Skip to main content

Føroyskt


Útgávuheimar

Útgávur

  • Ungar hjá djórum
    Ungar hjá djórum

    Her er nógv fakta savnað saman um ungar, hvussu teir verða føddir/lagdir, hvat teir eta, hvussu teir klára seg í brennandi hita og í isakøldum veðri, og hvussu teir vaksa til.

  • Nem mál í fjórða
    Nem mál í fjórða

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fjórða. t:

    Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

    Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Ótrúligt, Søga mín,…

  • Hvørvikynstur
    Hvørvikynstur

    Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku hvørviskynstrunum.

    Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja og læra,vísa,hvussu tú stig fyri stig fært til dømis eina mynt at hvørva og koma til sjóndar aftur eina heilt aðra staðni. Í bókini ery gykl við djórum,…

  • Flúgv, Fía! Flúgv!
    Flúgv, Fía! Flúgv!

    Fía er fosturbarn. Mamman er ov sjúk at búgva heima.

    Fía hugsar, at einki í lívinum varir, hon fer ongantíð at hoyra til í látrinum og prátinum í fosturfamiljuni. Men Fía fer á máliskeið, hon vil læra at skapa okkurt vakurt. Hon hevur nógv at gleða seg til.

  • M sum Maggi
    M sum Maggi

    Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt.

    Hann droymir um at gerast yrkisspælari og at renna inn á vøllin, meðan lógvabrestirnir frá áðskoðarunum duna. Men hann droymir eisini um annað, nevniliga Marjuna...

    Bláur krabbi - 5. torleikastig

     

  • Svaki skúlastjórin
    Svaki skúlastjórin

    Fyri at fáa svimjimerki, skalt tú klára at: Svimja 25 metur - Kava niður á botn í hylinum - Bjarga skúlastjóranum.

    Ruben dugir ikki at svimja. Haraftrat ræðist hann stjóran. Saman við besta vini sínum, Kent, má hann leggja eina ætlan, so hann sleppur undan - ella…

  • Sparka
    Sparka

    Fótbóltur, fótbóltur, fótbóltur, vinir, ósemjur og eitt sindur av kærleika.

    Møt Vilhjálmi, sum er ellivu ár, og flokki hansara 5.b.

    Bláur krabbi - 5. torleikastig

  • Huckelberry Finn og ævintýr hansara
    Huckelberry Finn og ævintýr hansara

    Huckelberry Finn orkar ikki longur at búgva í einum húsum og at ganga í nýggjum klæðum, sum skriða.

     

    Hann fer eina ferð eftir Mississippi-ánni, og har upplivir hann mong ævintýr.

    Lilla krabbi - 4. torleikastig

  • Børnini við tokstøðina
    Børnini við tokstøðina

    Tá ið pápi teirra hvørvur á løgnan hátt, broytist lívið hjá Bobbie, Petur og Phyllis brádliga.

     

    Tey mugu flyta heimanífrá út á bygd, men hvønn dag veittra tey til tokið, sum koyrir til London, og senda eina heilsan til pápan. Fara tey nakrantíð at síggja hann…

  • Askur og músin
    Askur og músin

    Onkur skavast! Ein mús býr undir skápinum.

    Askur setir eina fellu upp. Hann ynskir sær eitt dýr.Helst eina mús. Men pápin ræðist mýs.

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Askur og vasin
    Askur og vasin

    Askur hjálpir abbanum ar flyta.

    Hann finnur ein gamlan vasa. Vasin er brotin. Har er ein leyva á honum. Kann er sleppa at eiga vasan? spyr Askur.

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Dís rýmir
    Dís rýmir

    Dís rýmir

    Krabbabók

    Ida og Uni lata lúkuna upp og lova Dís út úr búrinum.

    Babba, Dís er rýmd. Hon er vekk! rópar Ida.

     

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Æsa vil einki siga
    Æsa vil einki siga

    Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó!

    Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga. Ongantíð.

  • Heini missir mótið
    Heini missir mótið

    Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði langt burtur frá øðrum.

    Heini er vanliga ein glaður drongur, sum tolir alt, men í dag hevur Heini mist mótið. Hann heldur, at alt gongur illa. Hann heldur seg vera ein øgiliga, øgiliga lítlan drong.

  • Mina og Svarti
    Mina og Svarti

    Mina og Svarti

    Krabbabók

    Mina býr á eini trøð saman við Æsu og lombum hennara.

    Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Tey standa sum kánus. Hvat er hatta? spyrja tey.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.

  • Firvaldur í Føroyum
    Firvaldur í Føroyum

    Firvaldur er millum vakrastu skordýr í heiminum. Summarfuglur, mølur og heygsmaður eru allir firvaldar.

    Í Føroyum eru flestu firvaldarnir smámølir. Firvaldur er allastaðni uttan á Suðurpólinum. Í Føroyum eru 155 sløg av firvaldi skrásett. 

    Bókin eru…

  • Teseus 5 - Lagnan
    Teseus 5 - Lagnan

    Eitt ýl hoyrist langt burtur. Tað er Minotaurus. Skrímslið bíðar innast í villiniborgini.

    Tey ungu stúgva seg saman. Tey eru bangin. Teseus trínur fram fyri tey. Lagnan er við okkum. Um vit halda saman, koma vit øll út aftur.

  • Jákup og bønastongin
    Jákup og bønastongin

    Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ...

     til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.

  • At kanna brotsgerðir
    At kanna brotsgerðir

    Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningstaði.

    Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari,sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút.onnur prógv ber næstan ikki til at síggja. Serfrøðingar siga okkum,hvat ið hendir við…

  • Annika í Dímun
    Annika í Dímun

    Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun.

    Hon var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.

  • Mia verður njósnari
    Mia verður njósnari

    -Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki.

    Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Anton hevur lím undir skónum
    Anton hevur lím undir skónum

    Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum.

    Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.

  • Vandamikil dýr
    Vandamikil dýr

    Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín?

    Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna…

  • Tunnilin
    Tunnilin

    Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil.

    Nær endar hann? So steðgar bilurin

  • Messi
    Messi

    91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet.

    Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis.

    Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.

  • Safaripápi
    Safaripápi

    Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika!

    Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av, hevur hann lopið hvøkk á sebrurnar og fingið eina gorillu at koma eftir teimum. Og…

  • Ronaldo
    Ronaldo

    Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan.

    Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.

  • Læst
    Læst

    Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið.

    Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp aftur. Nú er tað ikki stuttligt longur.

  • Við fullari ferð
    Við fullari ferð

    Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað.

    Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.

    Lilla krabbabók-4.torleikastig

Tíðindi

Hjá summum fellur hetta lætt at skriva stíl, meðan onnur noyðast tilvitað at skipa hetta arbeiðið…

Les meira

Góð at brúka til undirvísing í miðlum og miðlasøgu.

Les meira

Tann 22. november verður leikurin STOVUGENTURNAR frumsýndur í Kommondørhúsinum Yviri við Strond í…

Les meira

Nýggj temasíða um Miðlar er komin á Snar

Les meira

Móðurmálsdagin, 25. mars í 2019, eru 200 ár liðin, síðan faðirin at skriftmálinum, V. U.…

Les meira

Granskingarráðið skipar fyri teknikappingini: ”Tekna ein granskara” frá mars til oktober 2009. Børn…

Les meira

Annika Høj og Lív Magnussen hava týtt grundbókina í lesistimbran "God läsutveckling / Det gode…

Les meira

Tey seinastu árini hevur nógv kjak verið um lesiførleikar hjá børnum. Skrivligt samskifti er í dag…

Les meira