• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brókar táttur

 

CCF 193 D

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið Ijóð og lýðið á,

fallið ei í fátt,

meðan eg gangi upp á gólv

at kvøða Brókar tátt.

 

Út at rógva fór Jóannis,

tað var ei til dans.

Gitið man verða, meðan Kvívík stendur,

flundrutak hans.

 

2 Tað var Jógvan Tummasson,

hann vaknar ein morgun snimma:

“Nú fýsir meg á sjógvin út,

og ikki standa og spinna.”

 

3 Allar vekir hann menninar

undir Hellu lon,

seinast kom hann í skotið inn

til Jóannis Niklasson.

 

4 Tað var Jógvan Tummasson,

hann tekur til orða so:

“Reis teg, Jóannis Niklasson,

og tak sjókappan á!”

 

5 Svaraði Jóannis Niklasson,

tí lítil var í honum dugur:

“Tá ið eg fari í sjókappan,

tað er av lítlum huga.”

 

6 Jóannis setst upp undir seg,

við báðum hondum pjakar,

rætt sum eggsjúk høna

runt um bólið rakar.

 

7 Hálva økt hann klæddi seg,

so er sagt ífrá,

so gekk hann í stovuna inn,

at grúgvuni læt hann stá.

 

8 Jóannis krevur sín morgunmat,

lágur er hann í beinum,

driftir hann sínum stúkuveli,

sum steinstólpa á steinum.

 

9 Kristin liggur í síni song,

hon hoyrir, Jóannis gongur:

“Ger nú ikki eldsløkking,

tú hin grái drongur!”

 

10 “Ligg og tig, tú arga teys,

eg skoyti einki um teg,

eg rívi brand úr árni út,

á sjógvin so við meg.”

 

11 Jóannis krevur sín morgunmat

og talar hartil so:

“Eg rívi brand úr árni út,

standist hvat av, ið má.”

 

12 Morgunmatin í høgru

og brandin í vinstru hand,

so gongur Jóannis Niklasson

oman til sjóvarstrand.

 

13 Draga teir bát úr neysti út

eftir fornum vana,

so var Jóannis í urðini kvikur,

rætt sum dreivaður hani.

 

14 Bátur leikar á lunnum oman

sum leysur knívur í skafti,

so var Jóannis í urðini kvikur,

rætt sum kúgv í hafti.

 

15 Tá ið hann kom á helluna oman,

fekk hann eitt veiðifall,

føturnir í veðrið upp,

og nakkin í helluna small.

 

16 “Hevði tú nú havt ein taraleyp

at slætt upp á tín nakka,

hentari arbeið var tær tað,

enn út á sjógvin at flakka.”

 

17 Tað var Jógvan Tummasson,

hann hevði ikki fleiri orð,

varpaði hann hann í bátin inn,

í rúmið í stýriborð.

 

18 Kastaði hann hann í eysrúmið,

í bátin í stýriborð,

so róði Jóannis Niklasson,

og talaði ikki eitt orð.

 

19 Rógva teir við Bakkan suður,

besta mið man vera,

og allir settust hellumenn

flundruagn at skera.

 

20 Allir teir á bátinum vóru

egndu fyri kalva,

uttan Jóannis Niklasson,

hann egndi fyri seg sjálvan.

 

21 Svaraði Jóannis Niklasson,

so tók hann uppá:

“Eg vil hava ein sterkan krók,

sum eg kann líta á.

 

22 Eg vil hava ein sterkan krók

fyri uttan nakað kjak,

meg hevur droymt ein dreym í nátt,

betýðir eitt ódnartak.”

 

23 Bindur nú stein og ongul á

við so miklum vasi,

síðan kastar hann út fyri borð,

niður til botns at ræsa.

 

24 Flundran seg við botni gongur

við sín svanga maga:

“Taki eg í hesar krókar,

tað verður mær at skaða.”

 

25 Flundran kemur við botni fram

við sínum maga svanga,

sær hon hesar fiskikrókar

sær fyri eygum hanga.

 

26 “Taki eg í hesar krókar,

teir verða mær at skaða,

hetta munnu vera hepnir menn,

sum hesar krókar draga.

 

27 Hetta munnu vera raskir menn,

sum hesar krókar halda,

komi eg til at taka teir,

so komi eg mær í vanda.”

 

28 Men tá ið hon kom at Brókar króki,

fullvæl hon hann kendi:

“Hetta man vera eitt ómenni,

sum heldur um henda enda.

 

29 Eg skal taka í henda krók,

standist hvat av, ið má,

eg tori fáa gloypibita,

Brókina omaná.”

 

30 Fyrsta takið, flundran tók,

fast hon á hann strongdi,

kvartalið av vørrini

niður á bringu hongdi.

 

31 Annað takið, flundran tók,

fast hon á hann tandi,

rykti hálvan uttanborðs,

og knøini móti bandi.

 

32 Triðja takið, flundran tók,

fast hon á hann seig,

hendurnar á sjógvin fóru,

og búkur á stokki reið.

 

33 Mælti Jóannis Niklasson,

á stokki liggur og spjálkar:

“Hoyr tú, Jógvan Tummasson,

kom nú mær til hjálpar!”

 

34 Jóannis liggur á stokkinum

og rópar av tungari neyð:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

hetta verður mín deyð!”

 

35 Jóannis liggur á stokkinum,

so man hans muður mæla:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

eg skal tær væl betala!

 

36 Fært tú ikki sil[vur]peningar,

ella tess virði full,

tak mína jørð í Mykinesi,

betri enn reyðargull!

 

37 Tak mína jørð í Mykinesi,

innan og uttan fyri garðar,

har hanga eingir lappar við,

uttan Nilsi eitt túmark betala!

 

38 Hon frælsir bæði neyt og seyð,

hartil oksar og hestar,

súlan úti í hólminum

hon man vera tann besta.

 

39 Gráskallar undir oynni liggja,

lundin flýgur í ring,

grásúlan í hólminum,

hon kann lýsi bringa.”

 

40 Tað var Jógvan Tummasson,

snarliga hann sær vendi,

so var hann í hondum kvikur,

hann fekk um Brókar enda.

 

41 Tveitti hann hann í bátin inn,

hann tóktist fáa lætta,

glógva eygun í heysi hans

sum í nøkrum katti.

 

42 Jóannis liggur í rúminum,

glaður í hjartarøtur,

flundran var komin undir høgg,

áðrenn hann kom á føtur.

 

43 Jógvan dró ta flundru upp,

tann hin nýti drongur:

“Reis teg, Pætur Niklasson,

sit nú ikki longur!”

 

44 Tað var Pætur Niklasson,

hann fram eftir báti gongur:

“Hav nú kleppin til reiðar,

tú hin grái drongur!”

 

45 Fyrsta høgg var høggið væl,

tað høgdi hann Pætur,

Jóannis skyldi hakka til,

tá kom kleppur flatur.

 

46 Tóku teir flundru í bátin inn,

í hvørjum spreki knarkar,

Jóannis sporl undir oyrað fekk,

so hann feyk aftur í barka.

 

47 Tað var Jóannis Niklasson,

hann strýkur sær um enni:

“Skaðafiskur vart tú mær,

í begynnilsi og enda.”

 

48 Jóannis tekur sín telgimudd

og stingur í kalvamønu:

“Fyri tú vildi deyða mín,

nú skal eg tær løna.”

 

49 Tað var Jógvan Tummasson,

hann svaraði so fyri seg:

“Til einkis koma teir fiskimenn,

ið nakað líta á teg.

 

50 Tá ið tú fert á sjógvin út,

tað er av lítlum huga,

betri er tær í urðini

undir taraleypi at toga.

 

51 Tá ið tú fert á sjógvin út,

tá situr tú fyri eitt eiti,

betri er tær í urðini

undir taraleypi at teita.

 

52 Flundrurnar úti um Túgvurnar,

tær eru ikki mjúkar at strúka,

tann, sum kemur í holt við tær,

kann snarliga lívið lúka.

 

53 Leingi nógv so hava vit

úti á sjónum hingið,

farum nú aftur til landanna,

við tí vær høvum fingið!”

 

54 Kvøðið havi eg kvæði hans,

og aftur lati eg venda.

hetta kalla teir Brókar tátt,

nú er táttur á enda.

 

Út at rógva fór Jóannis,

tað var ei til dans.

Gitið man verða, meðan Kvívík stendur,

flundrutak hans.

 

CCF 193 D

Einki TSB-nr.

 

Uppruni: Tekstur og viðmerkingar hjá H. C. Lyngbye í “Det skandinaviske Litteraturselskabs Skrifter” XV, 1816-17, s. 238.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 322.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 71.

 

Heimild: Hans Christian Lyngbye, f. í Jútlandi  (1782-1837).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019