• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Frunta táttur

 

CCF 208 C

Einki TSB-nr.

 

1 Eina so vil eg vísuna kvøða,

hvørki um fýrkantað ella runt,

hvørki um dygdir ella lastir,

men um tær gentur, sum brúka frunt.

 

2 Tað var áður í gamlar dagar,

gentur inntóku so mangan glunt,

tóat tær snildirnar vistu tær ikki

at krumsakka ella at brúka frunt.

 

3 Sikem var seg so vakur ein junkar,

hansara rov var illa unt,

Dinu kostaði hann pá at forføra,

tóat hon ikki brúkti frunt.

 

4 Síðani minnist eg og væl fleiri

í tí halga landinum so sunt,

ein Kleopatra og Bernisa,

hvørgin av teimum so brúkti frunt.

 

5 Síðani hongdu *tær kýsan á nakka,

kloddan í krúllin ballaðu runt,

flestar, sum vildu, fingu tá maka,

tóið tær ikki kliptu frunt.

 

6 Einsintar gentur komu tilsaman,

snakka tær um alt landið so runt,

dreingir at lova, summar at lasta,

skjóta pá tær, sum brúka frunt.

 

7 “Spáa mær, systir”, sigur tann eina,

“gev mær títt hjartans orð so sunt,

hvat eri eg vakrari, so sum eg eri,

ella at eg hevði klipt mær frunt?”

 

8 “Frunturin man teg so lítið prýða,

andlitið títt tað er so runt,

betur sømir teimum, sum langleittar eru,

tí búgvist eg at klippa frant.”

 

9 Har til flagrandi kom tann triðja,

skjúrtið og fyriklæðið vavt upp í bunt:

“Hví so síðla manst tú koma,

hevur tú verið og klipt tær frunt?”

 

10 Nú er verðin so víða vorðin,

fortrinið øðrum er illa unt,

knappliga í spæli nøkur verður tikin,

uttan hon hevur klipt sær frunt.

 

11 Tí draga tey dýnu ella krumsakka,

reisa tey hjørt ella dansa runt,

summar ganga stakar á gólvinum og fjakka,

tí tær hava ikki klipt sær frunt.

 

12 Tá kom tann fjórða framman undan veggi,

gleið á garðinum og fall í strunt:

“Ilt, sigur kellingin, nýtist av bræði,

slíkt vanst tú av at klippa frunt.”

 

13 Dreingirnir halda sær á teiti:

“Handan hevur ikki staðið grunt,

síggið nú fylgið, saman er samlað,

ráðslá tær og snakka um frunt.”

 

14 Summar vilja verða við tað gamla,

hárið í kýsanum balla runt,

fortrot pá aðrar munnu tær dríva,

sum hárið bera leyst og brúka frunt.

 

15 Lat tær nú apa seg, sum tær vilja,

lat tær nú brúka allar mótarnar runt,

breiðar líningar og frynsar um herðar

sømir best teimum, sum brúka frunt.

 

CCF 208 C

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Søvn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabók hjá  Kristionnu Karolinu Nolsøe, Tvøroyri 1845; b: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) II, s. 87, nr. 39.

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe – lívssøga og irkingar, 1912, s. 212.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 365.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 119.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Kristianna Karolina Hansen, f. Nolsøe (1858-1948), Tvøroyri, 1845.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019