• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

William Shakespeare: Hvør skrivaði leikirnar?

 

Skrivað hevur Sámal Soll

 

Í fleiri hundrað ár hevur hin stóri shakespearianski spurningurin snúð seg um “at vera ella ikki at vera”. Hendan reglan, tann fyrsta í kendu einarøðuni hjá Hamlet prinsi, man uttan iva vera hin kendasta í bókmentasøguni, ja, neyvan eru mong, ið ikki vita, at tað er William Shakespeare, sum er høvundi at hesari reglu. Kortini hevur ein annar heldur kontroversiellur spurningur stungið seg upp: Var tað veruliga Shakespeare sjálvur, sum skrivaði leikirnar?

Tað eru tey, sum vilja vera við, at William Shakespeare ikki sjálvur skrivaði leikirnar, sum bera navn hansara í dag. At hann bert var ein vanligur sjónleikari, sum lat “hin rætta høvundan” læna navn sítt, tí hesin av einhvørjari orsøk ikki sjálvur vildi hava sítt egna navn knýtt at leikunum.

Tann siðbundna fatanin er annars, at ímóti endanum av 16. øld ferðaðist William Shakespeare úr bygdini Stratford-upon-Avon til London. Har gjørdist hann sjónleikari og skrivaði ein hóp av leikum, sum vórðu framførdir av sjóneikarafelagnum, sum hann sjálvur var limur í. Hann flutti aftur til Stratford sum eldri maður, har hann doyði og liggur jarðaður í dag. Leikirnir vuksu alsamt í virðing millum bókmentakøn fólk, til teir í dag eru mettir at vera fremstir innan leiklist.

 

Hvør skrivaði leikirnar?

Tað eru tvey høvuðssjónarmið í høvundaspurninginum. Tað eru tey, sum halda uppá tí kendu fatan, at tað var William Shakespeare, sum sjálvur skrivaði leikirnar. Hesi verða nevnd stratfordistar, meðan hini, ið vilja vera við, at ein annar skrivaði leikirnar og gav út í navni Shakespeares, verða nevndi anti-stratfordistar. Hesi eru síðani aftur býtt á undirbólkar.

Tað eru serliga trý viðurskifti við ritverkið eftir Shakespeare, sum anti-stratfordistarnir festa seg við: At ikki eitt einasta handrit er skrivað í hond Shakespeares. At hann ikki nevnir leikirnar í sínum annars sera nágreiniliga testamenti. Og at enda vilja tey vera við, at William Shakespeare úr Stratford-upon-Avon rætt og slætt ikki var nóg mentaður maður at hava skrivað leikirnar. Teir útbúgvingarmøguleikar, sum hann hevur havt sum bygdadrongur í Stratford kunnu ikki hava givið honum ta vitan, sum kemur fram í leikunum og yrkingunum.

Teir flestu av anti-stratfordistunum ­eru býttir á tríggjar ymiskar kandidatar til leiklutin sum høvund at leikunum. Hesir eru Sir Francis Bacon (1561–1626), Christopher Marlowe (1564–1593) og Edward de Vere (1550–1604).

           

Sir Francis Bacon

Sir Francis Bacon skrivaði mong týdningarmikil verk innan heimspeki, vísindi og bókmentir. Hann var útbúgvin løgfrøðingur og ferðaðist víða í Evropa.

Leikirnir benda á ein høvund við drúgvum royndum og vitan inna hesi evni, nakað, sum líkt er til, at Shakespeare, við sínari avmarkaðari útbúgving og møguleikum, ikki hevur kunna ognað sær. Fleiri av baconistunum (t.e. anti-stratfordistar, sum vilja vera við at Bacon var rætti høvundin) siga seg duga at síggja nógvar stílistiskar líkheitir millum tekstirnar hjá Bacon og Shakespeare og vilja eisini vera við, at ymisk brot úr leikunum eru funnin í kladdubókini hjá Bacon.

Hvussu er og ikki, so er í øllum førum vist, at Bacon hevði ein sera stóran áhuga í sjónleiki, og hugsar man um støðu tess fyrst í 1600-talinum, so skilir man um ein vísindamaður og aðalsmaður hevði viljað dult veruliga navn sítt handan navninum á einum av leikarunum úr lægri stætt. Hóast leikirnir hjá Shakespeare í dag teljast millum størstu listarligu avrik í heiminum, so vóru teir upprunaliga sæddir sum lættisoppa undirhald fyri fjøldina.

 

Christopher Marlowe

Christopher Marlowe var longu ein etableraður leikhøvundur og yrkjari, tá leikirnir hjá Shakespeare komu fram. Hann var eisini njósnari og varð myrdur av monnunum hjá Sir Thomas Walsingham í einum drykkjulagi í Deptford í 1593.

Marlovianar (t.e. anti-stratfordistar, sum halda Marlowe vera veruliga høvundan at leikunum hjá Shakespeare) vilja vera við, at Marlowe ikki doyði í 1593, men at hann fekk Lord Walsingham, stuðli sínum, til at hjálpa sær undan einum deyðadómi, sum hann hevði í væntu fyri gudspottan, við at lúgva um deyða sín. Restina av lívið sínum (Marlowe “doyði” jú sum bert 29 ára gamal) sat Marlowe í Fraklandi og nýtti tíðina til at skriva Shakespeare leikirnar. Tekstirnar skal hann so hava sent Walsingham, sum syrgdi fyri at geva teir út, undir navni Shakespeares.

 

Edward de Vere, jallur

Seytjandi jallurin av Oxford, Edward de Vere, er ein nýggjari kandidatur til leiklutin sum Shakespeare høvundur. De Vere var leikhøvundur sjalvur, men eingir av leikum hansara finnast í varðveitslu i dag. Hann stóð á odda fyri tveimum sjónleikarabólkum, áðrenn hann var gjørdur lordur av Elisabeth fyrri, drotning. Hann var, eins og Bacon, ein sera mentaður maður og var mong ár uttanlands og ferðaðist.

Mangt sigst at peika á De Vere sum rætta høvund at leikunum. Hansara vitan um italsk viðurskifti (fleiri av leikunum hjá Shakeseare eru staðsettir í Italia) og tað at nógvir av skyldmunnum De Veres verða nevndir í leikunum. De Vere doyði í 1604, áðrenn seinastu leikirnir hjá Shakespeare vóru komnir út, men hetta greiða oxfordistarnir seg burtur úr við at siga, at De Vere hevði eitt kollektiv av høvundum aftrat sær, m.a Bacon, Marlowe, Sir Walther Raleigh og onnur. Sambært teimum var Shakespeare bara ørindadrongurin, sum slapp at fáa navn sítt á pappírið.

 

Shakespeare in Love

Gitingarnar eru nógvar, men hvat vita vit við vissu um Shakespeare? Í 1998 kom filmurin “Shakespeare in Love” út. Hesin filmur snýr seg um lív og upplivingarnar hjá tí unga leikhøvundinum Shakespeare í London. Vt síggja Shakespeare stríðast við skuld, kærleika og skriviblokering. Hendingarnar í hesum filmi eru allar, sum vera man, tiknar úr leysari luft, tí satt at siga, veit man sera lítið um lívið hjá Shakespeare við vissu.

Man veit nóg illa, hvussu hann sá út, hóast tvær myndir finnast, sum tey flestu eru samd um ímynda Shakespeare. Hesar eru sonevnda Chandos-myndin, sum verður nevnd so, tí eigarin var James Brydges, fyrsti hertogin av Chandos, og so permumyndin av fyrstu røttu bókaútgávuni av niðurskrivaðum leikum.

Hertogin av Chandos fekk myndina frá William Davenant, sum var gudssonur Shakespeares. Ein styðjandi orsøk til, at man heldur mannin á myndini vera Shakespeare er, at hann líkist manninum í seinnu myndini, sum man er vissari í er Shakespeare.

Seinna myndin er, sum áður nevnt, graveringsmyndin á kápuni til fyrsta leiksavnið. Líkt er til, at John Heminges og Henry Condell, tveir av vinum og starvsfelagum Shakespeares, stóðu fyri at fáa hesar leikir út á prent. Listarmaðurin, sum hevur gjørt graveringina hevur so statt ikki havt Shakespeare sjálvan at gera myndina eftir, men hevur antin arbeitt út frá munnligum lýsingum av, hvussu hann sá út, ella hevur havt eina eldri mynd, sum nú er horvin, at arbeiða út frá.

Alt sum vit annars vita um Shakespeare eru tulkingar av ymsum skjølum (frá kirkjubókum til persónlig løgfrøðilig skjøl og onnur handrit) og so tí, man annars veit um tíðina hann livdi í.

 

Shakspere úr Stratford

Vit vita við vissu, at ein drongur við navninum William Shakspere varð doyptur tann 26 apríl í 1564 í býnum Stratford-upon-Avon. Ongin veit sjálvan føðidagin, men man hevur valt at nýta 23. Apríl. Orsøkin er bæði tann, at tá í tíðini var vanligt at doypa børn sera skjótt eftir føðidagin, men eisini tí, at hetta eisini er deyðadagur Shakespeares. Hann doyði í 1616. Hetta gevur ein snøggan, tó ikki vísindaligan, karm um lívið hjá Shakespeare.

Stavihátturin var sera ymiskur í Elisabetansku tíðini i Bretlandi og ongin fastur háttur var at stava navnið. Í summum skjølum stendur Shakspere, øðrum Shaksper, Shaxper og Shake-Speare. Tey, sum trúgva konspiratiónsteoriunum velja at nýta stavingina Shaksper um mannin úr Stratford-upon-Avon.

Foreldrini vóru John Shakespeare, sum, umframt at vera limur í bygdaráðnum, gjørdi og seldi handskar, og Mary Arden, sum var dóttir ein aðalsmann.

Tað næsta vit vita við vissu er, at Shakespeare, bert 18 ára gamal, tann 28 november í 1582, giftist tí 26 ára gomlu Anne Hathaway. Seks mánaðar seinni, tann 26. mai í 1583, verður fyrsta barn teirra, Susanna Shakespeare, fødd. Tvíburðarnir Hamnet og Judith verða doyptir 2. februar í 1585. Hamnet doyr ellivu ar seinni.

 

Shakespeare sum sjónleikari

So kemur ein ókend tíð síðst í 1580unum. Mett verður, at tað er sannlíkt, at Shakespeare í hesi tíð kemur í samband við eitt ferðalag av sjónleikarum úr London, tí tað næsta man veit er, at hann er uppskrivaður sum sjónleikari í “The Lord Chamberlain’s Men” í London. Tá í tíðini var vanligt, at sjónleikaralið tóku navn eftir høvuðsstuðli teirra.

Longu í 1592 var hann somikið kendur, at hann er nevndur av øðrum samtíðarhøvundum og leikirnir hjá honum verða javnan framførdir av honum og sjónleikarum hansara. Ymisk skjøl frá tíðini vísa eisini, at Shakespeare gerst sameigari í sjónlekarahúsinum “The Globe” sum leikaralið hansara nýtir.

Hann virkar og skrivar í London í eini 20 ár og tað er í hesi tíðini, at teir kendu leikirnir verða skrivaðir. Tað gongst honum so væl, at hann keypir sær eini hús í London og keypir eisini næststørsta húsið, “New Place” í heimbygdini Stratford-upon-Avon.

Í 1613 skrivar Shakespeare sínar síðstu tveir leikir í London og flytir síðani aftur til Stratford. Hann doyr trý ár seinni 52 ára gamal. Hann er jarðaður í “Holy Trinity” kirkjuni í Stratford, ikki tí hann varð mettur at vera ein serliga týdningarmikil íbúgvi, men tí hann gav kirkjuni eina sera stóra peningagávu (Heili 440 pund, sum var ein stór peningaupphædd í 1616).

 

William Shakespeare skrivaði leikirnar

Ben Jonson, starvsfelagi Shakespeares, yrkir í eini yrking um “the Swan of Avon”. Aðrir í samtíðini skriva eisini um “the Bard of Avon”. So tað er onki at ivast í, at William Shaksper úr Stratford er sami maður sum sjónleikarin og leikhøvundin Shakespeare í London.

Sir. Francis Bacon hevði rætt og slætt ikki tíð at skriva Shakespeare leikirnar, tí hann hevur so mong verk undir egnum navni. Hansara lív er eisini vældokumenterað og eingi “hol” eru at finna í hansara lívsleið.

Marlowe doyði ungur, áðrenn flestu leikirnir vóru skrivaðir. Tað, at hann skal hava falsað sín egna deyða, og síðani skriva leikirnar úr Fraklandi, ljóðar sera lítið sannlíkt. De Vere er kanska tað betra boðið, men eisini hann doyði, áðrenn teir síðstu leikirnir vórðu framførdir.

Út av øllum møguleikunum er tann rætti óiva tann mest sannlíki, nevniliga tann, at Shakespeare sjálvur skrivaði leikirnar, sum bera navn hansara í dag.

Tað er eisini ein løgin pástandur, at Shakespeare ikki skal hava verið mentur at skriva leikirnar vegna vánaliga útbugving og bakstøði. Hetta er í roynd og veru eitt slag av enskum stættarfordómi, at eitt tað størsta kreativa flogvitið innan leiklist ikki skal kunna vera ein vanligur sjónleikari av bygd. Leggið til merkis, at teir tríggir áðurnevndu allir eru úr tí fínari stættini.

Man kann eisini spyrja, um tað ikki kann gera tað sama hvør, ið veruliga skrivaði leikirnar. Um tað var William Shakespeare ella ein annar: Teksturin er kortini hin sami. Tað er, satt at siga, møguligt at hinir leikarnir í leikaraliðið Shakespeares sluppu at broyta uppá tekstin hjá honum, serliga í framførsluni, og at hesar broytingar eru varðveittar í tekstunum, sum vit hava í dag.

Man veit, at stórur munur er á mongum av teimum fyrstu útgávunum av t.d Hamlet. The British Library hevur eina áhugaverda heimasíðu, har ein hópur avútgávum liggja talgildar og vitjandi kunnu sjálvi samanbera gamlar útgavur. Tað er sannlikt, at munurin teirra millum stendst av tí, at hesir leikir eru niðurskrivaðir úr minninum hjá leikarunum, sum framførdu. Á tann hátt koma broytingar í tekstinum í mun til tað, sum høvunurin upprunaliga skrivaði.

Í fyrstu útgávuni av Hamlet, sum man í dag nevnir “The bad quarto” stendur: "To be or not to be, aye there's the point.

Tað er eisini ymiskt, sum týðir á tað, at ognarviðurskifti viðvíkjandi leikunum hjá Shakespeare vóru soleiðis, at hóast hann sjálvur var upprunin til leikirnar, so “átti” leikaraliðið hjá honum leikirnar. Tað er onki, sum bendir á, at hann sjálvur royndi at fáa tekstirnar útgivnar undir egnum navni í síni livitíð og tað, at hann ikki nevnir leikirnar í sínum testamenti kundi týtt á tað, at hann ikki hugsaði um leikirnar sum egin ogn, soleiðis sum vit gera i dag.     

 

Niðurstøða: Søgulig paranoia

Ein fer at hugsa um skaldsøguna “Pendulið hjá Foucault” hjá Umberto Eco (sum eisini skrivaði skaldsøguna “Navnið á rósuni”, hvørs heiti sipar til Shakespeare). Tríggir klassiskir akademikarir starvast á einum bókaforlagi, sum gevur vánaligar bøkur út við løgnum konspiratiónsteorium. Teir gera av, mest tí teir keða seg, at hetta kunnu teir gera eins væl og hesir rithøvundar, so teir fara í holt við at skapa íspunnin sambond ímillum søguligar hendingar.

Eitt nýggjari og óiva betri kent dømi um tað sama, er skaldsøgan “Da Vinci kotan” hjá Dan Brown, sum lænir nógv frá Eco. “Da Vinci kotan” knýtir eisini ymsar søguligar og mýtologiskar søgur saman uttan at nakað veruligt prógv er fyri hesum. Men hesi bæði dømini eru í skaldskapi og skulu tí ikki takast í fullum søguligum álvara.

Hetta er eitt postmodernað ítriv: at seta spurnartekin við etableraða søgu. At relativisera og indvidualisera alt. Øll hava rætt til sina meining, sigur man, og nógv velja at trúgva, at mánalendingarnar síðst í sekstiárunum ongantíð hendu, at hóptýningarnar undir seinna veraldarbardaga bara var antifasistisk propaganda, at rúmdarafólk bygdu pyramidurnar í Egyptalandi, og at amerikanska stjórnin sjálv stóð aftan fyri yvirgangsatsóknunum tann 11. september í 2001. Til dømis.

Á sama hátt eru tað tey, sum velja at trúgva, at William Shakespeare ikki kan hava skrivað lekirnar, sum standa í hansara navni.

Tað er rætt, at leikirnir vísa eina stóra vitan um evropeiska mentan og aðalslív, og haraftrat eitt stórt innlit í menniskjasinni, men Shakespeare var ikki eitt eindømi í sínari tíð, tá tað kemur til at ogna sær vitan um viðurskifti handan egna útbúgving. Leikhøvundin og samtíðarmaður Shakespeares Ben Jonson, sum reis líka til hoffyrkjara, hevði sama bakstøði sum Shakespeare, men bleiv sæddur sum ein sera lærdur maður í síni samtíð og fekk heiðursheiti bæði úr Oxford og Cambridge, hóast hann aldrin gekk á lærdum háskúla sjálvur.

Tá tað bar til fyri Jonson, so hvi ikki eisini fyri Shakespeare. Tí er vanliga fatanin óivað tann rætta: At William Shakespeare var eitt hitt størsta skaldsliga flogvitið heimurin nakrantíð hevur átt og at hann sjálvur á eitt tíðarskeið upp á eini 20 ár skrivaði teir knappar fimmti leikirnar og tann hóp av yrkingum, sum enn standa í hansara navni.

 

Keldur:

John Michell: “Who Wrote Shakespeare?”

Tom Reedy og David Kathman:

“How We Know that Shakspeare Wrote Shakespeare”

The Norton Antology of English Literature vol 1.

“Shakespeare” á www.bl.co.uk (The British Library)

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019