• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hammershaimb og málið

Í bókini Føroysk søga 1 (NÁM 2017) skrivar Jóan Pauli Joensen um tíðarskeiðið 1750-1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóðskaparlig veking. Jóan Pauli Joensen er Dr. Phil, Fil. Dr., professari í siðsøgu. Ole Wich hevur teknað og savnað inn myndir til bókina. Bergur Rasmussen, lærari, hevur skriva læraravegleiðingina og gjørt uppgávur til tilfarið. Sigfríður Sólsker hevur ritstjórnað og savnað inn filmar til bókina.

Hammershaimb, Venceslaus Ulricus (1819-1909)

Venceslaus Ulricus Hammershaimb var prestur og próstur í Føroyum. Hann  er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Í 1854 gav hann fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina.

Hann gjørdist í 1855 prestur í Kvívík. Gjørdist í 1862 prestur á Nesi í Eysturoy og próstur frá 1867. Her læt hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað.

Hann sat á løgtingi 3 skeið.

Málið

Gerandismálið hjá føroyingum var føroyskt, men danskt var kirkju- og undirvísingarmál, og skrivað varð á donskum. Áhugin fyri málinum var longu til, áðrenn tjóðskaparrørslan síðst í 19. øld kom. Svabo skrivaði føroysk kvæði upp, og hann skrivaði eisini eitt handrit til eina føroyska orðabók við orðamerking bæði á latíni og donskum. Svabo væntaði ikki, at føroyskum var lív lagað, men skrivaði orðabókina mest fyri, at tey, sum komu aftaná, skuldu vita, hvussu føroyska málið hevði verið:

Men ikke desmindre var det ej af Vejen, at optegne Ruinerne af det gamle Sprog, eller Sproget som det nu er, for at give Verden nogen Kundskab derom, og ikke lade en Efter-Verden savne Svar naar den spurgte om dette Sprogs Til-stand i vores Tid, ligesom vi nu forgiæves spørge om Formaals-Tiden. Dette har været en af mine Hensigter ved nærværende Forsøg til en Ordbog i Sproget.

J.C. Svabo: Forsøg til en Ordbog eller Ordsamling

Innsavnan av gamlari mentan

Kvæðini vóru ikki bert kvøðin, tá ið dansað varð. Tað varð eisini trivið í tey á kvøldsetunum, og soleiðis lærdu fólk tey. Áhugin fyri fólkaminnum í Norðurlondum kom eisini til Føroya, og farið var at skriva kvæðini upp i kvæðabøkur, t.d. Sandoyarbók. Fyrsta bók, sum kom út í Føroyum var Sjúrðarkvæðini, sum kom út í 1822. Í 1832 kom Føringasøga út.

Christian Pløyen (1803-1867)

Christian Pløyen var danskur løgfrøðingur og embætismaður. Frá 1830 var hann fúti í Føroyum, og frá 1837 til 1847 var hann føroyskur amtmaður. Hann sigst hava verið væl lýddur millum fólk, og skrivaði millum annað Grindavísuna og lærdi seg føroyska málið.

TRYLLEFORMULARER (Pløyen)

Kvæðauppskrivingin í kvæðabøkur helt fram, og teir báðir fólkaminnisfrøðingarnir, Svend Grundtvig og Jørgen Bloch, skipaðu alt í eitt stórt savn, Føroya Kvæði, sum seinni kom út sum eitt stórt bókaverk.

V.U. Hammershaimb var millum teir fyrstu, sum góvu út tekst á føroyskum. Hann skrivaði søgur og annað upp, sum fólk søgdu honum. Hansara Færøsk Anthologi er ein klassikari í føroyskum bókmentum. Honum á baki fór Jakob Jakobsen at savna sagnir og ævintýr, sum fólk søgdu honum. Hesar frásagnir vórðu prentaðar og givnar út í árunum 1898-1901.

Innsavningararbeiði av hesum slagi er ikki nakað serføroyskt, men ein liður í tí romantisku hugmyndafrøðini, ið var partur av týsku tjóðskaparsiðvenjuni. Besta dømi uppá tílíkt innsavningararbeiði uttan úr heimi man vera ævintýrsavnið hjá brøðrunum Grimm í Týsklandi í 1840-árunum. Í Noregi ferðaðust Asbjørnsen og Moe runt landið og savnaðu inn og skrivaðu niður gamlan skaldskap av mannamunni.

Sum heild vaks ansurin fyri tí gamla í tjóðskapartíðini. Í 1898 varð forngripagoymslan sett á stovn. Savnið tykist hesa fyrstu tíðina at hava verið sjálvsognarstovnur, men í 1916 varð Føroya Forngripafelag sett á stovn við tí endamáli at savna og varðveita føroyskar forngripir, serstakliga við at halda uppi eini forngripagoymslu, og Forngripafelagið fekk tá savnið til ognar. 

Í 1928 varð savnið nýskipað. M.A. Jacobsen, hjúnini Hans Andreas og Petra Djurhuus og fleiri løgdu tá stórt arbeiði í savnið. Tey viðgjørdu gripirnar, skipaðu teir og settu upp framsýning í Quillinsgarði við regluligum upplatingartíðum.

Andreas Weihe var ein av høvuðsstuðlunum hjá Forngripagoymsluni í 1930-árunum. Hann ferðaðist nógv kring landið og ognaði sær fornlutir, sum hann síðani læt savninum. Teir flestu lutirnir vóru frá 18. og 19. øld. Gripasavnið eftir hann er ein týðandi táttur av gripasavninum hjá Føroya Fornminnissavni fyri hetta tíðarskeiðið.

Bíblian á føroyskum

Nøkur hildu, at Bíblian átti at týðast til føroyskt. Ein teirra var J.H. Schrøter prestur. Hann ætlaði at fáa danska Bíbliufelagið at geva Bíbliuna út á føroyskum. Týðing hansara av Matthæusar evangelium, ið kom út í 1823, var ein roynd í hesum sambandi. Fólk hildu, at tað var ov gerandisligt at lesa bíbliutekst á føroyskum og gjørdu gjøldur burturúr málburðinum, tí tá vóru heldur ikki fastar stavsetingarreglur komnar. Schrøter misti móti, og tað kom tí ikki meira burturúr. Frá seinast í 19. øld varð byrjað at prædika á føroyskum við serligum loyvi. Fyrsta fullfíggjaða bíbliutýðingin kom ikki á prenti fyrr enn í 1949. Hetta var týðingin eftir Victor Danielsen, sum brøðrasamkomurnar hava brúkt síðan. Í 1961 kom týðingin eftir Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø. Hetta er týðingin, sum føroyska fólkakirkjan brúkar.

Føroyskt skriftmál

Í 1854 gav V.U. Hammershaimb út bók um føroyska mállæru og reglur fyri, hvussu føroyskt mál skuldi skrivast. Tað skriftmálið, sum Hammershaimb kom við, var ein upprunafrøðilig stavseting.

Upprunafrøði

Málfrøðigrein um uppruna at orðum og skyldskap teirra (etymologi). Føroyska skriftmálið, sum V.U. Hammershaimb kom við, og sum verður brúkt í dag, byggir á norrønt, og er tí upprunafrøðiligt.

Í 1889/90 kom Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, við einum nýggjum uppskoti til føroyska stavseting, sum bygdi á tað ljóðfrøðiliga.

Ljóðfrøðilig

Málfrøðigrein um ljóðini í máli ella málum (phonetica) (fonetiska). Jakob Jakobsen helt, at vit skuldu stava føroyskt, sum vit siga orðini.

Tikið varð ikki tikið væl í móti hesum, heldur ikki einum semingsuppskoti, sum varð nevnt Broyting. Hetta hevði málstríð við sær, sum gjørdi enda á Føroyingafelagnum, millum annað tí at Jóannes Patursson tók seg burturúr. Stavsetingin hjá Hammershaimb varð verðandi.

Broyting

Broyting er í høvuðsheitum stavseting Hammershaimbs, men við hesum broytingum:

Gingið verður burtur frá at nýta y og ý, tí í framburði falla hesir stavir saman við ávikavist i og í. Skrivað verður nú i fyri y (t.d. sinir fyri synir) og í fyri ý (t.d. lísa fyri lýsa).

Munurin, ið áður varð gjørdur millum ö og ø (umljoð av ávikavist a og ó), er burturdottin, tí í framburði er eingin munur.

hj og hv fremst í orði verða nú orsakað av framburðinum skrivað kj og kv (t.d. kjá fyri hjá og kvalur fyri hvalur).

Fyri -ll- og -rn- inni í orði verður eftir framburðinum skrivað dl og dn (t.d. fjadl fyri fjall og badn fyri barn).

Fyri -ft- inni í orði verður eftir framburðinum skrivað -tt- (t.d. attur fyri aftur og ettir fyri eftir).

Í 1893 varð ein sjeymannanevnd sett  at gera úrskurð í málspurninginum. Í nevndini vóru: V. U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Jørgen Hammershaimb, Johan C. Olsen, Christian Bærentsen, Christian L. Johannessen og Fríðrikur Petersen.

Úrslitið er sonevnda broytingin, sum nevndin legði fram í 1895.

Hóast hetta broytingaruppskot má sigast at liggja væl nærri Hammershaimbs stavseting enn Jakobsens, so noktaðu trúgvastu Hammershaimb-viðhaldsmenninir at góðtaka tað; teir vildu als onga broyting hava, og úrslitið av tí tvídrátti, ið nú tók seg upp, gjørdi sítt til, at Føringafelagið sovnaði og Føringatíðindi eisini fór fyri bakka.

Dr. Jakobsen var sjálvur trúgvur móti hesi stavseting, og brúkti hana í føroysku ritverkum sínum.

Jakobsen, Jakob (1864-1918)

Jakob Jakobsen var føddur í Tórshavn í 1864. Pápi hansara var H. N. Jacobsen bókhandlari og bókbindari, sum stovnaði gamla bókahandilin á Vaglinum í Havn.

Jakob fór trettan ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Tá ið hann hevði lokið studentsprógv, las hann norrønt mál, franskt og latín. Hann var fyrsti føroyingur, sum fekk doktaraheitið. Tað var í 1897.

Í 1892/93 og aftur í 1898 var hann í Føroyum sum granskari. Hann ferðaðist um í oyggjunum og skrivaði sagnir og ævintýr upp, sum fólk søgdu honum frá. Longu í 1901 hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í 4 heftum.

Jakob Jakobsen, ofta nevndur dr. Jakobsen ella Jákup doktari, var kendur og høgt mettur vísindamaður í norrønum máli. Hann er eisini kendur sum hann, ið vildi hava eina føroyska stavseting, sum lá nærri tí ljóðliga framburðinum, men hetta sjónarmið vann ikki frama.

Stavseting Jakob Jakobsens

Sjálvljóðini vóru hesi: a, á, å, ä, e, i, o, ó, u, ú, y, æ, ö, ø. Tvíljóðini vóru hesi: ai, æi, ái, og hjáljóðini vóru hesi: b, d, f, g, h, j, k, l, m, n, p, r, s, t, v.

Mikjenes hevur ættir manna sögn vere flotáiggj. Ain mävur y Sörváje, sum javnlia róe út, raddist idla störkvälenar úte á häve, o äv ty hann ikkje åtte bävur á stiggja tair vi, hæie hann til tæss tarvsmikjo, sum hann kastaje y sjægvin, tá y kvälir vóro när staddir bátenun. Nú hann situr úte á häve o rekur fire væstan Váar, sär hann stóra áiggj koma undan úr tokone; adlir dræa upp o rægva sum sjótast ät áidne. Sörvågsmävurin, y fistur hæie bore æia vi häna, kastaje mikjona upp á aitt nes, sum tair komo ät, o stai so á land sjálvur; tá fæstist áiggjin äv mikjone, y bläka vär upp á nese, og äv ty siist åiggjin á háva fingje navn Mikjones. Ärir nævna häna Mikjenes, äv ty mikla nesenum æistast á áidne, sum aitur Nigvones, o tä er tä rattara.

Jakob Jakobsen: Mikjenes

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019