Skip to main content

Føroyskt


Útgávuheimar

Útgávur

  • Sámal verður bangin
    Sámal verður bangin

    Sámal verður bangin er sjálvstøðugt framhald av Sámal púra einsamallur.

    Í hesi fittu bókini um Sámal er hann staddur hjá abba vinmanninum Óla. Av óvart kemur hann til at bróta fløskuskipið, sum abbin hevur gjørt. Hann verður bangin, og so…

  • Sámal og okkurt, sum nístir
    Sámal og okkurt, sum nístir

    Um Sámal, sum saman við vinmanninum Óla fer at kanna ein bil, sum av onkrari grund er endaður inni í garðinum hjá teimum. Teir hoyra okkurt nísta. Hvat man tað vera?

    Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Sakarias og pápin
    Sakarias og pápin

    Í Sakarias og pápin fara faðir og sonur útferð, har teir skulu búgva í tjaldi. Hetta er ikki nakað, ið hóvar Sakariasi serliga væl.

    ”Syng nú við, Sakk!” sigur pápin.
    Men Sakarias tímir als ikki at syngja.
    Hann er stívur um allan kroppin,…

  • Sakarias og føðingardagurin
    Sakarias og føðingardagurin

    Sakarias hevur føðingardag. Hann er bæði spentur og stúrin, tí hetta er fyrstu ferð, at pápin kemur at vitja, eftir at foreldrini eru skild.

    Hvat nú, um tey fara at skeldast? Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Reytt er kærleiki
    Reytt er kærleiki

    Í hesari bókini er Lý komin aftur úr Amerika, har hon hevur búð, og tað hóvar ikki Elini, tí dreingirnir fjeppast so nógv uppi í henni. Og so er spurningurin, hvør fær høvuðsleiklutin í leikinum, sum flokkurin skal spæla.

    Maria bendi seg yvir móti Elini og teskaði:…

  • Hjartavinkonur
    Hjartavinkonur

    Hjartavinkonur

    K fyri Karin 1

    Karin og Ria eru hjartavinkonur. Tær hava eitt vinkonuhálsband, og tær skulu báðar vera prinsessur á grýluveitsluni í frítíðarskúlanum. men so kemur Julia at ganga í flokkinum, og tá verður alt øðrvísi.

    Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Vit vilja hava hund!
    Vit vilja hava hund!

    Julia og Oddur vilja hava ein hund. Tey gera alt møguligt fyri at fáa mammuna og pápan at trúgva, at tey klára at hava ábyrgd av einum djóri. Ja, tey enntá rudda kamarið! Men tá tað heldur ikki hjálpir, mugu tey gera okkurt annað.

    Kanska ræna ein…

  • Úti í rúmdini
    Úti í rúmdini

    Úti í rúmdini er faktabók um – sum heitið sigur – rúmdina. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað.

    Í bókini kanst tú lesa um, hvar rúmdin er, hvat er í rúmdini, mánan og mánaferðir, sólina og sólarmyrking og mangt, mangt annað forvitnisligt. Bókin…

  • Sjófuglur í Føroyum
    Sjófuglur í Føroyum

    Sjófuglur í Føroyum er fyrsta upprunaføroyska faktakrabbabókin. Tað er Beinta Johannessen, sum er lívfrøðingur og blaðstjóri á Strok, sum hevur skrivað og lagt til rættis.

    Hóast 71 prosent av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 prosent av heimsins fuglasløgum sjófuglur.…

  • Óbodnir gestir
    Óbodnir gestir

    Óbodnir gestir

    Krabbabók

    Børnini liggja og sova í tjaldi við kirkjugarðin, tá ið tey knappliga hoyra eina hurð klamsa. 

    Síðan hoyra tey røddir, og eitt par fer inn í kirkjugarðin og byrjar at grava.  Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Katla og Stina og sjokulátutjóvarnir
    Katla og Stina og sjokulátutjóvarnir

    Nú er eitt sindur liðið, síðan Katla og Stina byrjaðu detektiv-stovuna Tær smáu bláu, og tær hava longu havt fleiri mál.

    Í hesi fittu bókini síggja vinkonurnar onkran stjala sjokulátu, og serliga Stina verður kedd, tá ið hon sær, hvørjir tjóvarnir eru.…

  • Hví hevur kettan snoddhár?
    Hví hevur kettan snoddhár?

    Í bókini eru 22 spurningar og svar um kettuna og alt, ið eyðkennir hetta djórið, sum er í so nógvum heimum. 

    Kettan er eitt spennandi djór, sum ofta sjálv ger av, hvat hon vil. Her kanst tú lesa og læra nógv, sum tú kanska ikki visti um kettuna. Veitst tú til…

  • Hanna & Emma - Loynilig ætlan/Slanga í paradísi
    Hanna & Emma - Loynilig ætlan/Slanga í paradísi

    Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt.

    Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum.

    Í bókini Loynilig ætlan leggja tær báðar vinkonurnar eina loyniliga ætlan, tær fáa Sjúrð og heina at hjálpa til við ætlanini. Í…

  • Hanna & Emma - Eg spyrji!/Tori eg?
    Hanna & Emma - Eg spyrji!/Tori eg?

    Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt.

    Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum.

    Í Eg spyrji fer Emma at ganga saman við Kristjani og so vil Hanna eisini hava ein sjeik, akkurát sum Emma. Hon ger sær ein…

  • Pinocchio
    Pinocchio

    Pinocchio

    Krabbabók

    'Tú verður ongantíð ein veruligur drongur, um tú ikki sigur sannleikan,' ávarar álvagentan.

    Men hóast sprellimaðurin roynir at gera tað rætta, rennur hann seg alla tíðina í trupulleikar …
    Fer hann altíð at vera sprellimaður?
    Fjórða torleikastig - violettur…

  • Metbókin hjá Rúnu
    Metbókin hjá Rúnu

    Søgan er um Rúnu, sum býr hjá mammu síni; hon vitjar javnan pápan, sum drekkur illa.

    Rúna ynskir sær eina metbók, men pápi hennara hevur ikki ráð. So ger hon í staðin sína egnu metbók, og pápi Rúnu skal eisini í bókina. Hann skal nevniliga seta met í at drekka øl. Men…

  • Lygnin
    Lygnin

    Lygnin

    Krabbabók

    Innbrot hava verið. Spor eru allastaðni. Fleiri eru undir illgruna.

    Men hvør er hin seki?

    Sporini eru eisini at finna í myndunum ... Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Katla og Stina og kavamaðurin Ísakur
    Katla og Stina og kavamaðurin Ísakur

    Katla og Stina mugu royna at loysa málið um, hví kavamaðurin missir bæði húgvu og skíðir.

    Fleiri halda, at tað er Pætur í teirra flokki, sum hevur gjørt tað. Men kann tað ikki vera onkur annar? Tær smáu bláu mugu loysa málið.  Fjórða torleikastig - violettur…

  • Hvussu nógvar breyðflísar ...?
    Hvussu nógvar breyðflísar ...?

    Í bókini eru 27 gátur og svar.

    Millum aðrar:

    Hvat orkar ein mús líka væl at draga sum ein fílur?

    Svarið finnur tú í bókini ... Umframt at tú sjálvandi finnur nógvar aðrar stuttligar gátur.  Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Hví er blóðið reytt
    Hví er blóðið reytt

    Kroppurin er ótrúligur. Alt er skapt so, at vit kunnu gera ymiskt. 

    Beinini eru til at renna og ganga við, oyruni at lurta við, nøsin at lukta við. Men hevur tú hugsað um, hví summi hava purlut hár, og onnur hava slætt hár? Ella hví vit tára, tá ið vit…

  • Heiðafuglur í Føroyum
    Heiðafuglur í Føroyum

    Heiðafuglur í Føroyum er onnur upprunaføroyska faktakrabbabókin. Tað er Beinta Johannessen, sum er lívfrøðingur og blaðstjóri á Strok, sum hevur skrivað og lagt til rættis.

    Í Føroyum er nógvur heiðafuglur. Ein stórur partur av honum er flytifuglur. Flytifuglur er bara…

  • Hanna & Emma - Bara vinir/Snild ætlan
    Hanna & Emma - Bara vinir/Snild ætlan

    Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt.

    Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum.

    Bara vinir
    Tá ið sjeikurin ger tað liðugt, er gott at hava eina hjatavinkonu. Hanna hevur Emmu, og vinkonur kunnu líta á hvørja aðra, ella…

  • Gevist so við hasum
    Gevist so við hasum

    Tríggjar stórar gentur taka telefonina frá einum lítlum drongi.

    Mia sær alt, men hon torir einki at siga. Hon er ikki líka djørv sum stóribeiggin, Anton, men kortini vil hon hjálpa dronginum. Og hon heldur ikki, at genturnar bara skulu sleppa at stjala og happa…

  • Eitt óhugnaligt kvøld
    Eitt óhugnaligt kvøld

    Linus, Maja og Oskar eru trý systkin, sum eru 8, 10 og 12 ár.

     

    Ein dagin koma tey á ein lítlan kettling; ein gomul kona sigur seg eiga hann. Eyguni á konuni lýsa sum brandar, og røddin er skerandi. 
       - Stikk av við tær, tín lortungi, og…

  • Eg eiti Grímar
    Eg eiti Grímar

    Eg eiti Grímar

    Krabbabók

    Eg hvøkki við, tá ið eg gangi fram við einum stórum spegli. Eri eg hasin svarti drongurin við logandi eygum? Eg stari í speglið. Ein kaldur gjóstur fer um alt húsið. Tað er, eins og svørt skýggj troka seg inn í kamarið. Hvítt rím legst á glasið. 

    Fjórða torleikastig -…

  • Dreygasøgan hjá lítla Pálli
    Dreygasøgan hjá lítla Pálli

    Tá ið lítli Páll læsir seg inni á vesinum, noyðist hann at sita har í myrkri. Har er líka so óhugnaligt inni sum í einum krimifilmi, og knappliga hoyrir hann onkran flenna spakuliga. Láturin kemur úr baðikarinum …

    Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Tummas og tjóvurin
    Tummas og tjóvurin

    Søgan er um Tummas, sum ikki torir at leggja seg at sova, tí hann hoyrir eitt ljóð. Tað ljóðar, sum onkur gongur á gólvinum. Man tað vera ein tjóvur? Ella grønir menn frá Pluto?

    Triðja torleikastig - reyður krabbi. 

  • Hesturin hjá Sáru
    Hesturin hjá Sáru

    Sára sigur Minnu, at hon hevur ein hest, sum eitur Fúsi, men ein dagin ríður ein onnur genta Fúsa …. Og knappliga eitur hesturin Grani!

    Triðja torleikastig - Reyður krabbi

  • Tólar steðga nú!
    Tólar steðga nú!

    Súni hevur funnið uppá ein robott, sum hann kallar Tólar. Tólar dugir alt møguligt. So fara teir at keypa fyri Súna, og Tólar kemur við. Inni í handlinum við seymum og skrúvum endar galið, tí Tólar heldur tær longu skrúvurnar vera mat!

    Triðja torleikastig -…

  • Tey gandaðu dýrini
    Tey gandaðu dýrini

    Fríða og Bjørn lofta við bólti, og Fríða kastar av óvart bóltin inn í garðin hjá Rósu, men hon torir ikki inn eftir honum, tí tey halda, at Rósa er ein heks. Men er hon tað ? Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir. 

    Triðja torleikastig -…

Tíðindi

Hjá summum fellur hetta lætt at skriva stíl, meðan onnur noyðast tilvitað at skipa hetta arbeiðið…

Les meira

Góð at brúka til undirvísing í miðlum og miðlasøgu.

Les meira

Tann 22. november verður leikurin STOVUGENTURNAR frumsýndur í Kommondørhúsinum Yviri við Strond í…

Les meira

Nýggj temasíða um Miðlar er komin á Snar

Les meira

Móðurmálsdagin, 25. mars í 2019, eru 200 ár liðin, síðan faðirin at skriftmálinum, V. U.…

Les meira

Granskingarráðið skipar fyri teknikappingini: ”Tekna ein granskara” frá mars til oktober 2009. Børn…

Les meira

Annika Høj og Lív Magnussen hava týtt grundbókina í lesistimbran "God läsutveckling / Det gode…

Les meira

Tey seinastu árini hevur nógv kjak verið um lesiførleikar hjá børnum. Skrivligt samskifti er í dag…

Les meira