Skip to main content

Føroyskt


Útgávuheimar

Útgávur

  • So býttur eri eg ikki
    So býttur eri eg ikki

    So býttur eri eg ikki er um Jónas, sum hevur fingið nýggja lesibók, men ein dagin hann skal lesa í henni, er hon burtur.

  • Pál ansar kettuni
    Pál ansar kettuni

    Pál ansar kettuni er fitt søga um ein drong, sum er so góður við kettuna Milju. Hon verður latin í posan. Hann hevur fýra hol til beinini. Og eitt hol til høvdið. Nú skal Milja upp til pápa. Jørn Jensen hevur skrivað Pál ansar kettuni. Hann er føddur í Danmark í 1946,…

  • Ninna og Kára og nýggj vinaløg
    Ninna og Kára og nýggj vinaløg

    Ninna og Kára eru tvær gentur á sama aldri. Tær eru bestu vinir og hava kenst, síðan tær gingu í barnagarði. Men knappliga ein dagin kemur ein nýggj genta í flokkin. Tá verður alt broytt. Ein søga um vinalag. Katrine Marie Guldager hevur skrivað. Hon er danskur rithøvundur og…

  • Reyði bilurin
    Reyði bilurin

    Reyði bilurin

    Krabbabók

    Reyði bilurin er um Levi, Rasmus og Miu. Tey hava ein bil, sum øll vilja koyra. Men hvørki Levi ella Rasmus hava tíð at mála bilin ella keypa máling. So Mia sleppur at gera av, hvør sleppur at koyra ... Knud Hermansen hevur skrivað bókina Reyði bilurin. Knud Hermansen er…

  • Magnus
    Magnus

    Magnus

    Krabbabók

    Pápi Magnus skal giftast. Og Magnus skal vera brúðardrongur. Men á veg í brúdleyp hendir nakað, sum fær hárini á lesarunum at reisa seg ... Jim Højberg hevur skrivað Magnus. Hann er føddur í 1952, er útbúgvin bókavørður og hevur skrivað bøkur seinastu nógvu árini. Alexandur…

  • Heilt til grannabygdina
    Heilt til grannabygdina

    Heilt til grannabygdina er um Tóka, sum hevur fingið nýggja súkklu. Hann vil so fegin sleppa at súkkla heilt til grannabygdina, men tað vilja mamma og pápi hansara ikki.

    Sjey nýggjar lættlisnar bøkur komnar

    Í krabbarøðini, sum eru lættlisnar bøkur, ið…

  • Rói og Sanna
    Rói og Sanna

    Rói og Sanna

    Krabbabók

    Rói og Sanna.
     

    Rói og Sanna gera bløð. Sanna ger eitt um kettur. Rói ger eitt um bilar. Men so kemur pápi Sannu; hann ætlar sær at lesa avísina, sum hann plagar. Men so verður ikki ... Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin…

  • Hannibal og horvni hundurin
    Hannibal og horvni hundurin

    Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað ? og stuttligt.

    Hannibal og horvni hundurin

  • Frøkun Ignora í skúlagarðinum
    Frøkun Ignora í skúlagarðinum

    Frøkun Ignora í skúlagarðinum

    Frøkun Ignora í torninum 2

    Frøkun Ignora í skúlagarðinum
     

     

    Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur eina góða vinkonu, sum eitur Nina. Men tá ið Nina fer at syngja, verður Ignora illa við og krógvar seg. Allur skúlin fer at leita eftir henni. Tá ið hon verður funnin, argar ein…

  • Frøkun Ignora og Gunnar seta sín dám á heimin
    Frøkun Ignora og Gunnar seta sín dám á heimin

    Frøkun Ignora og Gunnar seta sín dám á heimin
     

     

    Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, og Gunnar, besti vinmaður hennara, ætla at seta sín dám á heimin. Tí fara tey ein túr í Klandursvík at royna at seta sín dám á. Men tað gongur ikki sum Ignora…

  • Gev mær posan, Rói
    Gev mær posan, Rói

    Gev mær posan, Rói.

    Rói er bangin fyri Bessa. Tí Bessi er altíð eftir honum. Og tí hevur hann Leiku við sær. So verður Bessi kanska bangin. Tað vónar hann. Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin gullsmiður og lærari. Hann hevur skrivað…

  • Eg skrivi 6
    Eg skrivi 6

    Eg skrivi 6

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Frøkun Ignora verður forelskað
    Frøkun Ignora verður forelskað

    Frøkun Ignora verður forelskað

    Frøkun Ignora í torninum 4

    Frøkun Ignora verður forelskað
     

    Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær ein dagin ein seðil í skúlanum frá Gunnari. Á seðilinum stendur: Tú ert fitt. Knappliga er Ignora forelskað. Men hvat gert tú, tá ið tú ert forelskað?

    Katrine Marie Guldager…

  • Frøkun Ignora og stjørnuhimmalin
    Frøkun Ignora og stjørnuhimmalin

    Frøkun Ignora og stjørnuhimmalin

    Frøkun Ignora í torninum 3

    Frøkun Ignora og stjørnuhimmalin
     

     

    Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur ein góðan vin, sum er fiskaseljari. Hann tekur sær væl av Ignoru. Men kortini saknar hon pápan, sum er deyður í ferðsluvanlukku, sum hon plagdi at siga søgur.

    Katrine…

  • Frøkun Ignora eksploderar
    Frøkun Ignora eksploderar

    Frøkun Ignora eksploderar

    Frøkun Ignora í torninum 1

    Frøkun Ignora eksploderar
     

     

    Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, eksploderar onkuntíð, tá ið tað ikki gongur henni eftir vild. Hóast hon ikki kann lata vera, er hon kedd av, at tað er so. Fiskaseljarin roynir at siga henni, at trupulleikin við at…

  • Blinkstra, blunka, venda og snara
    Blinkstra, blunka, venda og snara

    Blinkstra, blunka, venda og snara er eitt nú um djór, sum duga at flyta oyruni og veittra við teimum.

    Sjey nýggjar lættlisnar bøkur komnar

    Í krabbarøðini, sum eru lættlisnar bøkur, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í…

  • Arni og teldan
    Arni og teldan

    Arni og teldan

    Krabbabók

    Arni og teldan er bók um Arna og Virgar, sum eru bestu vinir. Men nú fer Virgar at flyta. Arna dámar tað einki. Hann verður púra einsamallur. Virgar sigur, at teir bara kunna skriva saman. Men Arni dugir ikki at stava og ikki at senda teldupost ...
     

     

    Rita…

  • 10 Fingra®
    10 Fingra®

    10-fingra® er ein tillagan av danska forritinum 10Finger 2.0 hjá Christiani Wang. Hallgerð Arge Hansen hevur lagt eitt stórt arbeiði í at laga forritið til føroyskt, og úrslitið er eitt gott og hent amboð til fólkaskúla og forskúla. Forritið er gott ískoyti til undirvísing í…

  • Firvaldsbók 6
    Firvaldsbók 6

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Tekn til børn
    Tekn til børn

    Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum. Brúkarin fær í einum spæli høvi at royna sín førleika. Orð og setningar kunnu prentast…

  • Torbjørg og kúgvin
    Torbjørg og kúgvin

    Søgan um smágentuna Torbjørg, sum so fegin vil hava eina kúgv, men hon veit ikki, hvaðani hon skal fáa hana. Kári, vinmaður hennara, heldur, at ein gravkúgv er nógv betri. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst…

  • Tá ið Karin fylti
    Tá ið Karin fylti

    Karin fyllir, og nógv børn koma í føðingardag hjá henni. Tey fáa kakao og kakur, og so fara tey at spæla. Fyrst dansa tey Tornurósa, og so fara tey at spæla útvarp. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.

  • Akkuleyan. Lærarabók
    Akkuleyan. Lærarabók

    Á hesari lærarabókini standa nøkur hugskot um, hvussu Akkuleyan kann nýtast í skúlanum. Á mongum førum leggur bókin upp til evniskunnandi arbeiði og eigur at vera nýtt soleiðis, um mest skal koma burturúr.

  • Sóljan, Smæran, Summardáin, Blákollan
    Sóljan, Smæran, Summardáin, Blákollan

    Á hesi bók eru savnaðar læraravegleiðingar til skrivibøkurnar Sóljuna, Smæruna, Summardáan og Blákolluna. Allar bøkurnar eru ætlaðar sum hjálp til byrjunarundirvísing í skrivligum føroyskum í 1.-3. flokki. Endamálið við bókarøðini er at venja børnini at arbeiða og hugsa…

  • Mýrifípan. Lærarabók
    Mýrifípan. Lærarabók

    Í lærarabókini verða sett fram nøkur hugskot um, hvussu Mýrifípan kann nýtast í skúlanum. Roynt hevur verið at gera eina bók, sum hevur støði í tí føroyska nútíðarsamfelagnum, og dentur er lagdur á at taka evni fram, sum øll føroysk børn kenna. Í summum førum verður tann gamla…

  • Krøkjan. Lærarabók
    Krøkjan. Lærarabók

    Á lærarabókini verða sett fram nøkur hugskot um, hvussu krøkjan kann nýtast í skúlunum. Roynt hevur verið at gera eina bók, sum hevur støði í føroyska samfelagnum, og dentur er lagdur á at taka evni fram, sum øll føroysk børn kenna. Aftast í bókini verða Norðurlond tikin við…

  • Baldursbráin. Lærarabók
    Baldursbráin. Lærarabók

    Á hesari læraravegleiðingini standa nøkur hugskot um, hvussu Baldursbráin kann nýtast í skúlanum. Á mongum førum leggur bókin upp til evniskunnandi arbeiði.

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

    Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

    Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur

    Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa, níggju kingosálmar, eitt kvæði, Fípan Fagra, og 14 skjaldur. Bókin, fløgan og…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

    Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

    Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur

    Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa, níggju kingosálmar, eitt kvæði, Fípan Fagra, og 14 skjaldur. Bókin, fløgan og…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Myndatalva
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Myndatalva

    Í bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga greitt frá dansi, kvæðum, vísum, táttum, kingosálmum og skjaldrum. Permumyndina hevur Tróndur Patursson gjørt, sama mynd er um fløguna og ljóðbandið, og myndin fæst eisini sum myndatalva.

Tíðindi

07.02.2017

Hjá summum fellur hetta lætt at skriva stíl, meðan onnur noyðast tilvitað at skipa hetta arbeiðið…

Les meira
06.02.2017

Góð at brúka til undirvísing í miðlum og miðlasøgu.

Les meira
10.11.2014

Tann 22. november verður leikurin STOVUGENTURNAR frumsýndur í Kommondørhúsinum Yviri við Strond í…

Les meira
14.11.2018

Nýggj temasíða um Miðlar er komin á Snar

Les meira
01.03.2019

Móðurmálsdagin, 25. mars í 2019, eru 200 ár liðin, síðan faðirin at skriftmálinum, V. U.…

Les meira
24.03.2009

Granskingarráðið skipar fyri teknikappingini: ”Tekna ein granskara” frá mars til oktober 2009. Børn…

Les meira
15.11.2013

Annika Høj og Lív Magnussen hava týtt grundbókina í lesistimbran "God läsutveckling / Det gode…

Les meira
03.03.2009

Tey seinastu árini hevur nógv kjak verið um lesiførleikar hjá børnum. Skrivligt samskifti er í dag…

Les meira