,

tað var økt til dags,

gitið man verða, meðan Kvívík stendur,

flundrutøk hans.

 

2 Upp vaknar Jógvan Tummasson

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg á sjógvin út,

og ikki standa og spinna.”

 

3 Allar vakti hann menninar

undir Hellis lon,

og síðst fór hann í húsið inn

til Jóannis Niklasson.

 

4 Tað var Jógvan Tummasson,

hann tekur til orða svá:

“Statt upp, Jóannis Niklasson,

tak sjókappan uppá!”

 

5 Jóannis setst upp undir seg,

uttan um seg pjakar,

rætt sum eggsjúk høna

uttan um bólið rakar.

 

6 Hálva økt hann klæddi seg,

so er sagt ífrá,

síðan fór hann úr seingini

til grúgvusteinin at stá. 

 

7 Kristin liggur í sínari song,

hoyrir, Jóannis gongur:

“Ger mær ikki eldsløkking,

tú hin grái drongur!”

 

8 Svaraði Jóannis Niklasson,

tekur til orða svá:

“Eg taki brand av árni út,

standi hvat av, ið má.”

 

9 Jóannis krevur sín morgunmat,

lágur er hann í beinum,

so driftir hann sínum stúkuveli,

sum steinstólpa á steini.

 

10 Morgunmatin í vinstru,

og brandin í høgru hond,

so gongur Jóannis Niklasson

oman til sjóvarstrond.

 

11 Tað var Hanus Pætursson,

aftur um seg hyggur:

“Hvat er hetta ómenni,

uppi á lónni liggur?”

 

12 Drógu teir bát av lunni oman,

sum av fornum vana,

Jóannis var í urðini kvikur,

rætt sum dreivaður hani.

 

13 So var bátur av lunni kvikur,

sum leysur knívur í skafti,

tá var Jóannis í urðini kvikur

rætt sum kúgv í hafti.

 

14 Tá hann kom á helluna oman,

fekk hann veiðifall,

føturnir í veðrið,

nakkin í helluna small.

 

15 Tað var Jógvan Tummasson,

hann hevði ikki fleiri orð,

varpaði hann í bátin inn,

í rúmið í stýriborð.

 

16 “Tað tú fert á sjógvin út,

tað ert tú sum eitt eiti,

betri var í urðini

undir taraleypi at tveita.

 

17 Tað tú fert á sjógvin út,

tað er við lítlum huga,

betri var í urðini

undir taraleypi at toga.

 

18 Seta teir hann í rúmið aftur,

Jóannis í stýriborð,

so rógva teir á havið út,

teir talaðu ikki eitt orð.

 

19 Leggja teir um Bakkan suður,

sum besta miðið man vera,

allir settust kvívíkingar

flundruagn at skera.

 

20 Allir teir, á báti vóru,

egndu fyri kalva,

uttan Jóannis Niklasson,

hann egndi fyri seg sjálvan.

 

21 Tað var Jóannis Niklasson,

hann tekur til orða svá:

“Eg vil hava ein sterkan krók,

sum eg kann líta á.

 

22 Eg vil hava ein sterkan krók

fyri uttan nakað kjak,

eg havi droymt ein dreym í nátt,

betýðir eitt ódnartak.”

 

23 Binda teir stein og ongul á,

alt í einum vasa,

so kasta teir út fyri borð,

niður til botns at ræsa.

 

24 Flundra eftir botni gongur

við sínum maga svanga,

sær hon hesar fiskikrókar

sær fyri eygum hanga.

 

25 Flundra eftir botni gongur

við sínum svanga maga:

“Taki eg í hesar krókar,

tað verður mær at skaða.”

 

26 Síðst kom hon á Brókar enda,

fullvæl hon tað kendi:

“Hetta man vera eitt ómenni,

ið heldur um henda enda.

 

27 Eg skal taka í henda krók,

tað standist hvat av, ið má,

eg tori at fáa gloypibitan,

Brókina omaná.”

 

28 Fyrsta tak ið flundran tók,

fast hon á hann seig,

hendurnar í sjógvin tók,

búkur á stokki reið.

 

29 Annað tak ið flundran tók,

hon fastari á hann tyngdi,

hendurnar í sjógvin tók,

í veðrið føturnar slongdi.

 

30 Tað var Jóannis Niklasson,

hann rópar av stórari neyð:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

hetta verður mín deyð!”

 

31 Tað var Jóannis Niklasson,

á stokki liggur og spjálkar:

“Hoyr tú, Jógvan Tummasson,

kom tú mær nú til hjálpar!”

 

32 Tað var Jógvan Tummasson,

hann aftur um seg sá,

sá hann Jóannis Niklasson,

í stórari neyð hann lá.

 

33 Tað var Jógvan Tummasson,

snarliga hann sær vendi,

so var hann í hondum kvikur,

hann fekk um Brókar enda.

 

34 “Fært tú ikki silv[ur]peningar,

ei títt virði fult,

tak mína jørð í Mykinesi,

hon er betri enn reyðargull!

 

35 Tak mína jørð í Mykinesi

uttan og innan fyri garða,

har hanga eingir lappar við,

uttan Nils skal ein túmark betala.

 

36 Hon kann fóðra neyt og seyð,

hartil oksar og hestar,

súlan úti í hólminum

hon man vera tann besta.”

 

37 Svaraði Hanus Pætursson,

so tók hann uppá:

“Tann ið etur av grásúluni,

hann fær høvur tvá.”

 

38 “ Gráskallar undir oynni liggja,

lundin flýgur í ring,

grásúlan í hólminum,

hon kann lýsi bringa.”

 

39 Tað var Jógvan Tummasson,

hann gerst nú nýtin drongur:

“Hav nú kleppin til reiðar,

tú hin grái drongur!”

 

40 Fyrsta høgg var væl í høgt,

tað høgdi hann Pætur,

Jóannis skuldi høgga til,

tá kom kleppurin flatur.

 

41 T aka teir flundru í bátin inn,

í hvørjum spreki knarkar,

Jóannis sporlið undir oyrað fekk,

so hann fleyg aftur í barka.

 

42 Jóannis fleyg í barka aftur,

sviða hann sær kendi:

“Skaðafiskur vart tú mær,

begynnilsi og endi.”

 

43 Jóannis tekur sín telgimudd,

og stingur í kalvamønu:

“Fyri tú vildi deyða meg,

nú skal eg tær løna.

 

44 Alt for hava vit leingi

úti á havi hingið,

farið nú aftur til landanna

við tí, vit hava fingið!”

 

45 Kvøðið havi eg kvæði mítt,

aftur lati eg venda,

hetta kalla vit Brókar tátt,

sum nú er komin á enda.

 

Út at rógva fór Jóannis,

tað var økt til dags,

gitið man verða, meðan Kvívík stendur,

flundrutøk hans.

 

CCF 193 C

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Oktavhefti Hammershaimbs (AM, Access. 4); b: úr savni Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): handrit hjá Jóannesi Paturssyni nr. 5.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 319.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 65.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb, f. í Sandavági  (1819-1909).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019