• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Í Nýggjustovu

Heima í Havn verður býlingurin í Gongini mitt í Havn nevndur, har sum matstovurnar Áarstova, Fútastova, Barbara Fish House og Ræst eru í dag.

Upprunanavnið á seinast nevndu matstovuni, Ræst, er Nýggjastova. Í hesum húsum vaks Hammershaimb upp. Hóast húsini í dag eru matstova, eru tey varðveitt, so til dømis veggflísar úr brendum leiri enn síggjast í upprunalíki.

Hesar flísar eru niðurlendskar og stava frá 1600-talinum. Flísarnar eru á vegginum við kakkelovnin og kaminuna. Tí verða flísarnar nevndar kakklar.

Myndatekstur

Myndatekstur

Myndatekstur

Myndatekstur

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019