• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Báta táttur

 

Báta táttur

 

CCF 223 B

Einki TSB-nr.

 

1 Eina veit eg rímuna,

ið inni hevur ligið leingi,

gjørd um bóndan á Upplondum

og hansara røsku dreingir.

 

2 Eina veit eg rímuna,

ið inni hevur ligið enn,

gjørd um bóndan á Upplondum

og hansara røsku menn.

 

3 Gjørd um bóndan á Upplondum,

hans líki er ikki at finna,

so lystir hann at kapprógva,

sum leikar við streymar stinnar.

 

4 Bóndin vaknar úr blundi upp,

fortelur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borist

í alla hesa nátt.

 

5 Meg droymdi, at mín stóra skúta,

hon mundi eftir havinum dreya,

so droymdi meg, at ein silvurnál

hon skein sum gullið reyða.

 

6 Meg droymdi, at mín stóra skúta

hon mól fyri mínum hondum,

so droymdi meg, at ein silvurnál

hon sigldi við silkibondum.

 

7 Meg droymdi, at mín stóra skúta

var innan við kempum full,

so droymdi meg, at ein silvurnál

hon skein sum reyðargull.”

 

8 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjall,

bóndin vekir upp bátsmenn sínar,

so fór hann í stóra hjall.

 

9 Ivrigheit var á bóndanum,

tað fall so væl í lag,

hann treiv tvørtur um eitt skerpikrov,

hann rykti tað heilt ástað.

 

10 At taka eitt krov við heilum ástað,

slíkt er bóndasiður,

eitt stykki at skera í tríggjar partar,

mangur fyri hondini biður.

 

11 Fyrst vakti hann ta sterkastu kempu,

gull bar hann til merki,

Haraldskjøldur av Miklagarði,

Sjúrður og Virgar sterki.

 

12 Bóndin biður sínar menn

ikki so leingi bíða:

“Eg havi droymt ein dreym í nátt,

og kanska vit koma at stríða.”

 

13 Bóndin biður sínar menn

ikki hava so mikið pjak,

“tí eg havi droymt ein dreym í nátt,

betýðir eitt ódnartak.”

 

14 Kempurnar vóru til ferðar búnar

av so góðum treysti,

so taka teir tann stóra Skrokk

leysan út úr neysti.

 

15 Tóku teir hann úr neystinum út

og líka fyri bakkan niður,

bóndin talar til bátsmenn sínar:

“Slíkt eru kempusiðir.”

 

16 Løgdu teir frá støðni út,

og nú man ríman falla,

út ígjøgnum tann stríða streym

og dikst undir Stóraskalla.

 

17 Svaraði kempan á stýriborðsbøgi

alt fyri uttan ekka:

“Vit skulu gera eitt kempuspæl,

áðrenn vit av skálum drekka.”

 

18 Seglini vóru av silkibondum,

togini av akurull,

enn situr kempan á bakborðslæri,

hann glógvar sum reyðargull.

 

19 “So sant sum eg eri ein gullkempa,

eg siti her aftur á læri,

teir skulu falla for mínum hondum,

tí slektin er undan Skarði.

 

20 Hondina eg upp í gripin legði,

var sterkur sum Olgar danski,

krígsblóð er í mínum kjøti,

teir rópa meg Gilpurin franski.”

 

21 Vilja tit nú vita,

í hvussu hann eitur pá danskt,

so hevur hann tað sama navn,

sum seyðasmæra pá franskt.

 

22 “Eg eri sprottin av góðum fólki,

komin av prestastandi,

gull beri eg í hvørjum hári,

høvuðskempan á Sandi.

 

23 Hevði eg verið á Orminum langa,

tá ið Vagn Ákason og Eirik jall stríddu,

eg skuldi ikki verið eftir jómsvíkingum

tá ið teir at landi flýddu.

 

24 Hevði eg verið í Runsivals stríð

sum Róland, keisarans frændi,

tá skuldu teir sætt eina avrekskempu,

uppvaksna í Føroya landi.

 

25 Knappar undir knøunum,

og reyðar rósur á læri,

tað er siður á Sandi,

komin er undan Skarði.”

 

26 Tað situr ein kempa fram undir rong,

hann heldur sær á gaman:

“Tað síggi eg á ferðini,

at bátarnir koma saman.”

 

27 Tað var bóndin á Upplondum,

hann fram um seg lítur:

“Takið mær hesa Silvurnál,

ið her fyri borði flýtur!”

 

28 Tað var bóndin á Upplondum,

hann fram um seg hyggur:

“Takið mær hesa Silvurnál,

ið her fyri borði liggur!”

 

29 Bóndin biður sínar menn

leggja árar í kav,

og taka hann Sperðilin nýgjørdan

og støkkja hann tvørtur av.

 

30 Allir løgdu árar í kav,

so vørrir frá grunni bulla,

Skrokkur rendi eina langa leið,

teir róptu hann Kempurulla.

 

31 Tað var henda Silvurnál,

hon heim gjøgnum íðuna kemur,

Veikin svør um sína sjel,

hann ikki árina nemur.

 

32 Allir settu føtur í bekk,

og tá mundi Skrokkur ganga

heim ígjøgnum tann breiða barm

og líkst undir Boðatanga.

 

33 Tað situr ein kempa á stýriborðstoftu,

herðarnar sum í skarvi,

ongum líkari enn fananum,

og eyguni sum í tarvi.

 

34 Tað sita tvær kempur á toftubekki,

tær mæla for sínum munni,

dundrini hoyrdust í homrunum uppi,

sum vørrirnar veltust frá grunni.

 

35 Dundrini eftir í homrunum hoyrdust,

sum vørrirnar veltust frá grunni,

bóndin talar til bátsmenn sínar:

“Nú hava vit leikin vunnið.”

 

36 Tann fyrsti bátur, at landi kom,

tað var ein reiðilig skúta,

eg gevi honum eitt vakurt navn,

eg rópi hann Mariusúta.

 

37 Tann annar bátur, at landi kom,

í Seyrvág var hann smíðað,

honum gevi eg eitt annað navn,

eg rópi hann Royndin fríða.

 

38 Tann triði bátur, at landi kom,

hann hevði so mikið mál,

eg gevi honum eitt vakurt navn,

eg kalli hann Silvurnál.

 

39 Tann fjórði bátur, at landi kom,

tað var Askarremma,

eingin leggur mið av honum,

ei heldur so fagr ein stemma.

 

40 Tann fimti bátur, at landi kom,

hann var unđan Skarði,

høvdu teir hann á sundum roynt,

teir komu í verri vari.

 

41 Tann sætti bátur, at landi kom,

hann mundi nakað duga,

enn situr Dánjal á Skarvanesi

úti í Barmi og togar.

 

42 Tóku teir bátin um bakkan upp,

hann hevði stýrið á Stebba,

bóndin tapti á Kunoyargalvi,

og nevið var sum á Frebba.

 

43 Settu teir bátin í neystið inn

alt fyri uttan vanda,

hvat skulu sovorðnir pumpuringar

mót reystum kempum standa.

 

44 Settu teir bátin í neystið inn

alt fyri uttan sorg,

glaður snúðist Ólavur bóndi

aftur í sína borg.

 

45 Ólavur bóndi á Upplondum,

hann vilja vit ikki happa,

hann sprongdi Sperðilin á sundi úti,

við sínar forgyltu knappar.

 

46 Skipini sigldu fyri eystan

bæði við ertur og grýn,

róðurlykkjan av korkajørnum,

nú endar ríman mín.

 

CCF 223 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Torshavn): Ole Mikkelsen skrivaði upp í Tórshavn, nr. 1.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 457.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 167.

 

Heimild: Úr Sandoy. Ole Mikkelsen, lítli Óli (1865-1950) Sandi, 1887.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019