Skip to main content
Føroysk samfelagsfrøði_b.jpg

Føroysk samfelagsfrøði – B-stig

Vørunr.: 9789997222053

frá 1 78,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 78,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 98,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 148,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 198,00 DKK Við 0,00% MVG
+ kostnað á sending
  • Delivery by Email

Lýsing

"Føroysk samfelagsfrøði – B-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á B-stigi í Føroyum. Bókin er í høvuðsheitum skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í námsætlanini.Stórur munur er á bókini, alt eftir hvørja útgávu tú velur. sBókin er høvuðsbókin, ið hevur alt tilfarið við; eBókin hevur eisini mesta tilfarið við, undantikið hugtaksvenjingar, videobrot og ymisk hjálpitól. pBókin hevur hinvegin einans kjarnutilfarið og ískoytistilfarið við. eBókin fæst saman við sBókini og er hent í teimum førum, tá internetið ikki er tøkt. Hetta er serliga átrokandi til próvtøkur, men tað kann eisini vera skilagott altíð at hava eBókina liggjandi á telduni, soleiðis at til ber at lesa í henni, har einki netsamband er, t.d. í einum summarhúsi. Hóast bókin er skrivað miðvíst til undirvísing, er hon uttan iva áhugaverd hjá øllum at lesa, ið ynskja at skilja føroyska samfelagið út frá einum samfelagsfrøðiligum sjónarhorni. Um tú ikki ert næmingur, men bert vilt lesa samfelagsfrøði av áhuga, er pBókin – prentbókin – møguliga rætta loysnin hjá tær.

Innihaldsliga er bókin fjølbroytt og knýtir saman ástøðiligt tilfar við tilfar um føroysk samfelagsviðurskifti. Hugskotið er, at næmingurin skal læra samfelagsfrøði gjøgnum føroyska vitan, samstundis sum hann lærir um føroyska samfelagið gjøgnum samfelagsfrøðilig ástøði. Bókin er sostatt ikki bert samfelagsfrøði á føroyskum, men føroysk samfelagsfrøði. Sostatt verður vitanin um føroyska samfelagið lyft upp á eitt hægri fakligt støði, ið gevur næmingum eitt heilt annað innlit, enn um teir bara eygleiða samfelagið við støði í "gerandisbrillum".

Bókin er skipað í tríggjar yvirskipaðar partar um tey trý fakøkini sosiologi, politikk og búskap. Vegna krøvini í námsætlanini er búskaparparturin nakað drúgvari enn hinir báðir partarnir. Hvør partur hevur eina innleiðslu um fakøkið, herundir hvørji kjarnuøki í námsætlanini tey sipa til. Í sBókini eru eisini smáar námsætlanarvegleiðingar til hvørt kapittul, soleiðis at lærarar og næmingar altíð eru greiðir yvir, hvønn part av námsætlanini kapitlið vísir til.

Umframt at samfelagsfrøðiligu ástøðini verða viðgjørd við støði í føroyska samfelagnum, eru dømi, tøl, myndir og videobrot í høvuðsheitum úr føroyska samfelagnum, tó at hetta í einstøkum førum ikki ber til. Í eini sBók ber til at dagføra dømi og tøl, tá tað er neyðugt. Sostatt hava næmingar og lærarar á hvørjum ári dagførda vitan um samfelagið. Umframt kvantitativa og kvalitativa vitan leggur hendan bókin serligan dent á komparativa vitan, t.v.s. at nógv tilfar verður samanborið. Hetta er eitt námsætlanarkrav, ið skal førleikamenna næmingar frá C-stigi til A-stig ella til víðari lesnað.

Tilfarið í bókini er rúgvusmikið, og alt er ikki ætlað til heimalesnað. Kjarnutilfarið er hugsað til heimalesnað, men ískoytistekstir, myndir og annað tilfar eru ætlað at viðgera í skúlanum, til dømis á stórskíggja, sum bólkaarbeiði ella sum fokuserað lesing. Ískoytistilfarið er frámerkt við kassum, soleiðis at tað kennist frá kjarnutilfarinum. Eykatilfarið er í gráum samanfelliligum kassum, soleiðis at tað órógvar lesingina av kjarnu- og ískoytistilfarinum sum minst og gevur bókini eitt munandi ruddiligari snið. Til ber at lata kassarnar upp og brúka teir eftir tørvi.

sBókin og eBókin eru eisini á tremur við førleikamennandi uppgávum. Hesar uppgávur eru gjørdar við fjølbroytni í huga, soleiðis at til ber at velja milum ymiskar arbeiðshættir, alt eftir hvat riggar í flokkinum. Miðað er eftir einari góðari javnvág millum kvantitativar, kvalitativar og komparativar arbeiðshættir, eins og skift verður millum einstaklingaarbeiði, bólkaarbeiði og floksarbeiði. Eisini verða somu spyrjiorð í høvuðsheitum brúkt, ið næmingarnir seinni fara at brúka í skrivligum avrikum á A-stigi.

Arbeiðshættirnir verða eisini gjøgnumgingnir í fyrsta kapitli, ið kann lesast sum eitt sjálvstøðugt kapittul, men er ætlað sum ein amboðskassi, tá arbeitt verður við ymiskum uppgávum. Mælt verður tí til at venda aftur til hetta kapittul eftir tørvi, heldur enn at lesa tað úr enda í annan.

sBókin hevur, umframt uppgávur og eykatilfar, eina rúgvu av samvirknum hugtaksvenjingum, har næmingar kunnu kanna sína vitan um grundleggjandi hugtøk. Endurgeving av hugtøkum er ikki eitt mál í sær sjálvum, men ásannast má, at fyri at menna taksonomiska støðið hjá næminginum, er neyðugt at hava eina støðufasta fakliga grund at standa á. Harumframt eru hugtaksvenjingarnar hentar í sambandi við at lesa upp til próvtøkur. Umframt alt hetta hevur sBókin eina rúgvu av hjálpitólum, ið kunnu lætta um lesnaðin: Tekststillingar, upplestur, marking, viðmerkingar v.m.

Frámerki

Duration
3 mðr.
Duration
1 ár
Duration
2 ár
Duration
3 ár

Ummælir0

0.0/5
0 ummælir
0
0
0
0
0
Flokka eftir:
Vendor response
Fleiri ummæli

Viðmældar vørur