Skip to main content
Føroysk samfelagsfrøði. forsíða_snar.jpg

Føroysk samfelagsfrøði - C-stig

Trupulleikar eru við handlinum í løtuni: Tað kann vera at keypið fer ígjøgnum, hóast tit fáa eini boð, sum siga at keypið ikki riggar. Vinarliga kanna um peningurin er farin av kontuni áðrenn tit keypa á nýggjum, um tit fáa hesi boð. Setið tykkum í samband við snar@skulin.fo, um eingin lykil kemur í teldupostinum.

Vørunr.: 9789991823423

frá 1 78,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 78,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 98,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 148,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 198,00 DKK Við 0,00% MVG
+ kostnað á sending
  • Delivery by Email

Lýsing

"Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í námsætlanini.

Innihaldsliga er bókin fjølbroytt og knýtir saman ástøðiligt tilfar við tilfar um føroysk samfelagsviðurskifti. Hugskotið er, at næmingurin skal læra samfelagsfrøði gjøgnum føroyska vitan, samstundis sum hann lærir um Føroyar gjøgnum samfelagsfrøðilig ástøði. Bókin er sostatt ikki bert samfelagsfrøði á føroyskum, men føroysk samfelagsfrøði.

Bókin er skipað í tríggjar umleið javnstórar partar um tey trý fakøkini sosiologi, politikk og búskap. Hvørt av hesum kapitlum hevur eina innleiðslu um fakøkið, herundir hvørji kjarnaøki í námsætlanini, tey sipa til.

Umframt at samfelagsfrøðiligu ástøðini verða viðgjørd við støði í føroyska samfelagnum, eru dømi, tøl og myndir í høvuðsheitum úr føroyska samfelagnum. Í eini sBók ber til at dagføra dømi og tøl, tá hetta er neyðugt. Sostatt hava næmingar og lærarar á hvørjum ári dagførda vitan um samfelagið.

Tilfarið í bókini er rúgvumikið, og alt er ikki ætlað til heimalesnað. Breyðtekstirnir eru væl egnaðir til heimalesnað, men kassatekstir, myndir og annað tilfar eru ætlað at viðgera í skúlanum, til dømis á stórskíggja.

Bókin er eisini á tremur við førleikamennandi uppgávum. Hesar uppgávur eru gjørdar við fjølbroytni í huga, soleiðis at til ber at velja milum ymiskar arbeiðshættir, alt eftir hvat riggar í flokkinum. Strembað verður eftir einari góðari javnvág millum kvantitativar og kvalitativar arbeiðshættir, eins og skift verður millum einstaklingaarbeiði, bólkaarbeiði og floksarbeiði. Eisini verða tey spyrjiorð brúkt, ið næmingarnir seinni fara at brúka í skrivligum avrikum á B-stigi og A-stigi. Hugskotið er at menna fakligu førleikarnar longu á C-stigi, soleiðis at lopið upp á hægru stigini ikki verður óneyðuga tungt.

Arbeiðshættirnir verða eisini gjøgnumgingnir í fyrsta kapitli, ið kann lesast sum eitt sjálvstøðugt kapittul, men er ætlað sum ein amboðskassi, tá arbeitt verður við ymiskum uppgávum. Mælt verður tí til at venda aftur til hetta kapittul eftir tørvi, heldur enn at lesa tað leyst frá tilfarinum annars.

Eisini hevur bókin eina rúgvu av hugtaksvenjingum, har næmingar kunnu kanna sína vitan um grundleggjandi hugtøk. Endurgeving av hugtøkum er ikki eitt mál í sær sjálvum, men ásannast má, at fyri at menna taksonomiska støðið hjá næminginum, er neyðugt at hava eina støðufasta grund at standa á. Harumframt eru hugtaksvenjingarnar hentar í sambandi við at lesa upp til próvtøkur.

Hóast bókin er skrivað miðvíst til undirvísing, er hon uttan iva áhugaverd hjá øllum at lesa, ið ynskja at skilja føroyska samfelagið út frá einum samfelagsfrøðiligum sjónarhorni.

Frámerki

Duration
3 mðr.
Duration
1 ár
Duration
2 ár
Duration
3 ár

Ummælir0

0.0/5
0 ummælir
0
0
0
0
0
Flokka eftir:
Vendor response
Fleiri ummæli

Viðmældar vørur