Føroyskt
Útgávur
Sára vil ikki spæla við Minnu, tí hon skal spæla við Hera. Men tá ið Heri kemur er hann ikki einsamallur ... Knappliga fer Sáru at leingjast eftir Minnu.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Hóast Ró og Rói eru sum dagur og nátt, so eru tey góð við hvørt annað. Ein dagin gera tey av at býta um klæðir og býta um navn, og so fara tey í skúla.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Tá ið Pætur liggur vakin í kamarinum, eftir at Elias er sovnaður, er alt so øðrvísi og óhugnaligt. Tað kennist, sum okkurt fjalir seg aftan fyri gardinurnar. Ein beinagrind kanska? Bókin er um myrkaræðslu, dirvi og hugflog
Triðja torleikastig -…
Søgan er um gentu, hvørs mamma hevur fingið nýggjan sjeik. Mamman er glað og smílist til sjeikin, tá hon hyggur upp á hann. Men dóttirin vil ikki hava ein nýggjan pápa, og hon vil heldur einki hava at gera við børnini hjá honum.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Magnus og Rasmus spæla aftur detektivar. Men hesa ferð er tað í so spennandi. Í øllum førum hjá Magnusi.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Lena er sjúk og liggur í songini. Ninna vil ikki vitja hana. Tá ið Lena er sjúk, kann hon einki og skal vera inni alla tíðina. Tað hevur Ninna ikki hug til. henni dámar ikki, tá ið fólk eru sjúk. tí kanska doyggja tey.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Óli og Ívar eru fluttir í nýggj hús. Í kjallaranum er bølamyrkt, og har spøkir? Óli og Ívar droyma sama dreymin, men ongin í húsinum lurtar eftir teimum. Grannakonan veit tó væl, hví teir droyma ringar dreymir.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Mona veit, hvat hon skal gera, hon finnur bara eina kettu sjálv. Men tíverri gongur ikki alt, sum hon ætlar. Kettan hvørvir, men Mona hevur fingið eina súkklu í jólagávu, so hon kann bara fara at leita eftir kettuni við súkkluni.
Triðja torleikastig -…
Hvat segði sniglamamman ...?
og aðrar gátur27 gátur og svar. Millum aðrar: Hvat hevur veingir, men kann ikki flúgva? Svarið finnur tú í hesari stuttligu gátubókini. Og so eru sjálvandi nógvar aðrar gátur eisini.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?
Ein bók til triðja torleikastig um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Tey bæði systkini varnast ta nýggu grannakonuna, og hon er eitt sindur løgin, og so líkist hon einum vampýri!
Og so fer hugflogið av stað við børnunum.
Triðja torleikastig - reyður krabbi.
Pál dansar
KrabbabókPápi Pál eru ikki sum pápar flestir. Hesaferð hevur hann keypt Páli dansiskógvar, tí at hann vil hava, at Pál lærir at dansa. Og so hevur hann einki ímóti sjálvur at hjálpa dansilæraranum at læra børnini
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Fótbóltsskógvarnir
KrabbabókSjúrður gleðir seg til dystin. Í dag sleppur hann at spæla í álopinum. Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.
So rudda vit
KrabbabókSkemtilig søga til annað torleikastig. Í So rudda vit finnur mamman upp á ráð, tá ið pápin og Jens sníkja seg út fyri at sleppa undan at rudda.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Sjórænari
KrabbabókAdam ger alt tað og eigur alt tað, sum ein kulur sjórænari skal.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Livar og Sivar í Sahara
KrabbabókLiva og Sivar eru í Sahara.
Teir búgva hjá Ali.
Ali er beduini.
Livar og Sivar fara túr við Ali.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Mina
KrabbabókMina er ein høna, sum býr saman við fimm øðrum hønum. Ein dagin ýlir vindurin, og við eitt tekur hann Minu á flog við sær – av trygga bønum, sum er heim hennara, til trøðna, har ærin Æsa og lomb hennara halda til. Men Mina vil sleppa heim ...
Tað er Lydia Didriksen, sum hevur…
Lús og loppur
KrabbabókLús og loppur er søga um Vár. Tað skriðar so illa í høvdinum á Vár, so mamman fer at leita eftir lús. Men so fer Flekk eisini at klóra sær
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Livar og Sivar í Kanada
KrabbabókLivar og Sivar eru í Kanada. Har býr Eva í einari iglo. Ber tað til?
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.
Ida og úlvurin
KrabbabókIda er hjá ommuni, hon skal sova har.
Tá ið omman hevur lisið søgu, leggur Ida seg at sova, men har eru so nógv óhugnalig ljóð í húsunum.
Har er heilt vist ein úlvur í vegginum, sum ætlar at eta ommuna.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Lisa etur list
KrabbabókLisa og mamman eru á listasavni. Har er nógv list, sum Lisa heldur er stuttligt. Men Lisa er eisini svong, og tíbetur eru bananir á listasavninum.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Leivur og náttin
KrabbabókLeivur skal sova, men hann bæði sær og hoyrir líkt og ólíkt. Spøkilsi, tjóvar og vampýrar.
Um morgunin kemur mamman og spyr, um Leivur hevur sovið væl?
Man Leivur hava sovið væl?
Her ber til at tosa við børnini um at vera bangin og kanska serliga um at vera bangin um…
Leikur
KrabbabókMeðan øll børnini í barnagarðinum spæla við ymsar leikur, so situr Emil við einum fínum pakka í føvninginum. Hvat man vera í? Ja, lesið so fáa tit at síggja!
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Kongur
KrabbabókEin dagin hugsaði kongur:
Nú tími eg ikki longur.
Tað er so strævið at vera kongur.
Fyrsta krabbabók, sum Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt. Ein stuttlig søga um ein kong, sum heldur vildi vera drongur.
Annað torleikastig - appilsingulur…
Kavamaðurin
KrabbabókBørnini fara út í kavan at spæla.
Og hvat er meira natúrligt enn at fara undir at gera ein kavamann?
Úrslitið verður so fínt, so fínt
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Ívar og Rufus svimja
KrabbabókRufus sleppur ikki at vera í svimjihøllini. Hóast hann hevur svimjiring. Og tað er bara tí, at hann er ein hundur.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Ein tonn er leys
KrabbabókHeri hevur eina leysa tonn, hann gleðir seg til at tannálvurin skal geva honum pengar aftur fyri tonnina.
Men so etur Heri tonnina.
Tá er tað gott, at mamman veit onkur góð ráð.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi
Súlan - Súluspøl
Læruspøl til fyrstu lesi- og stavimenninginaSúluspøl eru ætlað at stuðla børnunum í fyrstu lesi- og stavimenningini. Spælast kann heima, í dagstovni, forskúla og í skúlanum.
Lær teg at stava 1 er fyrsta bókin í eini røð av stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum.
Í bókini eru fimtan smáar søgur…
Lær teg stavraðið er ein plakat við stavraðnum, har ein stuttlig og fitt mynd er til hvønn bókstav.
Á myndini eru nógv orð, sum byrja við viðkomandi bókstavaljóði, og bókstavurin sæst bæði sum stórur og lítil, og hvussu hann verður skrivaður rætt.…