• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Móðurmálsdagin, 25. mars í 2019, eru 200 ár liðin, síðan faðirin at skriftmálinum, V. U. Hammershaimb, varð borin í heim. Tað er í hesum sambandi at Snar hevur gjørt hesa temasíðu um Hammershaimb.

Temasíðan er fyrst og fremst til hádeild fólkaskúlans í móðurmálsundirvísing og søgu.

Tvær standyndir eru til minnis um Hammershaimb. Onnur er í Sandavági. Har stendur eitt ørindi úr Regin Smiði at lesa: "Ormurin er skriðin av gullinum / Tað man frættast víða / Sjúrður setist á Granar bak / Hann býr seg til at ríða."

Á standmyndini í Havn, sum Janus Kamban hevur gjørt, stendur at lesa: "1846 legði V.U. Hammershaimb lunnar undir móðurmál okkara".

Móðurmálsdagin fara Málráðið og Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya at skipa fyri hátíðarhaldi til heiðurs og minnis um Hammershaimb. Ein vísindaligur partur verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju í Havn, har føroyskir og útlendskir fyrilesarar luttaka. Um kvøldið verður skipað fyri almennari kvøldsetu á Reinsarínum í miðbýnum í Havn við sangi, tónleiki og upplestri.

Tiltøk eru eisini í Sandavági og á Nesi.

Okkurt árið hava Móðurmálsvirðislønir eisini verið handaðar henda sama dag.

Hammershaimb og málið

 

Í bókini Føroysk søga 1 (NÁM 2017) skrivar Jóan Pauli Joensen um tíðarskeiðið 1750-1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóðskaparlig veking. Jóan Pauli Joensen er Dr. Phil, Fil. Dr., professari í siðsøgu. Ole Wich hevur teknað og savnað inn myndir til bókina. Bergur Rasmussen, lærari, hevur skriva læraravegleiðingina og gjørt uppgávur til tilfarið. Sigfríður Sólsker hevur ritstjórnað og savnað inn filmar til bókina.

Hammershaimb, Venceslaus Ulricus (1819-1909)

Les meira

 

 

Fyrstu ferð, vit sóu skriftmál Hammershaimbs á prenti, var í danska tíðarritinum Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie.

Hetta var í 1846. Høvdu vit ikki í tøkum tíma fingið eitt skriftmál, tosaðu vit neyvan føroyskt í Føroyum í dag.

Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, greiðir frá.

O, móðurmál

 

Sjónvarpssending í Kringvarpi Føroya

O, móðurmál er heitið á trimum sjónvarpssendingum, sum Suni Merkistein og Hans Petur Hansen gjørdu í Kringvarpinum í 2016. Sendirøðin lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag.

Les meira

Málráðið um móðurmálsdagin

 

Málráðið hevur á heimasíðuni eina síðu um móðurmálsdagin. Næmingarnir skulu lesa tekstin og svara spurningunum.

Les meira

Móðurmálsdagur í Vestmanna skúla

 

Í Vestmanna skúla verður nógv gjørt burtur úr 200 ára føðingardegnum hjá V.U. Hammershaimb.

Jonhard Mikkelsen, Hans Tórgarð og verkstovur eru millum spennandi punktini á skránni,

Les meira

Standmyndir av Hammershaimb

 

Tá ferðafólk koma til Føroya, vilja tey síggja okkurt sjáldsamt. Í Sandavági er ein standmynd av V.U. Hammershaimb.

Tí hevur Visit Faroe Islands skrivað ein enskan tekst til tey ferðandi:

Les meira

Hammershaimb á frímerkjum

 

Málráðið hevur á heimasíðuni eina síðu um móðurmálsdagin. Næmingarnir skulu lesa tekstin og svara spurningunum.

Les meira

Grein í Atlantic Review

Í sambandi við 200 ára føðingardagin hevur blaðið hjá Atlantic Airways drúgva greinum Hammershaimb

Les meira

Hammershaimb í Frøði

 

Henda útgáva av Frøði er burturav um V.U. Hammershaimb. Hammershaimb, sum hann vanliga verður nevndur, er kendur við ta regluskipaðu stavseting, sum nútíðarføroyskt mál hevur, og hann hevur haraftrat staðið fyri týðandi arbeiðum, sum hava havt stóran mentanarligan og málsligan týdning fyri føroyskt síðan hansara dagar. 

Tíðarritið Frøði kemur út í sambandi við 200 ára dag Hammershaimbs og fæst samstundis í leysasølu. Snar hevur fingið loyvi at endurgeva eina av greinunum, sum Kim Simonsen hevur skrivað um Hammershaimb í hesi útgávu av Frøði. Yvirskriftin er ”Frá V.U. Hammershaimb til Brøðurnar Grimm”.

 

Les meira


Í Nýggjustovu

Heima í Havn verður býlingurin í Gongini mitt í Havn nevndur, har sum matstovurnar Áarstova, Fútastova, Barbara Fish House og Ræst eru í dag.

Upprunanavnið á seinast nevndu matstovuni, Ræst, er Nýggjastova. Í hesum húsum vaks Hammershaimb upp. Hóast húsini í dag eru matstova, eru tey varðveitt, so til dømis veggflísar úr brendum leiri enn síggjast í upprunalíki.

Hesar flísar eru niðurlendskar og stava frá 1600-talinum. Flísarnar eru á vegginum við kakkelovnin og kaminuna. Tí verða flísarnar nevndar kakklar.

Hygg at fleiri myndum

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019