• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hammershaimb í Frøði

Henda útgáva av Frøði er burturav um V.U. Hammershaimb. Hammershaimb, sum hann vanliga verður nevndur, er kendur við ta regluskipaðu stavseting, sum nútíðarføroyskt mál hevur, og hann hevur haraftrat staðið fyri týðandi arbeiðum, sum hava havt stóran mentanarligan og málsligan týdning fyri føroyskt síðan hansara dagar.

Kim Simonsen skrivar um V.U. Hammershaimb sum innsavnara og mentanarligan tjóðskaparmann, og setur hann inn í eitt størri høpi við tí, sum hendi á hesum øki kring um í Evropa. Hammershaimb sá týdningin í at varðveita føroyskan skaldskap av manna munni eins og føroyska málið sjálvt og tann tørv, sum var á at fáa slíkt savnað og at fáa tað út aftur til fólkið. Kendasta verk hansara á hesum øki man vera klassikarin Færøsk anthologi, ið framvegis roynist eitt gullnám, tá ið tað snýr seg um mál og mentan í seinnu helvt av 19. øld.

Tíðarritið Frøði kemur út í sambandi við 200 ára dag Hammershaimbs og fæst samstundis í leysasølu. Snar hevur fingið loyvi at endurgeva ta grein, sum Kim Simonsen hevur skrivað um Hammershaimb í hesi útgávu av Frøði. Yvirskriftin er ”Frá V.U. Hammershaimb til Brøðurnar Grimm”.

Her er greinin

Uppgáva

 

Les á bls. 19 undir yvirskriftini "Arbeiðslag Hammershaimbs" um ferðina hjá Hammershaimb í Sandoynni.

Hvussu gongst hjá honum at fáa nakað at vita har í oynni?

Hvat amboð brúkar Hammersheimb, tá sandoyingar ikki vilja kvøða fyri honum?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019