• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hamlet: Frá tí sjálvsagda við at vera til, til tað løgna ikki at vera deyður

 

Ímynda tær, at pápi tín er dripin. Pápabeiggi tín myrdi hann, og nú ert tú boðin við í brúdleypið hjá honum og mammu tíni.

Eingin sjónleikur er so ofta spældur sum Hamlet, og nú verður hann framførdur fyri fyrstu ferð í Føroyum.

Hamlet er ein spennandi søga um hevnd og kærleika. Ein sorgarleikur, har fá koma livandi av pallinum. Harafturat setur nýggja  uppsetingin ta føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Einki kann savna føroyingin, sum deyðin, verður sagt.

 

Skrivað hevur Theodor Eli Dam Olsen

Ein ung kvinna hevði verið til sjónleik og sæð Hamlet fyri fyrstu ferð. Spurd, hvat henni dámdi leikin, svaraði hon: - Jú, hann var ikki so galin. Men har vóru fyri tað mesta citat at hoyra!

Á ein hátt hevði hon rætt. Shakespeare hevur í miðal eini 80 orðatøk í hvørjum leiki. Í Hamlet eru 280.

Dømi um tiltøk hjá Shakespeare eru “vit eru úr sama tilfari, sum dreymar eru gjørdir av”, “ikki alt, ið glitrar, er gull”, “at vera ella ikki at vera, tað er spurningurin” o.s.fr.

Hamlet sigst vera mest spældi sjónleikur yvirhøvur, og ein orsøk er helst, at leikurin viðger evni, sum altíð fara at verða galdandi: Hvør er meiningin við mínum lívi, og hvat skal eg gera við tað?

Hóast Hamlet ikki er uttan humor, er talan um eina tragediu. Tað sigst, at í øllum klassiskum søgum er eitt offur. Ábraham tók knívin og skuldi offra sonin, Ísak, áðrenn Guð steðgaði honum, og lesa vit Shakespeare ella aðrar kendar høvundar, er altíð okkurt offur.

Grikska orðið tragys merkir veðrur, og haðani hava vit orðið tragedia, ið ofta hevur eitt “offurlamb”.

Men er nøkur meining í hesum ofrum? Vit kunnu spyrja: hvør setur lívið hægst? Tann, sum heldur, at okkurt er vert at ofra lívið fyri? Ella tann, sum ikki sær, at lívið er vert nakað offur?

Tað er eisini ein av klassisku spurningunum í Hamlet.

Karen Blixen fortelur einastaðni um ein sjónleikara, sum elskaði Hamlet. Hesin sjónleikarin vildi vera við, at hann hevði tryggjað sær ein leiklut í Hamlet sjálvt eftir deyða sín. Hann hevði testamenterað skøltin til sjónleikarhúsið, og soleiðis kom skallin altíð at verða við í Hamlet, har skølturin ofta er avmyndaður við orðunum: At vera ella ikki at vera, tað er spurningurin!

Hetta tiltakið er úr pallmyndini, tá gravarin rættin Hamlet skøltin. Hamlet noyðist at staðfesta, at øll enda sum mold á kirkjugarðinum.

Hetta er júst spurningurin: Hvat er lívið? Ella sum sagt verður í Halgubók: Hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni?

 

At síggja í spegili

Eingin treður dansin undir moldum, verður sagt. Tað er júst hetta, Hamlet staðfestir .

Siga vit, at góð list er ein spegil av okkum sjálvum, so brúkar Hamlet sjálvur spegilin í leikinum, tá hann letur sjónleikarar spæla drápið á pápan. Hann vil síggja, hvussu pápabeiggin tekur hetta. Og speglingin av hansara brotsverki kemur pápabeiggjanum sum vera man sera dátt við. Hann er avdúkaður sum drápsmaður, og so er eingin vegur aftur...

 

Frá Saxo til Hamlet

Hamlet varð fyrstu ferð spældur í 1603. Sambært bókini “The Creators” eftir søgufrøðingin Paul Johnson er heimsins mest spældi leikur merktur av størri flogviti enn nakað, ið Michelangelo, Goethe, Mozart ella Da Vinci hava avrikað á hvør sinum øki.

Goethe tók einaferð til, at eitt satt listaverk er eins og vøkur náttúra. Hon er gátufør. Vit kunnu merkja hana og hugsa um hana, men skilja hana til fulnar kunna vit ongantíð. Sami Goethe vildi vera við, at leikirnir hjá Shakespeare høvdu eins nógv at týða fyri tað modernaða Europa, sum gomlu griksku gudasagnirnar høvdu fyri fornøldina. Og tað er ikki so lítið.

Íblásturin til Hamlet er helst komin úr tí stuttu frásøgnini hjá søguforteljaranum Saxo um danska prinsin Amleth ella Amletus.

 

Søgan

Søgugongdin er í stuttum tann, at Hamlet prinsur hittir eitt spøkilsi, sum vísir seg at vera pápin, hin gamli kongurin. Hin deyði fortelur honum, at hann varð myrdur og krevur av soninum, at hetta verður hevnt. Drápsmaðurin er eingin annar enn beiggi kongin, ið nú skal giftast einkjuni hjá konginum, ið er móðir Hamlets. Sostatt hevur drápsmaðurin tiltuskað sær bæði drottningina og ikki mist alt kongsríkið.

Gongdin í leikinum er síðani ein rúgva av svikaráðum og lokabrøgdum, ið endar í einum stórum blóðbaði.

 

William Shakespeare

Tað er ikki nógv, vit vita um Shakespeare sjálvan. Hann varð føddur í 1564 í Miðonglandi og doyði í 1616. Hann skrivaði millum 34 og 37 leikrit. Tað veldst um, hvussu vit telja. Upprunahandritini hvurvu helst øll í einum eldsbruna, men dópsbræv hansara er varðveitt. Foreldrini vóru helst væl fyri. Tey fingust við handil, og sonurin kom á latínskúla “uttan at taka skaða av hesum”, sum onkur bókmentakøn orðar seg. Tí Shakespeare gjørdist ongantíð akademiskur. Heldur var hann fólksligur. Hetta gjørdi eisini, at fólk í øldir hava gitt, at hann ikki skrivaði verkini sjálvur. T.d. varð sálarfrøðingurin Sigmund Freud ein, ið setti spurnartekn við, um Shakespeare átti verkini sjálvur. Í dag er tó lítil undirtøka fyri hesum ivamáli Freuds.

Hóast hann helst skrivaði sjálvur, fekk Shakespeare javnan íblástur úr søguligum verkum, t.d. Saxo, og at “læna” tá í tíðini var ikki óvanligt.

Shakespeare giftist 18 ára gamal Ann Hathaway, sum var átta ár eldri enn hann. Tey fingu trý børn. Tvær døtur og sonin Hamnet, sum doyði bert ellivu ára gamal. Onkur hevur gitt, at kanska var sorgin um hin mista Hamnet eitt slag av íblástri til navnið Hamlet?

Shakespeare fór til London, har hann gjørdist kendur sjónleikari, høvundur og leiklistaleiðari.

Hann kláraði seg væl fíggjarliga og vendi aftur til heimbýin Stratford við fitt av peningi. Hann skrivaði í testamenti sínum, at konan skuldi arva ta næstbestu songina (hví vita vit ikki), døturnar skuldu fáa sítt, og harafturat skuldu tey fátæku í býnum og tríggir starvsfelagar heldur ikki sota sør.

Tað er so at siga tað, vit vita um hann, og tað er munandi meira, enn vit vita um flestu av samtíðarfólkum hansara. Sum so ger tað heldur ikki so nógv, tí listafólkið og listaverkið kunnu ikki altíð samanberast. Tað er t.d. munur á villu málningunum hjá Ingálvi og ta góðsligu meðferð í havnargøtum, fólk minnast Ingálv fyri.

 

Millum pátrúgv og brøðramorð

Hamlet er sum leikur so víðfevnt listaverk, at ikki skal vera roynt at koma við eini størri útlegging, áðrenn hann er spældur í Norðurlandahúsinum. Men til ber at siga, at leikurin vísir, hvussu stórt lívið er. Leikurin sýnir svik, sinnistyngd, stórlæti og stóra sorg.

Gamli kongurin er katolikkur, men av tí at  hann doyði uttan at hava fingið ta síðstu oljuna, fór hann í deyðan við óskriftaðum syndum, sum hann noyðast at dragast við í reinsanareldinum.

Spøkilsið ynskir tí ikki at síggja trúnuna verða rænda og vil tí beina fyri drápsmanninum.

Hamlet sjálvur er fongdur av nógvum iva. Sjálvur er hann júst afturkomin av lestrarferð í Wittenberg, haðani læran hjá Lutheri spratt. Tí finst neyvan nakar reinsanareldur í huga hansara og tískil heldur einki spøkilsi.

Hamlet rekst tí millum gamla pátrúgv og ein modernaðan veruleika. Hann má sanna, at vitan gevur útsýni, men nógv vitan viknar um evnini at taka avgerðir. Hann vil sum menniskja hava skil á lívinum. 

Hetta er kortini ikki lætt, tá pápabeiggin hevur dripið pápan, og mamman hevur lagt ástir saman við drápsmanni pápans.

Søgan um Káin og Ábel er eyðsýnd í tvístøðu Hamlets. Brøðramorðið er ein veruleiki, og Ábel merkir eisini sorg. Harafturat stríðist hann við ødipus-fløkjuna, sum Freud vísti á við gomlu søgnini úr Grikkalandi um Ødipus, sum drap pápa sín og giftist mammu síni. Tí hvat skal Hamlet nú halda um mammuna?

Jú, trupulleikarnir hópa seg upp fyri Hamlet. Tvístøðurnar og sorgin raka hann í ólukkumát. Ikki minst gerst tað trupult fyri hann at vinna kærleikan, gentuna Ofeliu, í hesum hurlivasanum, og sorgin er nívandi.

 

 

Í fyrstuni er jarðarferðin

Leikurin í Norðurlandahúsinum byrjar við eini jarðarferð, sum kann kallast tann fjórða og síðsta skiftisritan í lívinum. Hinar tríggjar eru føðing, ungdómur og hjúnalag ella tvísemi.

Siðurin at halda jarðarfarð er aldagamal. Hildið verður, at fornkirkjan yvirtók teir siðir, sum vóru vanligir í gamla Rómverjaríkinum. Jarðarferðin var ein kærleiksgerð móti tí deyða. Hendan fatan var galdandi líka fram til siðaskiftið, tá reformatiónin beyð, at hetta var ein guðstænasta serliga fyri tey livandi.

Tá líkbrenning tók dik á seg í 19. øld, var stór mótstøða ímóti hesum. Heilt fram til 1970 kundu prestar í eitt nú Danmark nokta at vera við til jarðarferð við líkbrenning. Í dag verða næstan øll lík brend í okkara grannalondum.

Hóast deyðin í okkara tíð partvíst er blivið eitt slag av tabu – í øllum førum í londunum rundan um okkum - munnu flest øll vera til jarðarferð viðhvørt. Um ein vil tað ella ikki, tí deyðin spyr ongan eftir. Av tí sama er jarðarferðin ofta løgd í fastar karmar, hóast tað stundum verður gjørt okkurt serligt burtur úr við tónleiki o.l. Tann djúpi borðiskurin skal ikki uppfinnast av nýggjum, tí viðhvørt er gott at hava ritualir. Siðirnir kunnu vera ymiskir, og eitt nú kunnu útlendingar gerast ikki eitt sindur skakkir, tá føroyingar leggja hondina á kistuna.

Tó stendur fast, at tað er sum oftast tann deyði, sum er í fokus, hóast talan í roynd og veru er um eina kirkjuliga gerð ella guðstænastu, har tey livandi savnast. Men t.d. ber til at hugsa, at ein sálmur sum t.d. “Tú fylgdi mær fyrst” kanska fær onkran at hugsa um tann deyða, sum liggur í kistuni, hóast sálmurin í grundini snýr seg um Várharra.

 

Føroyingar fylgja

Tað er tó serligt í Føroyum, at nógv fólk koma at fylgja líki. Sigst, at ein føroyskur arkitektur einaferð mundi dumpa til próvtøku eftir at hava teknað eitt bønarrúm. Útlendski próvdómarin helt, at okkurt galið var við dimensiónunum, tá pláss var fyri fleiri hundrað fólkum í rúminum. So nógv mundu neyvan koma at fylgja, helt próvdómarin.  

Fyri umleið hálvari øld síðani var prestur ikki altíð við til jarðarferð her á landi. Hesum tók deknur, ið var leikfólk, sær av. Síðan kastaði prestur jørð á, næstu ferð hann kom til bygdar. Jarðarferðin hevur tí savnað fólkið, sum tað so ofta er lýst í eitt nú málningunum hjá Mikines, har enntá varð ferðast sjóvegis til jarðarferð.

Einstakar lærdar ritgerðir hava seinastu árini gjørt fitt burtur úr at kalla føroysku fólkakirkjuna fyri eina danska statskirkju. Men júst tað, at deknur tekur um endan, sýnir eina fólksliga føroyska ábyrgd.

 

Sorg í søguni

Sorgin er tí nakað, sum noyðir okkum ígjøgnum eitt ritual, eins og hjá Hamlet, ið skal til jarðarferð hjá pápanum og síðan brúdleyp hjá mammuni og pápabeiggjanum.

Eitt gamalt orðatak úr Kina ljóðar soleiðis:Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men kanska kanst tú forða teimum í at steðga á og byggja reiður í hárinum.

Kanska var lættari at liva, um vit ikki elskaðu. Uttan kærleika var eingin sorg.

Men skrivað stendur, at tú skalt elska.

Sæl eru tey, ið syrgja, sigur Jesus í Fjallaprædikuni.

Sæl kunnu vit vera, tí júst tað at hava elskað er tað størsta, vit kunnu sum menniskju. Størri enn at trúgva og vóna.

Sorg reikar í felag við gleðini:

- Harmur og gleði í felag tey reika, eydna, óeydna tær ganga á rað.

Soleiðis týddi Christian Matras kingosálmin einans 21 ára gamal í 1921.

Sum menniskju eru vit eisini soleiðis samanskrúvað, at alt hjá okkum skal geva meining. Men tað er ein royndur lutur hjá nógvum, at sorgin kann tykjast meiningsleys.

Fyri ikki so langari tíð síðani varð hildið, at best var at tiga um miss, sakn og sorg. Tá Astrid Lindgren skrivaði bókina “Brøðurnir Leyvuhjarta”, ið snýr seg um børn, sum eru farin hiðani og fáa eina tilvera aðrastaðni, vóru tað nógv, sum søgdu, at soleiðis kanst tú ikki skriva fyri børnum. Men tað vísti seg at bera væl til.

Tí tað at ugga er ikki at koma við snildum loysnum ella at siga, hvussu vit skulu koma yvir okkurt. Ístaðin skulu vit ígjøgnum hetta, eins og Astrid Lindgen vísti á.

Sorgin er samanborin við glassplintur, sum líggja á eini strond. Ljósið kann skyggja í teimum, og vit kunnu skera okkum.

Men við tíðini kunnu splintrini eisini verða slípað so mikið, at tey einans skyggja, men tey skera ikki.

Sorgin heldur fram, tá jarðarferðin ella minningarhaldið eru farin afturum, og ervið er hildið.

 

Sorg og samleiki

Tá vit missa, missa vit ikki bara tey, vit eru góð við. Vit missa okkara identitet, ið er tað tilknýtið, vit høvdu við tann deyða.

Tað er ikki løgið, at Hamlet var ørkymlaður eftir at hava mist pápan og svikin av mammu og farbróður. Spurningurin er so, hvat pínir mest: Sorg, sum er elvd av Várharra ella medmenniskjum? Lagnuni ella lagsbrøðrum?

Hamlet er ein leikur um tað at vera menniskja. Um lív og deyða, kærleika og svik, trúgv og iva, góðsku og óndskap, hevnd og náði. Tað er hugvekjandi, at lívið og avbjóðingarnar eru so lítið broyttar, síðan Shakespeare var uppi á døgum. Ella sum Søren Ulrik Thomsen segði um tað at ganga á jørðini: Frá tí sjálvsagda við at vera til, til tað løgna ikki at vera deyður.

At vera ella ikki at vera. Tað er spurningurin.
Aftur av Jarðarferð. Sámal J. Mikines málaði í 1937. Myndin sýnir, hvussu nógv føroyingar løgdu fyri, tá tey skuldu fylgja líki.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019