Føroyskt
Útgávur
Mýrifípan
SkrivibókBókin er ætlað skrivligum føroyskum í 4. flokki. Í bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni.
Mýrifípan er býtt sundur í fýra høvuðspartar: Summar, Heyst, Vetur og Vár. Roynt hevur…
Vár - Snípubók - 2 fjaðrar
Snípa. 2 fjaðrarVár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Søgan er ein fitt lýsing av várinum, har børnini eru úti í urtagarðinum og eygleiða mongu fuglarnar, ið…
Krøkjan
SkrivibókBókin er ætlað skrivligum føroyskum í 5. flokki. Á bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni. Á bókini verður dentur lagdur á at taka evni fram, sum øll børn kenna. Evnini eru:…
Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við…
Baldursbráin
SkrivibókBókin er ætlað skrivligum føroyskum í 6. flokki. Á bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni. Ein táttur, Hjálp Mariu, eggjar til tvørfakligt samstarv við eitt nú heimkunnleika.…
Akkuleyan
SkrivibókBókin er ætlað skrivligum føroyskum í 7. flokki. Á bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni.
Ein nýggjur og áhugaverdur táttur í Akkuleyuni er venjingar at greina bæði søgubrot,…
Orðaskyn
Mín fyrsta orðabókBókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð eru bend, og øll orðini verða lýst í setningum. Orðaskyn er eisini hent hjá eldri…
Regin í Líð er dulnevni, sum Rasmus Rasmussen, eisini nevndur Rasmus á Háskúlanum, nýtti, tá ið hann skrivaði fagrar bókmentir. Tær tríggjar stuttsøgurnar, Rakul (1907), Eyðun (1907) og Minnisvarðin (1906) eru við í hesari útgávuni. Hetta eru søgur, ið lýsa sterkar kenslur,…
Ævintýrið um revin og bjørnina, sum hildu hús saman. Tey áttu eina tunnu av smøri, sum tey ætlaðu at eta fyrsta jóladag. Men so fór revurin at brellast. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst á…
Ævintýr um, hvussu mýrisnípan lærir krákuna at verja seg fyri revinum, men revurin er snildari enn so. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.
Rættskriving
Fyrri parturBókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum arbeiði. Aftast í bókini eru staviorðalisti…
Rættskriving
Annar parturBókin er framhald av Rættskriving - Fyrri partur. Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Summar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í…
Rættskriving
Triði parturBókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina Føroysk rættskriving, 4. skúlaár eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rættskriving við denti á tey staviorð og á tær…
Slóðir
- Vit greina og túlka stuttsøgurSlóðir er grundbók í bókmentafrálæru í føroyskum á miðnámsstøði, men partar av bókini kunnu eisini verða nýttir í teimum hægstu flokkunum í framhaldsdeildini. Evnið er stuttsøgur og stuttsøgugreining. Í bókini eru 35 stuttsøgur, tær flestu eftir føroyskar rithøvundar. Roynt…
4 ævintýr
úr Sagnum og ævintýrum4 ævintýr er fyrsta bláa snípubók yvirhøvur, ætlað næmingum í 3. - 5. flokki. Ævintýrini eru úr Sagnum og ævintýrum eftir Jakob Jakobsen, doktara (1864-1918).
Lydia Didriksen, lærari, hevur lagað tekstin til lesinámsfrøðiliga. Tað ger ævintýrini løtt at lesa hjá…
Stjørnuskaldið undir Varða
Savn við tekstum og myndum eftir William HeinesenSavn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams. Tekstirnir eru í fullari longd. Bókin er býtt í trý evni: Fólk og…
Greitt verður fyrst frá um føroyska táttayrking. Innihaldið í Símunartátti, sum Janus við Gjónna yrkti, verður viðgjørt. Síðani verður samanbering gjørd millum Símunartátt og Púkaljómur, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti. Púkaljómur er kveikjari til Símunartátt.
Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið…