Skip to main content

Útgávuheimar

Útgávur

Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

Í bókini eru stuttsøgur, ævintýr, yrkingar, skjaldur, kvæði Bjarnabani og sjónleikurin Snjóhvíta. Bókin er skipað í hesar partar: Vit kunnu øll at renna dyst, Gylt saðil á, Oman kemur grýla, Hækkar…

Lesibók til 5. skúlaár
Lesibók til 5. skúlaár

Í bókini eru søgur, yrkingar, sagnir, ævintýr, kvæði o.a. - bæði upprunaligt og týtt. Bókin er skipað í hesar partar: Fiskurin bítur, Fjør mítt, Nú ringja kirkjuklokkur, Troðum lættliga, Kærleikur…

Lesibók til 6. skúlaár
Lesibók til 6. skúlaár

Í bókini eru stuttsøgur, sagnir, ævintýr, yrkingar, kvæði og sjónleikurin Rósalítla. Bókin er skipað í hesar partar: Tit eiga hetta land, Havið sang um Føroyar, Frítt er Eystfelli, Fjart í fornu øld,…

Lesibók til 7. skúlaár
Lesibók til 7. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Hvat gat eg sagt, Rætt mær hond, Fáur fær tráðin heilt slættan, Føgur var náttin, Grør so fagurt, Rógva…

Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Úr lesibók til 6. og 7. skúlaár
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Upplestur og sangur. A: Lesibók til 6. skúlaár, bls. 265-277. B: Lesibók til 7. skúlaár, bls. 376-393. Þóra Þóroddsdóttir lesur.

Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar
Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki…
Morgun - Snípubók - 1 fjøður
Morgun - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki…
Vár - Snípubók - 1 fjøður
Vár - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki…
Vár - Snípubók - 2 fjaðrar
Vár - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki…
Mállæra
Mállæra

Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um…

Orðaskyn

Mín fyrsta orðabók
Orðaskyn
Orðaskyn

Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð…

Revur og bjørn
Revur og bjørn

Ævintýrið um revin og bjørnina, sum hildu hús saman. Tey áttu eina tunnu av smøri, sum tey ætlaðu at eta fyrsta jóladag. Men so fór revurin at brellast. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum…

Revurin, krákan og mýrisnípan
Revurin, krákan og mýrisnípan

Ævintýr um, hvussu mýrisnípan lærir krákuna at verja seg fyri revinum, men revurin er snildari enn so. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.

Rættskriving

Fyrri partur
Rættskriving
Rættskriving

Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu…

Rættskriving

Annar partur
Rættskriving
Rættskriving

Bókin er framhald av Rættskriving - Fyrri partur. Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt.…

Rættskriving

Triði partur
Rættskriving
Rættskriving

Bókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina Føroysk rættskriving, 4. skúlaár eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa…

Símunartáttur
Símunartáttur

Greitt verður fyrst frá um føroyska táttayrking. Innihaldið í Símunartátti, sum Janus við Gjónna yrkti, verður viðgjørt. Síðani verður samanbering gjørd millum Símunartátt og Púkaljómur, sum Jens…

Tekn til børn
Tekn til børn

Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men…

Tekn til børn
Tekn til børn

Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum.…

Torbjørg og kúgvin
Torbjørg og kúgvin

Søgan um smágentuna Torbjørg, sum so fegin vil hava eina kúgv, men hon veit ikki, hvaðani hon skal fáa hana. Kári, vinmaður hennara, heldur, at ein gravkúgv er nógv betri. Bóklingurin kann nýtast…

Tá ið Karin fylti
Tá ið Karin fylti

Karin fyllir, og nógv børn koma í føðingardag hjá henni. Tey fáa kakao og kakur, og so fara tey at spæla. Fyrst dansa tey Tornurósa, og so fara tey at spæla útvarp. Bóklingurin kann nýtast í…

Ung orð 1

- tekstir til framhaldsdeild
Ung orð 1
Ung orð 1

Úrvalið, ið er brot úr nýggjari føroyskum skaldskapi, bæði í bundnum og í óbundnum máli, er ætlað til nýtslu í framhaldsdeildini og annars øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum bókmentum. Bókin er…

Trøllini á Skálavøllum
Trøllini á Skálavøllum

Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

  • Kanningarsavnið

    Kanningarsavnið

    Mál- og minnisroyndir

    Kanningarsavnið er mál- og minniskanningar til næmingar í 3. og 5. flokki. Tilfarið kann eisini brúkast til eldri næmingar, um hesir hava ymiskar avbjóðingar. Hetta tilfarið er ætlað lærarum í førleikastovum, ið…

  • Nem mál í sætta

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í sætta.

    Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og málføriuppgávur. Afturat hesum eru venjingaruppgávur og avbjóðandi uppgávur, sum liggja í ibókini og á snar. Til málføriuppgávurnar eru ljóðfílur, sum…

  • Nem í sætta - Lærarabók

    Læraravegleiðingin til Nem í sætta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

    Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan…

  • Nem í sætta - Næmingabók
    Nem í sætta - Næmingabók

    Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

    • At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum og nýggjum sjónarhornum.
    • Í…
  • Føroysk mállæra 3

    Henda bókin er triðja bind í røðini Føroysk mállæra 1-3, har fyrsta bind er um kyn, orðmyndan og bending, og annað bind um syntaks. Bókin er sett fram soleiðis, at tað ikki er neyðugt hjá lesaranum at hava stórvegis teoretiskan kunnleika um málvísindi. Hon…

  • Myndaorðabók

    MYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.

    Í myndaorðabókini ber til at arbeiða við 60 ymiskum síðum við teksti, mynd og ljóði. Á hvørjari síðu eru 12 ymisk…

  • Lexin - Myndatema

    Lexin - Myndatema

    Samvirkin netútgáva

    Lexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.

    Lexin er eisini hent hjá føroyingum, sum vilja læra seg okkurt av útlendsku málunum í…

  • Desibella og stutta røddin

    Isabella dámar so væl at tosa hart, at øll kalla hana Desibella. Í bókini lærir Isabella at brúka rætta ræddarstyrki til rætt høvi. Talan er um 5 ræddastyrkir, stutta rødd, teskirødd, prátirødd, røðurødd og útirødd.

    Tað verður rættiliga stuttligt at læra, hvussu og…

  • Muðurin er eitt gosfjall

    Í bókini lærir Levi at hava tamarhald á sínum tonkum og orðum og ikki at bróta av og órógva.

    Muðurin er eitt gosfjall fæst á ein innlivandi hátt við óvanan at bróta av, og børnini læra ein stuttligan máta at hava tamarhald á sínum mongu tonkum og orðum. Søgan…

  • Finka - Ljóð- og mállæra

    Finka - Ljóð- og mállæra

    Føroyskt til annan flokk

    Ljóð- og mállærubók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini saman við lesibókini, men hevur ikki tilvísingar til lesibókina. Í ljóð- og mállærubókini eru ljóð- og mállæruuppgávur.



  • Finka - Arbeiðsbók 2

    Finka - Arbeiðsbók 2

    Føroyskt til annan flokk

    Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.

  • Finka - Arbeiðsbók 1

    Finka - Arbeiðsbók 1

    Føroyskt til annan flokk

    Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.


  • Finka - Læraravegleiðing

    Finka - Læraravegleiðing

    Føroyskt til annan flokk

    Læraravegleiðing til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

  • Finka - Næmingabók

    Finka - Næmingabók

    Føroyskt til annan flokk

    Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum -…

  • Norð

    Norð

    talgild útgáva

    Norð er ein samvirkin bók.

    Frásøgan handlar um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags norðurlendsku søguna, sum er bundin saman við mentan og máli.

    14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar…

  • Nem mál í fimta

    Nem mál í fimta

    Mállærubók

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fimta.

     

    Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

    Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Kalt niður eftir bakinum, Sansa lýrikkin,…

  • Mina, hvør eri eg?
    Mina, hvør eri eg?

    Mina er glað og hevur tað gott á trøðni, har hon býr saman við Æsu og lombum hennara.

    Men tað er bara eitt, sum hon hugsar um. Æsa, eri eg eitt lamb? spyr hon.

    Triðja torleikastig - reyður krabbi.

  • Eg vil heim
    Eg vil heim

    Pól og Ninus sova hjá abba og ommu. Abbi, koyr meg heim til mammu. Ninus vil heim í sína song.

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.

  • Katrin í Toftum
    Katrin í Toftum

    Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgn úr Hósvík frá seinast í 18. øld.

    Katrin skal giftast við bóndasoni, men ein dagin hittir hon ein ungan huldumann ...

  • Eg og mítt kelidýr - Ketta
    Eg og mítt kelidýr - Ketta

    Visti tú, at kettur sova tvær ferðir so nógv sum tú?

     

    At kettur hava fimm tær á framlabbunum, men bara fýra á afturlabbunum, og at hvítar kettur við bláum eygum eru næstan altíð deyvar? Tað er deiligt at tosa við kettuna hjá sær og kína henni. Men tað er eisini stór…

  • Veður
    Veður

    Í bókini, Veður, fært tú nógv at vita um veðrið, til dømis hvussu tung skýggj kunnu verða, hvussu hiti verður máldur, hví toran brakar og buldrar, hví tað er kaldari uppi í fjøllunum enn við sjóvarmálan og mangt, mangt annað.

    hvussu hiti verður máldur, hví toran…

  • Eg og mítt kelidýr - Hundur
    Eg og mítt kelidýr - Hundur

    Visti tú, at chihuahua er minsta hundaslagið, sum er til?

     

    At tevið hjá hundum er fleiri hundrað ferðir betri enn títt, og at tað eru hundar, sum ikki duga at goyggja? Tað er stuttligt at spæla við hundin hjá sær og læra hann ymisk kynstur. Men tað er eisini ein stór…

  • Vandamiklar rannsóknarferðir
    Vandamiklar rannsóknarferðir

    Gjøgnum alla søguna hjá menniskjum hava verið fólk, sum hava leitað sær til tað ókenda.

    Hesir ævintýrarar eru ofta komnir í ógvusliga mótgongd og ófatiligar vandar, men tey hava sett lív sítt í váða fyri at finna nýggj lond og fjarløgd støð.

    Bókin eru bólkað í…

  • Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu!
    Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu!

    Her er alt, sum tú hevur brúk fyri til at skriva tína allarbestu søgu!

    Set pallin, skapa minniligar persónar, brúka framúrskarandi orð og enda søguna við einum væl skrivaðum útgangi.

    Alt hetta fært tú hjálp til í hesi týdningarmiklu skrivileiðbeiningini, sum…

  • Vandamikil djór
    Vandamikil djór

    Vandamikil djór ymsar staðir á jørðini kunnu vera alt frá tropiskum hávi til pinkulítið skordýr við drepandi biti.

    Í hesari bókini lesur tú um ótrúlig eiturevni, vápn og sansir, ið fáa summi djór frá náttúrunnar hond a verða fødd drápsdjór.

    Bókin eru bólkað í…

  • Dinosaurar
    Dinosaurar

    Hvussu stórir vóru dinasaurarnir, og vhat ótu teir?

     

    Hvørjir dinosaurar vóru ræðandi, og hvørjir vóru fittir?

    Í hesi bókini fært tú svarini og nógv annað at vita um hesi hugtakandi djórini.

     

    Lilla krabbi - 4. torleikastig

  • Símun og Nói bjarga nítjan maðkum og eini humlu
    Símun og Nói bjarga nítjan maðkum og eini humlu

    Tað regnar. Símun og Nói vilja bjarga maðkum.

    Teir finna eisini eina humlu. Hon flýtur í einum runuhyli.

    Púra still.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Símun og Nói og neyðars kaninin undir sólberjarunninum
    Símun og Nói og neyðars kaninin undir sólberjarunninum

    Símun og Nói finna eina kanin undir sólberjarunninum.

    Hon rørir seg ikki.

    Nói torir ikki at fara yvir til kaninina.

    Eg skal fara at hyggja, sigur Símun.

     

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Pápi Pál gandar
    Pápi Pál gandar

    Pál er glaður. Pápi hansara skal ganda fyri flokkinum.

    Tað hevur hann ikki roynt fyrr. Men hann hevur vant. So tað kann ikki miseydnast.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Nem í fimta - Lærarabók
    Nem í fimta - Lærarabók

    Læraravegleiðingin til Nem í fimta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

    Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í fimta og lýsing av…


20.05.2022

Gunvá Magnusen, ritstjóri í Námi, sigur, at í nógv ár hava lærarar tosað um, hvørji tey mest vanligu orðini munnu vera í innlæringini.

Les meira
16.05.2022

Redaktiónin á undirvísingaportalinum Snar hevur gjørt nýtt tema, sum er summar.

Les meira