• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hammershaimb 200 ár Hann gav menniskjanum gætur (Atlantic Review, winter 2019)

Í sambandi við 200 ára føðingardagin hevur blaðið hjá Atlantic Airways drúgva grein um Hammershaimb

Her er greinin

Uppgávur

Uppgávur um samskifti

Hvør er sendari (hvør hevur skrivað greinina)?

Hvør er miðilin (hvar stendur greinin prentað)?

Hvat er evnið í greinini? 

Nær er greinin skrivað?

Hvør er móttakari (Hvør lesur greinina?)

Hvør er ætlanin við greinini?

Er talan um opið ella afturlatið samskifti?

 

Uppgávur um bygnað

Hvussu er blaðgreinin sett upp?

Greið frá um myndir, yvirskrift, brellbita, millumyvirskriftir og breyðtekst. Er samanhangur?

 

Málbúni og skrivingarlag

Er talan um objektivt ella subjektivt skrivingarlag? Grundgev!

Er málburðurin nevtralur og sakligur ella kensluborin og persónligur?

Hvør merkingarmunur er á “háttvirdur” og “hámettur”?

Hvussu verður V. U. Hammershaimb lýstur?

Hvør er týdningurin í hesum myndamáli: 

Varðarnir, ið hann lagaði...

Hann var tann føddi sálarhirðin

Hann er faðir at skriftmáli okkara

Hammershaimb er úr góðum bergi brotin

Talan er um embætisfólk á hægstu rókum

Føroyngar eru føddir við ár í hond

 

Hvat gevur tað tekstinum, at hesir mótsetningar verða nýttir:

Faðirloysingurin gerst faðir at skriftmálinum?

Honum tørvaði ein sálarhirða, hann gerst sálarhirði teirra, ið syrgdu og saknaðu

 

Hvørjar keldur verða nýttar til greinina?

 

Leinki til greiningarfrymil 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019