Skip to main content

Útgávur

Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa,…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

<span&hellip;

Alfagurt ljóðar mín tunga

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga
Alfagurt ljóðar mín tunga

<span&hellip;

Børnini í fjøruni
Børnini í fjøruni

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Søgan er um tey bæði Áslu og Jón, ið fara…

Dýr og dorg - Næmingabók
Dýr og dorg - Næmingabók

Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini…

Eg eigi
Eg eigi

Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla…

Eg skrivi 1

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 1
Eg skrivi 1

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.…

Eg skrivi 2

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 2
Eg skrivi 2

Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003.…

Eydnuknívurin

Ævintýr úr Burma
Eydnuknívurin
Eydnuknívurin

Bókin er løtt at lesa og long orð eru skild sundur. Hon er søgan aftan fyri orðatakið: Drongurin úr fjøllunum ger skoru í stokkin, sum fjallabúgvar í Burma nýta, tá ið teir ávara móti skálkum. Søgan…

Ferðin um havið

- á rannsóknarferð við Columbusi
Ferðin um havið
Ferðin um havið

Ferðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum…

Risin sum røkk um allan heim

Gamla gudalæra okkara 1
Risin sum røkk um allan heim
Risin sum røkk um allan heim

Bókin, úr røðini Gamla gudalæra okkara, er um uppruna og skapan heimsins, soleiðis sum forfedrar okkara trúðu. Sagt verður eisini frá, hvussu menniskjan og allar hinar verurnar eru skapaðar, og…

Bardagi gudanna

Gamla gudalæra okkara 2
Bardagi gudanna
Bardagi gudanna

Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá,…

Torugudurin

Gamla gudalæra okkara
Torugudurin
Torugudurin

Bókin er úr røðini Gamla gudalæra okkara. Vit fara langt aftur í tíðina. Ta tíð, tá ið jørðin var áfløt og fleyt sum ein klingra á víðfevndum veraldarhavi. Ta tíð, tá ið menniskjurnar kallaðu verð…

Firvaldsbók 1
Firvaldsbók 1

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum…

Floyalskaninin
Floyalskaninin

Søgan er um eina floyalskanin, sum í fyrstani ikki var so nógv vird av hinum leikunum og dreinginum, sum átti hana. Men tá ið drongurin gjørdist sjúkur, slapp kaninin at sova hjá honum, og hann var…

Floygd orð 1
Floygd orð 1

Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar til framhaldsdeildina. Høvuðsparturin av tekstúrvalinum er upprunaligur føroyskur og vísir lív og søgu føroyinga bæði í eldri og nýggjari tíð. Tær týðingar, ið tiknar…

Floygd orð 2
Floygd orð 2

Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar til framhaldsdeildina. Høvuðsparturin av tekstúrvalinum er upprunaligur føroyskur og vísir lív og søgu føroyinga bæði í eldri og nýggjari tíð. Tær týðingar, ið tiknar…

Føroyskar bókmentir 3
Føroyskar bókmentir 3

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M.…

Føroyskar bókmentir 2
Føroyskar bókmentir 2

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M.…

Føroyskar bókmentir 4
Føroyskar bókmentir 4

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen,…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

  • Nelson Mandela
    Nelson Mandela

    Hvussu kann mest eftirlýsti persónur í einum landi gerast størsti leiðari tess?

    Les ótrúligu søguna um Nelson Mandela og lívlanga stríð hansara fyri frælsi.

  • Djór í kríggi
    Djór í kríggi

    Frá rossum og fílum, sum flyta hermenn, til hundar, sum verða sendir úr flogførum,og delfinir, sum leita eftir minum; djór hava altíð havt ein týðandi leiklut, tá ið kríggj er.

    Søgur teirra eru eins hugfangandi og syrgiligar sum søgurnar um hermenninar, ið djórini…

  • Rændur
    Rændur

    Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir.

    Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið er friðleysur og uppreistrarmaður, at krevja sín rætt og fáa hendur á góðsinum,…

  • Tórstein og heimsins longsta snor
    Tórstein og heimsins longsta snor

    Strutsurin verður so hugtikin av snorinum, at hann fer til gongu at vita, hvat fjalir seg við endan á snorinum.

    Og tað, hann kemur fram á, er sera hugtakandi!

  • Maggi torir
    Maggi torir

    Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt.

    Hann droymir um at gerast eins góður fótbóltsspælari og teir bestu í heiminum, Zlatan sum oftast, men viðhvørt eisini Messi og Ronaldo. Maggi spælir við GÍF, sum hevur vunnið ein dyst, og nú er tað uppaftur stuttligari at…

  • Beinta 4 - Hetta kann bara enda væl
    Beinta 4 - Hetta kann bara enda væl

    Tvær heilar vikur sunnanfyri. Hvítur sandur, bláur sjógvur.

    Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari, enn hon hevur verið leingi. Nú verður alt ørvísi!

    Bókin eru bólkað í fimta torleikastigi.

  • Tey vesalu
    Tey vesalu

    Tað tykist, sum tað aldri fer at eydnast fátæku Cosette at flýggja frá teimum harligu Thénardier-hjúnunum.

    Hon er bara átta ára gomul, men tey noyða hana at arbeiða nógv og hart hvønn dag. Jean Valjean hevur lovað mammu hennara, at hann skal bjarga gentuni, men…

  • Skuggar í skóginum
    Skuggar í skóginum

    Trý systkin Linus, Maja og Oskar. Átta, tíggju og tólv ár.

    Ein útferð við familjuni. Eitt nýtt tjald. Eitt skríggj, sum hoyrist sum ekkó yvir vatnið.

  • Maggi rular
    Maggi rular

    Tað besta, Maggi veit, er at sparka fótbólt.

    Hann droymir um at vera Zlatan og at renna út á San Siro-vøllin í Milano, meðan lógvabrestirnir frá áskoðarunum dundra. Og hann hevði viljað, at pápin var til og kundi hugt at, tá ið hann spældi.

  • Anna á Grønafløtti
    Anna á Grønafløtti

    Hetta er søgan um eitt foreldraleyst barn. Eina móður-og faðirleysa gentu, sum er víðagitin.

    Vit lesa her um glaðu, reyðhærdu ,,Annu, sum endar við a. Hon kemur púra óvæntað á Grønafløtt, og frá tí degi verður lívið ongantíð aftur tað sama.

  • Eg og mítt kelidýr, Kanin
    Eg og mítt kelidýr, Kanin

    Visti tú, at kaninir eru í øllim heimspørtum?

    At kanin kann snara nøsini í allar ættir, og tá ið hon trampar við afturbeinunum, ávarar hon aðrar kaninir um, at vandi er á ferð? Flest øll elska kaninir. Tær eru hugnaligar, spælisjúkar og lættar at ansa. Men um tú vilt…

  • Dronur
    Dronur

    Dronur flúgva við bumbum og halda eyga við ódnum.

    Dronur bjarga fólki í neyð og taka vakrar myndir. Les meiri um dronur í hesi bókini.

  • Teir óhugnaligu skortarnir
    Teir óhugnaligu skortarnir

    Símun eigur nakrar óhugnaligar skortar. Hann kløkkar Atla.

    Tað er stuttligt. Men so fer hurðin upp...

  • Nem mál í triðja
    Nem mál í triðja

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

    Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Skógvarnir siga frá, Tað grumma, Filmurin kallar, Nýggj…

  • Fyrsti mussurin hjá Sáru
    Fyrsti mussurin hjá Sáru

    Sára og Heri eru einsamøll. Tey hoyra ein fugl. Hann letur fýra ferðir. Tá fær Sára eitt hugskot.

    Triðja torleikastig - Reyður krabbi

  • Leivur fær ein lítlan mammubeiggja
    Leivur fær ein lítlan mammubeiggja

    Leivur ynskir sær ein mammubeiggja. Ein kulan og stuttligan mammubeiggja eins og Einar og Ívar hava.

    Men skal Leivur fáa ein mammubeiggja, má mamman fáa ein beiggja. Og um mamman skal fáa ein beiggja, má omman fáa....?

  • Katla og Stina og drongurin, sum hvarv
    Katla og Stina og drongurin, sum hvarv

    Tað er ein góðan summardag. Katla og Stina svimja í sjónum.

    Knappliga er ein drongur horvin. Man hann vera druknaður? Katla og Stina kanna málið.

    Lilla krabbabók-4.torleikastig

  • Nám Sálomon kongs
    Nám Sálomon kongs

    Henry fer ti Suðurafrika at leita eftir beiggja sínum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðani.

    Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum . Á ferðini eru…

  • Jóal og Ina
    Jóal og Ina

    Jóal og Ina

    - Ein kærleikssøga

    Jóal og Ina møtast ein dagin. Tey hava ikki sæð hvørt annað fyrr.

    Tey gerast vinir. Ógvuliga góðir vinir. Kanska betri enn góðir vinir. Jóal ig Ina er ein vøkur søga um vinalag, kærleika - og um at onkuntíð eru tey vaksnu bara til fortreð.

  • Gátuførar hendingar - Hinumegin
    Gátuførar hendingar - Hinumegin

    Mangt løgið er, sum vit ikki duga at greiða frá. Vit hoyra um fólk, sum siga seg tosa við andar hjá deyðum fólkum.

    Onnur hava fingið ymiskt týdningarmikið at vita í dreymi. Bókin Hinumegin, leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar loynidómar . Vit hoyra um…

  • Kynstur við kortum
    Kynstur við kortum

    Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku kynstrum við kortum.

    Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja, vísa, hvussu tú finnur fjald kort, avdúkar fýra ess á rað, letur eitt útvalt kort leypa út úr kortunum og mangt, mangt annað.Bókin lærir teg teir týdningarmestu…

  • Ein verulig hetja
    Ein verulig hetja

    Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum.

    Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men…

  • Alvi skorar
    Alvi skorar

    Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía.

    Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?

    Reyð krabbabók-3 torleikastig

  • Alvi og Messi
    Alvi og Messi

    Alvi og Jákup sparka. So kemur ein hundur.

    Hann rennur av stað við bóltinum. Hundurin skorar mál. Nógv mál.

    Reyð krabbabók-3 torleikastig

  • Alvi móti Jákupi
    Alvi móti Jákupi

    Alvi og Jákup sparka.

    So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?

    Reyð krabbabók-3 torleikastig

  • Alvi fintar
    Alvi fintar

    Alvi venur eina fintu. Hon er sera flott.

    Men fintan er ring. Tí bólturin er stórur. - og rundur.

    Reyð krabbabók-3 torleikastig

  • VLS-handbók - netútgáva
    VLS-handbók - netútgáva

    VLS-handbók - netútgáva

    Vitan Leiðbeining Strategi

    VLS: Vitan – Leiðbeining – Strategi. VLS-tilfarið setir sjóneyku á bæði samstarvsmøguleikar í skúlahøpi og fakligu lesingina hjá næmingunum.

    Málbólkurin er fyrst og fremst lesivegleiðarar, men tilfarið kann nýtast av øllum, sum undirvísa í fakligari lesing. 

  • Nem í fjórða - Næmingabók
    Nem í fjórða - Næmingabók

    Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

    Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og ikki-fiktión.

    Søga mín leggur dent á myndasøgur og tekstslagið…

  • Nem í fjórða - Læraravegleiðing
    Nem í fjórða - Læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin til Nem í fjórða er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

    Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í…

  • Hin hvíta hondin
    Hin hvíta hondin

    Gutti er og vitjar Emmu og lesur fyri henni úr Hini hvítu hondini. Tá ið hann skal til hús, er tað øgiliga myrkt. So minnist Gutti til bókina um hina hvítu hondina, sum sveimar í myrkrinum ...

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi


13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira
24.10.2023

Tvær plakatir til Punktum eru lagdar á Snar. Punktum er mállærubók til hádeild mállærubókina til hádeild.

Les meira