Skip to main content

Føroyskt


Útgávuheimar

Útgávur

  • Hundurin hjá Sáru
    Hundurin hjá Sáru

    Sára er í tí eydnusomu støðu, at mamman hevur lovað henni at fáa eitt dýr.

    Sára og vinkonan Minna tosa um, hvat dýr Sára skal velja sær.

    Har eru bæði fyrimunir og vansar, og alla tíðina meðan tær tosa er Snar har.

    Hjørdis Heindriksdóttir týddi úr donskum.

  • Frøkun Ignora og blómurnar
    Frøkun Ignora og blómurnar

    Ignora fegnast um blómurnar, hon hevur. Følna tær, verður hon kedd, so hon ger alt fyri at tær hava tað gott.

     

    Bøkurnar um frøkun Ignoru eru til triðja torleikastig. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr donskum.

  • Frøkun Ignora verður milliarderur
    Frøkun Ignora verður milliarderur

    Frøkun Ignora verður milliarderur

    Frøkun Ignora fer til París

    Ignora fær av óvart hendur á einum lotto-seðli. Knappliga er hon múgvandi. Men er tað eydnan?

     

    Bøkurnar um frøkun Ignoru eru til triðja torleikastig. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr donskum.

  • Enja 3 - Tær tríggjar systrarnar
    Enja 3 - Tær tríggjar systrarnar

    Eitt svørð fer flúgvandi gjøgnum luftina, og tann gamli skríggjar so sáran. Enja tekur til beins og rennur kvikliga yvir vøllin. Aftan fyri seg hoyrir hon rossini duna, men mjørkin forðar teimum at síggja hana. Løtu seinni hoyrir hon hvørki ross ella menn.

     

    Josefina Ottesen…

  • Enja 4 - Royndin
    Enja 4 - Royndin

    Fleiri gomul fólk sita í myrka rúminum. Eingin sigur nakað við hana. Øll sita tigandi. Hon verður sett á ein kodda. Framman fyri hana liggja fýra lutir: Eitt sjál, eitt spegl, ein smúkka og ein dolkur.

    Hon blundar og savnar tankarnar. Trummuljóðið gerst harðari og harðari, og…

  • Tey í sætta - Tann, sum altíð fær skyldina
    Tey í sætta - Tann, sum altíð fær skyldina

    Tann, sum altíð fær skyldina er onnur bókin í røðini um Tey í sætta. Røðin er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, ja, so hendir kortini ymiskt… Magga undrast á Mariu, sum heldur tað vera í lagi at geva einum øðrum skyldina…

  • Anna Frank
    Anna Frank

    Hetta er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir seinna heimsbardaga. Bókin er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum yvirlivdi arbeiðslegurnar og gjørdist fostursystir Annu Frank.

     

    Susanna…

  • Jødatýningin
    Jødatýningin

    Hetta er bók um, hvussu jødar eru týndir ígjøgnum allar tíðir, serliga undir seinna heimsbardaga. Í hesari bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum hendi, og hví tað hendi. Bókin er grundað á søguligar hendingar og frágreiðingar frá teimum, sum komu undan krígnum á lívi.…

  • Hvassi 3 - Rými
    Hvassi 3 - Rými

    Rými er triðja bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Hvassi flýggjar framvegis um somu tíð, sum hann roynir at finna lítlu Jaz, ið hann er vorðin góður við.

     

    Bergur Rasmussen hevur týtt. Bókin er í 7.…

  • Eg elski teg av øllum mínum jarta
    Eg elski teg av øllum mínum jarta

    Hetta er onnur bókin um Elina og hini í flokkinum. Elin fær ikki hildið sær, hóast hon veit, at tað er ljótt gjørt at vísa kærleiksbrævið fyri øllum í flokkinum, men tað er so gott at standa uppi við talvuna og hoyra hini flenna.

    Unni Lindell hevur skrivað. Hon er fødd í 1957…

  • Turbo hevur ein ringan dag
    Turbo hevur ein ringan dag

    Turbo eitur í veruleikanum Búi.

    Ein dagin á vetri fær Turbo ein ringan dag.

    Alt byrjar við, tá ið hann rennir á ein hund, men tað ringasta er, tá ið Sámal og hann fara upp at berjast og Turbo smekkar til, men í nøsina á skúlastjóranum!

    Fjórða…

  • Smakka maðkar væl?
    Smakka maðkar væl?

    ?Smakka maðkar væl? er stuttlig bók um Kára og Unu, sum vilja vita, hvussu maðkar smakka. Tey royna at gera maðkarnar leskiligar, steikja teir á pannuni og bjóða ÿla teir.

    Man ÿla dámað teir?

    Annað torleikastig - appilsinlittur krabbi

  • Rói gandar
    Rói gandar

    Rói gandar

    Krabbabók

    Rói roynir seg sum gandakall; tað eydnast honum væl at byrja við, men so kemur Bessi, sum altíð er eftir Róa, framvið. Tá fær Rói brúk fyri sínum gandakynstrum.

     

    Hinar bøkurnar í røðini um Róa eru Gev mær posan, Rói og Rói og Sanna.

     

    Annað torleikastig -…

  • Lena og Emil leita
    Lena og Emil leita

    Llena og Emil eru í fjøruni við pápa Emil.

    Tey leita og finna nógv stuttligt.

    "Ein likka!" rópar Emil.

    "Ein klikkað likka?" spyr Lena.

     

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.

  • Mia og Lias ríma
    Mia og Lias ríma

    Miu og Liasi dámar væl at spæla í holuni og at finna uppá rím.

    Mia og Lias tutla og mutla.

    Tey flenna og renna beint inn í holuna.

     

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi

  • Sasja úr Afrika
    Sasja úr Afrika

    Sasja er góð við Rutt, sum finnur Sasju í gøtunum í Afrika, har hon melur íkring.

    Sasja er so køld, tá ið hon kemur til Føroya við Rutt.

    So Rutt seymar henni ein gulan jakka.

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.

  • Sasja fer túr
    Sasja fer túr

    ?Sasju dámar væl at sleppa út, men hon ræðist stórar hundar.

    So tað er ikki altíð so lætt, tá ið Sasja og Rutt fara út at spáka.

    Lægsta torleikastig - gulur krabbi

  • Súlan - arbeiðsbók 2
    Súlan - arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.

    Tað er umráðandi, at børnini halda, at ljóðarbeiði er stuttligt, og at tey gerast tilvitað og forvitin…

  • Súlan - arbeiðsbók 1
    Súlan - arbeiðsbók 1

    Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.

    Tað er umráðandi, at børnini halda, at ljóðarbeiði er stuttligt, og at…

  • Grindavísan - teknirøð
    Grindavísan - teknirøð

    Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann samsvarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Fløga við upptøku, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna, er límað í bókini. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett…

  • Ein bók um forelskilsi (...og um at mussast)
    Ein bók um forelskilsi (...og um at mussast)

    Ein bók um forelskilsi (… og at mussast) er fitt faktabók til størri børn. Bókin hjálpir tær at finna svarini, hvussu tú bert teg at at koma í samband við tann, tú ert forelskað ella forelskaður í, og hvat tú skalt gera, um tú ikki hevur eydnuna við tær. At vera forelskað…

  • Hvassi 2 - Nærkist
    Hvassi 2 - Nærkist

    Í fyrstu bókini flýggjar Hvassi yvir háls og herðar undan fólkum, hann ikki veit, hvørji eru, men hann hevur illgruna um, at tey stava frá fortíð hansara. Í hesi bókini flýggjar hann framvegis, og einki er, sum tú heldur …

     

    Um somu tíð sum bókin er ógvuliga fangandi,…

  • Enja 2 - Ættin
    Enja 2 - Ættin

    Enja er flýggjað úr bygdini og kemur til eina tjaldlegu. Har fær hon hjálp frá einum gomlum manni. Í leguni hittir hon tann unga drongin Kai, og saman fara tey at framføra á marknaðinum fyri at fáa pengar.

     

    Josefina Ottesen hevur skrivað, Lars Lauge hevur teknað, og Lena…

  • Enja 1 - Trøllabarnið
    Enja 1 - Trøllabarnið

    Enja veksur upp hjá Jens og konuni Martu, sum kallar hana trøllabarn. Fólk í bygdini ræðast Enju, tí hon hevur evni at síggja meira enn onnur. Í fyrstu søguni má Enju flýggja, tí Marta ætlar at melda hana fyri vaktarmonnum hjá kongi.

     

    Josefina Ottesen hevur skrivað, Lars Lauge…

  • Toron-søgan 3 - Megin hjá Tei-Nikmanum
    Toron-søgan 3 - Megin hjá Tei-Nikmanum

    Krabbabók:

    Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður. Hann má vera bæði djarvur og klókur, so hann kann fáa fatur á einum vápni, sum kann…

  • Toron søgan 2 - Gentan úr náminum
    Toron søgan 2 - Gentan úr náminum

    Krabbabók:

    Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður. Hann má vera bæði djarvur og klókur, so hann kann fáa fatur á einum vápni, sum kann…

  • Toron søgan 1 -Gorokkarnir herja á
    Toron søgan 1 -Gorokkarnir herja á

    Krabbabók:

    Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður. Hann má vera bæði djarvur og klókur, so hann kann fáa fatur á einum vápni, sum kann…

  • Titanic
    Titanic

    Í 1912 var Titanic liðugt bygt og var ein av størstu og glæsiligastu damparum.

    Les ótrúligu søguna hjá skipinum, líka frá byrjan á eini skipasmiðju í Írlandi og til endan í ísfylta Atlantshavi. Tú fært at vita, hvussu skipið, ið ikki kundi søkka, fekk ein so bráðan…

  • Eg skrivi 9
    Eg skrivi 9

    Eg skrivi 9

    Skrivligt føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild

    Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í 8. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Eg skrivi 9 er…

  • Sakarias hevur summarfrí
    Sakarias hevur summarfrí

    Sakarias hevur summarfrí er triðja bókin um Sakarias, sum eigur eina ommu, ið ikki er sum ommur flestar. Summar er tað besta Sakarias veit. Tá hevur hann hug at ganga úti í náttúrunum og súkkla einsamallur til handilin at keypa, men tað vil mamma hansara ikki, tí hon er…

Tíðindi

07.02.2017

Hjá summum fellur hetta lætt at skriva stíl, meðan onnur noyðast tilvitað at skipa hetta arbeiðið…

Les meira
06.02.2017

Góð at brúka til undirvísing í miðlum og miðlasøgu.

Les meira
10.11.2014

Tann 22. november verður leikurin STOVUGENTURNAR frumsýndur í Kommondørhúsinum Yviri við Strond í…

Les meira
14.11.2018

Nýggj temasíða um Miðlar er komin á Snar

Les meira
01.03.2019

Móðurmálsdagin, 25. mars í 2019, eru 200 ár liðin, síðan faðirin at skriftmálinum, V. U.…

Les meira
24.03.2009

Granskingarráðið skipar fyri teknikappingini: ”Tekna ein granskara” frá mars til oktober 2009. Børn…

Les meira
15.11.2013

Annika Høj og Lív Magnussen hava týtt grundbókina í lesistimbran "God läsutveckling / Det gode…

Les meira
03.03.2009

Tey seinastu árini hevur nógv kjak verið um lesiførleikar hjá børnum. Skrivligt samskifti er í dag…

Les meira