• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

O, móðurmál

O, móðurmál er heitið á trimum sjónvarpssendingum, sum Suni Merkistein og Hans Petur Hansen gjørdu í Kringvarpinum í 2016. Sendirøðin lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag.

O, móðurmál (1:3)

Fyrsta sending hevur undirheitið Eg veit ein kvist. Vit hoyra um royndirnar hjá V.U. Hammershaimb at evna til eitt føroyskt skriftmál, og um tjóðskaparvekingina millum føroyingar í útisetu og heima í Føroyum seint í 1800-árunum.

O, móðurmál (2:3)

Onnur sending hevur undirheitið Nú er tann stundin.

Um sendingina sigur kringvarpið: Stutt eftir, at Føringafelag er stovnað í 1888 og Føringatíðindi, fyrsta avís, skrivað á føroyskum, kemur út í 1890, tekur seg upp tvístøða um føroyska skriftmálið. Málfrøðingurin Jakob Jakobsen mælir til eina ljóðfrøðiliga stavseting heldur enn hina upprunafrøðiligu málskipanina hjá Hammershaimb. Í 1895 verður samtykt uppskot um Broyting, sum er ein linking í Hammershaimbs-stavsetingini, men mótstøðan er stór, og sum frá líður verður gingið frá semjuni um Broyting. Føringafelag klovnaði av harða stríðnum, og í 1906 fáa vit politiskt floksbýti á tingi. Tann breiða tjóðskaparrørslan er syndrað av innanhýsis málstríði. Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi. Í 1912 verður tann umstrídda grein 7 samtykt, ið ásetur, at danskt er kenslumál í Føroyum. Eldsálir strevast kortini uttan íhald at vinna føroyskum betri sømdir. Í 1930-árunum fæst politiskur meiriluti í Føroyum fyri kravinum um, at føroyskt verður javnsett við danskt í kirkju og skúla.

O, móðurmál (3:3)

Triðja sending hevur undirheitið Um nú nýggjar øldir líða.

Um sendingina sigur Kringvarpið: Tó at stríðið at vinna føroyskum heiðurssess í kirkju og skúla varð vunnið, skuldu stóru tøkini at menna føroyskt sum alment mál í Føroyum takast árini eftir Seinna Heimsbardaga. Hugsjónarmenn ganga undan í hesum strevi. Í Keypmannahavn ganga í 40-árunum útisetar við føgrum dreymum um at skapa eitt føroyskt vísindamál á hægri lærdómsstovni í Føroyum. Framskygdir lærarar ásanna stóra tørvin á undirvísingartilfari á føroyskum og fara sjálvir at skriva bøkur til skúlabrúks. Málsliga væl skøddir rithøvundar styrkja føroyskt sum bókmentamál við dygdarskaldskapi í bundnum og óbundnum máli. Nýggjur loftmiðil fær brátt støðu sum málsligur mentanarberi. Søgur og sangir á føroyskum gerast alt vanligari. Í 1974 kyknar upp nýtt málstríð í Føroyum. Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum seta prógvið í veð, tá teir krevja at tosa føroyskt í munnligari próvtøku. Trætan elvir til politiskt rumbul í Føroyum og Danmark. Um aldamótið fara føroyskar orðabøkur at koma út í stórum tali. Forlagið Sprotin setur nýggja dagskrá á hesum øki. Men føroyingar eru framvegis ósamdir um móðurmálið. Málfelagið er í andstøðu til almenna Málráðið og hevur at Setursføroysku málkósini, tey rópa, og ávarar um málsliga fremmandagering.

Stóra avbjóðingin hjá føroyskum nú á døgum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás á øllum mótum. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?

Uppgávur:

1 Hvør er grundgevingin at geva Suna Móðurmálsvirðislønina í 2017?

2 Hvørjir miðlar, sum Suni hevur arbeitt í, verða nevndir í grundgevingini?

3 Hvørja ávirkan hevur Suni, sambært dómsnevndini, havt á ítróttamál?

4 Hvønn týdning hevur ein Móðurmálsvirðisløn?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019