• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Enska málið hjá Shakespeare

Fátt er sum Shakespeare. Vit eru heppin at duga so væl enskt, vit sum eru fødd eftir 1970, tí at vit fáa tað fyri onki at forstanda leikirnar hjá honum. Havi lisið um fólk í Japan, sum hava lært seg danskt fyri at forstanda Kierkegaard. Kanska fer man at læra seg russiskt fyri at kunna lesa Dostojevskij.

Meinhard Jensen hevur skrivað greinina

Tað er eitt lukkutreff, at Shakespeare ikki var 100 ár eldri, enn hann var, tí at annars høvdu vit ikki somu fortreytir at fylgt við. Málið hjá Shakespeare flokkast saman við tí enska málinum, sum verður brúkt nú á døgum. So mikið lítið er tað broytt. Enskt hevur trý tíðarskeið: gamalt enskt, miðenskt og nýtt enskt. Nýtt eitur á enskum Modern English, og tað hevur verið talað og skrivað í fýra øldir og gott tað. Málið hjá Shakespeare er Modern English.

 

Old English og enskt í víkingatíð

Fyrsta stórverkið á enskum er – líka sum Hamlet – upp á ein máta danskt og eitur Beowulf. Beowulf telist millum stóru episku yrkingarnar í heimsbókmentunum, og tað er mætasta verk, sum er skrivað á gomlum enskum, sum á enskum eitur Old English.   

Í víkingatíðini, frá ca. 800 fram til 1066, høvdu víkingar valdið í stórum pørtum av Onglandi. Hesir norðurlendingar hava tosað á leið sama mál sum fólkið í Føroyum tosaði, tá Tróndur var á døgum. Har liggja nógvar leivdir av norrønum í enskum, og man kann hugsa sær, at tað hevur verið ein peruvellingur í gerandisdegnum, líka sum tað hevur verið í Havn fyri 200 árum síðan, tá umsitingin, prestarnir, myndugleikarnir og skúlafólkið brúktu danskt mál.

Skúla- og kirkjufólk hevur brúkt latín sum Lingua Franca langt fram í tíð, og tað hevur eisini verið skilið í Onglandi.

Lingua Franca er eitt mál, sum fólkabólkar, sum ikki tala sama mál, brúka, tá teir skulu samskifta, t.d. um handil. Lingua Franca merkir “frankiskt mál” og merkir ikki franskt, tó at franskt eisini hevur verið lingua franca. Tað hevur latín eisini verið. Og nú er enskt Lingua Franca kring um allan heimin.

Lingua Franca blívur ofta til blandingsmál, og har hava vit gøtudanskt, sum er eitt sindur av tí.

Í Danmark var tað soleiðis, at so seint sum í 1830, tá Søren Kierkegaard læt spesialið inn, mátti hann biðja kong um undantaksloyvi at skriva á donskum heldur enn latíni. Hetta er dømi um, at eitt fakmál blívur brúkt, sum ikki er fyrsta mál hjá nøkrum, sum brúkar tað. Men tað gevur eisini høvi at siga tað, at Kierkegaard, sum dugdi forngrikskt, latín og týskt – umframt danskt – skilti ikki enskt. Hann var shakespearefjeppari, men siteraði hann altíð á týskum.

Nú er enskt Lingua Franca hjá tí mesta av verðini, innan handil, teldu, flutning, flúgving, skúla – ja, hjá tí mesta av verðini. Nógvir føroyingar á donskum universitetum við donskum lærarum hava latið uppgávur inn, sum eru skrivaðar á enskum. Hvønn dag tosa og skriva fleiri enskt, sum ikki hava tað sum fyrsta mál, enn fólk, sum hava tað sum móðurmál.

Shakespeare andaðist fyri 403 árum síðan, men alíkavæl kallast tað málið, sum hann skrivaði, modernað enskt. Fyri ta tíð var tað miðenskt, sum kann rekjast aftur til á leið 1066, tá William the Conqueror fær valdið og ger franskt til stjórnarmál. Enskt er fyri stórum ágangi hesi árini, langt inn í 14. øld, tá miðøldin er í hæddini. Eini 10.000 fronsk lánorð koma inn í málið. Legg so orðini úr latíni og grikskum, sum eru komin gjøgnum skúlaskap og kirkju, og tað norrøna, sum kom við skandinavum, aftrat, so fært tú Modern English, sum líkist rættiliga nógv frá Middle English. Tað er ikki bara orðfeingið, men eisini bygnaðurin í málinum. Hesar reglurnar úr Canterbury Tales, sum vórðu skrivaðar eini 200 ár áðrenn Shakespeare, í árunum fyri 1400, tá yrkjarin Chaucer doyði, lýsa væl munin millum miðenskt og modernað enskt:

 

“And smale fowles maken melodye

That slepen al the night with open ye”

 

á modernaðum enskum ljóða tær soleiðis:

 

“And little birds are making melody

Who all the night with open eye do sleep”

 

Á føroyskum merkir tað, at smáfuglar syngja (“making melody”) og sova alla náttina við opnum eyga.

Føroyingar duga “Faðir vár.” Her eru fyrstu reglurnar úr “Faðir vár” í fýra versjónum:

1928 (Modern English): “Our Father, who art in heaven, Hallowed be thy Name. Thy kingdom come; thy will be done, on earth as it is in heaven.”

1611 (King James Version, eisini Modern English): “Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. Thy kingdom come, Thy will be done in earth, as it is in heaven.”

1390 (Wyclif Bible): “Oure fadir that art in heuenes, halewid be thi name; thi kyngdoom come to; be thi wille don, in erthe as in heuene.”

995 (Old English):  “Fæder ure þu þe eart on heofonum, Si þin nama gehalgod; to becume þin rice; gewurþe ðin willa, on eorðan swa swa on heofonum.”

 

Rím og rútma og mynstur

Leikirnir hjá Shakespeare eru skrivaðir á bundnum máli. Í støðum  brúkar hann prosa – altso tað, sum líkist talumáli, uttan fasta rútmu ella rím – men yvirhøvur er tað bundið og poetiskt mál.

Málið er serliga bundið í tí, at tað metriska mynstrið (rútman) er fyri tað nógva tað sama. Tað er tað, sum eitur iambiskt pentametur (10 stavilsi á hvørjari reglu, har annaðhvørt hevur trýst, so tað blívur til Da Dumm Da Dumm Da Dumm Da Dumm Da Dumm).

Shakespeare bleiv skúlaður í latíni, og har lærdi hann um Ovid og Aeneas, til dømis. Yrkingar á latíni vóru tað fínasta. Har høvdu tey eitt nú daktyliskt hexametur og pentametur. Har bleiv rútman baserað á skiftandi long og stutt stavilsi, meðan tað enska málið natúrliga heldur ger mun á herðingini ella trýstinum á stavilsinum. Fyri at taka eitt dømi, sum øll kenna, og sum vit lærdu í fornaldarfrøði í student: Gamli fólkasangurin “My Bonnie” sigur: “My Bonnie lies over the ocean / My Bonnie lies over the sea.” Har er tað “Da Dumm Da Da Dumm Da Da Dumm Da / Da Dumm Da Da Dumm Da Da Dumm.” Altso eru trý stavilsi við herðing, ella við “Dumm” á hvørjari reglu. Ella tak tjóðsangin: "Tú alfagra land mítt / mín dýrasta ogn / á vetri so randhvítt / á sumri við logn.” “Da Dumm Da Da Dumm Da / Da Dumm Da Da Dumm / Da Dumm Da Da Dumm Da / Da Dumm Da Da Dumm.” – Tvey trýst á hvørjari reglu. Fyrsta stavilsi hevur onki trýst, og millum stavilsini við trýsti eru tvey uttan trýst. Líka sum í My Bonnie. – Eg minnist í student, at vit lærdu um griksku uppskriftina, sum stóru kvæðini hjá Homer vórðu yrkt eftir: Tað kallast daktyliskt heksametur. Heksametur sigur, at tað eru seks stavilsi við herðing. Janus Djurhuus, tá hann var liðugur at týða Ilionskvæði hjá Homer, skrivaði mammu síni eina heilsan eftir grikskari uppskrift – altso heksametriskt. Fyrsta reglan sigur: “Enn smildrast aldan mót Itakas strond, enn vínlitt er havið.”

Shakespeare brúkti jambiskt pentametur. Tað eru fimm stavilsi á hvørjari reglu, sum hava herðing, og at tað er jambiskt merkir, at tað er herðing ella trýst á øðrum hvørjum stavilsi, og tað byrjar við einum stavilsi, sum ikki hevur herðing og endar við einum, sum hevur. Við øðrum orðum:

Eitt stavilsi er ein partur av einum orðið: Shakespeare er tvey stavilsi: Shake-speare (við herðing á fyrra stavilsi), og Othello er trý stavilsi: O-thell-o (trýst á miðstavilsinum). Í øllum 38 leikunum hjá Shakespeare eru flestu reglurnar skrivaðar soleiðis, at tað eru tíggju stavilsi á hvørjari reglu. Fimm av teimum hava trýst, og fimm hava ikki trýst. Tað byrjar uttan trýst og endar við trýsti: Da-dumm da-dumm da-dumm da-dumm da-dumm. Her er eitt dømi úr Hamlet, har sum spøkilsið hjá pápanum fortelur fyri Hamlet, hvør drap seg:

Thus was I, sleeping, by a brother’s hand

Of life, of crown, of queen at once dispatched,

Men far og leita í leikunum og vita, um hetta heldur. Tað ger tað ikki. Ofta eru tað níggju og ikki tíggju. Ofta eru tað ellivu og ikki tíggju. Ofta er herðingin ikki natúrlig, skal hon lesast aðruhvørja ferð. Men soleiðis er við góðari list. Lógir og reglur skulu haldast, men helst ikki altíð. Haraftrat verður tað ikki lisið rútmiskt, men talað, eins og var tað talumál.

Tað er ongantíð so ruddiligt sum í teoriini. Tað ber illa til at gera góða list, sum alla tíðina heldur seg til mynstur og uppskriftir. Tí verður mynstrið brotið alla tíðina. Viðhvørt eru tað ellivu og viðhvørt níggju stavilsi. Viðhvørt rímar tað, viðhvørt ikki.

Konan er røsk at binda, og einaferð gav hon mær eina troyggju og bað meg fara í hana til arbeiðis, sjálvt um tað vóru tveir feilir í mynstrinum. Eg undirvísti í yrkingum og brúkti bindingarmynstur sum dømi. Har sat ein bindikona fremst og segði, at tað var feilur í mynstrinum. Eg segði við hana, at onki mynstur er fullkomið uttan feilir.

 

At enda

Shakespeare enskt er modernað, men tað er eisini 400 ára gamalt, og tí er tað torført at lesa og torført at forstanda. Fleiri orð hava skift merking. “Bedroom” merkti tá “seingjarpláss” og ikki “sovikamar.” “Customer” kundi vera ein, sum seldi, og ein, sum keypti. Nú er tað bara tann, sum keypir. Tá tað eru óteljandi orð, sum hava skift merking, er tað gott við viðmerkingum til tekstirnar, og tað er tað ríkiligt til av.

Og so eru tað orðini, sum Shakespeare uppfann. Man veit ikki, um hann hevur uppfunnið øll hesi orðini, men tað er staðfest, at hann er tann fyrsti, sum hevur brúkt hesi orðini. “Bandit,” “critic” og “lonely” eru fyrstu ferð skrásett hjá Shakespeare. Eisini sagnorðið “to elbow” (“at alboga”). “Uncomfortable” og “unreal” teljast eisini millum orðini, sum William Shakespeare er komin við.

At lesa Shakespeare minnir um at lesa Kierkegaard ella Viderø. Tú dugir málið og skilir tað til fulnar, men á hvørjari reglu er okkurt avbjóðandi orð. Summi blíva brúkt einaferð, men tey flestu eru afturvendandi. Har eru fororðini nakað fyri seg. Vit hava eg, meg, mær, mín, vit, tit, teg, tykkum, tykkara osfr. Hjá Shakespeare er tað I, me, mine, you, your osfr. Har er eingin trupulleiki. Men so hava tey eisini thou, thee, thine, ye, thyself osfr. Hasi eru í dag skift út við you, you, your, you, you. Men við eitt sindur av venjing er hatta eingin forðing.

Vit eru heppin at duga enskt og danskt og føroyskt. Vit kunnu lesa Viderø, Kierkegaard og Shakespeare. Gleði meg at síggja Hamlet á føroyskum, men gleðist eisini um at kunna lesa Hamlet og allar hinar leikirnar og allar 150 sonnetturnar á enskum. Tað er eingin sjálvfylgja.

Meinhard Jensen
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019