Skip to main content

Brandgás

Brandgásin (lat. Branta leucopsis (Bech.); da. Bramgås) er lík helsingagás í stødd og vakstrarlag. Á bringuni og hálsinum er hon svørt, og á skallanum við; annars er høvdið bleikt, at siga hvítt. Omaná er hon sprøklut, í neðra mest hvít; høvd og føtur eru svørt. Hon eigur í somu kuldalondum sum helsingagásin. Í seinnu tíð hevur hon bara hendinga ferðir sæst í Føroyum.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.