Korngásin (lat. Anser albifrons; da. Blisgås) líkist nógv grágásini, men er heldur dimmari og brúnligari. Nevið er svart inni við høvdið, ytri er tað gult, ytst í endanum svart. Føturnir eru gulir. Veingirnir eru langir, og hon hevur kimiligari og snotiligari vakstrarlag enn aðrar villgæs. Eisini hon livir mest av grasi og heldur seg á víðopnum fløtum, so tað er ógjørligt at koma henni í skotmála. Tá ið hon flýgur millum lond, skipar hon seg á sama hátt sum grágásin.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.