Skip to main content

Æðukongur

Æðukongur(lat. Somateria spectabilis; da. Pragtedderfugl, Kongeedderfugl) er til støddar sum æða, ella heldur minni. Blikurin er enntá vakrari enn æðublikur. Nevið er fagurt reytt við einum høgum reyðgulum kjøli upp mót pannuni, vangarnir skyggja bjart grønir. Hálsur, herðar og bringa eru hvít; annars er hann mest svartur. Bøgan líkist nógv æðu. Æðukongur eigur einans í norðastu kuldalondum. Um veturin kann hann sløðast longur suður, sum til Suðurgrønlands og Íslands, sera sjaldan til Føroyar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Antarsløgini kennast frá gásunum av tí, at tey eru smærri á vøkstri og meira lágføtt. Á øllum teimum eru steggin og bøgan mestu tíðina á ári sera ólík á liti; men í klekingartíðini og eitt sindur longur út kunna tey vera so lík, at tey kennast ikki at.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.