Skip to main content
Hetja-fo_cover.jpg

HetjaFO

Article no.: 9789997221339

from 1 78,00 DKK Incl. 0,00% VAT
from 1 78,00 DKK Incl. 0,00% VAT
from 1 98,00 DKK Incl. 0,00% VAT
+ shipping costs
  • Delivery by Email

Description

Ætlanin við tilfarinum HetjaFO er at geva næmingunum ástøðiliga og empiriska vitan um sálarfrøðiligar faktorar, sum fara fram í og millum menniskju og ávirka, hvussu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum; bæði tá ið vit fremja hetjugerðir, og tá ið vit skaða hvønn annan ella bara lata standa til. Fyri at røkka hesi ætlan hava vit brúkt tvær høvuðsgreinar innan sálarfrøðina – ta sosialsálarfrøðiligu og ta evolutiónssálarfrøðiligu við smáum kagingarholum inn til aðrar greinar innan sálarfrøðina.

HetjaFO-tilfarið hevur fýra partar, sum hvør viðger ymisk hugtøk og evni, sum onkursvegna snúgva seg um hetjur og tað at taka ábyrgd fyri andsfrælsi, tolsemi og javnrættindum. Partarnir kunnu bæði brúkast sum ískoyti í kravdu undirvísingini ella í valfría partinum av lærugreinini sálarfrøði. Tilfarið kann eisini brúkast í tvørgreinaligari undirvísing - eitt nú til greining og viðgerð av søguligum, samfelagsligum, málsligum ella listarligum viðurskiftum.

Tilfarið fevnir um ástøðiligar tekstir, føroyska og altjóða gransking, umframt spurningar, spøl og venjingar, sum kunnu brúkast í viðgerðini av teim ymisku evnunum. Fleiri uppskot eru til uppgávur, ið eru ætlaðar sum íblástur til undirvísingina. Eisini eru video-nám brúkt, sum á ymsan hátt viðgera sentralu hugtøkini og evnini í HetjaFO-tilfarinum. Nøkur av videonámunum tykjast kanska heldur gomul, men tey eru vald burturúr, tí tey onkursvegna eru upprunalig. Tey fevna um samrøður við ástøðingar og sosialsálarfrøðilig eksperiment, sum ikki verða gjørd í dag, tí tey ikki verða mett at vera etiskt í lagi.

Lagt verður upp til, at tit finna tykkara egna hátt at brúka og viðgera tilfarið, og at spurningarnir, spølini og venjingarnar í tilfarinum kunnu virka til at menna og styrkja innlitið í, hvussu hesi evni og hesir dynamikkir ávirka andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, sum endamálsorðingin fyri miðnám leggur dent á. Kanska tit koma fram til heilt aðrar mátar at viðgera evnini uppá. Avgerðin er tykkara.

Characteristics

Duration
1 ár
Duration
2 ár

Reviews0

0.0/5
0 reviews
0
0
0
0
0
Sort by:
Vendor response
More reviews

Suggested products