• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jákup á Møn

 

Jákup á Møn

 

CCF 197 B

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og havið gott stig,

kvæði mítt væl skal ljóða,

gevist ei brátt, men haldið so við,

so kvikliga millum tváa!

 

Væl má mín gangari sín saðil bera.

 

2 Álvarjógvan og Danimeya,

hjún vóru tey so von,

son fingu tey á tjúgunda ári,

skírdu hann Jákup á Møn.

 

3 Meya átti henda son

tollaksmessudag,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

4 Aldi hon upp tann onkason,

sum einhvør kann vita,

tærdi hann mangan greytarspón

og mangan feitan bita.

 

5 Men tá hann var á tólvta ári,

var hann sleppingur góður,

kundi at ramsa ABC,

og sýntist at bregða til móður.

 

6 Genturaar allar, á Sondum búgva,

bæði lítlar og stórar,

tóktu so einki um henda drong,

sum móðir hevði upp fóðrað.

 

7 Hann trettan ár á baki hevði,

og fjúrtanda gekk í møti,

søgdu so øll, hann tók at verða

kátur í sínum kjøti.

 

8 Faðir og móðir hildu ráð

um henda onkadrong,

ikki fekst hann longur at liggja

einsamallur í song.

 

9 Tá svaraði Álvarjógvan,

situr og smíðar dyllur:

 “Hvat skal gera við okkara son,

mær sýnist, hann er so villur.”

 

10 Meya situr á grúgvusteini,

vermir síni lær:

“Fáið vit hann at gifta seg!”

tað var hennara svar.

 

11 Tí svaraði Álvarjógvan:

“Sig tú, hvat tú vil,

hvussu skulu vit hann giftan fáa,

hann er ikki gingin til?”

 

12 Ikki kann hann meira enn partar fimm

og sítt faðirvár,

tað man illa bera til

at ganga til í ár.”

 

13 “Kenni eg hin hálshvíta rætt,

tó tað er ein skamm,

kasta honum einar átta gyllin,

so sleppur hann fram.

 

14 Klokkaran kenni eg so væl,

hann leggur gott fyri meg,

hóið vit hava lagt ástir saman,

nógv er eftir for teg.

 

15 Tá ið menninir ei vilja gera,

tað teim væl man semja,

setum vær teir í konugildi,

víst skulu vær teir temja.

 

16 Minnist tú á tann jólaaftan,

tú mundi greytin lasta,

tá ið eg fór við hørðum tøkum

og lærdi teg at fasta?

 

17 Minnist tú kyndilsmessudag,

tá ið tú spottaði móður,

klovan tú undir oyrað fekk,

og síðani vart tú góður?”

 

18 Drongurin fór fyri prest og degn,

slapp at ganga til,

móðir ynskir honum til lukku:

“Giftst nú, tá tú vil!”

 

19 “Ungur eri eg á aldrinum,

leingi havi eg tráað,

hvar á landi er tað vív,

ið mær er sómi at fáa?”

 

20 “Siga kann eg tær gentuna,

tað er mær eingin vandi,

von er Gyðja Haraldsdóttir,

býr á Vesturlandi.

 

21 Hon kann bæði at spinna og binda

og at kirna smør,

einans er hon arvingin

til átta merkur í jørð.

 

22 Hon kann at gera ketilost

og at elta tálg,

tá tú hana við eygum sært,

so vissiliga fært tú nálg.”

 

23 “Er hon so mikil innan veggja,

sum tær sigum frá,

á hana streingi eg eiti mítt,

tað stendist hvat av, ið má.

 

24 Sjálvur skal eg ta kvøðu upp bera,

vága Gyðju til,

biðja um dóttur Harald bónda,

standist hvat av, ið vil.”

 

25 Tað var um ein halgan morgun,

kettan í eystan klórar,

Jákup fór at biðja sær bát

og átta mans til róðrar.

 

26 Toggarnsbuksur fór hann í,

tøvdar upp í tógva,

hvítar hosur av koltursgarni,

spenni á danskar skógvar.

 

27 Hosubondini fingurbreið

bant hann undir knæ:

“Hjálp mær, sankt Ólavur kongur,

gev mær ein góðan dag!”

 

28 Trískeftisstúku fór hann í,

snjóhvítan klút:

“Sig mær, sæla móðir mín,

hvussu síggi eg út?”

 

29 “Vundnar leggir og hyldlig lær,

lendar hevur tú breiðar,

kallmans merki á hvørjum lið,

so gott tykir móður at eiga.”

 

30 Bláu troyggju fór hann í,

og tríkantaðan hatt,

móður tykir ogn í unga sínum,

kallar hann søta skatt.

 

31 Muffur á hendur og reyðar frynsar

hanga fram á fingrar:

“Eg má hava í lummanum

okkurt, sum dúgliga ringlar.”

 

32 Hann brennivínsfløsku í lumman tók

og fríggjarastav í hond,

so gekk reystur Jákup á Møn

niður til sjóvarstrond.

 

33 “Far nú væl í Harrans navn,

bæði faðir og móðir!”

biður tey biðja gott fyri seg,

og setir seg so til róður.

 

34 Men tá ið teir vóru á miðjari leið,

rann honum tað í minni:

“Eftir liggja vøttir mínir

á bitanum har inni.

 

35 Eftir er pungur og pípustokkur

og mín slíðraknív,

tað man illa bera til

at fara og biðja vív.”

 

36 Ísakur dirðil svaraði tá,

situr á toftubekki:

“Illa verður tær úr í dag,

eftir gomlum merki.

 

37 Tá ið eg fór burtur at biðja,

legði eg eftir mær,

krakkurin bæði grimmur og stórur

eftir mær brendur varð.”

 

38 Róðu teir henda bátin fastan

fram á hvítan sand,

Jákup á Møn hann loftaði sær

við fríggjarastav á land.

 

39 Hann tógva gyllin á bekkin legði,

biður teir heilsa heim,

teir seta seg í bátin niður

og halda sær á gleim.

 

40 Biðilin heldur síni ferð

upp móti eini krógv,

har at fáa sær morgunmat,

so móður og troyttur av sjógv.

 

41 Bógvin setir hann millum knø,

drýlin eisini,

í lumman fór hann eftir fløskuni

og leskar seg afturvið.

 

42 Gamalsabógvin át hann upp,

tað á svaðasvørði,

kannubaradrýlurin gekk hartil,

sum roðaður var í smøri.

 

43 Hálva fløsku drakk hann upp,

gott var pottamál:

“Nú skal drekka Gyðju prúðu

sankta Mariu skál.”

 

44 Strekkir hann út við longum stav

yvir bekk og bleyta mýru,

haðani allan tann langa veg

til Haralds garð at stýra.

 

45 Móður var hann av longum veg,

gingið hevði hann hart,

leskar seg so á fløskuna

til at styrkja hjartað.

 

46 Men tá hann gekk mót brekkum upp,

her gerst vegur tungur:

“Nú vilja beinini svíkja meg,

hóast at eg eri ungur.

 

47 At liggja her og doyggja,

tað má ikki ske,

hevði eg fingið mær eitt ross,

lukkutíð fyri meg.

 

48 Ha, har síggi eg ein brúnan hest,

ryssu ella mer,

nú skal ríða í Haralds garð

sum ein kavaler.”

 

49 Brúna ryssa Hálvdanar

lakkar á trimum beinum,

eygað hevði hon eitt í heysi,

í lærinum hevði hon skeinu.

 

50 Hann gekk fram við blindu síðu,

rópar: “Tu tu tu,”

vims gav hon við afturfóti:

“Hvat síggi eg nú?

 

51 Hetta betýðir einki ilt,

av sonnum eg tað haldi,

rætt sum Olgar danski,

tá Brifort fyri honum spældi.”

 

52 Jákup tekur í háryggin,

kastar seg á travèr,

har sat hann og fetti sær

sum steinkobbi á skeri.

 

53 Men tá hann slapp á ryssuna upp,

fríggjarin hin gævi,

tá fekk hann tað innfallið,

sum vær havum havt til stevið.

 

54 Jákup koyrir á ryssuna

upp at norðara skarði,

tekur hann út sín telgimudd

og prikaði hana í lærið.

 

55 Gortra stóð undir skálaveggi,

tá ið hon hann sá,

leyp hon inn í Haralds borg

at siga hinum frá.

 

56 “Eg sá hest á Skarði,

hartil gyltan mann,

sunnan undan tindinum,

sá eg, tann brúni rann.”

 

57 Tá ið ryssan sviðan kendi,

fáur var hansara líki,

varpaði hon reystan Jákup á Møn

í eitt sortudíki.

 

58 Jákup stendur í díkinum

upp til miðjar leggir,

tekur at banna ryssuni,

ilt er skap at eggja.

 

59 “Skamm fái tín búkur og bein,

sum meg í díkið legði,

mintist so á tað frænarorð,

sum Ísakur dirðil segði.

 

60 Kristin fríggjar til Gyðju,

við tað søgdu tey mær heima,

er hann her til húsa í dag,

hann heldur sær á gleim.

 

61 Hann kann væl at bíta í bak

og koma mær í forakt,

lungað hoppar upp yvir mati,

og so hava fornir sagt.”

 

62 Tá ið hann fór úr díkinum,

toygdist úr hvørji lykkju,

breyt hann sín hin góða stav

sundur í tógva stykki.

 

63 Báðar stumpar á økslina legði,

raggar heim til hús,

Jákup lítli sá tá út,

sum hann var til ilsku fús.

 

64 Haralds menn á havinum vóru,

við stóra báti bjarta,

konurnar allar tyrptust saman

við teirra bangna hjarta.

 

65 Ein segði, hann var ein fransur,

onnur, hann var ein jødi:

“Eya meg,” hvat Gyðja segði,

“tað virkir í mínum kjøti.”

 

66 Konurnar allar hildu ráð

um henda sjáldna mann:

“At bíða her til hann kemur heim,

tað gongur ikki ann.”

 

67 Gortra stóð fyri durunum,

og talar so for seg:

“Farið tit, sum orka at ganga,

ikki orki eg!”

 

68 Konufólkið burtur leyp,

hvør sum best kundi ganga,

gamla Gortra eftir stóð

og kláaði sær í vanga.

 

69 Jákup skundar sær til hús,

og gongur alt pá rós,

á Gortru festi hann eyga sítt,

tá hon kreyp í eitt fjós.

 

70 Jákup loypur eftir henni

fram fyri fjósins dyr:

“Heilt fyri mær títt gull og fæ,

eg havi ikki verið her fyrr.”

 

71 Gortra leit seg aftur um bak,

og sá tann fótin svarta,

slapp so guli aftanundan,

til at styrkja hjartað.

 

72 Hjartað upp í hálsin leyp,

tá hann hetta hoyrdi:

“Oy, tey skutu meg í hel,

oy, tey mær forgjørdu.”

 

73 Tá hann hoyrdi henda brest

og ta fúlu røst,

tá fell hann eftir nakkanum

og beint í Haralds køst.

 

74 Lætna tók fyri hjartanum,

tá Gortra hetta sá,

hon fór ástað við prukkuni

at siga hinum frá.

 

75 Gortra stetlar á trimum beinum,

alt sum hon kann best,

ætlaði hon at finna tær

niðri við stóra neyst.

 

76 Tá hon kemur at durunum,

tekur hon veggin fatt,

har stóð alt og tivaði

rætt sum seyður í rætt.

 

77 Gyðja stóð fremst og alsveitt,

sum hon var frá botni drigin:

“Ver vælkomin, omma mín,

man fíggindin vera sligin?” 

 

78 “Hann er fallin og liggur bleytt,

rúnir, meini eg, vann,

skundið tykkum heim til hús

og redda henda mann!”

 

79 Foknarskotið, ið Gortra gav,

og fløskan gjørdi hann øran,

hann sýntist, hann fór tumlandi,

millum himmal og jørð.

 

80 Konufólkið tyrptist saman

at skoða henda mann,

rætt sum ravnar um deyðseyða,

so hoppa tær uttan um hann.

 

81 Jákup liggur í køstinum,

ikki mentur at tala,

stjørnur og tað klára ljós

sá hann fyri sær mala.

 

82 Hann sá tær bæði svartar og hvítar,

tað var einki gaman,

hann meinti, tað vóru einglar og djevlar,

ið har var komið saman.

 

83 Gortra stóð honum skamt ífrá

undir tveystykkishúgvu:

“Hetta man vera Belsabub,

eg kann ikki annað trúgva.”

 

84 Hvør kona tók tá í sín lim,

fram úr køsti at draga.

“Spakuliga,” var Gyðju orð,

“lat hann ikki koma til skaða!”

 

85 Tá ið Jákup hetta hoyrdi,

fekk hann í hjartað troyst,

tó tær flestu sóu út sum trøll,

hetta var einglarøst.

 

86 Draga tær hann eftir fløtunum

oman til eina á:

“Báturin kemur av havinum,

gakk og sig teim frá!”

 

87 Byttur og baljur har vórðu dragsað

og kastaðar saman í hóp,

ríva so klæði av kroppi hans,

sum tú flettir kóp.

 

88 Tær tóku av honum bláu troyggju,

hartil heilan hamin.

“Óreina tíð,” var Gyðju orð,

“hann stinkar verri enn tramin.”

 

89 Tríati byttur vórðu á hann hvølvdar,

og tvagstampurin hálvur,

tá var hann so fríður og snoðin

sum ein sloktur kálvur.

 

90 Haraldur kom frá strondum niðan,

sær hann hetta spæl:

“Hetta man ei míni sælu dóttur

fara at líka væl.”

 

91 Hann fór undir byrðina

og ber inn henda drong,

rívur hann so úr buksunum

og leggur í eina song.

 

92 Jákup liggur í seingini,

spjálkar av lív og deyð,

til deyðans bróðir til hann kom,

hjálpti honum av neyð.

 

93 Hann svav, inntil sólin rann,

fjálgur mundi hann liggja,

tá læt hann upp eyga sítt

og uttan um seg at hyggja.

 

94 Haraldur gekk til hansara song:

“Góðan morgun, maður,

fyri tað tú varð frelstur í gjár,

mást tú vera glaður.”

 

95 “Eg ætli mær í Haralds garð

í henda góða dag,

havi eg verið í neyð í gjár,

sig mær ikki tað!”

 

96 “Eg eri Haraldur, stovan er mín,

her sum tú nú ert,

kemur tú mær til batar í dag,

tað skal vera mær kert.”

 

97 “Eg svørji við alt tað, ið heilagt er,

og mín telgiknív,

til tess eri eg higar komin

at fara at biðja vív.”

 

98 Haraldur fór eftir fløskuni,

gav honum gløsini trý,

flýggjar honum pungin:

“Lat tær nú uppí!

 

99 Far nú upp og lat teg í,

áðrenn nakar sær!”

Gortra kom við buksunum,

og kastar honum á lær.

 

100 “Gloym nú ikki, ungur maður,

hvat ið tú vilt siga,

hvat er tað fyri genta,

ið tú ert komin at biðja?”

 

101 “ Sannheit eg ei dylja skal,

men siga líka frá,

tað er Gyðja Haraldsdóttir,

mær stár hugur á.”

 

102 Haraldur stendur á hallargólvi,

lær hann upp í háð:

“Sjálv skal mín hin sæla dóttir

á slíkum hava ráð.

 

103 Gyðja sjálv skal hava sítt kjós,

tað er mær eingin vandi,

sig mær ætt og eiti títt,

og hvaðan ert tú av landi?”

 

104 “Jákup á Møn so kalla tey meg,

prestar tveir meg doyptu,

Álvarjógvan og Danimeya

meg í formi stoyptu.

 

105 Alin eri eg á Sondum upp,

onkasonur móður,

einans eri eg arvingin,

hvørki systir ella bróðir.”

 

106 Haraldur fór eftir síni dóttur,

leiðir í stovu inn,

hon setir seg í stólin niður,

bæði prúð og svinn.

 

107 Reyðari troyggju og kallamankskjúrti,

grønari silkihúgvu,

kinn var reyð sum hummarklógv,

og eygað sum í dúgvu.

 

108 Jákup stendur á gólvinum

og strýkur sær um enni,

hárið aftur við vanganum,

og skeitir yvir at henni.

 

109 Haraldur tekur í hennara hond:

“Sæla dóttir mín,

vilt tú henda riddara lova,

komin at biðja tín?”

 

110 “Eg skal ei til slíka bløku

geva meg burtur í ár,

hann kann fara í køstin í dag,

sum hann fór í gjár.”

 

111 So rak Gyðja spott á hann,

til hann gekk á øllum fýra,

morgunmatarleysur av húsinum fór,

og heim til Sanda at stýra.

 

112 Genturnar á Vesturlandi,

kátar allar samlar,

hvør fór við sínum kneppi av hoyggj,

bæði ungar og gamlar.

 

113 Hann fylgdist niðan við Haraldi,

har sum tey brendu krakk:

“Fyri tú hýsti mær í nátt,

skalt tú hava takk.”

 

114 Danimeya á Sondum stóð,

tá hon sær hesa glaðu,

tekur at rópa grindaboð

og koyrir bát ástað.

 

115 Jákup rennur at fjøruni,

tá hann sær henda bát,

men tá ið hann kendi Dirðla-Ísak,

tá fleyg hann í grát.

 

116 Ísakur var bæði blíður og týður,

hvat skal hann annað vera:

“Jákup, hevur tú fingið ja,

og hvar man grindin vera?”

 

117 “Her er roykur og eingin grind,

tit skulu hava takk,

genturnar á Vesturlandi

brenna eftir mær krakk.”

 

118 Tóku teir hann í bátin inn

og róðu heim til Sanda,

Jákup gekk frá strondum niðan

fyri sína móður at standa.

 

119 “Ver vælkomin, Jákup mín,

hvar er øll tín reyst?

blív tú sælur hjá móður tíni,

hon verður longst um best!”

 

120 Hon kom fram við fløskuni,

hartil bar honum drekka:

“Leska teg á hjartað,

tí kraftin *hon er svekkað!”

 

121 “Móður eri eg av longum veg,

krakkurin hann er tungur,

konuráð eru ólukkuráð,

helst tá man er ungur.”

 

122 “Tað tú fór á Vesturland,

má meg nú fortróta,

ilt manst tú, mín sæli sonur,

av mínum ráðum njóta.”

 

123 Jákup leggur seg upp í smog,

hann vil ikki longur fríggja,

onga gentu í hesum landi

hevur hann lyst at síggja.

 

Væl má mín gangari sín saðil bera.

 

CCF 197 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabók hjá Karolinu Kristionnu Hansen, f. Nolsøe, Tvøroyri.

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: “Poul Nolsøe. Lívssøga og irkingar”, 1912, s. 177.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 337.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 95.

 

Heimild: Úr Nólsoy. Karolina Kristianna Hansen, f. Nolsøe (1858-1948), Tvøroyri. Uppskriftin er frá 1845. Hon hevur hana helst frá pápa sínum Jógvani Nolsøe (1820-1901).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019