• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ofelia

 

Skrivað hevur Sámal Soll

 

Leikurin Hamlet eftir Shakespeare er sum kunnugt ein sorgarleikur, og leikurin snýr seg fyrst og fremst um Hamlet, prins, sum missir pápa sín og kongaríkið, tá pápabeiggin, Claudius, drepur pápan og tekur mammu Hamlet til konu.

Deyði pápin vísir seg fyri Hamlet og sigur honum sannleikan um, hvat hendi. Hamlet brúkar so longsta leikin, sum Shakespeare hevur skrivað, til at ganga og snakka við seg sjálvan, banna eftir gudunum, halda eksistentiellar einarøður, men hann fær onga veruliga hevnd upp í lag – ikki fyrr enn allarsíðst í leikinum.

Segði nakar Lion King?

Men í leikinum um Hamlet er eisini ein annar sorgarleikur, sum er minst líka so áhugaverdur, um ikki enn meir.

Tað er søgan um Ofeliu, sum er ein “góð genta,” ið aktar pápa sín og verður svikin av Hamlet, sum ikki hevur tíð til hana, tí hann má spæla svakur og leggja ætlanir um at hevna pápa sín. “Get thee to a nunnery!” sigur hann, sum á døgum Shakespeares bæði merkti – bókstaviliga – nunnukleystur, men sum eisini var eitt slangorð fyri horuhús.

Ikki eiti á máti at blíva dumpað av sjeikinum!

Harumframt er Ofelia í teirri støðu, at pápi hennara, sum hon hevur stóra virðing fyri, er rættuliga fjákutur (“Brevity is the soul of wit!” sigur pápin, men eingin í leikinum snakkar so nógv sum júst hann um ymiskt, sum kann sigast við einum orði) og hann hugsar ikki um kenslurnar hjá dóttir síni; serliga ikki, tá hann skjýtur upp fyri Claudius, kongi, at teir skulu brúka hana sum agn, tá teir vilja finna útav, hvat bagir Hamlet.

Ofelia er kroyst ímillum hesar menn, pápa sín og unnustan Hamlet. Líkt er til, at Hamlet veruliga er góður við Ofeliu, men Ofelia kemur fram á Hamlet, júst sum hann hevur gjørt av at spæla svakur, meðan hann leggur ætlanir um at drepa Claudius.

 

Sinnissjúka sum kvinnusjúka

Hamlet spælir svakur, men Ofelia gerst veruliga svøk av at vera fangað soleiðis ímillum hesar menn og teirra valdsstríð, og endaliga “mønustingin” fær hon, tá Hamlet av óvart drepur Polonius, pápa hennara, seinni í leikinum.

Bókmentagranskarar hava í øldunum síðani leikurin varð skrivaður lagt dent á, at Shakespeare lýsir tvær ymiskar sinnissjúkur ella depressiónir í leikinum. Hamlet sjálvur er melankolskur og líðir av eini meira intellektuellari depressión, meðan Ofelia er hysterisk, sum orsøk av sviknum kærleika. Hennara sinnissjúka er meira kropsligur og kynsligur. Hetta sæst súmbolskt serliga væl í síðstu senuni við Ofeliu, har hon býtur blómur út til hinar persónarnar.

Í dag verður Ofelia sæð av mongum sum eitt slag av tragiskari hetju. Gamaní tekur hon lívið av sær, tí hon verður myndamálsliga skrødd sundur av hesum monnum, men senan av henni í ánni og lýsingin av, hvussu hon tekur lívið av sær, vísir eisini, at hetta er ein háttur hjá henni at slíta seg leysa frá hesum valdsstríði hjá monnunum.

 

Ein kvinnuleiklutur

Vit vita lítið og einki um lívið hjá William Shakespeare og hvussu umstøðurnar vóru til frumframførsluna av Hamlet-leikinum í The Globe í London einaferð í 1600 ella 1601. Eitt nú vita vit ikki, hvør spældi Ofelia? Kortini vita vit við rímiligari stórari vissu, at sjónleikarin, sum spældi Hamlet æt Richard Burbage. Hann var kendur sjónleikari, sum eftir øllum at døma hevur samstarvað við Shakespeare.

Men vit vita ikki, hvør spældi leiklutin sum Ofelia. Einasta vit kunnu siga við rímiliga stórari vissu er, at tað var ikki ein genta – tað var ein drongur, tí í teimum døgum sluppu gentur og kvinnur ikki at spæla sjónleik.

Í framførslum í dag verður Ofelia oftast lýst sum ein sterkari kvinna og størri dentur verður lagdur á hennara leiklut enn áður. Feskasta og besta dømi um hetta er nettupp nýggi filmurin “Ophelia” eftir  Claire McCarthy, sum lýsir Ofeliu, sum eina viljasterka unga kvinnu, ið stríðist fyri kærleikanum millum valdsstríðandi menninar. Tað er Daisy Ridley, sum spælir leiklutin sum Ofelia, og filmurin er bygdur á skaldsøgu eftir Lisa Klein. Her verður denturin lagdur á søguna hjá Ofeliu, meðan Hamlet og teir eru fyrst og fremst hjápersónar í hennara søgu.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019